Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Elsba Olsen er nýtt valevni hjá Javnaðarflokkinum. Hon er 42 ára gomul og arbeiðir sum sosaialrådgevi á Almannastovuni. Hon ar- beiðir á forsorgardeildini og hevur innlit í, hvussu kreppan ávirkar tey veiku í samfelagnum Tað er virðismikið stóð hjáeinum politikara at virka út frá Um dagliga arbeiði sit sigur Elsba Olsen - Vit umsita partar av for sorgarlógini, og í høvuds heitinim grein 9 I sum heimilar at veita fólk stuðul vegna sjúku, ella un tey á annan hátt ikki eru før fyri at forsyrgja Sær sjálv um, orskaðað av arbeiðs loysi o.s.fr., sigur Elsba Olsen. Merktu arbelðsloysið áðrenn onnur - Vit skulu veita fólki veg- leiðing í fíggjarligum og persónligum spurningm, men eg noyðist tó at við- ganga, at tann persónligir parturin er skúgvaður til viks seinastu árini. - Vit merktu arbeiðsloys- ið á stovninum í 1990, av tí at so nógv sjålvstødugt vinnurekandi mistu arbeið- ið. Hesi eru ikki tryggjað í ALS og noyddust at leita sær hjálp á Almannastovu- ni. Elsba Olsen hevur altíð verið javnaðarfólk, og hon hevur verið limur í Suður- streymoyar Javnaðarfelag í nøkur ár. Hon hevur gingið á fundir í felagnum, serliga seinastu tvey - trý árini, og á aðalfundi í felagnum í ár varð hon vald í nevndina. Elsba Olsen eigur ty børn, sum nú eru 22, 14 og 12 ára gomul. Tað, at børnini eru vorðin so stór, hevur kanska eisini havt ávirkan á, at Elsba Ol- sen nú beinleiðis fer inn í politiskt arbeiði. - Í mínum arbeiði sleppur tú ikki undan at taka stóðu - í tonkunum í hvussu so er - tá tú sært, hvussu almanna- málini broytast í mun til hin partin av samfelagnum. - Upprunaliga hevði eg ikki ætlað mær at stilla upp, men tá tað nú eru so fáar kvinnur á listunum hjá Javnaðarflokkinum, gjørði eg av at royna. Eg siti eisini inni við vitan, sum kann brúkast. Tá fíggjarligu við- urskiftini í samfelagnum broytast, merkist tað fyrst á slíkum stað sum á Almann- astovuni. Stættarmunur hómast - Fyrst og fremst tí so nógv fólk noyðast at venda sær til okkara, men eisini tí vit merkja, hvussu stórur mun- ur er á, hverjar umstødur TOK TF Nr. 122 — 30. JUNI1994 Tíðindablaðið Elsba Olsen, valevni javnadarfloksins í Suburstreymoy: Enn liva nøkur sum áður Orð: Dagny — Stættamunur er ein avleiðing av samfelagsligu aftur- gongdini. Meðan nøkur liva sum áður, noyðast nogv at liva fyri lítið og einki, sigur Elsba Olsen eee Elsba Olsen: - Í mínum ar beiði sleppur tå ikki undan at taka stóðu - í tonkunum ið hvussu so er - tå tå sært, hvussu almanna- málini broytast í mun til hin partin av samfelagnum fólk noyðast at liva undir. - Enn hevur ein partur av fólkinum líka so nógv eftir til sín sjálvs sum áður, með- an onnur noyðast at liva fyri lítið og einki. Tað hevur m.a. havt við sær, at vit í dag kunnu tosa um stættar- mun í Føroyum. - Áður hjálpti forsorgar- lógin fólki eftir tørvi, men reglurnar vórðu broyttar og upphæddin minkaði nógv, tá Arbeiðsloysisskipanin varð sett í gildi. ALS skuldi verða nógv einfaldari skipan enn for- sorgarlógin. Upprunaliga skuldi ALS verða ein sjálv- boðin trygging, og tí skuldi tað ikki lóna seg at fáa stuð- ul eftir forsorgarlógini, um tú ikki gjørdist limur í ALS. - Tá hevði eingin imynd- að sær, at arbeiðsloysið skuldi gerast so umfevnan- di - Í dag er veruleikin, at vit hava stórt arbeiðsloysi, og at nógv aftur fáa forsorg- arhjálp sum ískoyti til ALS. Umframt tað, at arbeiði neyvan verður til allar hendur í bræði, so hava tey arbeiðsleysu einki at tríva í. Krevja meir av ALS - Tí mugu vit seta ødrvisi krøv til ALS. Stovnurin átti at havt nøkur tilboð til tey mongu arbeiðsleysu, sum nú einki hava at taka sær til. - Tað átti at verið ein møguleiki í ALS at skipa fyri eftirútbúgving og um- skúling, eins og at stuðla teimum ungu í at fáa sær út- búgving. Tíðin í arbeiðs- loysi hevði verið væl nýtt, um tey ungu høvdu møgu- leikar at gera eitthvørt, sum gjørdi tey betur før fyri at fáa arbeiði í framtíðini. - Farloyvisskipanin hevði eisini verið gott ískoyti í Ar- beiðsloysisskipanini. Vit vita, at ein partur av fólki- num hevur ovurstóra ar- beiðsbyrðu, meðan onnur ganga fyri einki. - Okkara samfelag er so lítið. Tað átti at borið til at gjørt arbeiðsmarknaðin meira liðiligan og at býtt ar- beiðið út á fleiri hendur. Góðtaka lutvíst arbeiðsloysi - Vit kunnu vænta, at ein partur av teimum arbeiðs- leysu neyvan kemur aftur í arbeiði. Tað mugu vit gera nakað við. - Onnur lond hava góðtik- ið varandi arbeiðsloysi, og hava bøtt um livikorini hjá teimum, sum ikki kunnu væntast at sleppa í arbeiði aftur. Tað mugu vit eisini gera, sigur Elsba Olsen og leggur aftrat: -Taðergivið, at vitkundu gjørt meir fyri tey arbeiðs- leysu. Tey hava fingið 6- rímiliga lítlan stuðul higar- til. - Vit kundu eisini broytt heimildirnar í endurbúgv- ingarskipanini. Eitt nú er tað ikki nóg mikið, at tú ert einsamallur uppihaldari og arbeiðsleysur fyri at fáa hjálp til útbúgving. Tað skulu sosialar og læknaligar orsøkir ul fyri at fáa hjálp haðani í dag. - Okkurt bendir á, at tað fer at ganga framá í Føroy- um, og um tað er rætt, so er tað umráðandi, at vit varð- veita sosialu skipanina á tí stødi, sum hon er nú. - Vit kunnu ikki vænta at teir borgarligu flokkarnir vilja tað, og tí er tað um- ráðandi, at Javnaðarflokk- urin fær góða undirtøku. Hann er einasti flokkur fløt- uni, sum vil varðveita al- mannalóggávuna. - Eg haldi eisini, at tað var ein stórur sigur fyri ar- beiðaran, at vit fingu Ar- beiðsloysisskipanina, og at tað eru partarnir á arbeiðs marknaðinum, sum gjalda ALS. Tað eigur Javnaða: flokkurin ein stóran part a æruna av - At hon so ikki er so góð júst hesum døgum, er ei onnur søk. Sjálvt skipan: eigur at verða varðveiðd sigur Elsba Olsen Elsba Olsen heldur, at mugu byta samielagsa an meira krisuliga enn I artil. Tað hevur ikki ver gjørt nóg væl, ú tað bólkar í samfelagnum. St hava alt ov lítið at liva í> Arbeiðsleysar einligz mammur illa fyr! - Ein samfelagsbólkur er tær arbeiðsleysu eins: mallu mammurmar vi børnum. Tað kann ikki be ast í bøtuflaka fyri, hvuss: vánaliga livikor tær o; børnini hava. - Túkanst liva fyri lítið og lætt í nakrar mánaðir, men tað ber ikki til í áravís. - Sum lóggávan nú er, so hava einligar mammur við børnum bert nakrar hund- rað krónurseðlar til mat og klæði um mánaðin, sigur Elsba Olsen. - Hóast vit á Almanna- stovuni eisini skulu veg- leiða í sosialum viðurskift- um, so eru als ikki stundir til tað, ti eftirlit og pappirsar- beiðið er so tíðarkrevjandi. - Eg veit um nógvar ein- ligar mammur, sum leita sær menniskjansliga hjálp í Kvinnuhúsinum, har ser- køn fólk á ymsum økjum ar- beiða ókeypis í frítíðini Annar stórur trupuleiki at vinna á, heldur Elsba Olsen tað vera at steðga fólkaflyt- ingini. - Vit vita, at tað ikki er gagnligt fyri børn at verða flutt í fremmant umhvørvi - Tað er eisini okkurt sum bendir á, at nógv fólk longu eru flutt heimaftur, hóast eingi hagtøl eru tók um tað enn. Ov gott at rýma frá - Tað prógvar, at hóast tað er torført at lívbjarga sær í Føroyum júst nú, so er hetta landid er ov gott at rýma frá. - Tað átti tí at verið gjørt okkurt munagott við íbúð- arspurningin soleiðis, at tað almenna kundi keypt tey tómu húsini, fyri síðani at leiga tey út til fólk, sum ikki hava tak yvir høvdid. - Taðer bert ein spurning- ur um at nýta tað tilfeingið, sum er eitt sindur gørvísi enn higartil, og ein spurn- ingur um,hvat vit vilja gera fyri at verja hetta samfel- agið og tey rættindi, sum vit hava vunnið, sigur Elsba Olsen.