Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 121 — 29. JUNI 1994 Síða 6 Dagbókin sum bókmentaslag — tann yrkta dagbókin — er rættiliga nýggj í békmentasøguni. Millum tey fyrstu dømini, vit kenna, er ein stutt satira eftir enska høvundin Joseph Addison, prentað í „The Spectator“ í 1712. Seinni vant henda bókmentagreinin upp á seg, og í fyrru helvt av 19. eld blómaði hon rættiliga. Eitt gitið dómi er Brudstykker af en Landsbydegns Dagbog, frá 1824 eftir Steen Steensen Blicher. Tann yrkta dagbókin er skyld vid brævaskaldsøguna, sum eisini gjørdist vanlig í 18. eld, eitt dómi er Die Leiden des jungen Werthers eftir Goethe. Dømir um dagbókaskaldskap úr seinnu helvt av 19. eld eru Le Horla eftir Guy de Maupassant og Julies Dagbog eftir Peter Nansen. Eitt skaldaverk kann lættliga vera ein dagbókasega, sjålvt um tað ikki hevur dagfestingar, eitt áhugavert dómi — úr okkara egna fábroytta bókmentaheimi — er stuttsøgan „Eyðun“, frå 1907, eftir Regin í Líð. Tann yrkta dagbókin kann lýsast sum eitt slag av herming eftir tí veruligu dag- bókini. Tann hegnigi høvundurin kann við hesum bók- mentasniði geva sínum verki ein veruleikadám, sum hann annars kanska illa hevði kunnað skapt. Tað var hetta sniðið, Hjalmar Søderberg valdi at brúka, tá ið hann skrivaði sína triðju skaldsøgu Doktor Glas — “Glas lækna“ — frá 1905. Hann hevði leingi arbeitt við hugskotinum um at skriva eina bók, sum bæði var ein tankabók og eitt fullfloygt skaldaverk, t.e sum sjóðaði saman eina skaldskaparliga gongd, við livandi persónum, og eina skipan av tonkum um eitt nú átrúnaðarligar, kynsligar ella samfelagsligar spurningar Og hesuferð, skrivar hann, „lyckades det“. Høvudsper- sónur í bókini er tann inntonkti, eitt sindur heimsfjari stockholmslæknin Tyko Gabriel Glas. Bókin er ein 1% — frå 12. dagbók, hann skrivar eitt summar í Stockholm juni til 7. oktober. Í dagbókini fáa vit at vita um ungdómin og manndómin hjá læknanum, um tankar hansara, um dreymar og vónbrot hansara, um hansara skaldskaparliga og heimspekiliga jørdildi, um ávísar moralskar mótsetningar í yrki hansara, um vinmenn hansara. Men fram úr dagbókini veksur fyrst og fremst ein fúkandi dramatisk sega, sum fevnir um tríggjar persónar — prestin Gregorius, konu hansara Helgu og tann unga, vakra uppstrembingin Klas Recke — og sum grípur djúpt niður í stødid undir tí patriarkalska sam- felagnum. Longu fyrst í skaldsøguni fær lesarin at vita, at læknin Glas hevur eitt serligt stykni til eitt av sínum viðskifta- fólkum, prestin Gregorius, sum hann hevur kent frá ungum árum. Henda andstygdin — sum ikki tykist at hava nakra skilbundna grund — forðar ikki læknanum í at hava líka so stóra læknaliga umsorgan fyri Gregoriusi presti sum fyri hinum viðskiftafólkum sínum. Sum lækni tykist Glas at vera í allar mátar eitt fyridømi. Hann ger sítt arbeiði til lítar, sjúklingarnir hava álit á honum, og hann heldur seg strangliga til sítt læknalyfti, eitt nú tá ið konur, sum av misgáum eru blivnar upp á vegin, bøna hann um hjálp. Men so hendir tað, at prestakonan Helga Gregorius fer at leita læknan upp. Henni bagir einki, hon kemur til hansara í grindum, sum nú á døgum fáa fólk at venda sær til vikublaðsbrævkassar. Lesarin fær nú — gjøgnum læknans dagbókaviðmerkingar — innlit í hjúnarlagið hjá Gregoriusi og konuni. Helga er blivin gift við prestinum, lutvís av gáloysni, lutvís orsakað av einum gvugtum logikki, sum kristindómurin hevur fest í hennara óbúnu sál: att Guds vilja alltid var det, som allra mest bjød vár egen vilja emot. Hjúnarlagið er ein stór misskiljing. Helga er ikki góð við mann sín, og hon beinleiðis vamlast við hann kynsliga. Tá ið hon ber seg undan samlegu, brúkar Gregorius Gud sum skotbjálva fyri at stilla sína girnd. Og tá ið tað ikki hjálpir, tekur hann hana við voldum. Tað er hesin sorgarleikur, sum verður lagdur fyri Glas lækna — og sum skapar hansara dilemma. Hann kundi sjálvsagt sýtt fyri at lurtað eftir prestakonuni. Men av grundum, sum lutvís hava samband við hansara áskoðanir um moralin og kynslívið, og sum lutvís spretta úr hansara serliga kenslulívi, rínur hennara bøn um hjálp við hann. Hann roynir fyrst — til fánýtis — at hjálpa henni við ymiskum snildum. Hjúnaskilnaður er heilt óhugsandi. Tann trupla stødan verður uppaftur spískari av, at Helga hevur ein elskara, sum hon droymir um at fáa eina framtíð saman við, og at tann einasta forðingin fyri, at hon kann fáa eitt lukkuligt lív, sostatt er: Gregorius prestur. Málið verður ódámligari av, at Gregoriusar kynslív tykist at hava ein perversan farra: hansara gimd verður ramligari av, at hann fatar hana sum synduga. Í huganum á læknanum íbirtist nú eitt stríð millum samfelagsins siðalæru — ta samtyktu etikk- ina — og hansara egnu etisku kenslu. Í tí innara orða- EEØEEEEELELELELLELELLLLPP PPP IPF PIP. a A PPLPPPPP. YE + Tidindabladid (57) skiftinum vid seg sjálvan góðtekur hann tann lógar- festa, samtykta samfelagsmoralin sum eina neyðuga fyritreyt fyri at varðveita eina skipaða siðmenning. Men hansara etiska kensla — sum í hesum serliga máli gongur ein heilt annan veg — vil ikki sleppa honum. Eftir harðan sálarligan tvídrátt letur hann tann seinna máttin — sam- vitskuna, kundi ein sagt — ráða. Hann fremur eitt „etiskt morð“ Hetta er í stuttum gongdin í skaldsøguni. Men bókin snýr seg um annað enn hetta og hevur dygdir, sum røkka langt út um hennara dramatiska bygnað. Her verður fyrst og fremst hugsað um formin. Glas lækni er — hvat skrivingarlag og sniði viðvíkir — meistaraverkið hjá Hjalmar Søderberg. Tað stendur mát við hansara mest fullfíggjaðu søgur — „Pálsen“, „Det blá ankaret“, „Spelarna“. Bókin umboðar eina kynstruga samanseting av tí neyva og tí káma, av klárleika og dreymi, tey hugleiðandi brotini eru evnad til við fynd og formellari elegansu — longsulin, minnini, tann erotiska lognbráin, tær surrealistisku dreymamyndirnar, sum um náttina vella fram, loystar úr tamarhaldinum á tí skynsemishefta høvudspers6ninum, eru bornar fram við ógloymandi prosalyriskum vakurleika og formkynstri. Stundum lýsir høvundurin eina støðu við at venda sær frá henni, eitt nú tá ið Gregorius og Glas lækni hittast fyri síðstu ferð við Vattenbutiken á Jakobs torgi, og lesarin — samstundis sum læknin fremur sína ætlan — fær eina neyva lýsing av vidbrøgdunum hjá stjóranum og leikstjóranum uttar fyri Dramatiska teatern. Tað er kanska ógjørligt at siga hvat tað — djúpast sæð — er, sum ger eitt slíkt verk hugtakandi, men yvir teimum vakrastu brotunum í hesi skaldsøgu er ein blúgvur farri, ein fagurfrødiligur frisson, sum kanska vakrast kemur til sjóndar í tí stutta brotinum, har sagt verður frá tí seinasta møtinum — á Skeppsholmen — millum læknan Glas og Helgu Gregori- us. Glas lækni kom út í december 1905. Bókin var — uppaftur meira enn nakað annað verk hjá Søderberg — ein succés de scandale. Burtursæð frá tveimum um- mælarum, sum — við nøkrum fáum atfinningum og fyrivarnum — fegnaðust um bókina, rendi hon seg í eina skolu fyri og aðra eftir av moralskari fordøming. Tað er ilt at siga, hver fekk harðara toyggið — Glas lækni ella skapari hansara. Ein orsøk til hesa mótteku var sjálvsagt tað, at bókin er eitt slag av kriminalskaldsøgu, men at hon er sermerkt á tann hátt, at drápsmaðurin er lýstur sum ein persónur við andaligum dygdum, og at høv- undurin tykist at taka undir við hansara gerð. Ein onnur orsøk — og ivaleyst tann djúpara — var tað, at bókin setir spurnartekin við mansins treytaleysa rætt til eitt kynslív við konu síni (lesarin eigur at minnast til, at hetta var í 19051), og at hon setir fram eitt ødrvisi samlívshugtak, hvers avleiðingar eru, at summi hjånarløg eru ómoralsk, og mong sambond uttan fyri hjúnarlagið sonn og ekta. Sum heild tykist tað, sum hesir ummælarar hava verið so østir av tí uppreistri ímóti patriarkatinum, sum er ein kjarni í skaldsøguni, at teir ikki hava maktað at tikið óhefta stóðu til bókina sum listarverk. Umframt tað hava teir ikki dugað at lisið bókina sum tað fjøltåttada verk hon er. Men — orðaskiftið um Glas lækna hevur hildið fram til henda dag og er ikki tagnað enn. Nú á døgum er full semja um tað listarliga virðið í bókini, og onkur hevur ALLALESA SKE AA AAA AAA LL