Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sparingar ongin loysn Samhaldsfastar loysnir var einasta gongda leið hjá vesturheim- inum úr kreppuni í 30'unum. Samhaldsfastar loysnir var leiðin í Føroyum í 50'unum, og loysnirnar í dag mugu somuleiðis vera samhaldsfastar, skrivar Eyðóly Dimon m.a. Politiski myndugleikin má í ringum tíðum hava eitt vak- iðeyga við, hvussu hart fólk eru fyrispent, annars er vandi fyri, at trýstið verður ov hart, og fólkið missir ónina og kastar frá sær. Tá 'ugsað verður um tað djúpa vartskygni í føroysku fjøl- nidlunum, og hvussu trup- 3] gerandisdagurin er hjá teimum flestu, er tað óskilj- andi, at hetta ikki er hent fyri langari tíð síðan. Helst hevur tað sína ávirkan, at vit, sum ein lítil tjóð, hava eina sterka tjóðskapar- kenslu. Trútta svartskygni og reklamera fráflyting Sjónvarp Føroya gjørdi her- fyri eina sendirgð í trimum pørtum, sum samanlagt mundi vara einar 3 tímar. Fyrsti partur var góður og upplýsandi, men so kom einki nýtt fram í báðum teimum seinnu pørtunum. Tað einasta nýggja var, at tosað varð við nýggj andlit, sum øll søgdu tað sama um, hvussu trupult alt var í Før- oyum og at tey nú høvdu valt at flyta av landinum og til Danmarkar. Sjónvarpið fekk alt at ljóða so lætt, men sannleikin er ein heilt ann- ar, og hagtølini vísa nú, at fleiri og fleiri flyta heim- aftur, tí alt er ikki so ljósa- reytt. Onkur glotti er Og kanska er onkur glotti eisini at hóma her heima. Landsbankastjórin boðar í Sosialinum frá, at uttan- landsskuldin minkað 1.2 mia. kr. í fjør, og er hetta so avgjørt eitt tekin tann rætta vegin, hóast eg haldi, at tað hevði verið rættari at brúkt stórri nøgd av peninginum í Føroyum, heldur enn at spenna íbúgvarnar so hart. Úrslitið er 10-15 mló. rætta vegin Landskassin hevur í ár lært 260 mió., sum er bókað sum hall á fíggjarlógini, men nú sær út til, at inntøkurnar verda hægri enn ådur mett- ar, og tað vil siga, at hallið í ár verður einar 10—15 mió. lægri. Um henda gongd heldur fram, so vísa fram- rokningar hjá búskapar- frødingum, at hallið kom- andi år verdur einar 90 mi6. kr. minni. Tað, sum um- ræður er, at øll meirinntøka, sum landskassin fær, verður brúkt til at betra liviumstød- urnar hjá fólki. Skuldin má bíða Hallið á fíggjarlógini má varðveitast á sama stæði komandi árini, til fiska- stovnarnir aftur hava ment seg, tí tá er møguligt aftur at økja útflutningin og útflutn- ingsvirðið. Hesum sjónarmiði tykist javnaðarflokkurin at standa einsamallur við. Borgarligu flokkarnir mæla hinvegin til at vit fremja enn stórri spar- ingar á fíggjarløgtingslóg- ini, so vit alt fyri eitt sleppa av við hallið, og hetta sigur okkum, hvat teir fara at nýta ein møguligan vøkstur í inntøkuni til. Hvat, ið skal koma í fyrstu rgð, fólkið ella skuldin, verður eitt av málunum, veljarin tekur stóðu til valdagin 7. juli. Vert er at leggja til merkis, at millum teirra, sum studla hugsanini um størri skerj- ingar, eru politikarar, sum eru sprotnir, tí tað er eydn- ast teimum at gera sær dælt av at vit hava 7 valdømi. Hetta hevur givið teimum møguleika fyri at seta val- dømini upp ímóti hvørjum ødrum, og soleiðis fáa und- irtøku. Somu politikarar føra fram, at hallið verður brúkt at fíggja almenn ar- beiðspláss í Havn. Flestu al- mennu arbeiðsplássini eru í Havn, so hetta er ein hálvur sannleiki. tænastusteðið Men verða 260 mió. spardar á fíggjarlógini, fær tað av- leiðingar fyri alt landið. Fyrst og fremst lækkar tæn- astustødid í almenna sektor- inum, og vælferðarsamfe- Onki øki í landinum fær tað betri av at arbeiðs- loysið økist í einum ødr- um, skrivar Eyðólv Dimon lagið fer í spønir. Hetta fær soleiðis ikki bert avleiðing- ar fyri tey fólkini, sum ger- ast arbeiðsleys. Sparingar verða á øllum grenum á figgjarløgtingslégini, og hetta fer at raka útjaðara- gkininógv meinari enn mið- depilin. Samhaldsfasti er einasta leiðin Vit eiga at leggja okkum í geyma at einki øki í landin- um fær tað betur av at ar- beiðsloysið gkist í einum ødrum. Tvørturim6ti. Kreppur hava verið fyrr, og tær hava víst, at einans við samhaldsføstum loysnum eru vit komin úr naggatódn- unum. Hetta vísti seg í 30' unum um allan vesturheim- in, og hetta vísti seg eisini í S0'unum í Føroyum. Bara fyrimunir vid einum valdømi Fleiri dømi kundu eisini verdid tikin fram, har skip- anin við 7 valdømum helst er beinleidis orsøk til skeiv- ar almennar iløgur. Hetta er eitt vidbreki mål, men måtstødan er full av mót- søgnum. Sagt verdur, at vid einum valdømi fáa útjaðara- økini eingi umboð vald. Hetta er púra burturvið, tí við einum valdømi verður ein graslikisvøllur eitt ov lítið veljaragrundarlag, og tí verður tað bert politikarar, sum hava eina breiða undir- tóku runt alt landið, sum fáa nóg mikið av atkvødum fyri at verða valdir. Eyðólv Dimon, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Sethúsamál: Avtakið oljuavgjaldið — og strikið ein part av skuldini Sethúsaeigararnir mugu hjálpast nú. Men at fara inn við lóg og skera alt yvir ein kamb, ella sa- nera gll líka, ber ikki til. Nei, tað kann blíva ógvuliga órættvíst. Tí fleiri eru tey, ið hava bygt bíliga, liva bíliga og spart sær saman til húsini, og roynt at fingið tað at mala runt. Men tað gongur kortini ikki. Og líka nógv eru tey fólk, sum hava bygt dýrt og livað yvir evni. Tí hevði grannin fín hús, so skal eg eisini hava líka fín, ella hevði hann ein dýran, fínan køk, so vil eg eisini hava ein. Húsini eru bygd, skaðin er hendur, tí má okkurt gerast. Vit skulu helst liva víðari. Og hvat kann man so gera? Nógvir eru møguleik- arnir. Sjálvur haldi eg, at um oljuavgjaldið varð tikið av beinanvegin, kom tað gllum til góðar, og eina ávísa sanering hava tey rætt til, tá ið skip ella virkir kunnu fáa tað, og sum allir borgarar skulu gjalda aftur. Tað kundu verið 100, 200 ella 300 túsund, alt eftir húsaaldri, og tey dýru lánini kundu verið nakað niðurfryst ella fingið lættari avgjalds- tíð. Ein møguleiki hevði verið hægri rentufrá- | ! dråttur av håsunum. Sjålvur haldi eg at hetta uppskotið, at steðga øllum tvingsils- sølum av sethåsum nú og eina tf fram, og seta nøkur bankafólk, nøkur óheft politisk fólk at kanna og gera tað møgu- ligt at hava hús, er gott. Tí sum forsorgin og ann- að er, eigur tú pengar til mat, el, olju og klæði í trongstødu. Eftir valið skulu teir politikarar, sum koma til, seta seg nidur saman og fáa loyst sethúsamál- ið, fingið arbeiði til nakrar hendur, fingið gjørt tað soleiðis, at tað loysir seg at arbeiða, so at liviligt verður aftur í Føroyum. Jóan Pauli Joensen, valevni javnadarfl. i Suðurstreymoy Hvalbiar Sóknar Javnadarfelag lysir til POLITISKAN FUND „= ÍSANDVÍK Í KVØLD, KL. 20.30 Valevni floksins vera við. Øll eru hjartaliga vælkomin! Hvalbiar Sóknar Javnaðarfelag