týsdagur 28. juni 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ÆSKT. í — 20. ;
Bankarnir í áttatiárunum:
Gjørdu sær dælt av
rentuspekulationini | javnaðarflokkin
— sum hevdi til endamáls at drena landskassan
fyri pening, samstundis sum rentuspekulatiónin
gjaldføri, at pen-
gav bankunum so rikiligt av
ingagoymslurnar vóru á tremur. Ti ráddi um hjá
bankunum at fáa fólk at brúka
Teir báðir gomlu føroysku
bankarnir — Sjóvinnubank-
in og Føroya Banki — róku
eina eirindaleysa og á-
byrgarleysa kapping.
Henda kapping gjørdi fyrst
av við bankarnar og førdi
síðani samfelagið út í eina
búskaparkreppu. Og van-
ligi føroyingurin stendur
eftir sum svartiper.
Undirritaði og javnaðar-
tløkkurin annars hava í
nógv Harrans ár víst á, at
tann rikni bankapolitikkur-
in var skeivur og at tað fór at
enda galið. Og tá ongin tók
hesar væl meintu ávaringar
í álvara, fingu vit sjálvandi
tað syndarliga úrslitið. Úr-
slitið er ein innspræning av
nærum 3 milliardum al-
mennum krónum í føroyska
peningakervið.
Vit vístu m.a. á, at tað var
skeivt, at allir teir føroysku
peningastovarnir = skuldu
hava hver sína deild í hvgrj-
um lítlum króki í landinum.
Byggistílurin, sum varð
valdur, var altíð tann kostn-
aðarmiklasti, ið nakar kann
hugsa sær. Hesar mongu
deildirnar førdu sjálvandi til
ein alt ov dýran rakstur. Ov
stórar útreiðslur til ljós,
hita, viðlíkahald av bygn-
ingum, skrivstovuútgerð,
starvsfótkalgnir 0.s.fr. Av
sonnum ein yvirbygningur
í føroyska samfelagnum.
Útlánspolitikkurin hjá
bankunum var eisini heilt
burturvið fyri ikki at siga
fullkomuliga vitleysur.
Umsøkjarar fingu ikki at
vita, hvussu stórt lán teir
kundu fáa, men vórðu
spurdir, hvussu nógv teir
vildu hava. Øll minnast, at
Valevni
dystast
Seks valfundir, har valevni úr
øllum Fo luttaka, eru av-
talaðir at verða í Norðoyggjum
Í Norðoyggjum byrja
valfundirnir — týsdagin
28. juni, og valevni úr
øllum teimum tiggju
flokkunum hava bodad
frå lutøku.
Byrjað verður á Kals-
oynni, har fundir verða á
Húsum og í Mikladali.
Fríggjadagin 1. juli
fara valevnini til Fugl-
oyar at hava fund i
Hattarvik og å Kirkju.
Sama dag verður eisini
fundur í Svínoy.
Mánadagin 4. juli
verður seinasti fundur-
in. Hann verður í Kl-
høllini í Klaksvík.
Valevnini fáa orðið í
trimum umførum. Fyrst
tíggju minuttir í part,
síðani fýra og til endans
tveir minuttir.
Raðfylgjan verður
hendan: C,G,ILEA,B,
H,F,D og J.
eitt lid i eirindaleysu kapp-
ingini var at bjóða fólki rætt
til at nýta lønina fram í tíð-
ina, treytad av, at tey høvdu
lønarkonto í bankanum.
Fyrsta boðið frá ødrum
bankanum var ein mánaðar-
løn fram í tíðina. Svarið frå
hinum bankanum var tvær
lønir fram í tíðina osfr.
Bankarnir gjørðu sær eis-
ini dælt av rentuspekula-
tíónini, ið hevði til enda-
máls at drena landskassan
fyri pening, samstundis
sum hon gav bankunum so
rikiligt gjaldføri at peninga-
goymslurnar vóru á tremur.
Tí var tað alla tíðina ein
spurningur um at sleppa av
við pening til hægst møgu-
liga rentu. Tí varð spurt
hvussu stórt lán fólk vildu
hava og tí fingu viðskifta-
fólk hjá bankanum tilboð
um at nýta fleiri mánaðar-
lønir fram í tíðina.
Men so kom ragnarokið.
Tað byrjaði 2. oktober 1992
tá Sjóvinnubankin fór á
húsagang. Eftir hetta komu
fólk uttanífrá at læra før-
oyska bankaheimin hvussu
vit eiga at reka bankapoli-
tikk. Tað er nóg mikið við
einum banka! Umframt
bankan hava vit sparikass-
arnar og postgiro. Meira
enn onnurhvør bankadeild
kring landið er nú niður-
løgd. Tað vil siga, at nú
hava vit vent teirri skeivu
gongdini, sum javnaðar-
flokkurin í nógv Harrans ár
hevur ávarað ímóti. Men nú
var nakað seint. Prísurin
gjørdist ov høgur.
Lat meg slåa fast, at javn-
aðarfólk ongantíð hava átt
umboð í nevndunum fyri
teir báðar gomlu bankarnar,
men at hesir nevndarsessir
altíð hava verið mannaðir av
ávikavist fólkafloksfólki og
sambandsfólki. Fólka-
flokkurin hevði leiðsluna í
Sjóvinnubankanum og
Sembandsflokkurin hevði
leiðsluna í Føroya Banka.
Eg eri ikki førur fyri at siga
um hetta var av tilvild ella
Grannskoðaravirkið hjá
einum alment kendum
fólkafloksmanni tók sær av
Sjóvinnubankanum og
Ibúðar- og búsetingar-
PNtRKUr
Allir borgarar landsins hava rætt til
ein góðan bústað.
Málið við íbúðarpolitikkinum hjá okk-
um er:
— attryggjaat sethúsaeigarar hava ráð
at sita í egnum húsum.
— at familjur framhaldandi kunnu seta
fótur undir egið borð.
— at skipa trygg viðurskifti á leigu-
marknaðinum.
— attryggja at botnurin ikki fer undan
húsamarknaðinum.
Fyri at røkka hesum máli skal:
— rentan hjá húsalánsgrunninum
lækkast.
— Húsalánsgrunnurin fáa loyvi at
bjarga húsum undan tvingsilssølum
við at keypa onnur lán fyri markn-
aðarprís.
— Húsalánsgrunnurin fáa loyvi at
figgja stórri partar av húsakeypum.
— tað almenna tyggja lågløntum
barnafamiljum leigubýli fyri rími-
ligan kostnað.
— tað almenna tryggja at vit hava eitt
rímiligt útboð av leigubýlum.
— nýggj leigulóggáva verða gjørd, su
m m.a. tryggjar vælvirkandi leigu-
nevnir um alt landið.
Heilsumál
Málið við heilsupolitikkinum er at
røkka ST-tykini »Heilsa ár 2000«.
Hildið verður fram at byggja út pri-
meru heilsutænastuna í sambandi við
sosialar eindir og heilsumidstødir.
Enn stórri dentur verður lagður á fyri-
byrgjandi tænastuna hjá kommunu-
lækna, skúlalækna, heilsusystur, heima-
sjúkrasystur og barnatannarøkt. Øll
børn undir 16 ár skulu fáa javngóða
tannargkt. Hesar tænastur skulu sam-
skipast soleiðis, at tær virka eins fyri
allar borgarar.
Gjørd verður ein heilarætlan fyri sam-
starvið millum Landssjúkrahúsið,
Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús.
Umsitingarliga åbyrgdin fyri sjúkra-
húsverkinum er hjá landsstýrinum.
Skúli og útbúgving
Málið við skúlapolitikki okkaraer, at øll
skulu hava javnbjóðis rætt til skúla-
gongd og útbúgving uttan mun til figgj-
arviðurskifti ella hvar í landinum vit
búgva.
Fólkaskúlin skal byggja á føroyska
Virkisskrá fyri
samfelagið og skal í virki sínum hava
neyvt samband við tað samfelag, børn-
ini liva í.
Skúlin, sum byggir á kristna grund,
skal við arbeiðshættum sínum fyrireika
tað uppvaksandi ættarliðið til at liva og
virka í einum fólkaræðis samfelag.
Undirvísingarskyldan verður víðkað
til níggju ár.
Øll børn skulu hava høvi at ganga í
skúla í heimumhvørvinum. Øll børn
hava rætt til at ganga i fólkaskúlanum
uttan mun til førleika og evni.
Frítíðarundirvísingarlógin = verður
endurskoðað, so hon veruliga eggjar til
og gerst eitt haldgott grundarlag undir
frítíðarundirvísing, -itrivi og -virksemi
hjá ungdómsfelagsskapum um alt land-
ið. Virkað verður fyri at lætta um fíggj-
arligu byrðuna hjá kommununum á hes-
um gki.
Stuðul til iløgur og rakstur av skúla-
verkinum verður lagaður so at allar
kommunur uttan mun tl fíggjarorku
lika krøvini til skúlaskipanina.
Øllum ungum verða tryggjað útbúgv-
ingartilboð eftir fólkaskúlan.
Ungdómsútbúgvingarnar verða sam-
skipaðar kring landið fyri at tryggja
stødi og valmøguleikar.
Útbúgvingartilboð og figgjarkarmar
skulu gevast teimum úlkomnu, sum
hava tørv á endurútbúgving.
Musikkskúlanum verður tryggjad
framhaldandi virksemi kring alt landið.
Øll skulu hava eins tilboð til frítíðar-
undirvísing.
Allar hægri útbúgvingar verða sam-
skipaðar.
Kommunur
Kommunalt sjálvstýri er ein tydningar-
mikil táttur í fólkaræðisligu skipanini.
Nærsamfelagið eigur í enn stórri mun
at umsita og skipa tey gki, sum bein-
leiðis viðkoma li vilíkindunum í nærum-
hvørvinum.
Setningurin »har vit gjalda, skulu vit
eisini valda« skal aftur kom at galda fyri
føroysku kommunurnar.
Flokkurin vil ti broyta kommunuskip-
anina soleiðis, at greiður skylnaður
verður gjørdur millum skyldur komm-
unanna og landsins.
Kommunumar skulu taka tað inn í
skatti, sum neyðugt er til at røkja upp-
gávurnar innan kommunumark og
landskassin tað, sum hann í mongum
fórum í dag áleggur kommunum at
gjalda.
—MmWe.
grannskoðaravirkið hjá ein-
um líka alment kendum
sambandsmanni tók sær av
Føroya Banka. Eg eri heldur
ikki førur fyri at siga um
hetta var av tilvild ella ikki.
Á løgtingsvalinum 7. juli
eiga vit at hava i huga, at
fólkaflokkurin og sam-
bandsflokkurin ikki megn-
aðu at stýra tveimum bank-
um, og at hetta førdi til
syndarligt úrslit fyri før-
oyska samfelagið og fyri
føroysku tjóðina.
Kunnu vit so rokna við, at
teir megna at stýra samfe-
lagnum, sjálvandi er svarið
eitt avgjørt nei.
Tífara vit mannsterk á val
og seta X við javnaðarflokk-
in. Bankakreppumrar hava
lært okkum at javnaðar-
flokkurin fekk rætt. Og
hann fær rætt.
Klaksvík, 24. juni 1994
Vilhelm Johannesen,
valevni javnaðarfloksins
í Norðoyum