Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 1994síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Em Nr. 121 — 29. JUNI 1994 Síða 29 / / Góða nátt Ja nú er klokkan vorðin nógv og náttarstundin er Lesarabrøv EET Ein heilag kugv — og fuglaljóð í luftini igjøgnum oyra fer. At tað skal vera javnvág á fíggjarlógini sýnist í dag at vera ein heilag kúgv, sum ong- in torir at røra. Flest øll, bæði einstaklingar og politiskir flokkar, eru samd um, atskatta- og avgjaldstrýst- ið eigur at verða lækkað, og at tað er neyðugt, at landið hjálpir til at tryggja teimum arbeiðs- leysu rímilig kor. Men so er ikki semja um meir, tí hverja ferð talan verður um at lækka skattin ella at seta arbeiðsloysistryggingina á fíggjarlógina, so er standard- —— svarið altíð, at:tað ber ikki til, tí so verður ikki javnvág á fíggj- arlógini. Teir politisku flokk- arnir kappast í staðin um at koma við meir ella minni veru- leikafjarum uppskotum, um hvussu trupulleikarnir kunnu loysast. At tað uppá í meðal yvir eitt longri tíðarskeið eigur at vera javnvág á fíggjarlógini er sjálvandi rætt, men tað er heilt burturvið at krevja at tað skal vera tað hvert einstakt ár. Í- staðin eigur tað at vera so, at tey árini, tá stórur aktivitetur og Stórt var títt fall nógvur peningur er millum fólk, tá skal tað almenna brúka sum minst og hava so stóra uppsparing sum gjørligt, og hinvegin tey árini tá lítil og ongin aktivitetur er, og pening- ur trýtur, tá skal tað almenna brúka pening, t.v.s. hava hall á fíggjarlógini. Vit eru í letuni í eini djúpari fíggjarligari kreppu, og sum ríkisrættarliga stóða okkara er, er fíggjarlógin einasti peninga- politiski styringsmøguleiki. Ti eiga vit f komandi sam- ráðingum við danir at hava sum eitt ófrávíkiligt høvudskrav, at teir góðtaka, — at fíggjarlógin fyri 1995 ikki nýtist at javnviga, so rúm verður fyri bæði skattalætta og arbeiðs- loysisstuðli. So kann altíð ting - ast um, hvussu stórt hallið skal vera, og hvussu tað verður fíggjað, men høvudskravid mugu vit halda fast við, tí ann- ars verður ikki livandi hjá nøkrum í Føroyum. Elin i Jåkupsstovu Sjálvur eri eg ein teirra, ið fult út taka undir við tí, sum sam- felagsrevsarin Bjørn á Heyg- um hevur sagt og skrivað ímóti førda politikkinum og polit- iska ábyrgdarloysinum øll 80- árini. Hann hevur í mínum eygum verið tann persónurin, sum kanska kundi verða við til at fremja eina politiska reins- ar., sum er tiltrongd, tí at hann sum løgfrødingur veit, hvat er lógligt og hvat er ólógligt, eis- ini hjá politikarum. Óivað eru fleiri við mær, ið gjørdust illa við, tá ið tað frætt- ist, at sami maður stillar upp saman við einum teirra, hann hevur fýlst so harðliga á í sín- um atfinningarsomu og ákær- andi greinum um samfelags- viðurskifti til fyri stuttum. Ein hevði hug at spyrja seg sjálv- an: Er hatta sami maðurin? Jú, tíverri. Nú stillar tú, Bjørn á Heygum, upp saman við einum, sum tú alment hev- ur funnist harðliga at. Og kanska verður tú við úl at tryggja honum sess á tingi! Hvussu væntar tú, at veljarin skal hava álit á tær eftir hetta? og hvussu ætlar tú tær tá at staðfesta politisku ábyrgdina móti einum av tínum egnu? Sjálvur kenni eg tað, sum at eg eri svikin av einum teirra, sum eg hevði størst álit á í hes- um tíðum. Her lekur millum teori og praksis. Tíkann eg bara siga: Stórt var títt fall, Bjorn. Hans J. Hermansen, valevni sjálvstýrisfi. í Suðurstreymav IO —CbÆbÆ—m Torvmold Ein teirra, sum kemur krúp- andi »frem fra glemselen« nú upp undir hetta valid, er fyrr- verandi løgmaSur sambands- floksins árini 81-85. Týðiligt er, at sjálvur hevur hann gloymt, hvussu hátíðarliga hann takkaði fyri seg og slepti øllum, sum hevði við politikk at gera. Ella mundi hann longu tá vita, at hann var farin út um sínar heimildir sum løgmadur? Fyrrverandi skrivstovustjórin í Tinganesi ger vart við tað longu í januar 1982. Og fyrr- verandi légmaður sambands- floksins heldur ivaleyst, at veljarin somuleiðis hevur gloymt tað, ið hann sum løg- maður fór undir hesi árini, nevniliga ógvuliga ivasom veðheld fyri prioritetslánum. Í frágreiðingini frá legtings- grannskoðarunum á s. 12 stendur at lesa: »Nevnast kann, at givnar tilsøgnir í 1982/83 um veðhald fyri prioritetslån- um (oftast 25% í hesum tíðar- skeiði) einsamallar vóru nóg stórar til at náa markið í lógini, Ld. »fylti« bara tað eina skipið nærum 50% av markinum«. Og nógv umrødda notatið frá 7. januar í 82 tykist ikki at benda á, at nakar hevur ella hevur havt myndugleika til at skuldarbinda landskassan út um 50 mill. tilsamans. Samatíðarskeið, 82-83, vóru játtað fleiri enn 30 veðhald fyri prioritetslánum. Tað merkja vit í dag. Tá varð sett gongd á veðhaldsskyldu landskassans. Henda gongd helt fram restina av 80-årunum undir ørum løgmonnum. Nú trinur fyrrverandi løg- maður sambandsfloksins aftur fram á politiska leikpallin, og ætlar sær høvudsleiklutin, so at øll varnast hann: Síða upp og síða niður verður skrivað, men hann sigur einki. Einki nýtt í tí. Men vónandi veit veljarin, at hetta er politisk torvmold, sum einans hevur til endamáls at fáa okkum at lata eyguni aftur eina létu, meðan valið fer fram, fyri síðan at vakna við kaldan dreym: Teir somu, sum skaptu trupulleikarnar við heimildar- leysum vedhøldum, ætla sær nú framat at loysa teir. Tað er tó makaleyst! Gud náði okkum fyri skil, um tað skuldi hent. Hans J. Hermansen, valevni sjálvstýrisfi. í Suðurstreymoy Og tjaldur er har eisini, alt ljóðaði so gott — tað var sum alt mær vildi siga: — Hav nú góða nátt. J. Sjomansmission — ein virkin mission! Millum føroyingar hev- ur — sjåmansmissi6nin verið kend tað mesta av hesi øldini. Hin føroyska Sjómansmissiónin hev- ur síðan fyrst í hesi øld- ini ríkið eitt virkið missiónsarbeiði millum sjófólk okkara undir skiftandi umstødum. Enn í dag er sjómans- missiónin ein virkin missión. Arbeitt verður við at bera Guds orð og eina heilsan til sjómenn- inar og tey, sum varða av teimum á landi. Sjó- mansmissiónin hevur ein trúboðara í starvi, sum vitjar um borð á skip, vitjar kvinnuring- arnar, heldur møti, and- aktir o.a. Seinasta ár vitjaði hann 390 skip og bátar. Hesi seinastu árini hevur eisini nakað verið gjørt millum russisk sjó- fólk á Skála, m.a. við samkomum og at býta Bibliur út. Seinasta árið blivu meira enn 400 Bíbliur býttar út. Sjómanskvinnu- ringarnir Grundstuðulin undir ar- beiðinum eru sjómans- kvinauringarnir kring landið. Tað eru kvinnur, sum savnast allan vetur- in fyri at biðja fyri ar- beiðinum, stuðla hvørji aðrari og ikki minst gera tær allar jólapakkarnar! Eisini eru tær ein av fíggjarligu grundstudl- unum undir sjómans- missiónini. Talvudagur Sunnudagin 3. juli fer talvan at ganga í flestu kirkjum fyri arbeiði hjá Hini føroysku sjómans- missiónini. Hetta er tann árligi talvudagurin. Stýrið fyri sjómans- hjartaliga øllum, sum seinasta ár góvu eina gávu í sambandi við talvudagin og vónar eis- ini í år at talvudagurin fær góða undirtøku. Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 1. sept. 1994, kl. 09.20 tvangsauktion, (AS 30/94) over matr. nr. 441, Leirvik beliggende Leirvik. Auktionen er begæret af advokat Jógv- an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 35834) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 651 kvm. stor grund. Det bebygg- ede areal udgør 126 kvm. i 2 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til genn- emsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 23.06.94 Mette Søgaard-Nlelsen dím. Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 4. aug. 1994, kl. 11.30 tvangsauktion, (AS 8/94) over matr. nr. 5786 h, Tórshavn beliggende Tórs- havn. Auktionen er begæret af advokat Jógv- an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 36703) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et ubebygget grund- stykke på 466 kvm. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til genn- emsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 23.06.94 Mette Søgaard-Nielsen dím. Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 04. aug. 1994, kl. 13.40 tvangsauktion, (AS 164/94) over matr. nr. 45, Strendurtilhørende P/F Stranda Bátasmiðja. Auktionen er begæret af advokat Fríða Patursson, Fr. Petersensgeta 9, Tórs- havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 940406) pá vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er en erhvervsbygning. Det bebyggede areal udgør 272 kvm. i 1 etage og 190 kvm. i 3 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. : Færøernes fogedret, den 22.06.94 Mette Søgaard-Nielsen dím. %