hósdagur 30. juni 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 122 — 30. JUNI1994 Tíðindablaðið CD
Eftir at hava verid formadur
iFøroya Postfelag tey flestu
árini síðan felagið varð
stovnað fyri nærum 20
árum síðani, hevur Hendrik
Thomsen gjørt av at stilla
upp fyri Javnaðarflokkin í
Suðurstreymi.
- Ikki tí, at eg haldi, hetta
er nøkur løtt uppgáva.
Ábyrgdin er tung í hesum
døgum, men tå er umráð-
andi at verða við til at stinga
eina nýggj kós, og tað er
umráðandi, at Javnaðar-
flokkurin fær ávirkan á tað,
ið skal gerast, sigur Hendrik
Thomsen.
Hann er 46 ára gamal, og
starvast sum postvakt--
meistari á posthúsinum í
Havn.
- Eg haldi eisini, at Javn-
aðarflokkurin kann vísa á
veruligar loysnir. Tað ber til
at vinna á trupulleikunum,
um farið verður skynsami-
liga til verk. Við at gera
ávísar broytingar og nýggj-
ar skipanir, kunnu vit fáa
arbeiði til allar hendur.
Meira fyri peningin
- Vit fara í hesum árinum at
útgjalda einar 200 mió.
krónur í arbeiðsloysisstuð-
ul í ár, uttan at hugsað
verður nóg mikið um, hvat
kundi fingist fyri hesa stóru
upphædd.
- Vit mugu fáa fleiri
arbeiðspláss, og við stuðli
frå ALS hevði borið til at
stovna smáídnað av ymsum
slag.
- Innan landbúnaðin eru
møguleikar at fáa fleiri 10-
tals arbeiðspláss um rætt
verður atborið. Innan hetta
gkið eru eisini møguleikar
at virka vørumar, so hetta
gevur fleiri arbeiðspláss og
harvið spardan valuta.
- Fyri at slíkt virksemi
skal hava lív lagað, og hesi
virki sum frálíður kunnu
standa á egnum beinum,
verður helst neyðugt at
broyta MVG-skipanina.
- Heda skipan er orsøk til
at flestu småvirki her á
landi eru farin á húsagang.
Eisini tænastumannavinn-
an er hart rakt av MVG-
skipanini.
- Tað verður eisini neyð-
ugt at umhugsa hvussu ein
sjálvboðin farloyvisskipan,
ið hetta landsstýri, eftir
uppskoti frå fakfeløgunum,
hevur arbeitt vid kann gera,
at fleiri fólk sleppa í arbeiði.
Hetta skuldi eisini gjørt, at
tey sum koma aftur til
arbeiðis aftaná farloyvisút-
búgving, verða enn betur
arbeiðsmegi.
Hjálpa fólk at verða
búgvandi í Fsroyum
- Ein annar stórur vansi er
privata skuldin, sum hevur
fingið hópin av føroyingum
í bestu árum at flyta av land-
inum. Her noyðast vit at
finna eina loysn, sum ger
tað møguligt at verða
verandi í landinum, uttan at
dragast við stóra suld,
aftaná at fólk hava mist sín-
ar ognir.Tað hevði møgu-
liga verið ein loysn, at pri-
vatfólk kundi fingið saner-
ing á sama hátt sum fyritøk-
ur.
Hendrik Thomsen sigur,
at hann ikki ætlar sær at
leggja seg út í kjakið, um
hvør hevur skyldina av
hverjum.
- Tað tænir ongum enda-
máli at brigsla hvørjum ødr-
um líkt og ólíkt. Nú er neyð-
ugt at líta framá, og at fáa
skil á búskaparligu viður-
skiftunum - basa arbeiðs-
loysinum og steðga fráflyt-
ingini.
- Ein stórur vandi fyri
Suðurstreym er, um ávísir
flokkar fáa gjøgnumført
eina lønarlækking Hetta ber
í sær, at landskassin og
kommunukassarnir fara at
vænta pening, við tí årsliti
at 500 - 1000 arbeiðspláss
hvørva. Hetta vil aftur hava
Hendrik Thomsen: - Vandi er þr al laf
flokkar fáa gjøgnumført lønarlækking. Hetta við aftur
mugu flyta. Hendir tað, er grundarlagið fyri býarsamfelagnum burtur í Suðurstreymi og
alt annað doyr so líðandi út
eini 500 - 1000 arbeiðspláss hvørva, um ávísir
hava við sær at eim
4000 - 5000 fólk
Hendrik Thomsen, valevni javnaðar-
floksins í Suburstreymoy:
Eingin loysn
at skerja
almannaøkio
— Sleppa teir borgarligu framat og fåa nid-
urlagt 500—1000 arbeidsplåss i høvuds-
stadarøkinum, so er tad ein spurningur,
um grundarlag er fyri einum býarsamfe-
lag í Suðurstreymi, sigur Hendrik Thom-
sen
við sær, at ein 4000 - 5000
fólk mugu flyta. Hendir tað,
er grundarlagið fyri býar-
samfelagnum í Suður-
streymi burtur og alt annað
doyr so líðandi út, sigur
Hendrik Thomsen.
Almannaskið
goldið um blokkin
- Tað verður framført, at
vinnulivid ikki orkar at bera
so stóra almenna umsiting.
Óivað kann og skal henda
umsiting gerast betur og eff-
ektivari.
- Vit mugu kortini ikki
gloyma at skúlar, sjúkrahús
og aðrar almennar tænastur
fyri ein stórann part verða
goldnar um blokkin. Tað
skuldi sostatt ikki tyngt
vinnuna.
- Vit mugu ikki bróta
niður almennu tænastuna.
Vit mugu hava ein góðan
skúla til børnini, sum eru
Føroya framtíð, og vit mugu
gera tað liviligt hjá teimum
ungu at vera í Føroyum.
Hendrik Thomsen heldur,
at teir flokkar, sum bert
hava á skránni at skerja al-
mennu tænastuna, hava ov
lítið at bjóða veljarunum.
- Hetta førir bert við sær,
at vit fáa færri arbeiðspláss -
serliga í Suðurstreymi - og
eina veri tænastu til
borgarar landsins, sigur
hendrik Thomsen.
Orå: D
Mynd Kalmar
gistirtú væl á bíliga.
Eisinihavavitserligar
vetrar- 8 yikuskiftis
prist.
TI. 11951 Fax. 19451 -