leygardagur 16. juli 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 134 — 16. JULI 1994
T
Árni Gregersen, sjónvarpsstjóri, um fótbólt og valstríð:
Vit vardu demokratiid
— SvF hevdi einki ímóti at banda ein
fótbóltsdyst fyri at fáa pláss fyri
valsendingunum, men vit søgdu
samstundis politkarunum, at 65% av
síggjarunum kundu velja at flyta á aðrar
sjónvarpssrásir um teir heldur vildu
síggja fótbóltsdyst, sigur Arni Gregersen
Eitt graml hoyrdist undan
valinum um spennandi val-
fundir í gomlum døgum, tå
politisku valevnini dystað-
ust um fólksins náði.
Tá ferðaðust valevnini
kring oyggjarnar og greiddu
fólki frá sínum persónligu
og floksligu sjónarmiðum.
Í dag er myndin broytt.
Nú fer valstríðið einamest
fram á skíggjanum í stovu-
ni, har hver familja í sínum
lagi kann lurta og eygleiða,
men tey fáa ikki møguleik-
an at seta spurningar, og
kunnu ikki á annan hátt
geva seg til kennis. Vanliga
sambandið millum politik-
ara og veljara er ikki longur
til í valstríðnum.
Árni Gregersen, sjón-
varpsstjóri, hevur greiðar á-
skoðanir um leiklutin hjá
almenna SvF í valstríðnum:
Ikki bert hjá okkum
Hann heldur ikki, at fólka-
ræðið er í vanda. Veitin
millum politikara og veljara
verður ikki stórri, um sjón-
varpsskíggjan er millum
- Er fólkaræðið ikki í
vanda, tá fjólmiðlarnir - og
serliga SvF - hevur tikid
yvir vanliga sambandið
1
millum valevni og veljara?
- Fyrst er at siga, at henda
skipan við at føra valstríð í
sjónvarpinum er ikki nýggj.
Hetta er bert ein broyting,
sum er farin fram hjá okk-
um seinastu árini.
- Vit hava bert flutt val-
fundirnar úr t.d. Sjónleik-
arahúsinum í Havn og
bygdahúsum kring landið,
til útvarpið og sjónvarpið.
- Munurin er bert, at áður
høvdu fólk møguleika at
hitta politikararnar og tosa
við teir á staðnum.
- Í dag sært tú politikaran
áglasskíggjanum istovuni,
og sjálvandi - tað ber ikki til
at seta spurningar.
- Eg haldi kortini ikki, at
broytingin er so stór, tí vit
hava tvey sløg av politika-
rum - teir, sum standa seg
væl í sjónvarpinum, og
hinar, sum standa seg betur
á stóru almennu valfundu-
num, sum eisini verða hild-
nir í dag. Har kunnu fólk
eisini seta spurningar bein-
leiðis til valevnini.
Veita báðum
pørtum stuðul
- Hvílir ikki ein stór ábyrgd
á tykkum, sum skulu flyta
valstríðið út til veljarnar?
- Vitskulu upplýsa veljar-
an, so væl sum tilber, men
vit skulu samstundis geva
politikarunum ein møgu-
leika at bera sin bodskap
fram, soleiðis, at tað gagnar
bæði politikara og veljara.
- Tað var m.a. eisini ti, at
vit hesaferð valdu at gera
evnissendingar um vanlig
gerandismål, sum flest øll
fólk vilja hava vitan um
- Hetta var gjørt fyri at
hækka um stødid í sending -
unum, so politikarar ikki
sótu og tosaðu um hugsjónir
og flokspolitik. Henda
møguleika høvdu valevnini
m.a. í tveimum formans-
umfarum í SvF og í Lærara-
skålahøllini.
- Evnissendingarnar
hækkaðu eisini um stødid,
av tí at flokkarnir valdu tey
valevnini út, sum høvdu
besta innlit í ávísa evninum.
- Vit halda, at:tað er av
týdningi at flyta politisku
upplýsingina út til fólk, ser-
liga tí Ld. útvarpið og sjón-
varpið ikki eru flokspolit-
iskt bundin. Tann partin av
upplýsingini syrgja blødini
fyri.
- Eg haldi eisini, at tað er
ein stór uppgáva hjá okkum
at geva síggjarunum hald-
góða politiska upplýsing
Arni Gregersen heldur. at
uppgávan hesaferð var ser
liga torfør, tí heilir 10 flokk-
ar stillaðu upp, og tí var
týdningarmesti parturin at
geva øllum flokkum eins
góðar meguleikar at bera
sín boðskap fram
Virka sum
fólksins rødd
- Koma politisku boðskap-
irnir betur fram, tá jour-
nalistar = eru "fólksins
rédd“?
- Tú fært ið hvussu so er
politikaran inn í stovuna,
har húsfólkið í friði og náð-
um kann gera sær sínar met-
ingar fyri ella ímóti tí, sum
sagt verður
- Tað er kortini bert ein-
vegis samskifti. Tú kanst
ikki seta spurningar og fáa
íðindablaðið CH
svar?
- Tú svarar vid valdagin at
seta krossin
- Venja vit ikki fólk frá at
hugsa sjálvstóðugt, tá sam-
skiftið bert er einvegis?
- Hvat hevur tú at:seta í-
staðin fyri politisku val-
sendingamar?
- Eiu nú at følk hittust á
veljarafundum og sjálvi
tóku lut í kjakinum?
- Tað er nakað um tað. Tú
sleppur t.d. ikki av við tína
énøgd framman fyri skíggj-
an á sama hátt, sum vart tú
sjálv til staðar.
Sannleikin burturav
- Er ikki vandi fyri, at fólk
halda, at tað sum sjónvarp-
ið borðreiðir við er einasti
sannleikin?
- Hugsandi er tað soleiðis í
stórum samfeløgum, men