Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 134 — 16. JULI 1994 Aftur í ár fer Martia Petersen at ganga á odda í skrúðgonguni á ólavsóku o tinginum ólavsékudag. g hon fer eisini at halda réðu í Stýrisskipanarlógin ger støðuna gørvisi Olavsøkutingsetan fær undir øllum umstødum eina byrjan, sum er ólík óllum øðrum ólvasókutingsetum Í vikuskiftinum fer Marita Petersen løgmaður at seta seg í samband við for- menninar fyri allar flokkar- nar í nýggja tinginum. Tað er hennara skylda at kalla nýggja tingid saman, og spurningurin, sum verður vidgjørdur í vikuskiftinum, er, nær hetta skal gerast. Ein møguleiki er, at hetta verð- ur gjørt í komandi viku, og ein annar er, at tað verður bíðað til á Glavsøku, tá tað alíkavæl verður farið undir nýggja tingsetu. Tað eru fleiri viðurskifti, sum gera seg galdandi, tá avgerðin skal takast. Mill- um spurningarnar eru slíkir, sum gera seg galdandi eftir hvert val. Eitt nú at tað, hó- ast eingin samgonga er skipað, er neyðugt at fáa gongd á politiska arbeiðið. — Eg tosi við allar floks- formenninar um hesi viður- skifti, og sjálvsagt er tað frammarlga í huganum, at tað er sambandsflokkurin og Edmund Joensen, sum situr við politiska fyritaks- seminum, sigur løgmaður. Hon roknar við, at tingið verður kallað saman í kom- andi viku, tí tað ber ikki til, at landið í fleiri vikur aftur at verður í tí politiska tóm- rúminum, sum tað er, so leingi tingid ikki er komið saman. T.d. er bráneyðugt at velja figgjarnevndina. Ødrvisi enn vanligt Stødan er annars eitt sindur fløkjaslig og ólík støduni eftir onnur val. Serliga er tað spurningur- in viðvíkjandi nýggju stýr- isskipanarlógini, sum hesa ferð ger støduna ødrvisi enn vanligt. Undir vanligum umstødum hevði tingid komið saman heilt skjótt, valbrøvini høvdu verið kannað, formansskapurin verið skipaður, nevndir valdar, og so hevði, soleiðis sum tingskipanin ásetur, verið farið undir nýggja tingsetu á ólavssku. Men hesa ferð er neyðugt eisini at hugsa um stýrisskipanar- lógina. Fyri at nýggja stýrisskip- anarlógin skal koma í gildi, skal hon samtykkjast í fyrstu tingsetuni aftan á ný- val. Tað verður sagt í næst- síðstu grein í uppskotinum, sum varð samtykt undan valinum. Verður tingið kallað sam- an undan Glavsøku, so er talan um eina nýggja ting- setu, tí tá tingið fór heim undan valinum, endaði tann tingsetan. Tí skal stýris- skipanarlógin samtykkjast í summartingsetuni, = sum verður, um tingið verður kallað saman undan ólav- søku, tí á ólavssku byrjar ein nýggj tingseta. Tingskipanin sigur átta dagar Marita Petersen væntar, at avgerðin um, nær tingið verður kallað saman, verður tíkin í seinasta lagið mána- dagin: — Um tingið skal kallast saman fyri Glavsøku er neyðugt, at stýrisskipanar- lógin verður samtykt, og um tað skal gerast í einari summartingsetu, so skal tingið sambært tingskipan- ini koma saman í seinasta lagið komandi mikudag. Tingskipanin sigur, at tað skulu ganga tveir dagar frá framløguni og til fyrsta við- gerð verður, og at tað skulu ganga minst triggir dagar frá fyrstu viðgerð og til aðru viðgerð. Triðja viðgerð kann ikki vera fyrr enn tríggjar dagar eftir aðru við- gerð. Tað vil siga, at átta dagar skulu vera frá framløguni og til uppskotið er endaliga samtykt. Verður uppskotið lagt fram komandi miku- dag, verður tað endaliga samtykt annan hósdag, um tingskipanin verður fylgd, og tað skal hon, um ikki annað verður avrátt. Nevndarviðgerðin Tað verður av fleiri mett, at uppskotið nýtist ikki at fáa nevndarviðgerð eftir fyrstu viðgerð. Tí sama uppskot fekk nevndarviðgerð, tá tað kom fyri tingið í síðstu ung- setu. - Uppskotið fekk nevnd- arviðgerð, tá tað var fyri í tinginum undan valinum, og hvat ein nýggj nevndar- viðgerð kann leggja afturat ålitinum, sum nevndin tå lat úr hondum, veit eg ikki. Men vit mugu eisini taka við, at í nýggja tinginum hevur ein stórur partur av manningini ikki verið við í tí viðgerðini. So vit fáa at síggja, hvat tingið sigur um, hvussu viðgerðin av stýris- skipanaruppskotinum skal fara fram, sigur Marita Pet- ersen. Tað ber til at víkja frá om- an fyri nevndu tíðarfreist og harvið fáa uppskotið skjót- ari gjøgnum tingið. Skal tað gerast, so skulu tríggir fimtapartar ella 20 av 32 tingmonnum atkvøda fyri uppskoti um at víkja frå tíð- arfreistini. Tá stýrisskipanarlógin var til viðgerðar undan vali- num, var undir fyrstu við- gerð uppskot frammi um at víkja frá tíðarfreistini, men tað var ikki samtykt. Eftir nevndarvidgerdina varð vikið frå tíðarfreistini, so- leiðis at onnur og triðja við- gerð vóru sama dag. Tíðindablaði Ikki góðkendir í skruðgongu Fyri fýra árum síðani varð nógv tosað um, at ein, sum helt seg vera tingmann, var við í skrúðgonguni ólav søkudag. Tað var ein sam- bandsmadur í Suður- streymi, sum ikki varð góð- kendur sum varamaður fyri Paula Ellefsen, fyrr enn tingið varð sett aftaná guds- tænastu og skrúðgongu Hesa ferð kann stødan gerast nógv meiri áhuga- verd. Verður fyrst ung fundurin Olavsøkudag, so fara føroyingar at síggja eitt heilt løgung ganga í skrúð gongu í og úr kirkjuni, uttan at løgtingiO er formligå góðkent. Tað hevur verið ógvuliga fást mannagongd um ung- fundin ólavsskudag, men um tingid ikki kemur saman fyrr enn til ólavsgkutingset una, so verður hetta gørvísi hesa ferð. Á fyrsta fundi- num hjá nývalda løgungi- num verða valbrøvini, sum valstýrini hava skrivað ul løgtingsmenninar, kannad, og fyrr enn tað er gjørt, og tingið hevur staðfest, at alt er farið fram sambært áset- ingunum, er tingið formliga ikki arbeidsført. Legmansreðan Tað er einki formligt krav um, at løgmaður skal halda réðu í tinginum ólavssku- dag, men hetta er vorðin ein fastgrógvin sigur, sum politikarnir halda vera so mikið góðan, at Glavsøku- rødan í nýggju styrisskipan- arlógini verður lógarásett. Sum tað sær út í løtuni verður eingin nýggj sam- gonga skipað fyri lavsøku, og tað vil m.a. síga, at tað verður Marita Petersen, sum fer at ganga á odda í skrúðgonguni í og úr kirk)- uni, og at tað verður Marita Petersen, sum fer at halda løgmansrøduna, tá tingid er sett. Vanliga lítur løgmaður aftur um bak og greiðir frá politiska arbeiðnum, sum farið er fram, og so verða stóru linjurnar stungnar út fyri politiska arbeiðnum Í komandi tingsetuni. Men soleiðis verður tað ikki hesa ferð: Heldur verður talan um eina heilt stutta réðu, har politiski veruleikin verður staðfestur. Tá nýggj sam- gonga verður skipað, rokni eg við, at nýggi løgmadurin fer at halda eina talu, har hann greiðir fá, hvat nýggja landsstýrið ætlar at fremja. Vit kunnu siga, at hann fer at halda eina seink aða Olavsøkurødu, roknar Marita Petersen við. Til fyri fáum árum síðani vóru fylgisskjølini til løg- mansrøduna spennandi og nýggjur lesnadur, tí har var fyri fyrstu ferð borðreitt við hagtølunum fyri farna tíðar- skeiðið, men síðani Hag- tíðindi fóru at koma meiri regluliga, er tíðindavirðið í fylgisskjølunum vorðið nógv minni. Um Edmund Joensen verður valdur til løgmann, 50 fer hann eftir at samgonga er skipað, at halda eina seinkaða ólavsekurgðu.