Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eyðgunn Samuelsen hevur ikki verið valevni til løg- tingið áður. Hon er 35 ára gomul og arbeiðir sum deildarleiðari á Tekniska skúla í Klaksvík. Hon er út- búgvin cand. mag. í søgu og samfelagsfaki. Eyðgunn Samuelsen sig- ur, at hon í valstríðnum tek- ur útgangssteði í dagliga ar- beiðinum og teimum polit- isku åhugamålunum, sum hon higartil hevur arbeitt vid, eitt nå innan heilsu- verkið og skúlaverkið. - Hetta fari eg at gera út frá tí sjónarmiði, at samfelags- ágóðin skal býtast út um alt landið. Almannaskið og fiskurin - Nógv halda kanska, at tað er legið at tosa um almanna- øki í Klaksvík, av tí at hetta er ein fiskivinnubýur. - Eg haldi, at tað er um- ráðandi, at vælferðarsam- felagið virkar úti um landið. - Tað er best, um skúlar, sjúkrargkt, ellisrøkt og tílíkt er á staðnum - ikki bert í Havn. Vit vita kortini, at samfelagið skal spara so mikið, at vit koma niður á eitt stødi, sum samfelagið kann bera. Tað fer at hava nógvar broytingar við sær. - Her fara Sambands- flokkurin og Fólkaflokkur- in givið at leggja eftir at skerja júst hesi øki. Eg eri eisini stórliga bangin fyri, at teir fyrst fara at leggja eftir útjaðaragkjunum, út frå ti Tíðindablaðið ÆSA Eyðgunn Samuelsen, valevni javnaðarfloksins í Norðuroyggjum: Alt var ikki bara ott í åttatiårunum Orð: Dagny Mynd: Kalmar — Um vit hugsa um materiell virðir, so vóru åttatiårini góð, men tað sigur einki um, hvert fólk vóru lukkuligari av teirri orsøk, sigur Eyðgunn Samuelsen sjónarmiði, at her er ikki so nógv áhugamál at verja. - Eg vil hinvegin halda, at skerjing eisini er ein spurn- ingur um demokrati, og um møguleikan hjá øllum - so vítt gjørligt - at liva í sínum heimaumhvørvi. Spara - ikki skerja - Javnaðarflokkurin er mest realistiski flokkurin á hes- um gki og sigur, at vit skulu broyta og samskipa al- mannagkið, so tað virkar betur og kostar minni at reka. Vit siga, at vit møgu- liga noyðast at spara, av tí at vit ikki kunnu varðveita tað á sama stødi sum áður. Hinir siga bert, at teir vilja skerja. - Tað er av stórum týdn- ingi fyri lokalsamfelagið, at umhvgrvið mennist Tad kann gerast við m.a. at menna skúlaumhvervið uttan fyri Havnina. Tað er júst hent so nógv á skúlagkinum í Klaksvík í farna valskeiði. Tá Marita Petersen var landsstýris- maður í skúlamálum, fekk hon skipað so fyri, at SIT og HT útbúgvingarnar vóru stovnaðar í Klaksvík. Hesar útbúgvingar hava havt við sær, at næmingatalið á Tekniska skúla varð trý- faldað. - Í. august í ár fara 125 næmingar at ganga í Tekn- iska skúla í Klaksvík, sigur Eyðgunn Samuelsen. Fjølltåttad útbúgvingartilboð - Aðrenn vit fingu teknisku útbúgvingarnar til Klaks- vikar var bert møguligt at ganga á HF-skeið í Norð- oyggjum. Aðrir ungdómar í útbúgving noyddust til Kambsdal ella Havnar at ganga í skúla. Nú hava vit gott og fjølltáttað tilboð at bjóða ungfólki í Norð- oyggjum. - Viðvíkjandi heilsuverk- inum, so er virksemið ikki økt seinasta valskeið - men hinvegin - so er heldur ikki spart meir her enn adra-. staðni. Um vit kunnu varð- veita tað, sum vit hava havt hernorðuri, so skulu vit ikki klaga. - Umráðandi er tað kort- ini, at vit minka um arbeiðs- loysið, sum nú er um 20 pst. Tað verður tó ikki gjørt eftir einum degi, og tí er eisini neyðugt at geva fólki møgu- leika at brúka tíðina í ar- beiðsloysi til nakað skila- gott. Her kundu vit bjóða ar- beiðsleysum umskiling ella eftirútbúgving, sum kundi givið teimum betri møguleika at fáa arbeiði, tá tað aftur verður at fáa. - Tað nyttar lítið at skaffa fleiri arbeiðspláss, um vit ikki eru kappingarfør við aðrar tjóðir. Tí mugu vit eis- ini menna alternativu vinn- ugreinarnar. Teir borgarligu og lønarlækkingin - Eyðgunn Samuelsen óttast fyri, at teir borgarligu flokk- arnir umframt skerjingar á almannagkinum, eisini fara at krevja lønarlækking. Hon heldur, at hetta verdur ein Eyðgunn Samuelsen: - Tad er vandamikið fyri eina demokratiska skipan sum okkara, um fólk gevast á hondum og ikki fara á val. Hetta eru rættindi, sum fólk eiga at nýta, til tess at fáa ávirkan á, hver skal stýra landinum koddi, sum ikki fer at geva stórvegis úrslit. - Tader so lætt bert at siga, at vit skulu skerja og spara, men tað verður ikki lætt at gera vinnulívið kappingar- ført, tá vit bert hava eina vinnugrein at liva av. Vit mugu eisini hava alterna- tivar vinnuvegir. - Nógv fólk ætla sær ikki á val. Hvat heldur tú um tað? - Tað er vandamikið fyri eina demokratiska skipan sum okkara, um fólk gevast á hondum og ikki fara á val. Hetta eru rættindini, sum fólk eiga at nýta, til tess at fáa ávirkan á, hvor skal stýra landinum. - Vandamálið er, at polit- ikarar hava verið alt ov bjartskygdir, og at fólk eru vónsvikin, tá einki spurdist burturúr vallyftunum, sigur Eyðgunn Samuelsen og leggur aftrat: - Tað finnast ongar lættar loysnir í dag. Vit mugu royna sum best at betra um samfelagsviðurskiftini. Eg ivist onga løtu í, at tað ber til at finna eina gongda leið, sigur Eyðgunn Samuelsen og grundur sítt bjartskygni við at siga: Mugu finna okkum onnur virðir - Alt var ikki so gott í áttati- árunum, sum fólk vilja vera við. Tá høvdu tey materie- Hu virðini nógv at týða. Í dag noyðast vit at finna onnur virði og skipa so fyri, at samfelagságóðin verður javnt býttur. Vit skulu læra at liva av ti, sum er til at taka, og tað kann ivaleyst eisini vera minst lika so åhugavert sum bert at hugsa f deydum lutum. Annað áhugamál hjá Eygðunn Samuelsen er, at fáa so nógvar kvinnur vald- ar á ting, sum til ber. - Vit ætlaðu at stilla eins nógvar kvinnur og menn á Javnaðarlistan í Norð- oyggjum, men tíverri eyd- naðist tað ikki. - Vit mugu hava konufólk við allastaðni, har avgerðir verða tiknar. Tá tað er gjørt, fáa vit eina meira veruliga mynd av samfelagnum. - Taðereisini umráðandi, orsakað av arbeiðaloýsi- num, sum altíð gongur mest út yvir kvinnurnar. Tær verða fyrst sendar heimaft- ur, tá lítið arbeiði er, sigur Eyðgunn Samuelsen.