hósdagur 30. juni 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ESF
Smærru plássini
mugu varðveitast
— Tað kann ikki vera rætt at avskaffa småplåssini tá hugsað verður |
um hvussu nógv er brúkt til útbygging av samfelagnum
Eitt nýtt landsstýri og løg-
ting aftan á valið eigur at
prioritera tey smáu plássini
eins høgt sum tey stóru. Tí
har eru nógvir fasilitetir og
frítíðarinteressir, sum halda
lívið í fólki í hesum ringu
tíðum.
Tað loysir neyvan nakrar
búskapartrupulleikar í Før-
oyum, at øll tey smáu út-
oyggjaplássini verða av-
toftad, bara tí at politikarar-
nir ofta eru ov lokalir og
ofta hava prioriterað tey
stóru plássini høgt og av ú
endaði alt vinnurekandi á
teimum stóru plássunum og
har endaði fólkið eisini.
Men tað ringasta í dag er, at
tað góða fólkið er farið og
fer av landinum. Tað má
steðgast. Tí mugu allir
politikarar, ið verða valdir,
arbeiða fyri allar føroying-
ar, so at allir hava somu
rættindi og skyldur.
Tánú vit hava eitt oyggja-
samfelag, sum er so væl út-
bygt við gllum nýmótans
hentleikum: góðum skúl-
um, vegum, havnum og ein
flakavirki ella fiskahisi í
flestu oyggjum, og har til
nógv jørð osfr., ja, so áttu at
verið møguleikar her.
Tað kann tí ikki vera rætt,
tá man nú hevur brúkt so
nógvar milliónir at byggja
hetta lítla oyggjasamfelag-
ið so væl út, at lata tað fara í
órgkt aftur, bara tí politik-
arar blivu ov lokalir, og ikki
kunnu koma ásamt um
bygdamál. Hetta rakar ofta
tey smáu plássini. Tað er
spell. Men vónandi verður
tað betur.
Fiskurin kann geva meira
og fleiri arbeiðspláss, so-
leiðis at flakavirkini í Nóls-
oy og í Sandoynni kundu
verið opin, eisini undir
Fiskavirking. Og eins góðir
møguleikar skuldu verið at
havt fiskahúsið í Hesti opið.
Taka vit hesar bygdir,
sum einki annað arbeiðs-
pláss hava uttan eitt flaka-
virki, skuldu hesar bygdir
komið í eina serstødu. Tí
fólkið hevur ikki tann
møguleika at arbeiða aðra-
staðni uttan at flyta, og tað
kann ikki vera rætta loysnin.
Jú, víst kunnu arbeiðs-
pláss skapast skjótt, bara í
fiskivinnuni. Vit lata jú eini
20-30% av fiskinum fara 6-
vidgjørdan av landinum.
Tað er sum oftast tann góði
og feski fiskurin. Oftast
verður hann keyptur av ein-
um manni, ísaður í eina
bingju og sendur av land-
inum.
Hevdi flakavirkið í Nóls-
oy kunnað fingið eini 2500
tons av tí fiski, sum fer 6-
vidgjørdur av landinum, tað
kundi eisini verið onnur
fiskasløg, hevði virkið
kunnað borið seg. Tá hevði
tað kunnað givið eini 20-30 |
arbeiðspláss og verið við til
at hildið grundarlagið und-
ir bygdini, so at tað fólkið,
ið er eftir, kann verða ver-
andi.
Jóan Pauli Joensen,
valevni javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
Vit varðveita vælferðarsamfelagið, men:
Treini vaksa ikki
inn í himmalin
— vit mugu liva við einum ávísum undirskoti á fíggjarlógini í nókur
ár afturat, til øll vinnan á henda hátt hevur ment seg so væl, at sárið
er lekt og vælferðarsamfelagið aftur virkar sum tað eigur
Eg havi altíð tikið undir við
grundsjónarmiðum javnað-
arfloksins, og tí vil eg eisini
nú vera við úl at arbeiða
fyri, at hesi sjónarmið fram-
haldandi verða sett í verk í
okkara landi. T.v.s. at høv-
uðsendamálið er at varð-
veita og styrkja føroyska
vælferðarsamfelagið, sum
vit øll eiga lut í.
Higartil í valstríðnum
hevur mesta tosið verið um
allar møguligar forbetring-
ar av ymiskum vidurskift-
um í samfelagnum: arbeiðs-
loysið, ALS, fólkaflyting-
in, sethúsaviðurskiftini,
skatta- og avgjaldslækking,
lønarlækking, kappingar-
føri og mangt, mangt annad.
Men lítið er sagt um, hvussu
pengar skulu fáast til vega
til at fíggja tær ymsu ætlan-
irnar. Okkara einasta rá-
vera er fiskur!
Í síðsta enda snýr tað seg
altíð um hvussu nógvan
pening vit kunnu fáa fyri
okkara fiskavørur!!! Tí tað
er tað, sum er avgerandi fyri
hvussu nógv samfelagið
upp á longri sikt kann út-
byggjast — men trøini vaksa
ikki inn í himmalin — væl-
ferðarsamfelagið Føroyar
kann ikki útbyggjast óav-
markað! Men tað kann ger-
ast betri, enn tað er nú — væl
betri!!! Beint nú bløda Før-
oyar úr einum syrgiligum,
men ikki ólekiligum sári.
Lekidómur er, at vit gera
slíkar lógir, sum tryggja:
--atallur fiskurer 1. floks, tå
hann verður landaður,
— at fiskastovnarnir aftur
kunnu mennast soleiðis at
ein hóskandi nøgd kann
fiskast,
--at fiskurin so skjótt sum til
ber verður gjørdur til góða
og dýra vóru, sum vit kunnu
fáa góðan prís fyri,
— at fiskimenn fáa ein veru-
liga góðan prís fyri 1. floks
fisk,
— at verulig gongd kemur á
alternativa fiskivinnu, og tå
soleidis, at tad loysir seg,
t.v.s. at ikki ov nógv sleppa
at gera tað sama, so tað ikki
gongur hjá ngkrum,
— antin at Fiskavirking setur
nøkur fleiri virkir í gond aft-
ur, ella at tann monopollíkn-
andi stødan, sum Fiska-
virking sýnist at hava, verð-
Nyttar einki
at leita eftir
syndabukkum
—men vit mugu kortini lita i
bakspeglið fyri at læra av
mistøkum
Seinastu tíðina hava nógv
fólk sagt (eisini javnaðar-
fólk) at vit skulu líta fram-
eftir, og ikki aftureftir.
Hetta er eisini rætt, tí tað
tænir ongum endamáli at
leita eftir syndabukkum.
Men vit verða noydd at
líta í bakspeglið, so vit
ikki fara at endurtaka som-
u mistøk, sum eru gjørd
seinastu 10 - 15 árini. - Tí
tað eru gjørd mistøk, bæði
politisk og umsitingarlig.
Her hugsi eg ikki bert um
skeivar fløgur og ørvitis-
projekt, so sum yvirfiggjad
| skip, bygd á útlendskum
skipasmidjum, við út-
lendskari fígging og sum
kravdu ein stóran part av
okkara tilfeingi - bara fyri
at kunna gjalda rentur og
avdrøg.
Hetta kom ikki før-
oyska fólkinum til góðar á
nakran hátt. Sama við stór-
u bygningunum, sum úti-
lukkandi vórðu brúktir til
at selja innfluttar vørur, so
sum japanskar bilar ella
vóru teir útleigaðir til tað
almenna fyri okursprísir.
Nei, eisini tað almenna
oyðslaði ov mikið ov dýr-
um og illa umhugsaðum
ætlanum, hóast vit kunnu
siga um flestu av hesum
ætlanum, at tær eru til
stóra nyttu fyri fólkið, og
vónandi verða tað í fram-
tíðini.
Men tað er ein partur
av hesum projektum, sum
ongantíð skuldu havt sæð
dagsins ljós. - Her kunnu
vit nevnda Sundsdepulin,
Hitafelagið og Gomlurætt.
Slíkum mugu og skulu
vit læra av, og ábyrgdin
má plaserast, tí eingin ivi
er um, at tey sum sótu við
politiska valdinum eisini
høvdu ábyrgdina!
Hartvig Hansen
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
ur mótvirkað á onkran hátt,
soleiðis at fleiri fólk kunnu
koma í arbeiði aftur,
— at bankarnir í nógv stórri |}
mun enn nú verða við til at '*
fíggja endurreisnina av '
samfelagnum.
Vit mugu samráða okkum
fram til at gjalda minni enn
tær 400 mill., sum vit nú
gjalda í rentu til Danmark. Í
nøkur ár í hvussu so er.
Vit mugu liva við einum
ávísum undirskoti á fíggjar-
lógini í nøkur ár afturat, inn- #'
til vinnan — øll vinna — á
henda hátt hevur ment seg
so væl, at sárið er lekt og
vælferðarsamfelagið aftur
virkar sum tad eigur.
Vit mugu ongantíð missa
vónina um at varðveita væl-
ferðarsamfelagið, men
kortini altíð ansa eftir — ti
trøini vaksa ikki inn í himm-
alin!
Veljið lista C!
Jógvan Bæk,
valevni javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy