týsdagur 28. juni 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— SE } —
- Tá eg kom á ting í 1958 var tað aldursrenian, sum var størsti sosiali spurningurin. Fyri fleiri var tað óhugsandi, at hon
skuldi koma í lag, sígur Poul Jocob Olsen við Vilhelm Johannesen, sum var inni á gólvinum, táKalmar tók myndina
Samferdslan
Poul Jacob Olsen heldur,
at vælferdarsamfelagid
Føroyar varð grundað við
útbyggingum á heilsu-, al-
menna-, skúla- og sam-
ferðslugkjunum frá seksti-
árunum av.
- Samferðslan hevði mín
serliga áhuga. Vit játtaðu
stórar upphæddir til útbygg-
ingar í megingkinum. Tað
var sjálvsagt í lagi, men tað
undraði meg, at ongin tos-
aði um útbyggingar í út-
oyggjunum í Norðoyggj-
um. Serliga tá Ld. Skæling-
ur og aðrar bygdir av ti
stóddini fingu vegasam-
band, helt eg tað vera sjálv-
sagt, at útoyggjarnar her
norðuri komu uppí.
Eg var limur í vega- og
havnanevndini, og eg minn-
ist væl, tá Jóannes Johanne-
sen, sum var bygdarráðs-
limur á Húsum kom og bað
um fimm túsund krónur í
stuðli at gera veg norður í
bøin. Hans Iversen var for-
maður, og vit játtaðu teim-
um tíggju túsund. Árið eftir
kom hann aftur, segði at
peningurin hevði ikki rokk-
ið, og bað um at verða lesk-
aður eina ferð afturat. Hann
legði eina við, at um nakað
leyp av, so skuldu teir bera
tað aftur.
Tá Atli Dam var vorðin
løgmaður, tosaði eg vid
hann um vegagerð í Kals-
oynni. Hann helt tað vera
rætt at styrkja samferðslu-
kervið, og legði spurningin
fyri Mikkjal Helmsdal,
landsverkfrøding, sum
gekk inn fyri søkini.
Tað hevur verið tosað
nógv um vegagerðina í
Norðoyggjum. Tey flestu
hava funnist at, men eg eri
glaður fyri at hava verið við
til hetta. Nú so nógv av tí, vit
hildu vera komið fyri at
vera, er farið av landinum,
kann eingin taka útbygging-
ar av samferðslukervinum
burtur, m.a. vegasamband-
ið hjá kalsoyingum, kunoy-
Bil
á valstaðið
Valhøli javnaðarfloksins í Norð-
oyggjum hevur telefon 5.6500 og
har ber til at ringja, umtygum ynskja
at fáa bil á valstaðið.
Eisini ber til at ringja har, um fólk
vilja hava onkran spurning svarað-
an.
ingum og fugloyingum. I
mínari verð var tað spell, at
vegurin í Kalsoynni ikki
kom suður til Syðradal og at
eingin ferjulega varð gjørd
har.
Tryggin fyri
vælferðini
Poul Jacob Olsen heldur
lítið um, at verkamannafólk
nú bjóða seg fram á lista fyri
seg sjálvi:
- Eg haldi, at hatta ber á
skeiva borðið. Skaðin fyri
javnaðarflokkin verður
neyvan so stórur, tí nógv tey
flestu síggja týdningin av,
at verkafelggini taka sær av
uppgávunum á arbeiðs-
marknaðnum, meðan javn-
aðarflokkurin rgkir polit-
isku áhugamálini á tí bógv-
inum.
Og tað skal ansast eftir, at
tað, sum er bygt upp í nógv
ár, ikki syndrast eftir stutt-
ari tíð:
- Tá eg kom á ting í 1958
var tað aldursrentan, sum
var størsti sosiali spurning-
urin. Fyri fleiri var tað
óhugsandi, at hon skuldi
koma í lag, og millum eldra
fólkaslagið dugdu tey illa at
ímynda sær, at tey skuldu
fáa pening frá tí almenna.
Eg minnist serliga tveir
útróðrarmenn. Annar var
Niklas á Uppsølum. Hann
vildi ikki trúgva mær, tá eg
segði honum, at nú fór hann
at fáa aldursrentu. Hann
spurdi, um hann ikki skuldi
arbeiða fyri hana.
Hin var Jóannes á
Heygnum, sum var millum
kendastu útróðrarmenninar
í sínari tíð. Nakað eftir at
aldursrentan var komin, bað
hann meg heilsa Peturi
Mohr Dam og takka honum
fyri hatta tiltakið, sum hann
helt sera nógv um.
Hóast bara góð tríati ár
eru fráliðin, so er tað í dag
kanska óhugsandi, at ald-
ursrentan verður tikin
burtur. Men eg síggi soleið-
is upp á tað, at tað hevur
gingið skjótt at byggja væl-
ferðarsamfelagið upp, og so
kann tað vera skjótt, at nógv
av tí syndrast. Javnaðar-
flokkurin er framvegis
størsta trygdin fyri, at væl-
ferðin millum vanliga fólk-
ið framhaldandi verður á so
høgum stødi, sum tað ber til
undir teimum viðurskift-
um, sum vit liva undir.
Spjaðing og
Óvissa
Allir valevnislistarnir
og yvirlitini yvir still-
arar til logtingsvalið 7.
juli eru nú kunngjørd-
ir í bløðunum.
Tá vit lesa valevnislist-
arnar og yvirlitini yvir
stillararnar síggja vit,
at allar afturhalds-
kreftirnar á høgra-
vonginum hava stúgv-
að seg saman á listun-
um hjá tveimum
flokkum, nevniliga á
fólkafloks- og sam-
bandslistunum. Har
er ongin spjaðing.
Har eru stjórar og yvirlæknar. Reiðarar og ar-
beiðsgevarar. Løgfrødingar og grannskoðarar.
Har eru gli tey, sum ganga ímóti áhugamálunum
hjá verkamapgnafjøldini og ti vanliga fólkinum —
tey, ið millum annað vilja lóggeva soleiðis, at
tykkara lønir verða skerdar við einum 40—50
prosentum. Og samhaldsfasta arbeiðsmarknað-
areftirlønargrunninum vilja tey til livs.
Afturfyri lønarnidurskurdin vilja tey lækka
skattin. Men allar aðrar útreiðslur hjá vanliga
húsarhaldinum verða sjálvandi óbroyttar. Her
hugsa vit um útreiðslurnar til el, hita og telefon,
um útreiðslurnar til rentur og avdráttir av set-
húsalánum og um útreiðslurnar til mat og klæði.
Vit eiga ikki at vera so bláoygd, at vit rokna við,
at hesar útreiðslur verða skerdar.
Lenarniðurskurður við eini skattalækking sum
viðurlag, er bert ein roynd at koma vælferðar-
samfelagnum til lívs við ovurhonds stórum
sparingum á almanna-, heilsu- og undirvís-
ingargkinum. Teirra sparingar fara serliga at
raka útjaðaragkini í samfelagum. Her hugsa vit
serstakliga um heilsuverkið og skúlaverkið.
Koma hesir flokkar til valdið er stórur vandi fyri
at tey smáu sjúkrahúsini og miðnámsútbúgv-
ingarnar í útjaðaragkinum fara at kenna svið-
an.
Meðan afturhaldskreftirnar sum nevnt standa
saman í teimum báðum verandi høgraflokkun-
um, so standa vinstrakreftirnar rættuliga
spjaddar, við tað at vit hava fingið valevnislistar
fyri eina frælsisfylking og eina verkamanna-
fylking. Hetta er við til at skapa eina sera stóra
óvissu. Hetta kann geva afturhaldskreftunum á
høgravonginum sigurin á valinum og valdið aft-
an á valið.
Men hetta má ikki henda. Einasti møguleiki at
forða hesum er at sláa manngarð um javnaðar-
flokkin. Tí fara allar rætthugsandi kvinnur og
menn á val og seta X við javnaðarflokkin ella eitt
av valevnum floksins. Hendan áheitan er ikki
bert ætlað veljarum i Norðoya valdømi, men
veljarum kring alt landið, við teirri vón, at vit
seta ein sterkan javnaðarflokk á ting á valinum
7. juli.
Gott val!
vj
Hjå FIU
LÆKNA EXAM.
| KOSMETOLOGUR
) Tlf. 19118
—