hósdagur 30. juni 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 122 — 30. JUNI1994
John Smith fer til val uppå eitt klårt mål og eina greida ætlan:
Umlegging av
fiskiflotanum
Hann er — og hevur altíð verið — i andstoðu til sterkar
vinnuligar og politiskar áhugabólkar. Men hann tryr upp-
á sítt. Og hansara hugsanir — og ætlanir byggja á drúgv-
ar praktiskar royndir. Nú fer hann til val uppá tað: Um-
legging av okkara fiskiflota. Stovnsrøkt og góðska skulu
vera lyklaorðini. Ikki tons!
Menn sum tala fyri áhal-
dandi troling á grunnu-
num hava púra rætt í, at
tað ber til. Sjálvandi. Men
tað ber bara til, so leingi
fiskur er. Stovnurin er
bara komin niður í helvt
enn, so tað fer helst at bera
til i nøkur ár afturat.
Men einaferð verður
uppi, halda vit fram uppá
henda mátan.
Tá ber tað ikki til meir!
Mugu virða náttúruna
Hetta sigur John Smith.
Hann talar fyri tí sama, hann
hevur talað fyri í nógv ár:
Umlegging av okkara fiski-
flota!
Endamálið er, at tað skal
bera til at fiska við Føroyar -
og liva væl av at fiska við
Føroyar - eisini i framtidini.
John er sannførdur um, at
tad bara gerst upp å ein
måta:
Vit mugu fåa ein flota,
hvørs veidihåttur virdir ta
náttúrligu balansuna í
náttúruni.
Ein flota, sum gevur
okkum bestu góðsku av
fiski - og harvið besta prís
Ogein flota við so góðum
og vælgjørdum skipum, at
tað ikki er tað reina knoss
og baks at vera sjómaður
Sjólívið skal vera eitt gott
lív!
Oq tað er ikki
tað, vit hava...
Tað er ikki ein sovorðnan
flota, vit hava í dag.
Trolararnir - havsins
gravkýr, sum John kallar
teir - eru ein støðug hóttan
móti stovnunum. Teirra
veiðuháttur ger tað nærum
ógjórligt at fáa bestu
góðsku til lands. Og teir
nýta eini 140 mió.kr. ov
nógv í olju um árið.
Hetta ger, at trolararnir
bert kunnu lata uml. 20% av
umsetninginum i løn til
manningamar.
Hjá línubátum er talið 40-
50%, og hjá snellubátum er
tað 60%
Afturat hesum kemur, at
línu- og snelluveiðan gevur
arbeiði til nógv fleiri hendur
- bæði á sjógvi og landi
Strævið lív
Men eitt minus er - ella
hevur verið - við húka-
veiðuni: Hon er ov strævin
fyri sjómannin.
Hetta er ein trupulleiki,
John Smith hevur nýtt ár
uppá at royna at loysa.
Og tað hevur eydnast.
Við bátinum Fugltúgv-
uni, sum hann hevur teknað,
erein línubátur komin, sum
takkað verið mekanisering
og góðari innrætting ger
hetta eitt hugaligt og gott
1
HV
Næsta stigið
Næsta sigið á tekniborb-
inum hjá John, var ein
kombineraður línu- og
snellubátur tann eftir-
hondini vælkendi >Esther í
bakborð og Fugltúgvan í
stýriborð<.
Hesin bátur er heilt klárur
at fara undir at byggja.
Dreymaflotin
Tað John Smith droymir
um, er ein floti, sum sær
soleiðis út:
Vit eiga 100.000 tons at
veiða um árið.
Uttast - á djúpum vatni -
eru 10 trolarar. Teir veiða
20.000 tons, og geva 180
monnum arbeiði.
Á ytru grunnunum eru 25
stórir línubátar. Teir veiða
25.000 tons, og geva 450
monnum arbeiði.
Á innaru grunnunum eru
75 kombineraðir línu- og
snellubátar. Teir fiska
35.000 tons, og geva 630
monnum arbeiði.
Inni við land eru so 145
bátar til støddar sum Awi-
bátarnir. Teir fiska góð
20.000 tons, og geva 870
monnum arbeiði.
Okkurt má so gerast
- Tað nýtist sjálvandi ikki
at vera akkurát soleiðis,
men hetta er so eitt model,
vit kundu havt at hildið
okkum til.
Í áravís hevur John Smith ó
troyttiliga roynt at greitt
hógum sum lágum frá, at
okkara fiskivinnupolitikkur
má leggjast um
Tíðindablaðið ES,
Vit mugu fáa ein flota, sum virðir nálurunnar viðbreknu
balansu. Tað er, enn sum fyrr. hevuðsmálið hjá John Smith
- Undir øllum umstødum
er tíðin komin til, at vit fáa
ein flota, sum virðir tað
viðbrekna lívið í sjónum, og
tryggjar bestu góðsku. Ein
flota, sum ikki bara foku-
serar uppá hesi ólukku
tonsini, sum eru alfa og
omega í dag.
Omanfyrinevnda er so
útspælið hjá John Smith.
Men hví skal hann inn í
politikk fyri at virka fyri
hesum?
Samstarv millum
vinnu og løgting
Orsøkin er, sigur hann, at
hetta er cin so stór
umlegging, at her má ein
politisk avgerð til.
- Grundarlagið undir av-
gerdini må vera, at Føroya
Løgting ynskir at verja og
fáa sum mest burturúr ti
ríkidómi, vit eiga, sigur
hann.
- Eg kundi hugsað mær at
tað varð gjørt soleiðis, at
menn fingu ein eingangs-
stuðul, tá teir høvdu hug at
gera iløgur í eitt av áður-
neyndu skipum
Hesa politisku avgerð
heldur John Smith vera av-
gerandi
- Verður hon ikki tikin,
fara vit framhaldandi at
hava skip, sum noyðast at
ganga upp á tvørs av áhuga-
málunum hjá okkum øllum,
fyri at røkja egin áhugamál.
Áhugamálini hjá okkum
øllum eru stovnsrøkt og
virdisøking.
Áhugamálið hjá trolar-
unum er bara eittans: tons.
- Og soleiðis má tað vera.
Soleiðis eru teir innrættaðir,
leggur John Smith afturat.
Tað er ti, tann politiska
avgerðin um umlegging er
so neyðug.
Og tað er ti, John stillar
upp til valid.
Tað er eingin ivi um,
hverjum hann vil virka fyri.
Hann hevur arbeitt við tí
tekniska partinum síðani
fyrst í 1960'unum.
Men tann politiska av-
gerðin má eisini til.