Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Qt Nr. 135 — 19. JULI 1994 Sida 3 Vilja danir hava undir- grundina aftur? Eitt notat, sum embætisfólk í Tinganesi hava gjørt, og latið politikarunum til »innanhysis nýtslu og politiska fyrireiking«, er komið fjølmidlunum í hendi og þblivið — til stórtíðindi. Tað er ikki minst eitt lítið brot um undirgrundina, sum hevur vakt ans. Í hesum broti verður sagt, Súsanna: Vit mugu vera fyrireikað | Tað, eg havi skrivað, skal ikki skliljast soleiðis, at eg vænti danir at hóast føroyingar hava heitt á danir um at fáa loyvi at útnevna donsk umboð í oljuráðleggingarnevndina, og annars at brúka danskan sakkunnleika á gkinum, so er einki svar komið frá dønum. Men landsstýrið hevur fingið ábending um, at málið ikki verður loyst fyrr enn á fundinum 17. august<, verður sagt í notatinum. Hetta verður í notatinum tulkað sum ein >greið ábending til landsstýrið um, at danir á ein hvgnn hátt vilja samráðast av nýggjum um undirgrundina<. Mælt verður til at før- oysku politikararnir fyri- reika seg væl til eina sam- ráðing um hetta, og em- bætisfólkini ávara um, at >danir bæði fara at royna at tryggja síni kreditoráhuga- mál og ivaleyst eisini nøkur politisk áhugamál í strate- giini fyri kanning og útvinning úr føroysku undirgrundini«. Politiskt myrkaspæl? Summi tulka hetta sum um at danir ætla at yvirtaka undirgrundina aftur, og halda tað vera óærligt av landsstýrinum, at Føroya fólk ikki fekk hetta at vita undan valinum. M.a. hevur Frælsisfyl- kingin sent út eina yvir- lýsing, har sagt verður, at løgtingsvalid 7. juli varð hildið undir følskum for- treytum. fara at krevja undirgrundina aftur. Eg ætlaði bara at siga politikarunum, at tað er møguleiki fyri at undirgrundarmálið verður tikið fram á fundinum 17. august, og at teir tí eiga at fyrireika seg uppá tað Í undirgrundaravtaluni frá 22. desember í 1992 verður sagt, at landsstýrið er »indstillet pá, til gavn for såvel færøske som danske samfunds og erhvervsinte- resser, forudsat konkur- rencedygtighed at anvende sagkundskab indenfor dansk forvaltning og forsk- ning samt danske erhvers- virksomheder i den fær- øske råstofudvikling«. Og i avtaluni millum stjórnina og landsstýrið frå 12. oktiober 1993 verður skoytt uppí, at >landsstyret og regeringen vil snarest í fællesskab overveje ud- Marita: Hatta eru metingar møntningen heraf<. Tað er hetta - »udmønt- ningen heraf< - sum tað er ógreiða um. Landsstýrið hevur ætlað at »udmønte« lógina soleiðis, at donsk umboð vórður vald í oljuráð- leggingarnevndina. Og tad er hesum ynski, stjórnin ikki hevur svarað enn. Men er tað ikki eitt sindur yvirdrivið at tulka hetta soleiðis, at danir nú ætla at samráðast um undirgrund- ina av nýggjum, við egnum politiskum og kreditor- hugamålum fyri eyga? Mugu vera á varðhaldi - Eg veit sjálvsagt ikki hvat danir ætla og ikki ætla, sigur Súsanna Danielsen, sum hevur skriva hetta. - Men sum embætisfólk mugu vit siga okkara politikarum, hvussu stødan er. Og tå danir ikki hava valt limir á ráðleggingarnevnd- ina, so kann tað vera tí teir ætla at »udmønte« lógina á ein annan hátt. Súsanna Danielsen leggur dent á, at tað hon hevur skrivað bara skal skiljast sum ein áheitan á politikararnar um at fyri- reika seg til hetta áðrenn fundin 17. august, so tað ikki kemur óvart á teir. - Um onkur skilir hatta soleiðis, at danir ætla at taka undirgrundina aftur, so er tað fullkomiliga misskilt, sigur hon. - Eg veit íkki hvat teirra samráðingarupplegg verður, men persónliga kann eg ikki hugsa mær nakað sovorðið. Tað er ið hvussu er aldrin hent enn, at danir hava tíkið eitt føroyskt sermál aftur. S-S- - Hatta notatið varð býtt út 13. juli. Tað, sum stendur har, eru metingar hjá embætisfólki. Hatta er ikki politiskt Marita Petersen leggur dent á, at tað ikki eru politikarar, menembætisfólk, sum hava skrivað tað nógv umrødda notatið. - Hatta eru uppskot og metingar. Vit hava als ikki vidgjørt ella tíkið stóðu til hatta politiskt, sigur hon. Og at nakrir upplýsingar skulu vera har sum skuldu krógvast til valið var av, avvísir hon púrasta. Hevur rykt eftir svarið Marita sigur tað vera beint, at danir ikki hava svarað ynski landsstýrisins um at fáa loyvi at velja donsk umboð í oljuráð- leggingarnevndina. - Landstyrid ynskti at kunna nyta danskan sak- kunnleika á hesum øki, og tí settu vit hetta ynski fram. Og tað er rætt, at vit ikki hava fingið svar uppá hetta, sigur hon. - Men stutt áðrenn fundin í ráðleggingarnevndini, sum var 28. juni, vendu vit okkum til donsku stjórnina, og spurdu hvgrja stóðu hon hevði. Og tá valdi hon so at senda umboð. Men hóast danskir ser- frødingar luttóku á hesum fundinum, so hevur danska stjórnin ikki givið alment til kennar, hvørja stóðu hon hevur. Og tí hevur Marita rykt eftir einum svari. Veit onki um hatta Men at onki svar er komið uppá hendan spurning heldur Marita ikki kann tulkast soleiðis, at danir ætla at taka undirgrundina aftur. - Tað er møguligt, at teir ætla at taka hetta upp á fundinum 17. august. Men eg veit so einki um tað. S-S- Fylkingin krevur tí, at nýval verður skrivað út. Tað er Marita Petersen, sum hevur ábyrgdina, um nakað lusk farið fram. Og tað er Súsanna Dan- ielsen, sum hevur skrivað henda partin av notatinum. Vit hava spurt tær, hvat tær siga til åkærurnar. Súsanna Danielsen ætlaði bara at gera politikarunum greitt, at málið um undigrundina kann hugsst at fara at verða tikið uppaftur á fundinum 17. august Marita Petersen váttar, at tað hevur gingið striltið at fáa danir við í oljurådleggingarnevndina. Men at danir ætla at taka undirgrundina aftur kennir hon einki til