Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 1994síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Nr. 120 — 28. JUNI 1994 Tíðindablaðið (ST) Barnsburdar- grunnur skal tryggja javnstødu f hesum valskeidi fingu vit langt um leingi javn- stóðulógina og tað er at fegnast um. Endaliga lógin er nakað broytt í mun til upprunaliga uppskotið, tó er tann grundleggjandi setning- urin varðveittur, nevni- liga at ikki er loyvt at gera mismun vegna kyn. Nú er so upp til okkum øll at fylla karmarnar i lógini út. Eitt øki, har kvinnur hava trupulleikar á ar- beiðsmarknaðinum, er núgaldandi skipan við barnsburðarfarloyvi. Øll vita, at smáir stovn- ar, ið hava nógvar kvinnur í arbeiði: barna- garðar, røktar-/umlætt- ingarheim og smá, pri- vat arbeiðspláss, fáa stórar fíggjarligar trup- ulleikar tá ið kvinnurnar gerast við barn. Ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at kvinnur í burðaraldri eru í stórum vanda fyri at verða skumpaðar út av ar- beiðsmarknaðinum. Kanska serliga í hesum ringu tíðum. Fyri at beina burtur henda mismun vegna kyn, vilja vit seta á stovn ein samhaldsfastan bamsburdargrunn. Hes- in skal virka å sama hått sum arbeidsmarknadar- eftirlønargrunnurin, at øll gjalda í grunnin og tey, ið hava tað fyri neyðini, fáa úr grunnin- um. Soleiðis vil javnaðar- flokkurin í verki gera tað møguligt hjá kvinnum, ið ynskja tað, at vera á arbeiðsmarknaðinum uttan at mismunur verð- ur gjørdur ímóti teim- um vegna teirra kyn. Eyðgunn Samuelsen, valevni javnadarfl. i Norðoyggjum Ungdómur, arbeidsloysi og kriminalitetur Hverja viku lesa vit í blød- unum um bilsor, innbrot, harðskap, hashroyking og fyllskap. Tey allarflestu lesa hetta av forvitni, heldur enn á- huga. Síðani tveita tey blað- ið frå sær, rista á høvdinum og siga: >Nei, ungdómurin nú á døgum«. So bíða tey við spenningi eftir næsta blaði, kanska kunnu tey fáa meira at vita. Tey allarfægstu seta sær spurningin, hví er hetta so? Og kann nakað gerast við hetta? Er ungdómurin ikki bara úrslitið av uppalingini og ávirkanini av tí samfe- lagi, ið tey eru uppvaksin í? Eiga tey flestu ikki sín part av ábyrgdini av hesum, men antin tora ella vilja ikki við- urkenna tað? Ivaleyst er tað so og í hvussu er ruggar alt ikki rætt, tá ið bilsor, harð- skapur og annað blívur dag- ligur kostur hjá stórum parti av ungdóminum eftir lokna fólkaskúlagongd og hjá summum enntá áðrenn. Man hetta ikki vera so, tí at tað er ein partur av ung- dóminum, sum verður gloymdur? Tann parturin, sum ikki hevur áhuga fyri at íðka ítrótt ella at ganga á meti? Hvørji tilboð hevur td. Klaksvíkin at bjóða teimum? Dans einaferð um vikuna, tað er alt. Tí mugu tey sjálvi syrgja fyri at hugna sær. Og hvat er betri og meira spennandi enn tað forbodna og vandamikla, tá ein er ungur? Onki, tað vita øll, sum minnast ta tíðina, tey vóru ung. Tí Vil eg halda, at samfe- lagið/vit all hava skyldu til at gera tað, sum gerast kann fyri at forða hesum. Øll vita vit, at ungdómurin er fram- tíð okkara. Og serliga nú ar- beiðsloysið er vorðið so stórt er brúk fyri stuðuli til ungdómin. Tørvurin á frí- tíðartilboðum til ung hevur ongantíð verri stórri enn nú, tí nógv ung ganga jú fyri onki dag út og dag inn, og tá kann tað skjótt blíva keði- ligt, sjálvt at hyggja eftir fylgisveinasjónvarpi. Tí átti eitt frítíðarhús at verið fyri ung her í Norð- oyggjum. Har kundi so eitt fólk verið sett at skipa fyri ymsum tiltøkum, innan- dura um veturin og uttan- dura um summarið. Hvussu skal eitt tílíkt tiltak fíggjast, munnu tey flestu spyrja nú. Hugsa vit okkum, at tey flestu ungu í ådurnevnda gloymda bólki sýna tiltak- inum áhuga og byrja at lut- taka, so skuldi møguleiki verið fyri at bilkoyring á náttartíð, harðskapur og annað fór at minka. Hesi fyribrigdi kosta samfelag- num nógvar pengar hvort ár. Høvdu slík tiltøk kring landið bara fingið ein brøk- part av hesum kostnaði yvir fíggjarlógina, so hevði tað verið ein samfelagslig spar- ing. Eisini kundi tað hugs- ast, at Tryggingarsamband- ið er áhuga í at minka um útgjaldið til bilskadar. Uttan iva eigur ungdómurin stór- an part av árliga útgjaldi teirra. Siga vit so, at bil- skaðarnir minkaðu meir enn tryggingarsambandið læt til tílík ungdómstiltók, so hevði eisini ein lítil fíggjar- ligur vinningur verið har. Sjálvt um tú sjálvandi ong- antíð við vissu hevði kunn- að sagt, at minkingarnar bert stavaðu frá fjøbroyttari tilboðum til ungdómin. Annars hevði alt samfe- lagið sjálvandi eisini vunnið við at ungdómurin fór undir eitt sindur sunnari virksemi av og á. Fyri tað hevur ongin sagt, at tey skulu gevast at fara í býin og í dans, minni enn so. Tað er sjálvandi altíð upp til ein sjálvan. Ongin sigur heldur, at alt hevði blivid gott av hesum + .——— Pi titøkum, men tað hevði avgjørt betrað munandi um viðurskiftini hjá einum ikki so heilt lítlum parti av ti føroyska ungdóminum í dag. Heini Olsen, valevni javnaðarfloksins í Norðoyggjum Sambandsflokkurin: Onga aðra loysn enn nýval Góðu veljarar! Eftir stýrisskipanarlógini skal løgtingsval verða 4. hvørt år, men nú sær út sum tað verður meira og meira vanligt at hava val í ótíð. (Aftur hesaferð var ein av teimum smáu flokkunum orsøkin til hetta løgtings- valið í ótíð). Tað er eftir mínum tykki undir alt lágmark, at polit- iskir flokkar onga aðra loysn hava uppá landsins trupulleikar enn nýval. Tað er tó sambandsflokk- urin, sum ber prísin, teir hava havt 3 uppskot um ný- val í hesum løgtingsskeid- num. Tað er fyri so vítt ein- asta uppskot, sambands- flokkurin er komin við. Teir bjóða seg fram sum einasta bjarging fyri Føroya land, men sannlekin er tann, at fremsta áhugamál sam- bandsfloksins er at fáa Før- oyar inn í ES. (Hetta dylja teir fyri Føroya fólki). Tað er ábyrgdarloysi at koma við uppskoti um nýval í 6- tíð. Vit mugu fara aftur til at hava val 4. hvort år og síggja burtur frå óálítandi veljarakanningum, ti løg- tingið má fáa frið at sita val- skeiðið út. Tingfólk í and- stóðu ella í samgongu mugu brúka fólksins dóm val- dagin 4. hvert ár í framtíð- ini. Tað hjálpir ikki at gera sum sambandsflokkurin, at spæla fornermaður, tí sein- asta val var so vánaligt. Føroya fólk, hugsið tykk- um væl um, tí tað er givið, at fær sambandsflokkurin makt sum hann hevur akt, so enda Føroyar í ES, og tå verdur hjå okkum føroying- um sum hjå kellingini å sinni: hitin verdur stokkut- ur. Føroya fólk, góðu norð- oyingar, veljið ein sterkan javnaðarflokk á ting 7. juli. Jógvan Páll Poulsen, valevni javnaðarfloksins í Norðuroyggjum á Få Á FÅ Frå Vågs Byråd Í tíðarskeiðnum 1. juli til 30. juli 1994 er svimjihylurin opin hesar tidir Månadag frå kl. 19.00-21.00 Mikudag — frå kl. 19.00-21.00 Leygardag frå kl. 15.00—18.00 VÅGS BYRÅD Mentunnarnevndin FLYTA??? tiår NOREGI/DANMØRK Ring til: DANNY TRANSPORT Tlf. 19192 - 89192 - 84100 Vit hava eisini flytikassar!