leygardagur 16. juli 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (NH
Føroyskur politikkur
hevur ofta góða tíð
Hóast ferðin er vorðin nógv hægri á nógvum økjum, so tekur tað
framvegis drúgva tíð at skipa nýggja samgongu
Á MIÐ
Ofta hevur gingið striltið at sk
1988. Burðurin var tungur og Í
Stóru samfelagsbroytingar-
nar seinnu árini hava borið
við sær, at alt gongur skjót-
ari fyri seg. Vit sóu val-
kveldið, at trý korter eftir at
valhølini vórðu latin aftur,
vóru fyrstu forsagnirnar
bornar kring landið í luft-
miðlunum, og valúrslitið
var klárt næstan ein tíma
fyrr, enn tað var á valinum
næstseinast.
Soleiðis er tað á so mong-
um økjum. Tað tekur tveir
tímar at ferðast úr Føroyum
og til Danmarkar, og tað er
ein kollveltandi broyting, tá
vit sammeta við ta tíðina, tá
ferðamannskip úr Havnini
og til Keypmannahavnar
var skjótasta farleið.
Nú ber til hjá føroyskum
politikarum at meta upp á
Christianborg fáar tímar
eftir at boðini eru komin um
at mýta — um tað so er ein
fólkatingsmaður, sum skal
niður at atkvøda saman við
danskari stjórn, ella tað eru
landsstýrisumboð, = sum
skulu niður at samráðast um
bjarging av bankum ella
fødilandinum sum heild.
Tað er stórum munur á
hesum og so til tíðina, tá Jó-
han Poulsen, Petur Mohr
Dam, Hákun Djurhuus og
aðrir góðir menn umboðaðu
Føroyar á danatingi og
brúktu so drúgva tíð til at
ferðast, at politiski veru-
leikin kundi broytast fleiri
ferðir frá tí, at teir fóru úr
Danmark, og til teir vóru í
Føroyum.
Tingid skjott
skipad
Men í føroyskum politikki
gongur ikki altíð so skjótt.
Viðhvort eru tað formligar
forðingar fyri at tað kann
ganga skjótari, og vidhvørt
er tað siðvenjan og kanska
lyndið í føroyinginum, sum
ger, at ferðin ikki er so stór.
Tað er løgmaður, sum
samankallar tingið fyrstu
ferð. Formligu krøvini í tí
sambandinum eru, at tað
skal verða gjørt, áðrenn ein
mánaði er gingin. Kravið
stavar frá tíðini, tá kunn-
ingin um samfelagsviður-
skifti og ferðingin gekk
nógv seinni, enn tey ganga
nú.
Veruleikin krevur eitt
politiskt stýri, og tí plagar
tað at ganga skjótt at fáa
tingið saman eftir nýval.
T.d. gingu tað 14 dagar frá
løgtingsvalinum 8. novem-
ber 1988 og til tingid kom
saman 22. november, og
fyri fýra árum síðani gingu
tað 12 dagar frá valinum 17.
november og til tingid kom
saman 29. noveffiber.
At tingið vegur kallað
saman so skjót st av, at
tað er alneyðu fáa valt
t.d. fíggjarne „sum á
fleiri ókjum heyr heimildir
at taka avgerðir 5
ER
Drúgvar
samráðingar
Tá tað kemur til at skipa
landsstyri, er tað ein Ó-
skikkur í Føroyum, at tað
gongur so ógvuliga seint
fyri seg. Aðra staðni í
- heiminum gongur skjótt at
skipastjórn. Í Onglandi, har
ein flokkur situr við ræðið,
verður stjórn skipað so
skjótt valið er av, og í Dan-
mark, har tað ofta eru fleiri
flokkar uppi í stjórnarar-
beiðnum, er stjórnin klár, tá
ein vika er farin síðani val-
ið. Men soleiðis er ikki hjá
okkum.
Nú hoyrist, at sambands-
flokkurin ætlar at skipa
samgongu heilt skjótt. Tað
sigur Edmund Joensen, for-
maður í sambandsflokki-
num og útgreinar, at heilt
skjótt í hesum sambandi-
num er, at tað verður klárt at
undirskriva samgonguskjal
og at velja landsstýri stutt
eftir 6lavsøku.
Sammett við aðrar sam-
gongusamráðingar eftir val
er hetta skjótt. Vanligt plag-
ar at vera, at tað ganga tveir
månar frá ti, at løgtingsval
hevur verid og til samgonga
er skipað. Løgtingsval plag-
ar at vera fyrra partin i no-
vember, og sidani heima-
styrisskipanin kom i 1948
er landsstýrið ongantíð valt
fyrr enn eftir ársskiftið, tá
vit síggja burtur frå valu-
num í 1950.og 1954.
%
„ Sr
Onollurnar
Tá landsstýrissamgongan
millum javnaðarflokkin og
fólkaflokkin skrædnaði í
fjór, mundi tað ganga skjót-
ipa landsstýri. Hetta landsstýrið varð skipað meira enn tveir mánaðir eftir valið í
ívið varð stutt, bara 6 mánaðir seinni slitnaði samgongan. Mynd kalmar
ari enn nakrantíð at skipa
nýggja samgongu. Men eftir
nýval gongur tað oftast
drúgv tíð. Hvussu tað kann
ganga, er valið í 1988 gott
dómi um.
Valið var 8. november, og
ikki fyrr enn 18. januar
eydnaðist tað fólkaflokki-
num at skipa samgongu.
Samgongan var millum
fólkaflokkin, tjóðveldis-
flokkin, sjálvstýrisflokkin
og kristiliga fólkaflokkin.
Burðurin var ógvuliga tung-
ur, og tað sást kanska aftur í
lívinum hjá landsstýrinum.
Tað sat bara til 22. juni
1989.
Orsøkirnar til, attað hevur
tikið so drúgva tíð at skipa
samgongu, hava kanska
verið ymiskar. Politiski
veruleikin sigur, at tað sum
oftast skal semja til millum
minst tríggjar flokkar, og
tað kann í sjálvum sær vera
torført.
Men onnur undarlig fyri-
brigdi hava eisini gjørt seg
galdandi. T.d. eftir valið í
1988, tá flokkarnir hvor aft-
an á annan boðaðu frá, at teir
ikki vildu arbeiða saman við
ødrum flokkum, ella at teir í
hvussu so er vildu arbeiða
saman við ávísum flokki.
Fyrst var tað javnaðar-
flokkurin, sum einki vildi
hava við fólkaflokkin at
gera, so var tað sjálvstýris-
flokkurin, sum í fyrsta um-
fari einki vildi hava við
kristiliga fólkaflokkin at
gera, so vóru tað fólkaflokk-
urin og kristiligi fólkaflokk-
urin, sum undir øllum um-
stødum vildu fara i sam-
gongu saman, og at enda
skipaðu fólkaflokkurin,
Nr. 134 — 16. JULI 1994
tjóðveldisflokkurin og
kristiligi fólkaflokkurin seg
í ein bólk við 16 tíingmonn-
um, soleiðis at tað ikki bar
til at skipa samgongu, uttan
at hesir vóru við.
Meiri skipað
viðurskifti
Uttan iva er tað soleiðis, at
hetta er síðsta ferðin, at
samgongusamráðingar eru
undir verandi skipan. Í
nýggju stýrisskipanarlógini
verða viðurskiftini meiri
skipaði áso nógvum gkjum,
og millum annað tá tað ræð-
ur um samgongusamráð-
ingar verður skipanin greið-
ari.
Ni er eingin formlig åset-
ing um, hvussu hetta skal
ganga fyri seg. Tad er bara
ein skikkur, at fyritakssem-
id liggur hjå størsta flokki-
num, og um hann ikki
megnar at fåa samgongu
skipaða, so fer ábyrgdin
víðari til næststørsta flokkin
og so víðari.
Undir nýggju skipanini
verður tað tingformaðurin,
sum í stóran mun fer at sam-
skipa samgongusamråb-
ingarnar. Tað vil siga, at
sami persónur verður uppi í
alla tíðina, og tað átti at bor-
ið við sær, at tað fór at ganga
skjótari enn nú.
Síða £
Seks dagar til
Olavsøkurøduna
At nyggja styrisskipanar-
lógin tåttar eitt sindur í við-
víkjandi tidini, er viðgerðin
av 6lavsøkurøduni hjá løg-
manni dømi um. I uppskoti-
num frå nevndini, sum ar-
beiddi vid styrisskipanini,
stóð, at tingid skuldi við-
gera røduna seinni. Aðrenn
landsstýrið legði uppskotið
fyri tingið broyttu tey orða-
ljóðið, soleiðis at tað nú
stendur, at rødan skal við-
gerast í seinasta lagið seks
dagar eftir 6lavsøku.
Royndirnar vístu, at tað
ber ikki til, at taka røduna til
viðgerðar seinnapartin i
september mánað, tí tá er
hon so gomul, at politiski
veruleikin er farin fram um
hana á fleiri økjum. T.d.
verður uppskotið til fíggjar-
lóg lagt fram í seinasta lagið
31. august.
I framtíðini fer tað ikki at
koma fyri, at løgmansrøda
og fíggjarlógaruppskot
verða vidgjørd undir einum.
Nú fer tað ikki at bera til, at
løgtingsmenn fara til hús at
hoyggja ella burtur í lond at
ferðast beint eftir 6lavsøku.
So mikið er í hvussu so er
táttað í viðvíkjandi tíðini.
Hvussu tað í framtíðini
verður við tíðini, sum tað
tekur at skipa samgongu,
fer bara tíðin at vísa!
annað.
GOTT BINGO
AÓNNSAANASANSASNASASNANANNANS
verður í
Pálsstovu
17. juli kl. 16.00
Nógvir góðir vinningar.
15 vinningar á lutasedli.
Hevuðsvinningur:
Gávukort á 1.500 kr.
Drigið verður millum spelini.
Eykaspæl er.
Møguleiki er at verða
koyrdur heim aftaná
Gjáar Samkomuhús
Bergmenn
eru altíð til reiðar at spæla til veitslur og