fríggjadagur 15. juli 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 133 — 15. JULI 1994
Ein frálík summarútferð:
Við Norðlýsinum til
eimsins sterstu
drunnhvíta-koloni
Skonnartin Norðlýsið er vorðið eitt virkið arbeiðspláss innan
ferðamannavinnu okkara - men eisini føroyingar gera nýtslu av
teimum tilboðum, hon hevur at bjóða. - Bæði teimum dagligu
útferðunum, og møguleikanum at leiga skipið við manning.
Og nú er manningin á veg við einum nýggjum tilboð: Utferðir
summarnæturnar til heimsins størstu drunnhvíta-koloni í Nólsoy
Skonnartin >Norðlýsið<
varð bygd á Tórshavnar
Skipasmiðju í 1945.
Hon hevði skiftandi
eigarar, til felagið »Aurora
Borealis< keypti hana fyri
jøkrum árum síðani
Hetta var eitt felag við 10
monnum. Teir umvældu
skipið, og høvdu í hyggju al
fáa iløguna at bera seg við at
leiga tað út til bæði smærri
útferðir og longri túrar.
Men tað bar seg ikki -
raksturin gjørdist ov dýrur.
Endin var at teir máttu
gevast, og bankin keyptu
skipið.
Aftur undir seglum
Men nú siglir Norðlýsið
aftur. Smyril Line eigur nú
51% av partapeninginum,
og teir gomlu eigararnir
49%.
Ein teirra - Birgir Enni -
stendur fyri tí dagliga
rakstrinum. Og nú gongur
ikki dagur, uttan at Norð-
lýsið stevnir út av Havnar-
vág við honum sum skipara.
Hvønn morgun
Skonnartin liggur beint við
farstødina, so hon er latt hjá
ferðafólki at finna.
Ogatkallahvgnn morgun
kl. 10.00 loysir hon.
Tað er so ymiskt, hvagar
leiðin gongur, men ofta
verður farið til Dímunar,
suður um Hest, inn á Skála-
fjørdin ella undir Vest-
mannabjørgini. Tað er
veður, vindur, streymur og
ynskini hjá ferðafólkunum,
sum avgera, hvar farid
verður.
Túrurin tekur allan dagin,
ferðafólkini fáa drekka-
munn umborð, og prísurin
fyri alt er bara 150 krónur.
Privatar útferðir
Men tað ber eisini til hjá
arbeiðsplássum, bindi-
:
URI RE á ER
RENA SR
LETTERE
Birgir Enni , skipari á Norðlýsinum. At kalla hvønn dag stevnir hann út av hav-
narvåg vid bædi føroyingum og turistum
Norðlýsið við manning. -
Onkur hevur eisini hildið
fødingardag umborð.
Tá verður farið kl. 19.00,
og fólk avgera sjálvi, hvar
tey fara. Norðlýsið býður
klubbumellagðrumatleiga sær á hesum túrum til at
gera ein forkunnugan døg-
urða við ymiskum úr
sjónum - td. krabba,
hummara, ødu og laksi.
Hesir leigutúrar kosta
umleið 3.000 krónur, og eru
vanliga einar átta tímar.
Til
koloniina
Men umframt hesi tilboð, er
nú ætlanin at skipa fyri
túrum til Nólsoyar summar-
næturnar.
Tíðindablaðið GS
Jens Kjell Jensen, fuglafrødingurin í Nólsoy, við einum
drunnhvíta, hann hevur fangað. Hann dugir væl at greiða
frá um teir mongu drunnhvítarnar í Nólsoy
Ætlanin er at vitja
drunnhvíta-koloniina, sum
heldur til í urðini eystanvert
á Nólsoynni.
Túrarnir verða skipaðir
soleiðis, at fyrst verður siglt
ú' Nólsoyar, og síðani
gingið til koloniina, har
fuglafrødingurin Jens Kjell
Jensen fer at greiða frå um
drunnhvitarnar
Heimsins flestu
Og tað er serstakliga
åhugavert!
Tad cr nevniliga solcidis,
at størsta drunnhvíta-kolon:
í heiminum heldur til í hesi
urðini - umleið ein millión
drunnhvítar tilsamans.
Orsøkin til at so fá fólk
hava givið hesum gætur, er
helst, at drunnhvít næstan
bara flýgur um náttina - og
hetta er sjálvsagt eisini
orsøkin til, at hesir túrar
verða gjørdir um náttina.
Og meðan drunnhvítarnir
flúgva um oyruni á fólki,
greiðir fuglafrødingurin so
frá um teirra lív, hvar teir
ferðast og hvussu teir annars
liva.
Túrurin varð royndur fyrr
í vikuni, og hann eydnaðist
so væl, at bæði Birgir Enni
og Jens Kjell Jensen vóru
sinnaðir at fáa eitt samstarv
í lag
Vendið tykkum
til Birgir
Tey, sum eru áhugað í
hesum túrinum ella kanska
atleiga skipið, kunnu venda
sær beinleiðis til Birgir
Enni. Hann at kalla býr
umborð á Norðlýsinum, og
er hann ikki at hitta umborð,
ber til at ringja á tlf. 88520
Eisini ber til at venda sær
til skrivstovuna hjá Smyril
Line við fyrispurningum
S-S-
Hjálpartólamiðsteðin
Postsmoga 1049 - 110 Tórshavn
Telefon 18300 -
Telefax 18301
Summarfrí
HTM er stongd frá 1. august
til 15. august 1994
Kvinnuhúsið
hósdag frá kl. 19.00—21.00, í
Oman Pisuvarda 2, ella á tif. 17200. —
Kvinnuhúsið er opið“
14.30—16,30. Telcfonin, 17200,
frá kl. 14.30-7.00 á morgni. |