Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (71) Síða4 Nr 133 —15. JULI 1994 Frank Davidsen: Sambandið má ikki sleppa undan - Sjálvandi var tað harmiligt, at vit skuldu hava so stóra aftur- gongd her í Vágum, men tað er líka so harmiligt, at sørvingar skuldu seta ein fólkafloksmann inn á ting, tí Sørvågur hevur ong- antíð verið fólkafloksbygd, sigur Frank Davidsen, sum ikki varð afturvaldur Frank Davidsen í Sørvågi hevur seinastu fyra årini vend løgtingsmadur fyri javnadarflokkin i Vågum. Tað verður hann ikki næsta valskeiðið, tú javnaðar- flokkurin misti mannin í Vágum. - Vit høvdu oll væntað, at flokkurin fór nógv aftur, men ikki hevði eg droymt um, at afturgongdin her í Vágum fór at verða so stór, úr 514 niður í 219, sigur Frank Davidsen. Orsøkirnar til ta stóru aft- urgongdina hjå flokkinum heldur hann vera fleiri. - Ein er tann einafalda, at tað kostar at hava sitið við ábyrgd í fýra ár á rað. Hevdi nýval verið útskrivað, tá samgongan millum javnað- arflokkin og fólkaflokkin slitnaði, hevði valúrslitið óivað verið ødrvisi. Vit lótu fólkaflokkin sleppa leysan, og hann hevur síðan garteað saman við øllum hinum móti = javnaðarflokkinum, sigur Frank Davisen. MVG av ti ónda Hann heldur, at fólkaflokk- urin gjørdi klókt at sleppa sær av við Jógvan Sund- stein, tí aftaná tað at bank- arnir fóru, var MVG-skip- anin tað ringasta, ið hent er. Fólkaflokkurin talaði alla tíðina fyri at fáa skipanina, sum skuldi vera so vælsign- að, men td. Vilhelm Jo- hannesen í javnaðarflokk- inum ávaraði. Nú verður javnaðarflokkurin gjørdur til syndabukk fyri, at vit fingu MVG-skipanina, sig- ur Frank Davidsen. Haraftrat hevur javnað- arflokkurin verið noyddur at tíkið nógvar illa dámdar avgerðir, sum ikki slapst undan, í hesum valskeið- num, minnir Frank David- sen á - Veljaramir havaallar or- søkir til at vera misnøgd, soleiðis sum vidurskiftini í hesum landinum. Misnøgd- ina vístu tey við at velja teir smáu flokkarnar, tí sam- bandsflokkurin fekk ikki ta framgongd, honum var spádd Mist stuðlar Tað harmar Frank Davidsen nógv, at hansara persónligu atkvødur vóru so nógv færri hesu ferð enn seinast, men tað mátti so verða, tá nakrir av hansara fyrrverandi stuðlum hava vent javnað- arflokkinum bakið. Í Vágum hendi eisini tað, at fólkaflokkurin fór nógv aftur, og hetta verður av onkrum tulkað sum mis- nøgd við Svend Aage Ell- efsen. Summi hava ti valt aðrar flokkar í staðin, og so- leiðis gjørdist Jørgen Nicl- asen tann fólkafloksmað- urin, sum fekk flestar per- sónligar atkvødur í Vágum - Eg má síga, at eg eri vonsvikin av, at tað skuldu blíva sørvingar, sum settu eim fólkafloksmann inn á ting, ti Sørvågur hevur ong- antíð verið nøkur fólka- floksbygd, sigur Frank Da- vidsen. Eiga at royna seg Hann heldur, at sambands- flokkurin hesu ferð ikki skal sleppa undan at vera í sam- gongu. - Teir hava rópt um at fáa broytingar og borgarliga samgongu. Nú kunnu sam- bandsflokkurin og fólka- flokkurin royna seg saman við teimum smáu, sum hava A a Frank Davidsen harmast afturgongdina hjá sær og flokkinum lovað gull og grønar skógir, sigur Frank Davidsen. Hann heldur ikki fremstu uppgávuna hjá javnaðar- flokkinum nú vera at fara í samgongu. Veljararnir hava eisini biðið um borgarligan politikk. - Men tað er ikki so. Megna teir ikki at skipa samgongu, er javnaðar- flokkurin framvegis íkki bangin fyri at vísa ábyrgd, sigur Frank Davidsen, sum letur heilsa øllum, sum valdu seg ella flokkin í Vág um. randi Bara neyðtænasta Mánadagin fer Almannastovan í summarfrí, men har verða kort- ini fólk til at veita bráðfeingis hjálp til neydstødd Tað hevur ikki verið roynt áður, at ein almennur stovn- ur sum Almannastovan fer í summarfrí, men í ár gera tey tað, tí tey fáa ongar summ- arfrítíðaravloysarar. Peng- ar eru ikki til nakrar avloys- arar, tí pengarnir eru nýttir til annað. Trýstið á Almannastov- una plagar um summarið at vera nakað minni enn ann- ars , og tí halda tey, at hetta eigur at verða roynt, soleið- is at øll sum skjótast fáa hildið summarfrí. Almannastovan sleppur tó ikki fólki heilt upp á fjall. Tær vanligu veitingarnar verða allar avgreiddar, og haraftrat verður skrivstov- an opin tveir tímar um dag- in, frá kl. 10 til 12, men tað verður bara fyri at veita bráðfeingishjálp. Tað fer eisini at bera til at ringja á tlf. 15607 hesar báðar tim- arnar á degnum. Allar bygdadeildirnar eru afturlatnar frá mánadeg- num 18. juli, og tær eins og høvudsskrivstovan í Havn lata allar uppaftur sum van- ligt 8. august. Almannastovan hevur hini árini havt 5-6 avloysar- ar hvort summar. Hetta hava verið somu fólk ár eftir ár, fleiri lesandi. Eini 10 fólk vera kortini til arbeiðis á Almannastov- uni hesar tríggjar vikurnar, meðn stovnurin bert veitir bráðfeingishjálp. Almannastovan sigur, at pensjónir og aðrar fram- haldandi veitingar verða útgoldnar sum vant seinast í hesum mánaðinum, men nýggjar umsóknir mugu bíða, til starvsfólkini á Al- mannastovuni eru liðug at halda summarfrí. randi Sekt verður eftir arheiðsformanni sum avloysari hjá Kvívíkar kommunu, at byrjað 15. august 1994 til 1. januar 1995. Umsóknir verða at senda til Kvívíkar kommunu skjótast gjørligt. Kvívíkar kommuna Honda Accord 20008x árg. 1987, til sølu til hægstbjóðandi. TIf. 13896 eftir kl. 18 Hvíld í Húsavík? Vikuskiftis — ella styttri ella longri summarfrí í hugnaligum húsum við øll- um hentleikum á friðarligari smábygd — verið so vælkomin til Húsavíkar... Tlf. 56111, 89311 ella 11280