Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 122 — 30. JUNI1994 ALS — ein ringur arbeidsgevari Tað almenna må nú taka sín part av ábyrgdini fyri ALS, soleiðis at tey arbeiðsleysu kunnu fáa tryggari og liviligari kor Hver er hesin arbeidsgev- ari? Tað er tú og eg. Hvør er hin arbeidsleysi? Føroya fólk. Hvør skal hava å- byrgdina av ALS? Javnadarflokkurin, ein- stakir aðrir flokkar og fak- feløgini hava í mong ár tos- að um at fingið sett eina ar- beiðsloysisskipan á stovn, sum hóskaði til okkara við- urskifti; men ikki fyrr enn fyri tveimum árum síðani fekst ein slík skipan at virka. ALS, sum var ætlað at kunna hvíla í sær sjálvum viðeinum arbeiðsloysi upp- á uml. 6%, má nú stríð-ast við einum trýfaldaðum ar- beiðsloysisprosenti. Fleiri fakfeløg gjørdu eis- ini beinanvegin vart við, at tey mettu, at arbeiðsloysið fór at vaksan6gv, og at ALS tí ikki við táverandi inn- og útgjaldingarsatsum fór at verða før fyri at klára sínar skyldur. Tey søgdu tå, at neyðugt var hjá tí almenna at fíggja ein part av skipanin. Spá- dómurin hjá hesum fakfe- løgum visti seg heilt skjótt at blíva veruleiki, tí eftir nøkrum fáum mánaðum fór ALS at geva hall. Síðani er tað sum kunn- ugt hent, at útgjaldið er lækkað, er vorðið rullandi, inngjaldið hækkað o.s.fr. Ti må tað almenna nú taka sín part av ábyrgdini fyri ALS, soleiðis at tey ar- beiðsleysu kunnu fáa trygg- ari og liviligari kor. Eisini má havast í huga, at tað við okkara núverandi ar- beiðsloysisskipan er ógjør- ligt at kappast við ta donsku. Hendan hevur eis- ini ymisk tilboð til tey ar- beiðsleysu. Sum eitt dómi kann nevnast farloyvis- skipanin frá 1. jan. í ár. Skip anin er galdandi fyri bæði arbeiðsleys og tey, ið hava arbeiði. Farloyvið kann nýtast úl m.a. útbúgving, barnaansing og sabbatár. Ein betri føroysk ALS- skipan vildi tí gjørt sítt til at tálma tí stóru fólkaflyting- ini úr landinum, so fólk kunnu stødast her, til tað einaferð — vónandi um ikki ov langa tíð — aftur verður brúk fyri teirra arbeiðs- megi. Setið tí kross við lista C tann 2. juli, tí javnaðar- flokkurin vil av øllum alvi virka fyri, at tað stóra talið av føroyingum, sum nú onki arbeiði hava, fáa manssømulig kor at liva undir i teirra egna landi, og at arbeiði, sum frá líður, eis- ini verður til teirra. Láarvegur 14 Tórshavm-- Tlf. 15828 Meta Johannesen, valevni javnadarfloksins i Sudurstreymoy Fax 15893 ARBEIDSHANDSKAR til oll endamat — bæði á sjógvi og landi Sjúkraflutningurin úr Hesti og Nólsoy '{? Enn ein roynd at rætta upp á sjúkraflutningin úr Nólsoy og Hesti. Eg havi fyrr víst á ta so- kallaðu sparingina við at hava Trónd at sigla sjúkra- flutning til Nólsoy og Hesti. Mín meining er at tað er ikki nóg væl gjøgnumhugs- að. Ritan hevði sjúkraflutn- ingin til og frá Nólsoy og tað vóru fólk á staðnum nøgd við. Tróndur varð síðan settur í hesa sigling, sjálvt um henda loysnin tekur knapp- an tíma longri, og tað kann verða lív um at standa. Vit, sum hava verið um at mist ein av okkara kæru, vita hvat ein tími hevur at siga í tílíkum føri, og vilja ikki hava sparing á hesum øki. Og í hesum føri er neyvan talan um nakra spar- ing. Einasta rætta er at tann skjótasta farleiðin verður brúkt, og í hesum føri er tað Ritan, sum kann verða á staðnum uml. 20 min. og 1 tíma skjótari aftur í Tórs- havn enn Tróndur. Hetta kann spara mannalív. Ritan er eisini betur egn- að at sigla hesa farleið enn Tróndur, og kann koma at kei í munandi verri veðri enn Tróndur. Tyrlan kann ikki flúgva í ringum veðri og í mjørka, so her má bátur til, og Ritan er serliga væl egnað til hesa sigling. Eg fari í javnaðarflokkin- um at gera alt, sum stendur í mínari makt at fáa hetta í rættlag, og eg vil ikki gevast fyrr enn nólsoyingar og hestmenn hava fingið tær sømdir, teir hava uppiborið. Vel javnaðarflokkin, tína trygd Sommer Winther, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Fa Tíðindablaðið (ST) Arbeidsloysisskipanin: Må gerast meira r ættvis 90% av eini arbeidsmanna- løn er á leið Arbeidsloysisskipanin er komin fyri at verða, men hon má gerast meira liðilig og rættvís. Um útgjaldið varð 90%, haldi eg tað hevði verið á einari leið. Tað má held- ur ikki blíva soleiðis, at munurin verður so lítil, at tað ikki loysir seg at arbeiða. Tað má altíð vera soleiðis, at tað loys- ir seg betur at arbeiða. Men hetta kostar. Tað kann ikki gerast, uttan vit fáa eina avtalu við danir. Eg rokni við at danir skilja okkum í dag. Um politikararnir kundu verdid samdir um uppskot til eina loysn. Allir teir politikarar, sum hava sitið tey sein- astu 10-20 árini, og tað eru allir flokkar, hava verið vid til at tikið bæði skeivar og rættar av- gerðir, og teir mugu við- ganga, at alt hevur ikki gagnað samfelagnum. Tað kemur ongantíð at gagna Føroyum, at vaks- nir menn ikki hava ann- að til eitt valstríð enn at skylda upp á hvønn ann- an, tí viðurskiftini í Før- oyum eru so små og lo- kal, at vit nú mugu standa saman og vera samd um avgerðir, sum verða átrokandi eftir valið. Góðu veljarar, eg vil vera við til at tryggja tykkum eina góða fram- tíð. Gott val! Jóan Pauli Joensen, Nólsoy valevni javnaðarfl. í Suðurstreymoy