Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 1994síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 120 — 28. JUNÍ 1994 Tíðindablaðið Sosialurin Mamy Dahl Sørensen, valevni í Nordoya valdømi hesum landi Tað skal altíð kunna loysa seg at arbeiða, soleiðis at øll vanlig følk kunnu svara hvørjum sitt, eftir at skatturin er goldin, heldur Mamy Dahl Sørensen, sum annars heldur, at vit eiga at hjúkla um fiskiídandin - góðska fleiri vørur, fyri at ókja um útflutningin. Ásannast má at skatta- trýstið er alt ov høgt, sjálvt um øll eru vitandi um at nógvur peningur skal til hjá ti almenna. Orsøkimar eru helst fleiri, landskassin skal hava nógvan pening fyri at svara hverjum sítt, og kommunumar skulu so sanniliga eisini hava sítt. Ja restina av lønini eigur borgarin, men tá er so lítið eftir, at hann ikki á nakran hátt kann klára seg. Og hevur hetta ført við sær, at fólk í hópatali missa hús og heim og rýma av landi- num. Hetta er ikki nakað sum eitt so framkomið samfelag sum okkara kann bjóða. Tað skal altíð kunna loysa seg at arbeiða, so- leiðis, at allir vanligir løn- móttakarar kunnu svara hvørjum sítt, eftir at skatt- urin er goldin, men tað eru tey fáu, ið kunnu tað í dag. Einki er at ivast í, at 80'ini gjørdust okkum ov dýr, og hava okkara lands- og kommunupolitikarar ikki megnað at styrt pen- ingastreyminum. Ikki koma vit langa leið við at brúka tíðina upp á at geva hverjum ødrum skuldina fyri fortíðina, vit eiga heldur at huggja frameftir, so vit koma burtur úr kreppuni. Arbeiðið inna fiskiídn- aðin sær betri út nú, tað sær út sum um føroyingar eru farnir at broyta hugs- unnarhátt innan hesa vinn- u. Tað hevur altíð verið soleiðis, at fiskurin er farin évidgjørdur av landinum og harvið hava vit fingið ov lítið burtur úr. Vit hava verið rávgruúrflytarar eins og menningarlondini. Gera tað liviligari Í Eitt sum er heilt greitt, í hvussu so er tey næstu árini, er at fiskivinnan er okkara høøvudsvinna. Fiskiídnaðurin er í menn- ing og har eru góðir møgu- leikar fyri at forvinna pengar. Vit forvinna ov lít- ið av pengum og noyðast tí at góðska fiskin meira, og førir hetta við sær at * fleiri koma í arbeiði * at fleiri skattakrónur koma í lands- og kommun- * at ALS fær fleiri peng- ar og skal gjalda minni út * at fólkaflytingin mink- Verður útflutningurin økt- ur, ja so verður eisini meg- uleiki at lækka skattapro- sentið so bæði vanligi løn- móttakarin og fólka- og avlamispensionistar kunnu fáa sømilig kor, soleiðis at tað aftur verður búgvandi í hesum landi. Mamy Dahl Sørensen Verður útflutningurin øktur, verða møguleikar at lækka bædi kommunu- og landsskattin. Eitt úrslit av lønarnidurskurdi: Hopuppsagnir innan tað almenna Allar orsókir eru at spyrja hvussu liviligt verður í Norðoyggjum eftir lønarnidurskurdin hjá borgarligu flokkunum Loysunnarorðið til hetta valið hjá fólkaflokkinum og sambandsflokkinum er løn- amidurskurdur. Lítið itøki- ligt hevur verid at hoyrt um hvussu hetta skal kunna lata seg gera. Men nú viðgong- ur Anfinn Kallsberg (So- sialurin 16. juni 1994), at hetta skal figgjast vid løn- tøku komandi 3 årini. Minnist meg rætt, so vóru júst fólkaflokkurin og sam- bandsflokkurin á gosi tá fíggjarlógin fyri 1994 var til viðgerðar. Tað ið teir vóru á gosi um, var at samgongan roknaði við einum halli á 150 mi6., ið skuldi fíggjast vid låntøku. Men nú er vent í holuni. Tað verða nógvar ferðir 150 mió. krónur í halli á fíggjarlógini hvert ár . hesi 3 árini, um fólkaflokk- urin sleppur at skera lønir- nar niður. Ein kundi eisini spurt: hver vil læna okkum hesar pengar? Hverjar verða treytimar? Og minni minst: hvor skal gjalda tær aftur? Hópuppsagnir Minkandi minntøkurnar til landskassan vilja vidføra hópuppsagnir innan al- mannaverkið. Spurningur- in verður so hvar uppsagn- irnar fara at raka? — týr nakar, at hópupp- sagnir verða framd á Landssjúkrahúsinum og ikki á Klaksvíkar Sjúkra- húsi? — týr nakar, at hópupp- sagnir verða framdar inn- an skúlaverkið í Havn og ikki í Norðoyggjum? - tryr nakar, at hópupp- sagnir verða framdar á Almannastovuni í Havn og ikki á sama øki í Norð- oyggjum? — týr nakar, at teir smáu stovnarnir, ið norðingar sjálvir hava stríðst fyri, so sum Dáin, Vardi verk- staðurin á Brekku og Vistarheimið ganga frí, tá teir fara at skerja? - týr nakar, at hópupp- sagnir verða framdar inn- an Strandferðsluna í Havn og ikki í Norð- oyggjum? Avleidingarnar Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hvussu nógv fleiri verða arbeiðsleys eftir hetta og hvussu nógvar familjur fara ikki at flyta úr Norð- oyggjum, tå: — børn okkara aftur mugu til Havnar at ganga í skúla (hvørji foreldur hava ráð at gjalda)? — tey gomlu mugu til Havn- ar á røktarheim, tey skulu kanska enntá sjálvi gjalda eins og í New Zealandi? tey sjúku, barnakonur og fólk, ið koma til skaða, mugu á Landssjúkrahús- ið við øllum, ið tað inni- ber. Soleiðis kundu vit hildið fram. Utlitini av einum løn- arniðurskurði eru ræðandi. Eitt má vera púra greitt: ein atkvøda fyri hesum flokk- um er ein atkvøda fyri: - meira arbeiðsloysi - minni vælferð - stórri fåtækradømi Eyðgunn Samuelsen, valevni javnadarfloksins i Norðoyggjum