Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin Nr. 135 — 19. JULI 1994 Síða 5 = Lá Fjølbroytt og áhugavert Lá Lá tyskvøld í Norðurlanda- húsinum Føroyakvøldini hjá Norð- urlandahúsinum halda fram Nú eru fýra slík kveld eftir á skránni í ár, og innihaldið á kvøldsetuni komandi týs- kveld er bæði breitt og spennandi Frændur eru á konsertferð um oyggjarnar í løtuni, og teir leggja eisini leiðina um Norðurlandahúsið týs- kveldið. Teir hava vant eina sokallaða „unplugged“ skrá, ið teir ætla at nýta sum byrjan til tær stóru konsert- irnar í summar, og tað verð- ur ein partur av hesari, ið teir fara at framføra á Føro- yakvøldinum. Tónleikar- arnir vera Steintór Rasm- ussen, Eyðun og Rani Nols- ge, Finnur Hansen, Rógví á Rógvu og Jón McBirnie Annar tónleikur verður eisini at hoyra tyskvøldid Jóanna Johansen fer at syngja leg eftir Sunnleif Rasmussen. Sunnleif sjálv- ur fer at spæla undir á klav- erinum. Jóhannes Andreas- en fer at spæla tað stutta, men frálíka klaverstykkið Te" (strúka) eftir Kristian Blak. „Ile“ kann best lýsast sum ein tónleikalig stemn- ngsmynd, og er fblåst av ekstbrotinum vid sama iavni í skaldsøgu William Heinesens „,Tornið á heims- ins enda“ Gunnvá Zachariassen, ið hóast sín unga aldur hevur traðkað nógv spor á pallin- um í Sjónleikarhúsinum í Havn, fer at lesa føroyskar yrkingar á føroyskum, donskum og enskum. Skaldini, ið verða upplisin, % Veljararnir vildu hava hann at stýra Marita Petersen hevur sagt, at Javnaðarflokkurin ikki fer í Tinganes av teirri einføldu orsøk, at veljararnir vrakaðu hann á valinum. Teir góvu týðiliga til kennar, at teir ikki ynsktu hann at stýra longur. Men hetta heldur Ed- mund vera eina vánaliga grundgeving. - Tú kanst ikki hyggja at teimum veljarum sum ikki valdu flokkin, og gera eftir tí, sum teir meina, sigur hann. - Tað er eingin ivi um, at teir veljarar sum valdu flokkin, vildu hava hann í Tinganes. Og tað má vera boðunum frá teimum, Javnaðarflokkurin fyrst og fremst skal lurta eftir. Edmund vísir beinleiðis til tey umleið 600 fólkini í Havn, sum góvu Maritu Petersen sína atkvøbu, og spyr: Valdu tey hana, tí tey vildu hava hana í sam- gongu, ella tí tey vildu hava hana í andstøðu? 5 Vit vita ikki hvør skal manna landsstyrid, og vit taka ikki stødu til tad fyrr enn samgongan er skipað, sigur Edmund Joensen Valkvøldid = segði Bøn á Hergum okkur sjónvarpið, kundi bertóathannhel Men tað hevur Ed- mund Joensen onga við- Merking øl. Persónsspurningar eru ikki tiknir uppá tungu enn, sigur hann. - Og tí havi eg onga viðmerking til hatta, fyrr ru Christian Matras, Gunn- ar Hoydal og William Hein- esen. Eins og undanfarnu Føro- yakvøldini fer Nordurlanda- húsið at visa ljósmyndargð- irnar „Havlandið“ og „Blá- ur bóltur“, sum Ingi Joens- en hevur fotograferað og sett saman, og sum Johann- á Rógvu Joensen hevur gjørt tónleikin til. Tær vóru fyrstu ferð sýndar í juli mánaða í fjør og eru serliga framleiddar til Fero- yakvøldini. „Havlandið“ er ein mestsum impressionist- isk, still og glíðandi nátt- úrulýsing av myndum og tónleiki. „Bláur bóltur“ er ein litrík og abstrakt ferð igjøgnum gomlu og nýggju Havnina; eitt sindur meira vill .og åkoyrandi enn „Havlandið“. Kvoldsetan endar sum al- tíð við føroyskum dansi, og komandi tyskvøld verða tað dansarar úr Dansifelagnum í Havn, ið syrgja fyri hes- um táttinum. Teir sýna fyrst fram dansin og ngkur dans- ispøl, og enda so við eini vísu, har áskoðararnir verða bodnir við upp í ringin. Umframt kvøldsetuna eru tvinnir høvudspartar á Før- oyakvøldinum. Ein stór 15900 og hoyr melra. søluframsyning av heimav- irkislutum, sum Føroya Heimavirkisfelag skipar fyri, og tað stóra kalda borð- ið við føroyskum fiskarætt- um. Á heimavirkisframsýn- ingini fara fólk at arbeiða roð og seyma rotuskógvar, onkur fer at spinna, nappa og kara upp, og Henning Thomsen og Nigro Herm- ansen fara at gera okkurt træarbeiði. Umframt hetta verður ørgrynna av ulla- og bundnalutum at síggja og lutir úr horni og øðrum eyðkendum føroyskum til- fari. Heimavirkisframsynin- gin letur upp tysdagin klokkan 17.00 Kl. 18.00 byrjar borð- haldid og kl. 19.30 er so kvøldsetan inni í stóra sål- inum. Kostnaðurin til alt til- takið, t.v.s borðhald og kvøldsetu, kosta 200,- kr og skulu verða biløgd mån- adagin kl. 13.00; atgongum- erki til kvøldsetuna einsam- alla kosta 60,- kr. og kunnu fást so leingi sum pláss er eftir. Áhugin fyri Feroya- kvøldunum tykist annars at vera vaksandi, og av teim- um fýra kvøldunum, sum eftir eru í ár, er longu nú útselt til matin á tí eina, nevniliga 2. august. So tann, ið ætlar sær at uppliva hetta forkunnuga tiltakið í summ- ar, má helst verða tíðliga úti um seg. AA fundir í Havn Månadag: Uppistova, ki. 20.00 Háskúlin, kl. 20.00 Vaskarlið í Tórsgetu 5, kl. 20.00 (sporafundur) Fríggjadag: Vaskaríið í Tórsgetu 5, kl. 20.00 Uppistova, kl. 22.30 Tysdag: Mikudag: Leygardag: Uppistova, kl. 17.00 og kl. 22.30 Sunnudag: Uppistova, kl. 11.00 og kl. 17.00 (opin fundur) Al-Anon fundir í Havn Týsdag: Hósdag: Vaskarlid í Tórsgetu 5, kl. 21.00 Vaskaríið í Tórsgetu 5, kl. 21.00