hósdagur 30. juni 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SK)
Nr. 122 — 30. JUNI1994 Síða 15
Ragnar Thomsen, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy:
Tey ungu eiga
eisini ábyrgdina
Mangan verður tíkið til, at tey ungu íkki kenna sær á-
byrgd. Onkur skal stilla upp fyri tey, heldur Ragnar
Thomsen, sum heldur, at eisini ungu veljararnir skulu
umboðast á tingi
Hann er bert 20 ára gamal,
og heldur, at onkur skal
umboða tey ungu á tingi.
- Politisk evni hava mín
stóra áhuga, men nógv mál
eru ógvuliga torfør at skilja.
- Eg stilli m.a. upp fyri at
fáa stórri vitan um politik,
og hvussu arbeitt verður
innan teir politisku flokkar-
nar.
- Eisini geri eg tað fyri at
provokeraeitt sindur. Við at
stilla upp, vil eg eisini aftur-
vísa, at ungdómur er á-
byrgdarleysur, sigur Ragn-
ar Thomsen.
Stuttligt siga
vinmennin r
-- Hvat siga vinmenn tínir
til, at tú stillar upp fyri
Javnaðarflokkin?
- Teir halda tað vera stutt-
ligt. Vanliga kjakast vit
nógv um politisk mál, og
hóast vit flest allir eru
samdir flokspolitiskt, so
forðar tað kortini ikki fyri,
at vit kjakast nógv.
- Hvat er umráðandi hjá
tær at siga teimum ungu?
- Nú eri eg bert 20 ár, so
tað er avmarkað hvørji mál
eg leggji meg út í. Eg fari
ikki at viðgerða stórmál,
men heldur tosa um viður-
skiftini hjá teimum ungu,
og hvussu bøtast kann um
Ragnar Thomsen: - Munur er á ungfólki. Nøkur kunnu fåa
útbúgving, um foreldrini hava møguleikar at hjálpa
um, onnur hava ikki mp guleika at fáa arbeiði ella engikas
tað, sigur Ragnar Thomsen.
Hann heldur ti, at nóg
mikið er at tríva í, á hesum
oki.
- Taðer umráðandi at tosa
um útbúgvingarmeguleikar
og arbeiðsloysi millum
ungfólk. Hetta eru sera
tydningarmikil mál at við-
gerða.
Øl fáa ikki eins
góðan kjans
- Munur er á ungfólki. Nøk-
ur kunnu fáa útbúgving, um
foreldrini hava møguleikar
at hjálpa teimum. Í dag er
heldur ikki møguligt at fáa
eitt arbeiði, sum kann geva
eitt íkast til at ung undir
útbúgving kunnu klára seg,
sigur Kagnar Thomsen.
- Útbúgvingarstuðulin er
ikki so stórur at øll kunnu
fara undir útbúgving.
- Hjá teimum, sum noyð-
ast at flyta til Havnar at
ganga í skúla, eru 2200 -
2300 krónur ikki nóg mikið
til kamar, mat og klæðir.
Tað er neyðugt við stórri
stuðulsupphæddum til
teirra, sum búgva til leigu.
- Tað er eisini neyðugt at
ungfólk ogna sær útbúgv-
ingar, sum samfelagið hev-
ur brúk fyri. Hetta kann m.
a. gerast við at veita serligan
stuðul til slíkar útbúgving-
ar.
Hvat vilt tú ráða teimum
ungu til, fyri at fáa ávirkan
teim-
á samfelagsgongdina?
- Eg fari at ráða teimum til
at fara á val, og at umhugsa
tað gjølla, áðrenn tey seta
sín kross. Eg vil ikki siga
teimum, hvgnn tey skulu
velja, men meira tað, at tey
við síni atkvødu fáa ávirkan
á framtíðina, eins væl og
aðrir aldursbólkar í sam-
felagnum.
Fjøldin skal
hava ágóðan
- Eg havi einki ímóti at biða
tey atkvøda fyri Javnað-
arflokkinum. Hann stendur
fyri javna og vil altíð verja
teir veiku bólkarnar í
samfelagnum. Tí er tað
eisini neyðugt at Javnaðar-
flokkurin fær ávirkan eftir
valið.
Í virkisskránni Javndar-
floksins stendur, at fjøldin
skal hava ágóðan, og at pen-
ingurin ikki skal fara til
nøkur fá í samfelagnum.
- Fara tey ungu á val?
-Ein partur av teimum
Í ungu eru politiskt áhugað,
meðan hin parturin skúgvar
alt til viks. Tað er ikki so
løgid, tí alt sum tey hoyra í
fjølmidlunum eru negativ
tíðindi. Tey orka ikki at
fylgja við, og lata tí oyruni
aftur.
- Eg havi tosað við nógv
ung, sum ætla sær á val. Tey
hava nógvar og avgjørdar
meiningar um, hvussu tey
halda er best at skipa
samfelagið. Tey hava nú
møguleikan at velja, sigur
Ragnar Thomsen. Hann ar-
beiðir í løtuni í SVF, men fer
eftir summarfrítíðina í 3.G í
Hoydølum.
Orð Dagny
Mynd: S-S
StevnuTILBOÐ
galdandi ALLAN JULI MÁNAÐA
LÆKNA EXAM.
KOSMETOLOGUR
Tlf. 19118
Vit - -
hava ALT til BAÐIRUMIÐ
- t.d. stórt úrval av baðirúms-
skápum frá H AFA
»Christina« B 70 / H 53 5 / D 15
É > Øll við spegilshurðum
'RØTTU PRÍSIR & i uttan/innan og i ervaljós-
| inum, sum fæst til oll
BESTADYGD | skåpini, 110/220 V við
CE jøre.
Vitjid framsyning okkara å Hålsi
ella ringid og fáið tilfar sendandi
VHS
Alt tilfar til
VATN
HITAVERK
SANITET
Ek k Svend Krosstein
I ramavegur - Tlf. 14600