Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

unum í Norðoyggjum, sum var tíggju prosent. -Hetta førdi so til, at eg bad um ein fund vid tåver- andi danska innanríkisráð- harran, Henning Rasmus- sen, og greiddi honum frá trupulleikunum. Vit høvdu aftur fund seinri sama ár,- í 1980 og hetta sama heystið kom grønt ljós av Christ- iansborg. Tå hevdi figgjar- nevndin hjá Fólkatingin- um. eftir tilmæli frá Henning Rasmussen, játtað danska partin av bygging- ini, soleiðis at røktarheims- byggingin fór í gongd. Tá bar eisini til at taka gamla partin av sjúkrahúsbyg- ninginum í nýtslu sum sjúkrahús. Síðani tá hevur har verið medisinsk deild við tíggju seingjarplássum. -Ein annar trupulleikin viðvíkjandi sjúkrahúsinum var tá normering skuldi gevast til eit yvirlækna- starv,- ein medisinskan yvirlækna. Tá hevði fakfel- agið hjá donsku yvir- læknunum í provinsuni blokerað starvið. Hetta førdi til, at vit fóru til Danmarkar á fund við nevndina. Ein loysn fekst, so yvirlæknin kundi setast. Vistarheimið Beint eftir kríggji var Norð- oya Ellisheim stovnað. Hesin stovnur átti væl av peningi, sum var innsavn- aður á ymiskan hátt, men tá røktarheimid skuldi byggj- ast og fíggjast eftir ti mynstri, sum var tá, kom Nordoya Ellisheim ikki upp í part. Formaðurin í ellis- heiminum vendi sær til mín, tí alt bendi á, at tørvurin á røktarheimsplåssum i Nordoyggjum var størrienn nýggja røktarheimid kundi klára. Um tað mundi vóru húsini hjá Evand Kjølbro, sála, til sølu, og avrátt varð so, at landsstýrið varð søkt um at broyta reglugerðina, so endamálsgreinin varð broytt, soleiðis at stovnurin eisini kundi rgkja vistar- heim umframt ellisheim. Hetta tilmæli legði eg fyri landsstýrið, sum samtykti broytingina. Norðoya Ellis- heim keypti síðani húsini hjá Evand Kjølbro. Seinri varð bygt upp í tey, og virka tey nú sum Norðoya Vistar- heim. Gongd á alingina Vilhelm Johannesen var aftur landsstýrismaður frá 1985 til 89 og hevði hann málsgkini, aling, ídnað, ar- beiðsmarknað, sjóvinnu- mál og lógarmál. -Innan alivinnuna góvu vit tá loyvi til eina smolt- stød í Svínoy og eina í Kunoy, umframt fleiri sjógvaliloyvi. Eitt á Borð- oyavík, tvey á Amfjarda- vík, tvey í Hvannasundi og tvey norðanfyri byrgingina í Haraldsundi og okkurt á Pollinum í Klaksvík. Landspolitikarl Nógv verður tosað um lokalpolitikarar í mun til, landspolitikarar. Somuleið- is eru fólk sum halda, at best var, um allar Føroyar vóru eitt valdmi, so sleppast kundi undan lokalum áhugamálum í ov stóran mun. Vilhelm Johanesen sigur seg ikki rokna við, at nógv hevði verið ødrvisi, um vit bert høvdu eitt valdømi. -Einaferð høvdu vit eitt fólkatingsval, har so at siga allir løgtingsmenninir hjá Javnaðarflokkinum vóru valevni til fólkatingsvalið. Tá kunnu vit siga, at Føroyar eru eitt valdømi. Um hetta fólkatingsvalið var eitt løgtingsval, høvdu júst teir somu menninir komið inn á ting. Eru landspolitikarar í ov stóran mun lokalpolitikar- ar, og er tað av tí ónda, ella heldur ein dygd? -Tað velst um hvussu víð- gongdur ein er sum lokalpolitíkari. Alla tíðina eigur ein at minnast til, at tað ein ger sum landspolit- ikari, eisini kemur lokala gkinum til góðar. Vilhelm Johannesen nevnir sum dómi, at tá hann sum lands- stýrismaður tók stig til samhaldsfasta, er tað eitt landspolitikt mál, men tað kemur eisini veljarunum í Norðoyggjum eins væl til góða sum øllum ødrum. -Á sama hátt tá vit vid- kaðu Arbeiðseftirlitið við deildum kring landið. Eisini tað kom somuleiðis norð- oyingum til góða. Er Vilhelm meira lokal- poltikari enn landspolitik- ari? Eg eri landspolitikari, men gloymi tó ongantíð Norðoyggjar! tór.- Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur í 14 år, býráðslimur í 10 ár, og landsstýrismaður í fimm ár. Mynd: Kalmar Heilsuverkið Sum øllum kunnugt er játt- anin til heilsuverkið ein av teim stóru postunum á Løg- tings fíggjarlóg. Á heilsupolitiska økinum er tað av stórum týdningi fyri javnadarflokkin at varðveita tað stødi, sum heilsuverkið er á í dag, fyri síðan at menna hetta innan fyri teir fíggjarligu karmar, ið nú einaferð eru. Fyri at halda heilsuverkið á einum tryggum, góðum stødi, er tað alneyðugt at primera heilsutænastan verður styrkt og útbygd. Á sjúkrahúsgkinum eiga tey 3 sjúkrahúsini: Lands- sjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús, at verða varð- veitt við teimum tænastum, ið tey hava í dag. T.v.s. bæði medisinska og kirurg- iska akutta viðgerð. Tað er júst tann akutta viðgerðin, ið er lívsæðrin á einum sjúkrahúsi. Tó slepst ikki undan, at ein heildarætlan verður gjørd fyri tey 3 sjúkrahús- - ini, soleiðis at eitt samstarv verður millum ådurnevndu trý sjúkrahús, so borgarin, til hvønn hesi trý sjúkrahús- ini eru bygd, kann fáa ta trygd, hann hevur kravt uppá. Spurningurin. við døgn- røktarskipan fyri tey gomlu og veiku f samfelagnum eigur at verda tikin upp sum skjótast. Tað eigur at vera skylda okkara, ið yngri eru, at veita hesum gomlu sam- borgarum okkara ta hjálp, tey hava fyri neyðini. Eisini vilja vit leggja dent á at varðveita sømulig kor fyri tey vid skerdum møgu- leikum í lokalsamfelag- num. Javnaðarflokkurin er borgan fyri — at heilsuverkid verður verandi å almennum hondum — at heilsuverkid ikki verð-ur syndrad av tilvildarligum skerjingum. — at hópuppsagnir ikki verda framdar innan heilsuverkið — og at øll fáa eins rætt til tær tænastur, ið heilsu- verkið hevur at bjóða. Eyðgunn Samuelsen, valevni javnaðarfloksins í Norðoyggjum Ognað Poul Martin Rasmussen, bankamanni, valevni sam- bandsfloksins í Norðoya val- dómi saman við J. R. Klakkstein og vinmonnum Tú elti nógv fólk ár um ár, men knappliga gavst tú seinasta vár. Tú lovadi øllum í posa og sekk, men ein góðan dag var alt samalt vekk. Keypið øll lånsbrøv so lokkaði tú, tá verða tit ríki bæði her og nú. Nú sita vit eftir við skerdan | lut, bæði eg og onnur tó ikki TÚ og KUT. Á hesum sinni eg yrki ei meir. Kreppuna eiga sjálvsagt Atli og teir. Heygsmaður