Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CI Nr. 122 — 30. JUNI1994 Síða5 Marita Petersen, løgmadur: ES må bida — Vit mugu gerast kappingarfør ådrenn vit skulu taka stødu til møguligan limaskap i ES. Tad kann heldur ikki koma uppá tal at søkja limaskap, fyrr enn vit vita hvønn fiskivinnipolitikk ES fer at reka í framtíðini og Ongin greiður vinnari á veljarafundi Edmund Joensen og Marita Petersen dyst- aðust í hólmgongu í Læraraskulahøllini tys- kvøldid, men ongin greiður vinnari fór av aftur fundinum Týskveldið varð lagt upp til stóra spenningin í há- bærsligu samkomuhøllini á Læraraskúlanum. Polit- iskur valfundur skuldi haldast. Fundurin byrjaði klokkan hálvgum níggju og ein tíma frammanund- an stóð høllin tilbúgvin. Stólar vóru uppsettur og hátalaraskipanin = varð riggað til. Sambands- flokkurin og Javnaðar- flokkurin skipaðu fyri og tí vóru tað serliga stuðlar hjá hesum fólkum, sum høvdu leitað sær út í lærarskiilahøllina Orðaskiftið var beinan- vegin merk av, at her var talan um tveir ymiskar partar. Ein flokk sum var slitin av at sita í sam- gongu, at taka avgerðir, at sita við ábyrgd og ein annan sum hevði sovið vakurleikablund í and- stóðu og sum nú nýtti stóran part av tíðini at prógva sín eftirklókskap og sakloysi. Undan fundinum var eitt sindur av prátið millum áhoyrararnar, kanska nakað hatskt vidhvørt, tó ein eitt sindur skemtilig kom fram. Ein áhoyrari greinaði út fyri einum ødrum hvussu ein nútíðar Pilatus sá út. "Jú, tað var ein sambands- maður við stressmappu." Løgmaður byrjaði fundin við at síga, at í valstríðnum var lagt upp til at sambandsflokkurin fór at vera tann stóri vinnarin eftir valið. Tí var tað spennandi at vita hvørjar loysnir teir høvdu fyri dagin í dag og fram- tíðina hjá føroyingum. Marita Petersen fekk greitt svar frá Edmundi Joensen, formanni í sam- bandsflokkinum. -Loysnin hjá føroying- um í dag er at fara uppí ES fyri at gerast kappingar- førir = við okkara Haltaði við tølunum kappingarneytar. Marita Petersen helt ikki tað verða rætt at fara uppí ES nú. — Vit eiga at verða kappingarførir, áðrenn vit biðja um limaskap í ES. Føroyingar eiga ikki at biðja um limaskap í ES fyrr enn framtíðar fiski- vinnupolitikkurin hjá ES er fastlagdur. Hetta verður ikki fyrr enn um nøkur år. Tástaðni kunnu vit taka stóðu til ES spurningin, segði Marita Petersen. Eini 100 fólk vóru á fundig fundurin var ikki merktur av hvgssum spurningum í salinum, tó onkrir vóru settir. Hóast talan var um eina hólmgongu millum tveir flokkar kann ikki sigast at nakar avgjørdur vinnari fór av aftur fundinum. jústinus hjá Helga Fossadal Helgi Fossadal vildi vera vid at 8000 føroying- ar vóru fluttir av landinum Á veljarafundinum týs- kveldið í Læraraskúla- høllini settu fleiri áhoyr- arar og valevnir spurning- ar til Maritu og Edmund. Helgi Fossadal, valevni sambandsflokksins spurdi Maritu hvussu hon ætlaði at steðga gongdini, nú tað bert í hennara tíð, sum løgmaður, vóru 8000 føroyingar fluttir av land- inum og nærri 5000 tús- und gingu arbeiðsleys. Men her hevur okkurt alvorligt haltað við tal- kunnleikanum hjá hesum fyrrverandi bankastjóra. Marita rættaði tølini við at vísa til Hagtíðindir. Hon vísti á, at sambært hesum henta blað, so var fólkatalið í Føroyum í dag um 45.000 fólk. Skuldu 8000 verið flutt av land- inum, so skuldu einaferð búð 53.000 fólk í Før- oyum. So nógvir føroy- ingar hava ongantíð bú- leikast í Føroyum, langt frá tí. Hon vísti eisini aftur at arbeiðsloysi var uppi á 5000. Talið er í dag niðan- fyri 4000. jústinus Helgi Fossádal tað fáa vit ikki at vita fyrr enn um nøkur ár, segði hon Javnaðarflokkurin er ikki sinnadur at søkja um lima- skap í felagsmarknadinum í løtuni. Okkara fyrimunir av limaskapi eru alt og ógreiðir í løtuni. Hetta er saman- drátturin av tí Marita Pet- ersen, segði á veljarafundi í Læraraskúlahgllini týs- kvøldid um ES-spurningin. — Tad er vågiligt av okk- um at fara inn í ES , áðrenn vit vita hvønn fiskivinnu- politikk ES fer at reka i framtíðini. Hetta fáa vit ikki at vita fyrr enn um nøkur år. Javnaðarflokkurin er ikki fyri ES-limaskapi f løtuni, segdi ein avgjørd Marita Petersen. — Seinasta valskeið hava vit lagt lunnar undir okkara framtíð. Vit mugu nýta okkara útbúna fólk og við- gerða okkara fiskavørur meira. Sambandsflokkurin grundgevur limaskap í ES við at tá gerast vit kapping- arførir. — Vit mugu gerast kapp- ingarførir áðrenn vit fara uppí ES, skuldi hetta nak- rantíð hent, sigur Marita Petersen Arbeiðsloysi Ikki politskt Marita Petersen vísti blankt aftur skuldsetingar- nar frá Edmundi um at arbeiðsloysi í landinum var politiskt avgjørt. — Eg kenni ikki nakran flokk, sum hevur avgjørt at nå skulu vit hava arbeids- loysi. Eg kenni heldur ikki nakran flokk, sum hevur avgjørt at vit skuldu hava bankakreppurnar, segði Marita Petersen. Marita nýtti drúgva tíð at svara skuldsetingum frá Edmundi um vánaliga stýr- ing í Tinganesi. — Tað er ófatiligt, at Edmund skal siga at ikki ber til at virka triðjalandsfisk orsakað av tolli. Á fíggjar- lógini eru avsettar 23 milli- ónir krónur í beinleiðis studningi til virkan av triðjalandsfiski. Hesin stundningur er veittur sum kompensatión fyri toll. Men bert seks milliónir eru nýttar av hesi játtan. Tað má merkja at áhugin fyri at virka tridjalandsfisk er ikki stórur, sigur Marita Peter- sen. Marita vísti eisini aftur, at Føroyar vóru farnar á húsa- gang. --Vit hava við avtalunum við Danmark syrgt fyri at Føroyar ikki fóru á húsa- gang. Vit eru heldur ikki sett undir umsiting. Vórðu avtalumar um umfigging ikki gjørdar, so skuldu vit bara í år rindað 700 milli- ónir krónur í rentum og av- drøgum til útlandið. Vit hava fingið útsett avdrøgini og nú rinda vit bert rentu, hóast hendan er stór. Vit rinda 190 milliónir í rentu í ár. Tað er ein sera góð av- tala vit hava gjørt við danir, segði Marita Petersen. jústinus Edmund vil verða næsti løgmaður Edmund Joensen, for- maður sambandsflokk- sins vil verða komandi løgmadur í Føroyum. Sambandsflokkurin vil ut i Tinganes aftur aftanå nøkur år i and- stødu. Hetta kunngjørdi Edmund á veljarafundi í Læraraskuølahøllini týskvoldið. — Vit vilja út í Tinganes sum størsti flokkur og so fáa vit at síggja hvor dugir betri at stýra, eg ella Marita, segði Ed- mund Joensen. Loysnina, hann hevdi við í lummanum fyri at loysa føroysku trupul- leikarnar var limaskap- ur i ES. Hann afturvisti, tá áhoyrari spurdi hann, at orsøkin til at hann vildi í Es var, at so var hansara privata rækju- virki tryggjað. jústínus