týsdagur 28. juni 1994síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (7) Nr. 120 — 28. JUNI 1994
%
Tummas Lervig, valevni
javnaðarfloksins í Norðuroyggjum:
Burtur við
skriviborð-
projektunum
— Fara vit varliga fram,
rekja okkara fiskastovn-
ar, og gevast við stóru
tekniborðprojektunum,
so skuldi møguleiki verið
fyri at ment virksemið aft-
ur her á landi, sigur
Tummas Lervig
Í Klaksvík hevði býar-
myndin leingi verið merkt
av arbeiðsloysi.
So tóku Klaksvíkar Ar-
beiðsmannafelag og Ar-
beiðskvinnufelag seg sam-
an um at leiga Kósavirkið
frá Fiskavirking, og tá batn-
aði.
- Eg var sjálvur ein teirra,
sum gekk hús úr húsi og bað
fólk tekna B-partabrøv. Tað
var hugaligt, tí øll fólk tóku
sera væl móti okkum. Tey
søgdu m.a sum so.: - Vit
hava notið gott av Kósa-
virkinum í okkara tíð, og nú
vilja vit fegin hjálpa til, at
eisini næsta ættarliðið fær
møguleikan.
Hetta sigur Tummas Ler-
vig, valevni Javnaðarflok-
sins í Norðuroyggum.
Tveir mánaðir burtur
Tummas Lervig er maskin-
meistari í Grønlandi. Teir
eru sjey føroyingar umborð,
sum hava skiftandi fritid, og
ti ber altid til at fåa feskastu
tíðindini heimanifrå, um-
framt at skipið heldur før-
oysk blød. Teir eru úti tveir
mánaðir og heima tveir.
Tað gevur Tummasi Ler-
vig møguleika at fylgja við í
ti, sum fyriferst í føroyska
samfelagnum, tá hann er
burtur.
- Stødan var ræðulig, tá
alt her norðuri lå stilt. Eg
plagdi at koyra ein "kaj-
kanttúr" um morgunin, og
tá merktist væl, hvussu upp-
gevandi fólk vóru.
- At virksemið nú aftur er
í Klaksvík, hevur ført við
sær, at tænastuliðið er farið
at virka aftur, men fólk eru
eisini vorðin meira varin.
Tey átaka sær ikki stórri
fíggjarbyrðar, enn tey
kunnu bera, sigur Tummas
Lervig.
Tummas Lervig: - Tað er
so lætt at finnast at tí, sum
Javnaðarflokkurin hevur
staðið fyri í farna
valskeiði, men vit mugu
ikki gloyma at tað góða,
sum flokkurin gjørdi í
seksti- og sjeytiárunum,
fyri at tryggja fólki góð
livikor
- Klaksvíkingar eru farnir
aftur til góðu, gomlu línu-
veiðuna, sum annars eisini
hevur verið nýtt her norð-
uri. Tað er kanska einasta
øki í Føroyum, har menn
eru áhugaðir at røkja sínar
stovnar, sigur Tummas Ler-
vig.
1
5
á
> Í í 11
Ga.
Trupult val hesaferð
Tummas Lervig hevur altíð
arbeitt á sjónum. Hann er úr
Gøtu, men giftist til Klaks-
víkar, har familjan hevur
heimstað.
Í 1988 varð hann valdur í
nevndina í Norðoya Javn-
adarfelag, og hevur nú verið >
formaður í felagnum í sløk
seks ár.
- Er munur á at fara til val
hesaferð, í mun til seinast?
- Seinast høvdu vit sitid í
andstøðu, og høvdu tí betri
kort á hondini enn í dag. Tá
søgdu vit veljararunum frá
hópin av uppskotum, sum
vit vildi fremja, men sum
ikki helt, orsakað av sam-
felagskreppuni.
- Í år fara vit at siga veljar-
num frá, hvat vit kunnu fáa
burturúr tí, sum er til at taka.
- Avtalurnar binda okkum
sjálvandi, serliga kvota-
skipanin. Tað er tyrført at
siga, hvat vit beinleiðis
kunnu gera við tað.
- Sum ábyrgdarflokkur
fara vit til val við at vísa á,
hvat vit hava gjørt í farna
valskeiði. Vit hava arbeitt
fyri at varðveita samfelags-
skipanina í eini krepputid,
men vil mugu eisini ásanna,
at vit ikki fingu møguleika
at føra javnaðarpolitikk, og
visa å, at avtalurnar vid hin-
ar flokkamar lutvist er or-
søkin.
Ikki gloyma tað góða
- Hinvegin, so er so lætt at
finnast at, men fólk mugu
ikki gloyma alt tað góða,
sum Javnaðarflokkurin
gjørdi í seksti- og sjeytiåru-
num, tå vit fingu munandi
betri livikor
- Nú noyðist Javnadar-
flokkurin at taka aftur frå
fólki, og tí finnast nógv at.
Tað hevur verið neyðugt at
taka hesar ódámligu av-
gerðir. Javnadarflokkurin
noyðist at vera meira varin í
sínum politikki, tí samfel-
agið er so veikt í løtuni
Arbeiði og ALS
- Mest umráðandi er at fáa
arbeiði aftur til allar hendur
Hverjar loynsir eru tøkar,
veit eg ikki júst nú.
Kunnu vit fáa samfelags-
hjólini í gongd aftur og td.
finna eina skilagóða loysn
viðvíkjandi Arbeiðsloysis-
skipanini, so skuldu møgu-
leikar verið fyri, at vit fóta
okkum aftur.
- Tað kunnu vit bert gera,
um vit ikki aftur fara undir
sonevnd tekniborðprojekt-
ini, sum gjørt varð í åttati-
árunum, og sum kostaðu
hópin av peningi.
- Vit skulu heldur stovna
smærri kjallarafyritøkur, og
víðka um virksemið, so
hvørt sum peningur er tøkur
til tað, sigur Tummas Ler-
vig.
Orð: Dagny
Mynd: Kalmar