Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rópt hana ta mest fullfíggjaðu skaldsøgu, ið er skrivað á svenskum. Hennara moralska innihald og moralsku avleiðingar tykjast hinvegin at vera ein torgreiddari spurningur. Eitt vanligt sjónarmið nú á døgum millum bókmentagranskarar og -viðmerkjarar er, at Hjalmar Søderberg ikki identifiserar seg sjálvan við høvuds- persónin, men lýsir hann burturfrá — á atfinningarsaman hátt. Eitt dømi um henda lesihátt er at finna í tí eftirmæli, sum Henrik Andersson hevur skrivað til greinasavnið Tidens usle magter, 1992. Her verður ført fram tað sjónarmið, at høvundurin — sum hevði lisið týska heimspekingin Friedrich Nietzsche rættiliga gjølla — í bókini letur Gregorius prest umboða tað, sum Nietzsche rópti træla- ella ressentimentsmoralin. Men, sigur Henrik Andersson, tað er hesin sami moralur, sum elvir Glas lækna til at fremja sína gerð: Hvis man læser romanen med omtanke, vil man opdage, at romanens komposition afslører, at mord- handlingens ubevidste psykologiske motivering lige præcis er det, som morderen vil rydde af vejen: ressentimentmoralen, forstået som værdiforestillinger, der i grunden har nagende frustrationer og infantil forurettethed som deres udspring. Tolkingin hjå Henrik Andersson er åhugaverd. Men einki grundarlag er fyri tí sjónarmiði, at høvundurin vid vilja hevur lýst Glas lækna á henda hátt. Og at dóma eftir tí tilfari, ið er til taks, hevði hann — tvørturim6ti Anderssons áskoðan — samhuga við læknanum og gerð hansara. Í brævi, sum Hjalmar Søderberg skrivaði til vinmannin Bo Bergman í 1909, eftir at bókin var komin út í danskari týðing, sigur hann: „Att det skulle vara nágot pá tok med doktorns førstánd har ingen kommit att tánka pá hár. Det ár ocksá í min tanke inte nágot annat fel med honom án det, att han handlar efter sina ásikter“. Hetta brotið bendir á, at tað ein høvundur heldur seg hava ætlað við einum verki ikki altíð er tað sama sum ein bókmentaviðmerkjari heldur høvundin hava ætlað. Við hesum er ikki sagt, at Andersson ikki kann hava lutvís rætt. Hjalmar Søderberg hevur, sum hann eina- staðni tekur til, gjørt Glas lækna eitt sindur „sterilan“. Við nútíðar málburði kundi ein sagt, at hann hevur ein neurotiskan — men als ikki, sum onkur høvundur hevur viljað verið við, psykopatiskan — farra. Tað er eingin ivi um, at tá hann fremur sína gerð, er hann elvdur, ikki bara av eini gjølla umhugsaðari moralskari niðurstøðu, men líka so nógv av sínum kærleika til Helgu Gregorius, og at hansara kensluliga innibyrging er ein fyritreyt fyri hansara gerð. Kortini skal hansara gerð sambært høvund- REKA III III III IK KKK NK Sl inum fatast sum dømi um eitt gerandisdagsins tyrann- morð. Tann ósemja, sum Glas lækni hevur elvt til og heldur fram at elva til, stendst m. a. av, at íkki allir lesarar eru til reiðar at lesa eitt slíkt verk sum eina lýsing av eini ávísari stóðu millum nakrar ávísar ein- staklingar, men vilja síggja hana sum eina moralska uppskrift ella eitt propagandarit. Svenski høvundurin Lars O. Lundgren hevur í bók síni Liv, jag førstár dig inte, 1987, sera greidliga rakt hesa fløkju upp. Hann skrivar: Sá som Søderberg har gestaltat frágan om det be- ráttigade í det etiska mordet í Doktor Glas tráder de teoretiska aspekterna tillbaka før mera praktiska och nára till hands liggande Overvåganden. Just emedan villkoren ár de som de ár í den aktuella situationen och den enskildes samvete gør sig gállande pá det sátt som sker, sá ter sig mordet beráttigat í Glas“ och Søderbergs øgon. Den valsituation som huvudper- sonen stålls infør blir ur denna synspunkt en variation på den klassiska konflikten mellan samhållets moral och krav och den enskildes Overtygelse och samvete, alltså Antigones problem. Tað verður ofta tikið fram, hvussu klåran stíl Søderberg hevur, og hvussu leikandi lætt og smidliga hann skrivar. Tær heilt ymisku áskoðanirnar hjá øØrumegin Andersson og hinumegin Lundgren (og Søderberg sjálvum) um tann moralska boðskapin í Glas lækna vísa, at so skjótt sum tú fert eitt vet niður um ta kvirru vatnskorpuna, er alt ikki klárt og eyðskilt longur. Grundin er helst tann, at henda bókin er eitt óvanliga fjølstreingjad verk, og at tann lesari, sum ikki lesur hana við hesum fjølstreingi í huga, lættliga kann misfata bókina og gera høvundinum órætt. Eitt grefligt dómi um slíkan mislesnað er tann stutta umrødan í tí tyska Kindlers Lexikon, har upp- gerðin við tann kristna kynsmoralin og kvinnukúganina als ikki er nevnd. Tann, sum lesur hesa grein, kann fáa ein illgruna um, at eisini aðrir bókmentafrgðingar hava havt — og hava — lyndi til at lesa Glas lækna við — alt annað enn óheftum — manseygum. Skaldsøgan Glas lækni er — tykir mær — fyrst og fremst ein uppgerð við patriarkalskan kynsmoral og patriarkalska kvinnukúgan. Ein ektaður samhugi við kvinnuni eyðkennir allan skaldskapin hjá Hjalmar Søderberg, og um b6kmentafrødingar loypa hetta brigdi í Glas lækna um, fer javnvágin í metingum teirra fyri skeyti. Høvudsevnid í skaldsøguni er sjálvur horna- steinurin f okkara samfelag, mansins ognarrættur til kvinnuna, hansara tamarhald á tí rennandi vatninum. Fyri lesaran fær henda ásannan ta avleiðing, at gerðin hjá læknanum — so ítgkilig hon annars er — fær ein Nr SS SSA "Um skaldsoguna Glas lækni eftir Hjalmar Søderberg. Tann 2. juli eru liðin 125 ár, síðani tann gitni svenski rithøvundurin Hjalmar Søderberg varð borin í heim. Í hesum sambandi verður eitt tiltak í Norðurlanda- húsinum komandi leygardag — við fyrilestri, filmsvísing og framsýning. Samstundis koma tvær bøkur út á foroyskum — skaldsøgan Glas Lækni, ið er meistaraverkið hjá Søderberg — og ein bók um lívið og skaldskapin hjá høvundinum. Hesa seinnu bókina hevur Hanus Andreassen skrivað. Glas lækni, sum Kirsten Brix hevur týtt til foroyskt, er nú at fáa í bókhandi- unum. Í hesum sambandi hevur Sosialurin fingið loyvi til at almannakunngera kapitlið „Ein særdur riddari“ úr bókini Hjalmar Søderberg. Kapitlið — sum her er stytt eitt sindur — er ein roynd at viðgera skaldsegunaGlas lækni sum moralskt z og fagurfrødiligt dokument. ODDE allegoriskan farra, og at læknin sjálvur — hóast hann verður lýstur sum eitt menniskja við dygdum og lýtum — fær ein symbolskan dám. Er tað av tilvild at høvudspers6nurin í skaldsøguni hevur navnið hjá einum av høvudseinglunum: Gabriel — „Guds hetja“ — hann sum fær fruktirnar at búnast og útinnir Guds straff? Tað sigur eitt sindur um kynstrið og fjølstreingið í hesi bók, at hon frá byrjan til enda er ftøkilig og gerandislig, men at Glas kortini kann síggjast í tveimum ljósum — sum allegorisk mynd og sum deyðiligt menniskja. Síggja vit hann í tí fyrra ljósinum, ber kanska til at siga, at hann tekur upp stríðið við sjálvt tað mannliga prinsippið, tamarhaldið á heiminum og natúrini, kvørkratakid um frælsi, vakurleika og kærleika. Tað er púra í tráð við eina slíka tolking, at høvundurin brúkti tíggju tey seinastu árini í sínum lívi til stríð ímóti tí meinskasta umboðnum fyri hetta prin- sipp, sum 20. øld hevur kent: Adolfi Hitler. Síggja vit harafturímóti Glas sum eitt menniskja, og bara eitt menniskja, er avleiðingin tann, at hann ikki kann vera eitt vanligt menniskja. Vanlig menniskju berjast ikki móti drekum. Tað er tí ikki av tilvild, at Glas er lýstur sum bæði óvanliga klárskygdur — og samstundis so avbyrgdur menniskjansliga, at hann hevur umstødur til at virka sambært síni kláru fatan av nøkrum grundfyribrigdum í tí vesturlendsku siðmenningini. Tað innisæla og avbyrgda í hansara lyndi er helst ein fyritreyt fyri, at hann kann fremja sína gerð. Hevdi hann livað eitt meira opið lív og leskað sín skugga við størri gåvumildi, var gerðin helst óhugsandi. Høvundurin hevur brúk fyri, at Glas skal hava steril eyðkennir. annars gongur snildin ella ráðagerðin í skaldsøguni ikki upp. Og við tað at hann stendur yvir av einum mátti, hvers veldi er yvirmenniskjansligt og fevnir um aldatal, er tað heilt natúrligt, at hansara egni menniskja- skapur í hesi hólmgongu kemur í vanda. Hann er hetjan, sum fær drekans eitur upp á seg. Høvundurin lýsir hann sum skynsaman logikara og ger samstundis vart við vandan við treytaleysum konsekvensi og treytaleysum áliti á tankan. „“Du skall icke frága!“ Icke heller gá till botten med tingen: dá gár du sjálv till botten“, sigur Glas. Og ein hugsar um orðini hjá Nietzsche: Tann, sum stríðist móti ódjórum, má síggja til, at hann ikki á tann hátt verður til ódjór. Og hyggur tú leingi í eina avgrund, hyggur avgrundin eisini inn í teg. Hanus Andreassen NSSS SISS ILLS SSL SOROOLOO00 L LS OR OR