Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ) Nr. 135—19. JULI 1994 Sida7 Nógvfólk vóru á floksleidslufundinum, sum vard hildin á Argjum. Fundarfólkið samdist um, at ta ikki var gjørt nóg mikið fyri at rudda misskiljingar vegnum, so hvørt sum teir tóku seg upp. Tað var m.a. ein orsók til, at valúrslitið bleiv so vánaligt Vit hava misrekt sam- bandið við veljararnar - Felagsarbeiðið innanfloks hevur ikki virkað nóg væl, og tað er m.a. ein orsøk til, at flokkurin fekk so vánaligt val. Vit hava ikki fingið greitt veljararunum frá, hvat vit hava gjørt seinastu fýra árini, sigur Marita Petersen Nógv fólk hittust á floks- leiðslufundinum hjá javn- aðarflokkinum fríggjadag- in, og tey komu úr øllum landinum. Nógv varð tosað um val- úrslitið og orsøkirnar til, at javnadarflokkurin fekk so lítla undirtøku. - Vit fóru ikki í smålutir, tað var meira umráðandi hjá fólki at tosa um tað, sum var farið fram og at geva øllum møguleika at síga sína hugsan um valúrslitið, sigur Marita Petersen, løgmaður og formaður í Javnaðar- flokkinum. - Sjálvandi varð nógv tosað um, hví tað gekk so illa hjá okkum hesaferð. Vit halda, at tað hevur slitið so nógv upp á flokkin at vera í sam- gongu hesi seinastu truplu árini. Tað hevur uppaftur gjørt, at vit ikki hava havt orku til at siga veljarnum okkara frá ti, sum er fyrifarist um dagarnar. Tí hevur tað eisini verið torført hjá veljarunum at skilja ella góðtaka, hvat flokkurin hevur havt við at gera. - Tað er eisini trupult at siga fólki, hví so bleiv. Nú fara vit undir at byggja upp floksskipanina, og vit fara at nýta tíð og orku at styrkja flokkin. Serliga fara vit at sam- skipa felagsarbeiðið og leggja úl rættis samskiftið millum felggini, og haðani út til veljararnar. Nidurstødan á fundinum varð, at vit skuldu fara til verka aftur so skjótt sum til ber, helst beint eftir summ- arfrítíðina. Fólk vóru hørm um stød- una, men tey hava ikki mist mótið, sigur Marita Pcters- en. Fundurin åsannadi, at veikleikin innanfloks hevði gjørt tað trupult at røkka út til veljarnar. - Vóru viðurskiftini millum flokkin og fakfeløgini ikki umrødd? - Vit tosaðu um samband- ið millum javnadarflokkin ødrumegin og Føroya Ar- beidarafelag og Fiski- mannafclagid hinumegin. - Tað er einki nýtt í tí, at stríð hevur verið millum javnaðarflokkin og for- menninar í hesum báðum feløgum í nógv ár. - Fundarfólkið samdust um, at vit ikki høvdu gjørt nóg mikið við at rudda mis- skiljingar av vegnum, so hvort sum teir tóku seg upp, sigur Marita Petersen og leggur aftrat: - Taðertó ikki rætt, tá sagt verður, at vit einki hava gjørt fyri at bóta um sam- bandið við fakfeløgini. - Einki felag ella nakan stakpersón í Føroyum hava vit brúkt so nógv tíð uppá, sum vit hava brúkt at tosa við Óla Jacobsen, sigur Marita Petersen. - Tá haldi eg tað vera nógv harmiligari, at javnað- arflokkurin ikki hevur varð- veitt sambandið til vanliga lónmótakaran, tá tað eru teir, sum vanliga atkvøda fyri javnaðarflokkinum. - Trupulleikarnir hjá okk- um í landsstýrinum hava verið av slíkum slag, at vit havahavtsonógv at gera, at vit hava misrøkt sambandið við veljaran, av tí at vit ikki hava havt orku at seta okkum í samband við velj- arar og felggini. Samskiftið virkaði íkki - Ein vansi hevur verið at samskiftið millum floks- leiðslu og valfeløgini ikki hevur verið so væl skipað, sum vit kundu hugsað okk- um. Tí verður nú farið undir at byggja hetta arbeiðið miðvíst upp aftur. - Grundarlagið er gott. Vit hava nógv, góð og virkin fólk til at taka, sum á fyrsta sinni vóru stillað upp á Javnaðarflokslistanum hesaferð, og sum eru til reiðar at fara til verka, sigur Marita Petersen. Dagny Dagny Joensen skrivar: Fyrst vaknaðu fólk við kaldan ella heitan dreym. tá valið - eins brádliga og tað var íkomið - var av. Tað næsta var HM kappingin í fótbólu, sum nærum ikki mundi endað. tí hvørgin partur megnaði at fáa bóltin í málið. So var tíðin framman fyri skíggjan av álvara av. Eftir er bert at vóna, at fólk ikki fáa "hundasjúku" ella "abstinensir" nú tey aftur reisa seg úr sofuni, og skulu síggja veruleikan í eyguni. Veruleikin er m.a. eisini. at vit skulu hava nýggja samgongu í Tinganesi. Veljarin segði kortane1 - eila næstan tað, til gomlu politikararnar. Otryggleikin hóm- ast millum fólk, tí hvat munnu teir nú fara at finna uppá. Sum skilst er álitið ikki stórri enn eitt vist, millum veljara og politikara Nógv kenna seg ótrygg, tí tey av tilvild hava arbeiði á almennum stovnum, sum vinnar- arnir av valinum hava sagt seg vilja skerja. Hin ótryggleikin er lønarskerjingar, sum m.a. fólka- flokkurin setir sum ófrávíkiligt krav 0.s.fr. Samanumtikiðer orðið ófrávíkiligt tikid fram úr skýmaskotinum og er at síggja á prenti eins og í dag- ligari talu. Antin seta teir ófrávikilig krøv fram, sum teir ikki vilja ganga frá, ella hava teir ikki nakað ófrávíkiligt krav at halda fast um. Tað velst um, hvussu grammir politisku flokkarnir eru eftir at sleppa í samgongu. Og Føroya fólk - jú, vit kunnu njóta góðveðrið og tær ljósu næturnar til einhvørja hugnaligu samveru við oðrum fólki, ella bara einsamøll við vøkru náttúruni. Alt er meira unnuligt á hásumri. Skýggini sýn- ast ikki so svørt og hóttandi, tá tú veit, at handan skýggini skínur sólin. Hon er lívsjáttandi og verjir móti máttloysi . Tú fært dirvi og áræði at halda gerandisdagin út, hóast tú kundi ynkst tær, at tað var lættari at liva í Føroyum. Eitt sindur mugu vit tola, er loysunarorðið. So tola vit eitt sindur meir aftrat, og so gongur framá. Tú kanst ikki lata vera við at halda, at nógvar hvør- visjónir eru millum politisku "myndirnar", nú sam- gongu samansjóðingin skal fremjast, men vónar, at tað fer at ganga so mikið væl, at friður verður aftur millum fólk, og at politikarar nú av álvara fara at taka seg saman og gera haldgott arbeiði á tingi. Nýggir kustar feia sum kunnugt betur enn gamlir. Fordómar hava vit nógvar at hjåkla um, men nú verður eisini tosað um sjálvrannsakan. Fordómar eru sonógv lættari at hava við at gera, tí har setir tú bert niður á onnur fyri at vissa teg um, hvussu rætthugsandi og rættvísur tú sjálvur er. Tað gevur styrki sum fløvan av at pissa í buksurnar. Sjálvrannsakan er eyðmýkt, og tað er strax verri. Tá nýtist tær at seta spurningar við tín sannleika og at greina sundur, um ella hvussu spillan er íkomin, sum gjørdi, at sannleikin snávaði á, og at tú ikki var varug við tað. Tað er sunt fyri menniskjuni at renna seg fastan av og á, og at ásanna, at vit ikki eiga lykilin til allan sann- leikan, men kortini eiga so mikið, sum tað vit sjálvi trúgva og halda. Tað er ið hvussu so er eisini heilsuberandi at seta kikaran fyri egna eygað og ásanna, at alt ikki er sum tað eigur. Tað gevur menniskjunum møguleika at seta spurnartekin, og burtur úr tí kemur kanska okkurt nýtt. Tað, sum er farið, kunnu viteinki gera við, men tað sum kemur, ber til at gera betri. Allur bati bøtur, sigur eitt gamalt orðatak, men so skulu kanska eisini nakrir kamelar slúkast. Um tað kallast ófrávíkiligt krav ella - at teir ikki hava nøkur ófrávíkilig krøv. Spurningurin er, um fólk her á landi fáa tryggari livikor - við clla uttan tí ófrávíkiliga. Tað er spurningurin í løtuni.