hósdagur 30. juni 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða6
Nr. 122 — 30. JUNI1994
Pauli Jarnskor, GÍ:
Hatta kunnu
vit altso ikki
taka fyri fult -
Getumenn hava nú gingið
í nakrar vikur og glett seg
at meta júst hesum liðnum,
ið nú hevur givið maghátt-
liga avboðið: Føroyingar
drepa grind!
— Frammanundan virk-
aðu hesir sum teir blíðastu,
tí teir høvdu bjóðað sær at
komið eftir okkum í bussi
og koyrt okkum til dystin,
fyri sidani aftanå at fara
ein túr og visa okkum runt,
sigur Gl-arin Pauli Jarn-
skor, ið hevur verið ein av
høvudsfyriskiparunum av
túrinum til Onglands.
— Tað er skuffandi, at av-
bod skulu verda givin upp
á hendan måtan, men vit
mugu bara síggja tað posi-
tiva í tí, at vit nú fáa ein
>Ég havi hoyrt um
málið, og eg má siga,
at tað ljóðar sera legið
Í oyrunum á mær!«
Hetta er viðmerkingin
frá Kjartani Hoydal, tá
hann verður spurður um
GÍ-grindamálið.
at spæla móti føroying-
um, tí teir drepa grind,
tá bretski fiskimálaráð-
harrin júst hevur semt
løgmanni bræv, har sagt
verður, at bretar nú eru
áhugaðir at tosa við før-
oyingar um júst grinda-
spurningin.
maður, sendi herfyri eitt
bræv til hansara, har
hon undraðist á, hví tað
ikki kundi bera til mill-
um grannatjóðir at tosa
beinleiðis sínámillum
Fiskivinnustjórin:
Hatta ljóðar
sera logið, ti
vit drepa jú
ikki fólk...
óvæntaðan fríðag, ið kem- > —
ur væl við, tí vit annars
spæla so nógvar dystir eft-
ir so stuttari tíð. Men eg
haldi, at hatta noyðast vit
at taka sum skemt. Vit
kunnu í hvussu er ikki taka
tað í fullum álvara.
Serliga, tí hetta hóast alt
bert skuldi vera ein vinar-
dystur, er tað keðiligt fyri
GlÍ-ararnar.
— Eg má siga, at tað ljóð-
ar legið, at tað skal vera í
fínasta lagi at drepa fólk,
men ikki at drepa grind,
heldur Pauli Jarnskor.
Gl-ararnir eru annars væl
fyrireikaðir, og eitt nú fara
teir at hava tilfar um grinda-
dráp við sær á ferðini til
Onglands. hj.
um viðurskifti sum eitt
nú grindaðráp, sigur
Kjartan Hoydal.
: — Gott samskifti er eis-
snýr seg um grindadráp.
— Men vit hava ikki
alment fingið nakað at
so tí gera vit einki við
tað í fyrsta umfari. Fáa
nakað alment um tað, so
verður spurningurin tik-
in upp til viðgerðar, sig-
ur Kjartan Hoydal.
hj.
Beinleiðis >grinda- FROM frå bretsku stjórnini:
Tit mugu ikki
spæla moti GÍ
Eitt fótbóltslið hjá bretska herinum, ið skal spæla vinardyst móti GÍ,
hevur nú meldað frá við teirri umberingini, at liðið ikki hevur stundir.
Men veruliga umberingin er ein heilt onnur: Føroyingar drepa grind!
Ikki tykist, sum grinda-
ágangurin móti føroying-
um og gllum, sum er før-
oyskt, er hasaður av í
síðstuni.
Heldur tykist tað vera
beint tvørturim6ti.
Tað nýggjasta, ið nú er
hent á hesum øki, er at fót-
bóltur og grind verða
blandað saman í Bretlandi.
Gøtumenn hava í longri
tíð fyrireikað eina Ong-
lands-ferð, ið skal vera
fyrireiking til Europa Cup-
dystimar, ið føroyameist-
aramir úr Gøtu skulu
spæla móti onkrum euro-
peiskum meistaraliðum.
Nógv hevur verið at
fingið upp á pláss, men
kortini hevur alt gingið
sera væl við fyrireiking-
unum. Enntá so væl, at GÍ
fekk ikki færri enn fimm
venjingardystir móti ym-
iskum liðum eftir fimm
døgum á ferdini, ið er frå
14. til 24 juli. Tann størsta
íróutarliga avbjóðingin á
ferðini er dysturin móti
eykamanningini hjá Pre-
mier League-liðnum Shef-
field United.
Góvu avboð
Hetta hava gøtumenn
gingið og gleut seg til —
men so fingu teir hvøkkin!
Eitt av liðunum, GÍ
skuldi spæla venjingardyst
ímóti, var eitt fótbóltslið
hjá bretska herinum. Liðið
kallast Army at Chester/-
Huyton, og sambært løgdu
skránni hjá GÍ skuldi hann
spælast mikudagin 20. juli
kl. 13.30 á einum vølli
nærhendis Warrington, har
tey tilsamans 30 gøtufélk-
ini í ferðalagnum búgva.
Men nú hevur >herliðið<
meldað frá, og grundgev-
ingin var sera einføld: »Vit
kunnu ikki spæla fótbólt
móti tykkum, tí tit drepa
grind!<
Beinleiðis boð
frá stjórnini
Tíðindablaðið Sosialurin
hevur tosað við Ingrid
Ellison — sjálv er hon hálv-
ur føroyingur, mamman er
føroysk — ið hevur hjálpt
GÍ við at fáa alt tað prakt-
iska upp á pláss í Onglandi
undan ferðini.
— Alt var komið upp á
pláss, heilt niður í minstu
smálutir, tá eg fekk avboð-
ini frá teimum, eg hevði
avtalað alt við í Army at
Chester/Huyton, sigur hon.
— Men so góvu teir bråd-
liga avboð. Almenna um-
beringin var, at liðið ikki
hevur stundir, men eg fekk
frá mínum kontaktpersóni
á staðnum at vita, at boð
vóru komin frá Whitehall
— beinleiðis frá bretska
verjumálaráðnum — at eitt
fótbóltslið hjá bretska her-
inum ikki kundi spæla
móti einum liði úr Føroy-
um, tí føroyingar drepa
grind.
Ingrid Ellison sigur, at
hetta skelkar hana, tí talan
er hóast alt bert um ein
heilt vanligan vinardyst,
og hennara meining er, at
tað altíð er skeivt at blanda
politikk upp í ítrótt, sum
gjørt verður í hesum før-
inum.
Málið fer víðari
Fríggjadagin tosaði Ing-
rid við Louis Wilson í The
Faroese Solidarity Com-
mitee, sum í Bretlandi arb-
eiðir móti grindaágang-
inum móti føroyingum, ið
tykist vera serliga sterkur
júst í Bretlandi, sum før-
oyingar nærmast hildu lív í
við fiski undir seinna
heimsbardaga.
Sum skilist, er hann
longu farin víðari við mál-
inum, so tað kann verða
tíkið upp til viðgerðar á
hægsta stað, tað vil siga í
bretsku stjórnini, ið upp-
runaliga hevur givið boð-
ini um ikki at spæla móti
GÍ. Hann hevur sent eitt
mótmælisskriv avstað, og
nú verður bíðað eftir svari.
— Um hetta er ein gjøgn-
umgangandi mannagongd
hjá bretsku stjórnini, so
noyðist hon eisini at nokta
Manchester United at
spæla við í Europa Cup
fyri meistarar í år, av ti at
GÍ eisini er við har, sigur
Ingrid Ellison.
— Hetta er eitt øgiliga
keðiligt mál, men eg vóni,
at vit fáa loyst tað onkurs-
vegna, áðrenn GÍ kemur til
Onglands um góðar tvær
vikur.
hj.