mikudagur 29. juni 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 121 — 29. JUNI 1994
Eitt svenskt stórverk er útkomið í føroyskum
Moralskt morð
Vakur og reinur erotikkur uttanfyri hjúnarlagið, harðskapur og neyð-
tóka innanfyri hjúnarlagið. Átrúnaður sum grundgeving fyri kúging,
og manndráp sum ein moralskt røtt gerð.
Hetta eru nókur avgerandi tema — og dilemma — í skaldsøguni »Glas
læknis, sum Kirsten Brix hevur umsett, og sum kom út á forlagnum
Náttsólin fríggjadagin
Kirsten Brix er donsk, men
hon hevur búð so leingi í
Føroyum, at hon er líka
stinn í føroyskum sum í
donskum.
Hetta hevur gjørt, at hon
ofta verður biðin um at
umseta lógartekstir 0.2. úr
ødrum málinum til hitt.
Men hon hevur eisini
umsett skaldskap - hennara
størsta arbeiði í hesum
sambandi var at flyta skald-
søguna >Blíð er summar-
nátt á Føroyalandi« yvir í
danskt.
Ur svenskum
til føroyskt
Men friggjadagin kom eitt
stórverk í føroysku bók-
handlaranar, sum Kirsten
hevur umsett - hesaferð úr
svenskum til føroyskt.
Tad er kendasta skald-
søgan hjå svenska høvun-
dinum Hjalmar Søderberg,
Glas lækni.
Hetta man vera fyrstu
ferð, at eitt so stórt verk er
umsett til føroyskt av ein-
um, sum ikki hevur før-
oyskt sum fyrsta mål.
Meistaraverk
Kirsten fekk hugskotið at
fara undir týðingina, tá
maðurin, Hanus, fór í holt
við at gera eina bók um
høvundin, Halmar Søder-
berg.
Orsøkin til at hon valdi at
týða nettupp Glas lækna,
var, at henda skaldsøga er
meitt satt meistaraverk<,
sum hon tekur til.
- Søderberg hevur fingið
alt at hanga so væl saman,
sigur hon. Persónslýsingar
og hendingar eru so væl
samanflættað, at bókin
kennist heil og fullskapað.
Modernað bók
Í bókini verður sexualitetur
lýstur á ein hátt, sum var
sera 6vanligur á Søderberg-
sa døgum.
Hon snýr seg m.a. um eini
prestahjún, har presturin
kúgar og enntá neydtekur
konu sína.
Sum ein kontrast til hetta,
verður erotikkur uttanfyri
hjúnarlagið lýstur sum
reinur og vakur.
- Bókin er ti rættiliga
modernað, heldur Kirsten
Brix. Tey fyribrigdi, hon
tekur fram, eru næstan bert
lýst í heilt nýggjum bók-
mentum.
Moralskt dilemma
Men Søderberg fer longur
enn so.
Endin verdur nevniliga at
hevuðspersónurin, Glas
lækni, drepur prestin - og
lesarin fær ta fatan, at hetta
er ein moralskt røtt gerð.
- Hetta skal sjálvandi
skiljast súmbolskt - prest-
urin umbodar tað ónda, tað
totalitera. Tað er hetta, sum
tað er moralskt rætt at
drepa, sigur Kirsten.
Føroyskt er
eitt litið mål
Spurd hvussu sjálvt arbeiði
hevur gingist, sigur hon, at
tað ofta kann vera trupult at
umseta til føroyskt.
- Føroyskt er eitt lítið mál
- ikki bara soleiðis at skilja
at fá tosa tað, men eisini í
orðum. Tað eru nógv færri
orð á føroyskum, enn tað
eru á svenskum. Tí hevur
tað ofta verið trupult at
fingið allar nuansurnar við.
Hon sigur tað ikki minst
hava verið tær erotisku
lýsingarnar, sum nógv
arbeiði hevur staðist av at
fingið neyvar.
- Og tað ger tað ikki
lættari, at vit onga syno-
nym-orðabók hava, leggur
hon afturat.
Men eina góða hjálp
hevur hon havt, nevniliga
tað nýggju ensk-føroysku
orðabókina.
- Eg havi ofta fyrst umsett
úr svenskum til enskt fyri at
kunna nýta hesa orðabók-
ina, sigur hon.
um lvskvaltet
Kirsten Brix hevur brúkt
fimm mánaðir um at umseta
bókina - harav hevur hon
tikið frá sínum dagliga
arbeiði í ein mánað við
ongari løn.
Hvat er tað sum ger, at ein
sjálvboðin fer í holt við og
nýtir nógva tíð til tílíkt
arbeiði - uttan at fáa nakað
fyri tað?
- At arbeiða við máli og
bókmentum, tað er fyri meg
ein spurningur um lívs-
kvalitet, svarar Kirsten.
- Tað er so ymiskt hvat
gevur fólki innihald og virði
í lívinum. Fyri meg er tað
bókmentir. Eg lesi altíð tá
ein løta er. Og vid at arbeiða
leingi og gjølliga við eini
bók, lærir tú nógv - bæði um
hugsanir høvundsins og um
mål.
- Hetta haldi eg vera
spennandi. Eg vildi sjål-
vandi ynskt at meiri studul
fekst, men so leingi tad ikki
beinleiðis | kostar mær
nakað, haldi eg tað vera vert
at fáast við.
ss
Tíðindablaðið GX
Hjalmar Søderberg
Tann norður-
lendski Orwell
Hann var
tortrúgvin
skeptiskur, hann ávaraði móti
bæði nasismu og stalinismu -
og hann var góður við menni-
skjunt
2. juli verða liðin 125 år
síðani svenski høvundurin
Hjalmar Søderberg varð
føddur.
Hetta er tann beinleidis
orsøkin til, at Nordurlanda-
húsið fyrsta dagin fer at
geva út bókina, sum Hanus
Andreassen hevur skrivað
um hendan høvund.
Skeptiskur
og tortrúgvin
Orsøkin til at Hanus hevur
tíkið uppgávuna á seg, er, at
hann altíð hevur verið hug-
tíkin av hesum høvundi.
- Eg las hann fyrstu ferð í
1959, og líka síðani hevur
hann verið millum teir
høvundar, eg havi hildið
mest av, sigur hann.
Hanus greiðir frá, at
Søderberg var ein óvanliga
greiður og klárt hugsandi
maður.
- Hann læt seg aldri
fangað av nakrari fastari
trúgv uppá, hvussu vit
skapa paradís á jørð. Í
triatiårunum, tå valið hjá
mongum høvundum stóð
imillum nasismu og stali-
nismu, dugdi Søderberg at
síggja tað vandamikla í
báðum - og hann ávaraði
móti báðum.
- Tað er ikki altíð, at ein
høvundur er klárskygdur,
fyri tað um hann er ein
góður høvundur. Søder-
berg var bæði. Tað er
kanska mest tað, sum ger
hann so hugtakandi. Vit
kunnu síga, at hann var ein
norðurlendskur Orwell.
Fimm partar
Hanus Andreassen fer víða
um í síni bók um Søder
berg.
Hann greiðir frá um tað
mentunarliga umhvørvid,
Søderberg vaks upp í, um
hansara verk, um tey
serligu eydkennini, um
Søderberg-tydingar å før-
oyskum, hann samanber
Søderberg við James Joyce,
og hann hevur ein >persón-
ligan epilog<, við egnum
metingum.
Harafturat er ein kapittul
um bókina Glas lækni.
Henda kapittul prenta vit í
dag.
Vónandi fær tað virði
At føroyingar skriva bøkur
um útlendskar høvundar, er
ikki vanligt.
Men Hanus hevur hildið
tað verið spennandi at
arbeitt við hesum.
- Vit plaga mest at fáast
við okkara egnu. Upp á tann
mátan er hetta nakað nýtt,
og sjálvur haldi eg, at tað
hevur verið spennandi.
- Nú vóni eg bara, at tað
eisini fær virði fyri onnur.
$-S-
Var MVG
lagt å, kom
eingin bók
Hanus og Kirsten fegnast um, at
bókur sluppu
undan MVG-
gjaldinum. Men tey sakna kortini
ein meiri miðvísan mentanarpoli-
tikk. Og tey sakna fjølmiðlar, sum
geva okkara mentanarlívi gætur
Tá MVG varð sett í gildi í
Føroyum, eydnaðist í síðstu
sleppa bókum undan.
Men tað stóð nógv á.
ltu fólki sum fåast við Jógvan Sundstein - sjálvur
>
føroyska bókaútgávu at