týsdagur 19. juli 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 135 — 19. JULI 1994
Tidindabladid CSE:
Samgongusamráðingarnar
Fyrsta umfar liðugt
Sambandsflokkurin hevur nú tosað við allar flokkar. Higartil hevur bara verið to»ad um tær heilt
stóru linjurnar, men kortini er longu greitt, at Javnaðar-
og Tjóðveldisflokkurin ikki verða við í
samgonguni. Vit hava tosað við Edmund Joensen áðrenn hann fer undir annað umfar
amgongugrundarlagið
ES-sam-
ráðingar
og lønar-=
lækking
ES-limaskapur er greiða mál
Sambandsfloksins. Og hann
krevur av sínum samstarus-
flokkum, at teir ið hvussu er
ganga við til samráðingar við
so vilja vit lækka skattin
samsvarandi, sigur Edmund
framvegis við - men hann
leggur dent á, at tað ikki
. . h skal gerast vid lóg, soleiðis Joensen.
ES. Lønarlækkingin verður eitt sum Fólkaflokkurin ynskir. Tað verður so upp til
: idsma : Vit fara at geva arbeiðsmarknaðin attaka av
tilboð, arbeiðs rknaðurin arbeiðsmarknaðinum eitt ella vraka hetta uppskot.
kann taka av ella vraka
Sambandsflokkurin hevur
sum greitt mál, at Føroyar
skulu innlimast í ES.
Aðrir flokkar vísa á eina
botta handilsavtalu og á
eina tollsamgongu, sum
hana ermasundsoyggjarnar
hava.
Men hetta heldur Ed-
mund Joensen ikki vera nóg
- Ein handilsavtala er bara
ein handilsavtala. Og vit fáa
hana aldrin stórt betri enn
tað, hon er í løtuni, sigur
hann.
Og eina tollsamgongu
heldur hann heldur ikki
kunna brúkast.
- Vit mugu minnast til at
fiskivinna er undantikin í
teimum avtalum, kanal-
oyggjamar hava. Og tað
dugir jú ikki hjá okkum.
Tí heldur Edmund einastu
loysn vera, at vit gerast
limir - og serliga, um øll
hini norðurlondini nú eisini
fara uppí ES.
Ikki krav
Men Sambandsflokkurin
krevur 'ikki av nakrari
samgongu, at hon skal
arbeiða fyri hesum.
- Kravið, vit seta til
samstarvsflokkar okkara,
er, at teir ganga við til at
kanna treytirnar fyri
møguligum limaskapi,
sigur Edmund Joensen.
- Hetta er altso ikki
forpliktandi á nakran hátt,
og eg skilji ikki, hví summir
flokkar siga seg ikki kunna
góðtaka tað.
At vit skulu missa okkara
heimastýri, um vit fara uppí
ES, sum hesir flokkar hava
ført fram, heldur Edmund
vera tvætl.
- Vit kunnu varðveita
okkara heimastýri sum tað
er í løtuni, sigur hann.
- At tað ber til, er Grøn-
land besta dómi um. Teir
fingu jú heimastýri meðan
teir vóru limir í EF.
Lønarlækking
- eitt tilboð
Eitt annað, sum Sam-
bandsflokkurin førdi nógv
fram í valstríðnum., var at
lækka lønimar.
Hetta stendur fløkkurin
tilboð um, at um arbeiðs- S-S-
gevaramir lækka lønirnar, á
Sambandsfólkini skulu nú undir annað samráðingarumfar
á gamla apoteki. Higartil hevur gingið væl, heldur
Edmund Joensen. Mynd: Jan
Eg eri vonbrotin av
Javnaðarflokkinum
- Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu, tí hann vil vera loyalur
móti teimum veljarum, sum ikki valdu flokkin hesaferð. Tað
kann ikki vera rætt. Tey, sum valdu hann, vildu hava hann at
stýra. Og tað er teimum, flokkurin fyrst og fremst skal lurta eftir
Edmund Joensen:
- Samráðingarnar hava
gingið væl. Flokkarnir hava
sum heild verið positivt
sinnaðir.
Hetta sigur Edmund
Joensen, nú fyrsta umfar í
samgongusamráðingunum
'er liðugt.
Men tað er kortini eitt,
hann er vónbrotin av.
Eingin breið
samgonga
Edmund segði longu
undan valinum, at hann
kundi hugsað sær eina
breiða samgongu.
Men bæði Tjóðveldis- og
Javnaðarflokkurin = hava
boðað frá, at teir ikki ynskja
at fara aftur í Tinganes - og
ætlanin hjá Edmundi verður
tískil neyvan til nakað.
- Eg skilji avgerð
Tjóðveldisfloksins, sigur
hann. Vit hava samstarvað
við teir fyrr, og tað hevur
ikki gingið væl. Flokkarnir
eru rætt og slætt ov ymiskir.
Men Javnaðarflokkinum
er Edmund vónbrotin av.
- Eg hevði íkki væntað at
fáa eitt so blankt nei frá
hesum flokki. Og eg haldi
tað vera ábyrgdarleyst av
honum. Hetta er jú tað
øvugta av ti, hann segði
undan valinum.
—