mikudagur 29. juni 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SK)
Jóhanna Joensen á Skælingi
lesur øll blødini í hesum
døgum. Hon lesur eisini alt
tað, sum politikarar í hinum
flokkunum framføra.
Sjálv gongur hon eldhug-
að inn fyri Javnaðarflokki-
num, og tað hevur hon gjørt,
so leingi hon minnist.
Hon heldur, at politikar-
arnir í teimum ymsu flokku-
num tosa um mangt og hvat,
men einki um, hvat teir ætla
at gera. Nógv er bert tómt
tos, sigur Jóhanna Joensen
og leggur aftrat: - Allir tosa
um at fáa fólk í arbeiði aftur,
men tað undrar meg, at teir
ongantíð siga, hvussu tað
kann gerast.
- Pápi mín, Jóhannes á
Kjallnesi í Kollafirði, var
javnaðarmaður frá byrjani-
ni í tveytiárunum, og tí vóru
barnadagar mínir eisini
merktir av hesum.
Valfundir í
Norðurstreymi
- Eg minnist serliga tá
valfundirnir vóru í Norður-
streymi. Pápi plagdi at
standa fyri ferðingini mill-
um bygdimar, og valevnini
úr gllum flokkum komu tí
inn á gólvið hjá okkum, áðr-
enn avstaðferðina.
- Tákundu teir verða blíð-
ir og skemtiligir, hvør við
annan, og eg helt tað verða
Jóhanna Joensen á Skælingi um løgmann:
Hon hevur hildið
saman um Tinganes
— Tað er Maritu Petersen, løgmanni, fyri at takka, at tað
hevur gingið so frægt, sum tað hevur, sigur Jóhanna
Joensen
ógvuliga stuttligt hesar dag-
ar.
- Tað, sum eg ongantíð
skilti, var, at valevnini við
eitt skiftu ham, tá val-
fundurin byrjaði. Teir vóru
harðmæltir og fóru so illa
við hvørum ødrum, at tú
ógvaðist við.
- Tá teir so á heimleiðini
aftur komu inn á gólvið,
ella politikarnir prátaðu aft-
aná valfundin, so vóru teir
aftur í góðum lag og skemt-
aðu sínamillum.
- Tað skilti eg ongantíð
sum barn, hvussu tað kundi
bera til. Seinni havi eg so
skilt, at soleiðis er politikk-
ur, sigur Jóhanna Joensen.
Hon heldur ikki, at tað
verður lætt hjá Javnaðar-
flokkinum, sum hevur stað-
ið á odda seinastu árini.
Marita góður leiðari
- Eg eri kortini ikki bangin
fyri flokkinum. Vit hava
havt ein góðan leiðara í
Maritu Petersen, og tað er
henni fyri at takka, at tað
hevur gingið so frægt, sum
tað hevur. Hon hevur hildið
saman um Tinganes.
- Tað var einki minni enn
eitt bragd, at vit fingu Ar-
beiðsloysisskipanina í hes-
um valskeiðnum. Hevdi
ALS verið komið í áttatiár-
unum, so høvdu fólk ikki
staðið og rópt úti í Tinga-
nesi í dag.
- Tað er bert soleiðis, at í
teimum góðu árunum mólu
fíggjarligu hjólini skeiva
vegin, Øll kundu sagt sær
sjálvum, at alt fór at steðga
upp, men hvussu hjólini
skulu fáast at mala rætta
vegin aftur, hevur eingin
boð uppá.
- Tieigur minsta kravið til
politikarar í dag verða, at
teir eru ærligir og ikki lova
fólki meir, enn teir kunnu
halda.
- Hvat er størsti munur á
valfundum í dag, saman-
borið við gamlar dagar?
- Í dag fáa vit nógv meir at
vita, um hvat hvgr einstakur
Nr. 121 — 29. JUNI 1994
flokkur vil bjóða veljarar-
num. Nú hava fjølmiðlarnir
yvirtikið valfundimir, og
tað hevur m.a. ført við sær,
at vanlig fólk ikki sleppa
framat longur.
Jéhanna Joensen: - Tad
hevur ikki verið lætt hjá
Javnaðarflokkinum, sum
hevur staðið á odda
seinastu árini. Eg eri
kortini ikki bangin fyri
flokkinum, tí vt hava ein
góðan leiðara í Maritu
Petersen. Tað er henni
fyri at takka, at tað hevur
gingið so frægt, sum tað
hevur
Orð: Dagny
Mynd: Kalmar
- Fundirnir eru væl skip-
aðir, hvert valevni fær
tillutað eina tíð, og so fáa
journalistarnir høvi at seta
spurningar.
- Hóasteg meti journalist-
arnar sum talirgr fyri mein-
iga mannin, so er tað kortini
ikki tað sama. Veljarafund-
irnir í gomlum døgum vóru
avgjørt stuttligari, heldur
Jóhanna Joensen.
Bar Sosialin í hvert hús
Hon minnist eisini, at hon
sum halvvaksin genta varð
send út við Sosialinum í
hvert hús undan valinum
- Sosialurin var ikki eins
vælkomin allastaðni. Tey
kallaðu blaðið fyri "posa-
maturin hjá P.M.Dam".
- Har eg visti, at Sosial-
urin ikki var vælkomir,
blakaði eg hann inn í for-
stovuna, og so skundaði eg
mær avstað aftur.
- Seinni havi eg hitt gom-
ul fólk, sum ikki vóru so blíð
tá eg kom við Sosialinum,
men í dag eru tey ikki ill
longur. Tey vita, at tað er
Javnaðarflokkinum fyri at
takka, at tey gomlu eru
tryggjað á ellisdøgum.
Javnadarflokkurin
og sosiallóggávan
- Seinastu årini hevur lands-
styrid og serliga Javnadar-
flokkurin fingið ábreiðslur
fyri, at sosiallóggávan ikki
hevur verið nóg góð. Tað er
skeivt, tí tað er bert Javn-
aðarflokkurin, sum hevur
ført veruligan sosialpolitik.
- Harnæster sosiallóggáv-
an í lagi, men trupulleikin
er, at umsitingin hevur havt
ringa ávirkan á hetta gkið,
og tað hevur Javnaðarflokk-
urin so fingið skyldina fyri,
sigur Jóhanna Joensen.