Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

på % 3 Tíðindablaðið (SKI Nr. 120 — 28. JUNI 1994 Síða 15 Fimm umboð í fyratiåtta ár Fyrsti javnaðartingmaðurin í Norðoyggjum var Jacob E. Jacobsen, ella Jákup á Bakkanum, sum hann varð nevndur. Hann var føddur í 1889 og var sostatt 51 åra gamal, tå hann kom å ting. I tí dagliga var hann havna- fúti í Klaksvíkar havn, har menningin var ógvuliga stór millum kríggini. Jákup var ikki ókendur at fáast við politikk, tá hann kom á ting, tí hann var longu í 1922 valdur í sóknarstýri í Klaks- vík, og har sat hann í 25 ár út í eitt. Frá 1935 og fýra ár fram hevði hann verið for- maður. Krígsárini var stórt um- skifti í føroyskum politikki. Samband við ella loysing frå Danmark varð sett óg vu- liga høgt í politiska lív- inum, og tað bar vid sær, at javnaðarmaðurin fall á bar- talsmessuvalinum í 1943 og aftur á valinum í 1946, eftir at Jákup hevði verið inni aftur stutta skeiðið frá 1945 til 1946. Eitt skeið í part Jákup Jacobsen doyði í 1947, og í 1950 kom Einar Waag inn sum eykavaldur tingmaður. Tað verður sagt Í morgin eru 100 ár síðani Einar Waag varð føddur. Tað verður sagt um Einar, at hann var so íðin javnaðar stríðsmaður, at neyvan hevur funnist hansara líki, tá tað ræður um floksstuðul yvirhøvur í føroyskum politikki um Einar Waag, at hann var so íðin javnaðarstríðsmað- ur, at neyvan hevur funnist hansara líki, tá tað ræður um floksstuðul yvirhøvur í før- oyskum politikki. Og ikki bara tað. Uttan mun til hvar í heiminum val varð hildið, og javnaðarflokkurin still- aði upp, so gekk Einar upp í tað við lív og sál. Einar Waag var bara eitt valskeið í tinginum, men hann var virkin alla sína tíð, m.a. millum teir fremstu í starvsnevndini. Richard Jacobsen ella Richard hjá Jóan Jakku á Viðareiði varð valdur í 1954, tá javnaðarflokkurin tvífaldaði atkvgðutalið í Norðoyggjum. Hann hevði ikki verið virkin í politikki framman undan — umstød- urnar hjá rokskipara, sum var burtur mesta partin av árinum mundu ikki vera til tað — men undir lækna- stríðnum heitti javnaðar- felagið á hann at stilla upp, hann varð valdur, og ein mánað seinni varð hann eis- ini valdur í sóknarstýrið, har hann var formaður í 1955. Richard Jacobsen stillaði ikki upp aftur í 1958. Tá var Poul Jacob Olsen, sum í fýra ár hevði sitið í sóknar- stýrinum, valdur, og hann sat í tinginum fram til valið í 1980, tá Vilhelm Johanne- sen varð valdur. Vilhelm Johannesen hevði sitid í landsstýrinum í 1980, og tá hann aftur varð valdur landsstýrismaður í 1985, kom Poul Jacob Olsen aftur í tingið, har hann sat til valið í 1988, tá hann ikki stillaði uppaftur. Tveir aðrir stuðlar Umframt teir her neyndu umboðsmenn javnaðar- floksins í Norðoyggjum hava tveir aðrir menn, sum ongantíð vóru valdir ting- menn, havt stóran leiklut í javnaðarflokkinum. Annar teirra var Villi Sørensen, lærari, sum var blaðstjóri á Sosialinum og sum tók við sum landsstýrismaður í 1968, eftir at Petur Mohr Dam var deyður. Villi, sum framman undan okkurt skifti hevði verið eykamað- ur í tinginum fyri Poul Jac- ob Olsen, doyði longu eitt år eftir, at hann var komin í landsstýrissessin. Hin framstandandi javn- aðarmaðurin var Johan Nielsen, prestur. Hann kom til Klaksvíkar í 1955, og á fólkatingsvalinum í no- vember 1960, varð hann valdur. Jóhan Nielsen sat í fólkatinginum so at siga út í eitt, til hann í 1979 ikki still- aði uppaftur. Hóast presta- hjúnini Nielsen fóru úr Klaksvík og niður til Dan- markar at búgva í 1964, so mettu norðoyingar hann sum sin mann. Teir stilladu hann upp til fólkatingsval- ini, og at tað ikki bara vóru norðoyingar, sum hildu av honum, sást aftur í, at hann varð valdur við nógvum persónligum atkvgðum kring alt landið. Norðoyingar trúgvir móti javnaðarflokkinum Tað plaga ikki frá vali til val at vera tær stóru broyt- ingarnar í løgtingsum- boðanini fyri Norðoyggj- ar. Í stórum hevur tað ver- ið soleiðis, at fýra flokkar — fólkaflokkurin, javnað- arflokkurin, sjálvstýris- flokkurin og tjóðveldis- flokkurin —hava átt hvønn sín tingmann síðani 1954. Tað hava verið nøkur undantøk frá hesum, men bara í fáum fórum hava tey staðist av, at norðoy- ingar hava broytt stóðu. Aðrar ferðir eru broyting- arnar í umboðanini komn- arav,atsamlaða valúrslit- ið fyri alt landið hevur borið við sær, at eyka- valdir tingmenn eru komnir afturat í Norð- oyggjum ella eru falnir frá. Eitt dómi um hetta seinasta vóru valini í 1966 og 1970, tá sjálvstýris- flokkurin bara fekk ein mann, sum kom inn í Suð- ursteymi, og eitt annað dómi eru valini í 1978 og 1980, tá góð sambandsval kring landið bóru við sær, at teir fingu ein eykavald- Síðani 1950 hava teir vald javnaðarmann á ting hverja ferð an í Norðoyggjum. At fólkaflokkurin á val- inum í 1988 fekk tveir um- dømisvaldar sigur frå, at norðoyingar í nógv stórri mun enn framman undan 'fylktust um tann flokkin ta ferðina. Tryggari eftir broytingina Gongdin hjá javnaðar- flokkinum hevur verið stødug. Á valinum í 1928, sum var fyrsta valið eftir at javnaðarflokkurin varð að upp har norðuri. Í 1932 fekk flokkurin 81 atkvgð- ur, og valini aftagá fjølg- aðist talið, til tað í 1940 var 221 og bar ein eyka- valdan tingmann við sær. Fram til 1978 var talið á umdømisvaldum — ting- monnum í Norðoya val- dómi tveir, og tað bar við sær, at umboðanin hjá flokkunum var óviss. Hó- ast fleiri flokkar vóru áleið ein stórir, so var atkvgðu- býtið iøllum landinum av- gerandi fyri, hvørjir komu inn í Norðoyggjum um- framt teir báðar umdømis- Alt landið Ár Fólkaflokkurin Sambandsfl. Javnaðarfl. Sjålvstyrisfl. Tjóðveldisfl. KFF Framséknarfl. Framburðsfl. Framburðs- og Fiskivinnufl. Sos. Loysingarfl. z AR Fólkafl. 690 Sambandsfl. 480 Javnadarfl. 656 Sjálvstýrifi. 501 Tjóðveldisfi. 604 K.F.F. Sos. loys. fl. Framb. og Fiskvfl. Framburðsfl. 255 Framsóknarfl. 78 80 84 4399 5558 5063 1953 4415 4062 5950 5099 1624 4604 1393 NORÐOYAR í telu 78 80 84 672 850 426 403 668 762 460 480 606 658 258 389 5433 5321 5866 2128 4896 1495 valdu. Tað sást aftur í, ai onkuntíð vóru fýra umboð úr Norðoyggjum og onk- untid try. Til valið í 1978 var ting- mannatalid broytt, soleið- is at í staðin fyri 20, so skuldu 27 umdømisvaldir veljast, og talið á eyka- monnum, sum fyrr var millum ongan og tíggju, varð broytt at vera millum ongan og hægst fimm. Fyri Norðoya valdømi hevði broytingin við sær, at tað nú skulu veljast fýra umdømisvaldir í staðin Bestaúrslitið, sum javn- aðarflokkurin nakrantíð hevur havt í Norðoya val- dómi, var á valinum í 1990. Tá valdu 836 norð- oyingar javnaðarflokkin. Ofta verður valið í 1958 hildið fram sum eitt tað besta javnaðarvalið yvir- høvur. Sammeta vit talið í Norðoyggjum átí valinum — tå fekk flokkurin 455 at- kvødur — við seinasta val, so var talan um knappa tvífalding í atkvødutali á valinum seinast. 88 90 6234 5367 7805 2489 4178 1681 6692 6115 6280 2029 5517 1580 611 88 90 1099 1137 466 373 683 836 461 570 679 610 357 458