týsdagur 28. juni 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
A
Nr. 120 — 28. JUNI 1994
Tíðindablaðið (271)
Heini Olsen er yngsta val-
evni Javnaðarfloksins í
Norðuroyggjum. Hann er
25 ára gamal, og er við í til-
takinum "Ung í Arbeiði",
har hann arbeiðir á Kunn-
ingarstovuni í Klaksvík.
Heini Olsen veit sostatt,
hvat tað hevur at týða fyri
ungfólk, ikki at hava eitt ar-
beiði at fara upp úl um
morgunin. Á Kunnungar-
stovuni sleppur hann at ar-
beiða í 300 tímar. So er
hansara arbeiðskvota uppi.
Eini 50 ungfólk teknaðu
seg til luttøku í tiltakinum,
men bert 40 sluppu til ar-
beiðis onkunstaðni. Mett
verður, at eini 100 ungfólk
eru arbeiðsleys í Klaksvík.
Ov fá taka av
- Stóðan er ikki góð hjá ung-
um í Klaksvík. Hóast nógv
eru arbeiðsleys, so melda
tey seg kortini ikki til "Ung í
Arbeiði", møguliga tí tey
fáa meir burturúr stuðlinum
úr ALS, sigur Heini Olsen
og greiðir frá reglunum:
- Hevur tú ikki havt ar-
beiði, so fært tú stuðul á Al-
mannastovuni og rindar
ikki skatt. Tað er kanska
onnur orsøkin til, at so fá
ungfólk hava tikid av til-
bodnum "Ung f arbeidi”.
- Kanska er tad bert lika-
sæla - eg veit tad ikki, sigur
Heini Olsen.
Hann heldur, at tey flestu
hugsa um at fáa tað fiegiar-
liga at hanga saman, og tað
erikki so løgid. Eingin kann
arbeiða bert fyri at stuttleika
sær sjálvum.
Ung í Klaksvík merkja
eisini, at tey ikki hava eins
nógvan pening millum
hendur sum fyri bert fáum
árum síðan.
Áður kundu tey vera eini
200 fólk í dansi í vikuskift-
inum. Í dag eru tey bert um
80 til 100 fólk.
Annar bólkur av ungfólki
eru tey, sum ganga á møti.
Tey eru um helvtin av teim-
um ungu í Klaksvík, og tey
ganga ikki í dans.
- Annars er ikki nógv at
gera í Klaksvík. Her er dart-
felag, talvfelag og ítróttur.
Ungdómurin fær tíðina at
ganga við at koyra bil, fara í
dans og annars bara at
ganga úti um kvøldarnar.
Heini Olsen hevur HF-út-
búgving, og hevur júst søkt
inn á Læraraskúlan.
- Eg haldi, at ungdómurin
er illa fyri, um tey ikki fáa
arbeiði ella útbúgvingar-
tilboð, sum tey hava áhuga
fyri.
- Nú hava vit fingið fleiri
útbúgvingar í Norðoyggj-
um, og hesum tilbodum
hava nógv ungfólk tikið av.
Taðnyttar ikki bara atkoyra
ungan mann á skrivstovu at
arbeiða, um hann hevur hug
til sjólívið. Tey ungu eru í
døpurhuga um, hvørt tey
skulu ganga fyri einki, ella
Heini Olsen, valevni javnaðarfloksins í Norðoyggjum:
Øll vita at fiskur
Orð: Dagny
Mynd: Kalmar
ikki verður etin ráur
— Kortini koyra vit hann ótilvirkaðan av landinum til aðrar
at virka, sigur Heini Olsen og undrast á, at vinnulívið íkki
hevur gjørt meira fyri at skaffa fleiri arbeiðspláss
um tey fáa ein kjans at gera
tað, sum hugur teirra
stendur til.
Óvissa um
framtíðarútlitini
- Tidimar eru eisini nógv
broyttar. Áður gekk tú í
skúla, fekk arbeiði og setti
pening í bankan, sum tú
seinni bygdi hús fyri. Tað
er ikki soleiðis longur, tí nú
er alt steðgað upp, og tú veit
ikki, hvussu leingi tað varir,
til vinnulívið rættiliga fæst
at virka aftur.
- Vit vita, hvussu leingi
tað vardi, tá arbeiðsloysið
var í tríatárunum og hvussu
leingi tað vardi í fimmti-
árunum, men hvussu leingi
tað varir hesaferð, veit eing-
in.
- Eitt áttu vit øll at vitað,
og tað er, at tað altíð gongur
upp og niður í einum sam-
felag, ið er so nær tengt at
fiskivinnuni sum okkara.
- Tá tíðirnar eru góðar,
hugsar eingin um, at tað
kann fara at ganga hin vegin
- øll vænta bert, at tíðirnar
gerast enn betur.
- Høvdu vit í teimum
góðu tíðunum tryggjað okk-
um móti arbeiðsloysi og
fiskaloysi, og ikki bert latið
staðið til, so vóru vit ikki so
illa fyri í dag.
Tosa bara
um kappingarføri
- So leingi sum vit bert hava
fiskivinnuna á at líta, verður
tað ikki ødrvisi. Vit mugu
rokna við, at kreppa tekur
seg upp av og á.
- So verður tosað um
kappingarføri, og tað hava
vit eisini tosað um leingi.
- Øll lond vilja vera kapp-
ingarfør, og øll royna at gera
seg dugnaligari. Tað hevur
havt við sær, at øll bara
hugsa um at arbeiða Tí
hevur gll møgulig nýmótans
tøkni ikki gjørt tað fittligari
hjá vanliga arbeiðs-
fólkinum. Tey sleppa nær-
um ikki at liva fyri kapping-
arføri.
- So er spurningurin, um
tað kann bera til áhaldandi
at bóta um kappingaførid.
- Hvussu heldur tú tað
verður at búgva í Føroyum
um 10 ár?
- Eg verði ikki bilsin, um
nógv um 10 ára hava gloymt
alt um kreppuna. Er fiskur
aftur á grunnunum, vænti
eg, at fólk fara at gera somu
mistøk, sum tey gjørdu í
åttatiårunum. Tá eru kanska
nøkur eftir í vinnuni, sum
fara at tala at, og sum minn-
ast hesa kreppuna, men táer
eisini nýtt ættarlið komið til,
sum ikki vil lurta eftir teim-
um eldru.
- Sjálvandi vilja allar
bygdir hava varandi ar-
beiðspláss, og tí er tað ein
góð loysn at desentralisera.
- Nú verður bert tosað um
stórar eindir, tá tosað verður
um arbeiðspláss, og verður
tað veruleiki, vænti eg at tær
smærru bygdirnar verða av -
toftaðar.
Na manullyan
oljupening við skill
- So er tad oljan, sum menn
vænta sær nógv av. Hon
verður kanska eitt alternativ
til fiskivinnuna, men bert
um avlopspeningurin verð-
ur settur til viks ul at menna
aðrar vinnugreinar, eitt nú
gera fiskivinnuna betri og at
finna aðrar vinnuvegir, sum
ikki em tengdir at
fiskivinnuni.
- Mest umráðandi í fram-
tíðini verður, ikki at gera alt
til ein spurning um pening,
sígur Heini Olsen.
Um valútlitini hjá Javn-
aðarflokkinum samanborið
Heini Olsen: - Øl áttu at
vitað, at tað altíð gongur
upp og niður í einum
samfelag, sum er so nær
tengt at fiskivinnuna vum
okkara
við teir borgarligu flokkar-
nar, heldur Heini Olsen, at
tað verður torført at vinna
frama millum veljarnar.
Sosiala trygdarnetið
og teir borgarligu
- Hóast sosiala trygdarnetid
ikki hevur verið av tí besta
seinastuni árini, so haldi eg,
at tað als ikki fer at batna,
um teir borgarligu koma til,
sigur Heini Olsen.
- Stevnuskráimar hjá
teimum borgarligu ber brá
av, at "ein og hvor er sær
sjálvum næstur". Tað verð-
ur enn verri fyri tey arbeiðs-
leysu.
- Hvussu heldur tú, at ar-
beiðaloysið kann basast?
- Tað er tað. sama, sum
verður endurtikid í heilum.
Eitt nú hevur í nógv ár verið
talan um at avskaffafiska-
blokkin, men framvegis eru
vit bert eitt millumlið. Vit
framleiða enn blokk til
onnur at virka víðari.
- Tað átti at verið ein
sjálvfylgja, at meira varð
gjørt við fiskin, og á tann
hátt kundu vit útvegað fleiri
arbeiðspláss.
- Øll vita, at fiskurin, sum
fer av landinum, ikki verður
etin ráur. Tað er so ein
møguleciki at gera meir við
hann, áðrenn hann verður
sendur av landinum.
- Eitt veit eg, og tað er, at
taðhjálpir einki at geva ung-
fólki ein spaka í hondina,
noyða tey grava eitt hol, fyri
síðani at fylla moldina í aft-
ur holið - bert fyri at tey
skulu hava okkurt at tríva í.
- Hetta eru "deyð arbeiðs-
pláss", sum einki geva av
sær. Ein vansi hjá tiltaki-
num "Ung í arbeiði" er, at
tað ikki skal kappast við ar-
beiðsmarknaðin. Arbeiðið
á Kunningarstovuni er dómi
um, at ungfólk kunnu fara
til arbeiðis og vitað sær, at
tey gera gagnligt arbeiði,
sigur Heini Olsen.
4
=