týsdagur 28. juni 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Poul Jacob Olsen, fyrrverandi javnaðartingmaður:
Nú ræður um at
verja um sjålvsøgd
vælferdarrættindi
— Fiskimadurin og samferðslan í Norðuroyggjum
vóru hjartabørnini hjá Poul Jacob Olsen tey 22
árini, hann sat í tinginum
Nú eru tað seks ár síðani, at
hann fór burtur úr politikki,
men tað kennist beinan-
vegin á prátinum, at áhugin
er hin sami, og kyndilin fyri
javnaðarflokkinum brennir
framvegis, sum hann gjørdi
tey 22 árini, hann umboðaði
javnaðarflokkin í Norð-
oyggjum á ungi.
Tað er Poul Jacob Olsen í
Klaksvík, sum vit hitta á
máli. Hann var valdur á ung
í 1958 og sat út í eitt fram til
1980, og so var hann inni
aftur frá 1985 til 1988.
Tey góðu útróðraárini var
Poul Jacob Olsen millum
kendastu útróðraformenn-
inar í Klaksvík. Hann hevði
fingið gott í beinini frá páp-
anum Óla á Dalinum, sum
førdi Louisu og var virdur
fyri sin dugnaskap. Oli var
midvisur f at geva soninum
førningin, sum skal til, um
skil skal vera í útróðri, Ld.
innlit í streym, og tí var tað
sjálvsagt, at Poul Jacob
gekk í faðirins fótasporum
og fór at dríva útróðrarbát
hjá Kjølbro, eftir at hann í
triatiårunum í seks ár hevði
verið til skips.
Men hvussu bar tað til, at
Poul Jacob Olsen fór at få
ast við politikk?
-I fyrstu atløgu var tað
sóknarstýrið. Tað var undir
læknastríðnum, at eg varð
stillaður upp á lista, sum tey
95 prosentini gjørdu, ið
vildu hava, at Halvorsen
framhaldandi skuldi verða
lækni í Klaksvík. Eg varð
valdur, og eftir at Richard
Jacobsen hevði verið for-
maður í eitt ár, valdu teir
meg til formann hini trý ár-
ini í valskeiðnum.
Listin, eg varð valdur á,
var ikki politiskur, men
undan valinum í 1958 heitti
javnaðarfelagið her norðuri
á meg, cg eg eftirlíkaði at
stilla upp og varð valdur.
Fiskivinnan
fremsta plåssid
Poul Jacob Olsen dylur
ikki fyri, at tað var útróðurin
og fiskivinnar yvirhøvur,
sum stóð honum næst í ung-
arbeiðnum. Tað var rætti-
liga skjótt, at flokkurin gav
honum ålitisstørv hesum
viðvíkjandi, t.d. var hann
fleiri ár formaður í fiski-
vinnunevndini og í mong ár
var hann formaður í nevnd-
ini fyri lønjavningargrunn-
in, valdur av landsstýrinum.
- Fyrra partin av tíðini
vóru vit triggjar ferðir í
samgongu við sambands-
flokkinum og sjálvstýris-
flokkinum, og tað var stak
gott áralag. Jóhan Poulsen,
Hans Íversen og Trúgvi Sa-
muelsen myndaðu sam-
bandsflokkin, og teir vóru
lættir at arbeiða saman við.
Eitt orð var eitt orð, og nógv
av tí, sum seinnu árini hevur
gjørt, at sambandsflokkurin
hevur verið nógv torførari
at samstarva við, var ikki tá.
At vera útróðrarmaður
var Ótrygg vinna. Prísirnir
lagaðu seg eftir heims-
marknaðinum og eftir,
hverjar útreiðslur stóðust av
at arbeiða fiskin á landi.
T.d. var tað so, at um arb-
eidsmannalønimar hækk-
aðu, so fóru fiskaprísirnir
niður, tí keyparin hevði
stórri útreiðslur.
Fyri at fyribyrgja ov stór-
um broytingum høvdu vit
prísviðbótina. Hon var so
sera lítil, men vit trífaldaðu
hana eftir stuttari tíð. Ég
minnist, at tá valið nærkað-
ist, segði Hans Iversen við
meg, at tað átti eg skyldina
ella æruna fyri. Eg bað hann
siga tað alment, tí so fór tað
at koma mær til góða, men
tað svaraði hann sjálvsagt
einki til.
Ráfiskagrunnurin
Seinni arbeiddi javnaðar-
flokkurin saman við tjóð-
veldisflokkinum og fólka-
flokkinum, og frá tí tíðini
minnist Poul Jacob Olsen
m.a. ráfiskagrunnin:
- Tá lógin varð samtykt í
1975 kom grunnurin stak
væl við. Oljukreppan í 1973
hevði havt við sær, at út-
reiðslurnar hjá útróðrarbát-
unum vóru stórar og at
fiskaprisimir vóru lágir. Til
saman gjørdi hetta, at tað
ikki loysti seg at loysa.
Málið við grunninum var
Útróðurin og fiskivinnan
yvirhøvur vóru mál, sum
hevði stórsta áhuga hjá
Poul Jacob Olsen á tingi,
og tað var rættiliga skjótt,
at flokkurin gav honum
ålitisstørv á hesum øki
Poul Jacob Olsen var
tingmaður fyri
Javnaðarflokkin í 22 ár.
Hann var útróðramaður
og kom eisini at virka fyri
at útróðrarmenn fingu
betri sømdir
at tryggja eina støðuga inn-
tøku, sum skuldi tryggjast
partvís við at fiskasløg við
góðum prísi skuldu gjalda
inn og partvís við at lands-
kassin fíggjaði.
Hvussu grunnurin itøki-
liga varð lagdur til rættis
komst av einari neyðsemju
millum teir triggjar sam-
gonguflokkarnar, men í ti
stóra og heila var talan um
stórt framstig, sum útróðrar-
menninir vóru nøgdir við.
At grunnurin gjørdist ul
nakad heilt annad, tå fiski-
markið varð flutt út á-200
fjóðringar, og trolararnir
floymdu inn á grunnarnar,
er ein onnur gongd, sum
Poul Jacob Olsen heldur, at
tað tók ov drúgva tíð at
koma burtur frá:
- Í staðin fyri at vera út-
róðrarmonnum til hjálpar
gjørdist tað so, at útróðrar-
menninir figgjadu studn-
ingin til biligu fiskasløgini,
trolararnir royndu eftir, og
tað var í hvussu so er ikki
upprunaliga ætlanin.