Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 121 — 29. JUNI 1994 Sida5 Nyggja kvotuskipanin haltar: Freistar okkum at tveita tosk útaftur --Tá øll á landi hava fingið sítt fær skip og manning bert 1,55 kr. fyri kiloið av toski, sum er veiddur útum kvotuna. Ein verður næstan freistaður at tveita hann í havið aftur, tí upsi gevur meir enn tvífalt, sigur Leivur Eidesgaard, skipari á Sjóvartún Fríggjadagin 10 juni land- aði snellubáturin Sjóvartún úr Oyndarfirði á Kósini í Klaksvík. Teir fimm menn- inir umborð høvdu verið úti í átta dagar og teir landaðu 54.000 pund, tað er uppí bátin. So at siga øll veiðan var upsi, men eitt lítið sindur av toski høvdu teir eisini. Teir landaðu 300 kilo, ella 600 pund av toski. Teir landaðu 252 kilo av toski A. fyri 8.00 kiloið og 48 kilo av 2A fyri 6.50 kiloið.. Toskurin gav tilsamans 2328 krónur. Men tá avtornaði, og tað almenna var farið við sínum parti, fekk skip og manning bert 1,55 fyri kiloið av hes- um góða toski. Elvir til lógarbrot Løgtingid samtykti í vár eitt broytingaruppskot frå einum meiriluta f fiski- vinnunevndini til lógina um vinnuligan fiskiskap. Har stendur, at toskur útum kvotuna kundu avreiðast fyri = upsaprís minus fimmprosent. Tað vil siga at skip og manning fingu upsaprís fyri toskin. Mun- urin millum upsaprís og toskaprís skuldi býtast PL soleiðis: 1/3 til grunnin fyri óarbeiðsfgrar fiskimenn og 2/4 til ein eftirlønargrunn fyri fiskimenn yvir 60 år. Hetta vístu millum annað Hendrik Old og Heine O. Heinesen á herfyri, tá landsstýrið kom við eini fíggjarmálaráðharrin - var nógv ímóti. Hann vísti á, at bøkur jú ikki kunnu etast. Ogein ungur vágamaður í sama flokki helt seg vera sera hittinorðaðan tá hann ávaraði ímóti, at »føroying- urin skuldi doyggja við bókablað í munni«. Men bøkur blivu undan- tiknar - hóast tær ikki kunnu etast. Eingin bók hevði komið Hanus Andreassen og Kir- sten Brix hava sítt egna forlag - forlagið Náttsólin. Glas lækni er triða bókin, sum kemur út á hesum forlag. Hvussu hevði sæð út hjá teimum, um MVG var á bókum? - Tað hevði eingin bók komið! siga tey. - Sum nú er, melur tað akkurát runt. Vit fáa einki í egnan lumma. Tað ber ikki til at skarva av nakrastaðni. Varð MVG lagt á, hevði tað ikki borið til. Ríkt mentanarlív At bøkur blivu fritiknar fyri MVG, kann kanska kallast mentanarpolitikkur. Men annars halda tey, at ov lítið verður gjørt á hesum øki. - Tað eru summi sum halda, at tå tíðimar eru ringar, fer mentanarlívið at blóma av sær sjálvum. Tað er ikki beint. Mentanar- lívinum tørvar pening sum alt annað, sigur Kirsten Brix. Hon vísir til tann alment stuðlaða Leikpall Føroya, sum sidani hann kom hevur stimbraðog ment føroyskan sjónleik í stóran mun. - Tað hevði verið ynski- ligt, um ein meiri miðvísur mentanarpolitikkur = varð førdur á øllum økjum - ikki minst í hesum tíðum. Tí pengarnir sum fara til mentanina - tað eru pengar sum muna. Rikt mentanarliv Tey halda bædi, at mentan- arlívið i Føroyum hevur serarikt farnu 10 årini - ikki minst innan ténleik og sjónleik. - Men tað er kortini eitt, sum er spell í hesum sam- bandi, heldur Hanus. - Tað er, at mentanarlívið ikki verður endurspeglað í fjølmidlunum. Vit hava eitt ótal av bløðum, men tað er bara viðhvgrt at mentanar- lívið verður tikid fram. Hann heldur, at betri hevði verið at havt eitt ella tvey blød, í staðin fyri øll tey vit hava nú. - Høvdu vit savnað kreft- irnar haldi eg, at orka eisini hevði verið til at vidgjørt mentanarlívið. Tað er ein stórur saknur sum er. kunngerð, sum sýnir hvussu landsstýrið túlkar lóginaum vinnuligan fiskikskap og hvussu landsstýrið býtir tosk uttan kvotu — Tað er greitt, at lands- stýrið fylgir ikki hesum broytingaruppskotið, sum tingið hevur samtykt. Hetta er tvørligt hjá vinnuni og kann elva til lógarbrot. Eg havi gjørt vart við hetta í kvotunevndini, sigur Jákup Sólstein, formaður í Reið- arafelagnum. —Teir hava gjørt ein kunn- gerð sum sigur í grein seks. "Fiskiveiðueftirlitið = skal innheinta virði av veiðu veidd útum ásettu kvotu, hvørs virði verður at býta soleiðis: 1/5 til fiskifar og manning, 1/5 til grunnin fyri óarbeiðsfgrar fiski- menn, 1/5 úl Fiskiveiðu- eftirlitið og 2/5 til Arbeiðs- loysistryggingina. Loysir seg næstan ikki Sjóvartún er ein 40 tons- ari og toskakvotan hjá bát- um millum 20-100 tons er uppfiskað. — Av teimum 2328 krón- unum vit fingu fyri toskin, vórðu beinan vegin 4/5, ella á frá virkinum, 1862 krónur, trektar frá ílógustuðlinum fyri mei mánað. Lønjavningargrun- nurin var so skjótur at trekka peningin, at vit høvdu ikki fingið peningin vit seldu fiskin til, sigur Leivur Eidesgaard. — Vit seldu tosk fyri 2328 krónum. Tá 6arbeisførir fiskimenn, fiskiveidueftir- litið og arbeiðsloysistrygg- ingin høvdu fingið sítt ! vórðu 465 krónur eftir til í skip og manning. Veruligi } prísurin hjá okkum var 1,55 fyri toskin, sigur Leivur Eidesgaard. — Einasti fyrimunur hjá fiskimanninum við hesi kunngerð er, at neyðugt er ikki at rýma undan toski, Men landsins myndug- leikar seta fiskimannin "uppá préva". Hendan kunngerð næstan lokkar fiskimannin at tveita tosk útaftur. Tað er freistandi at geva pláss í lastini fyri gráum upsa til 3,20 kr. fyri kiloið, heldur enn blankan stóran feitan tosk, sum vit umborð, tá avtornar, ikki fáa meir enn 1,55 fyri kilo- ið, sigur Leivur Eidesgaard. --Hjá fiskimanninum verður toskurin ongantíð meir enn ein toskur. Skal tað næstan kosta pening at veiða hann, so fer hann heldur í havið aftur, sigur Leivur Eidesgaard. Heldur tosk fyri upsaprís — Hevði landsstýrið fylgt upprunaliga uppskotinum um at geva skipi og mann- ing upsapris fyri toskin, so hevði roknistykkið sæð heilt ørvisi út og munandi meirarímuligt fyri vinnuna. sigur Jákup Sólstein, for- maður í reiðarafelagnum. Tíðindir vilja vera við, at trolarar selja tosk heilt bíliga og fáa síðan eitt sind- Leivur Eidesgaard, skip- ari. Myndirnar eru tiknar tá Sjóvartún landaði í Klaksvík 10. juni..Hann sigur at landsstýrið freist- ar fiskimannin við kunn- gerðini um tosk uttan kvotu Myndir:Kalmar ur hægri prís fyri upsan frá virkinum, fyri at viga uppí- móti. Hesin toskur kemur ikki í almennu hagtølini. Sosialurin hevur ikki fingið váttað hesi tíðindir. Byrjunnar- trupuleikar Thomas Arabo, lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum viðgongur at byrj- unnartrupuleikar eru við kvotuskipanini. — Lógin um vinnuligan fiskiskap er góð og vit fáa møguleika til at gera åbøtur á hvussu lógin skal haldast. Lógin verður endurskoðað á Olavsøku. — Eitt eri eg púra vísur í, tann toskur sum í dag verður veiddur útum kvoturna, verður mótroknaður í heyst, soleiðis at toskakvotan tá verður minni, sigur Thomas Arabo. — Annars trúgvi eg ikki, at tað verða so stórir trupul leikar tá kvotan verður býtt av nýggjum nú í næstum. Eg trúgvi at bátarnir heldur fara at velja hava eginkvotu heldur enn felagskvotu, tá kunnu teir stýra fiskiskapin- um nógv betri, sigur Thomas Arabo. jústinus