hósdagur 30. juni 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Marita sat tvey ár við skúlamálum:
Vit hava avrikað
Skúlaskipanin endurnýggjað ótrúliga nógv
Tá Marita Petersen eftir valið í 1990 kom út í landsstýrið, fekk
hon m.a. útbúgvingarmál at umsita. Og har fóru beinanvegin at
henda stórar broytingar
Marita Petersen heldur tað AP
— hóast vit hava havt verri ar-
beidsumstødur, enn nakað
landsstýri hevur havt. Marita
Petersen heldur seg ikki hava
Aðra skipan nakað at skammast yvir, tá hon
farnu árini. At fólk hava
vera av stórum týdningi,
at vit hava eina útbúgv-
ingarskipan, sum tryggjar
øllum borgarum javn-
bjóðis meguleikar, og
sum ikki skapar skilnað
millum fólk.
Tað var við hesum
grundsjónarmiði at hon
fór til verka, tá hon fekk
skúlamál at umsita í
landsstýrinum í 1990.
Og har kom nógv av
skafti.
Tekniskar
útbúgvingar
Fleiri nýggjar tekniskar
útbúgvingar vórðu settar á
stovn - og tær verða nógv
brúktar í dag.
- Tá SIT-útbúgvingin
byrjaði, var eg spent at
vita, hvussu fólk fóru at
taka ímóti hesum. Ég
vónaði, at í hvussu er ein
heilur flokkur - eini 30
fólk - fóru at fara undir
hana, sigur hon.
Men tá avtornaði,
høvdu 120 fólk meldað
seg til.
- Eg haldi at tað vísti,
hvussu stórur tørvur var á
hesum slagnum av út-
búgving í Føroyum, sigur
hon.
Hinar teknisku útbúgv-
ingarnar, sum tá vórðu
settar á stovn, verða eisini
nógv brúktar.
- Eg haldi tær eru ein
kompensatión fyri øll tey
læruplássini, vit hava mist
fingið hesar møguleikar
tryggjar, at tey hava
okkurt skilagott at takast
við - og at tey ikki fara av
landinum, sigur hon.
Skúlaverkið er
grundarlagið
Marita fekk eisini igjøgn-
um, at gera ein miðnáms-
skúla í Suðuroy, soleiðis
at suðuroyingar kunnu
taka bókligar útbúgv-
ingar, uttan at noyðast av
oynni.
Fleiri hava í hesum
sambandi fýlst á, at hetta
hevur kostað ov nógv.
Men Marita hevur staðið
fast við, at skúlaverkið
skal varðveitast og
mennast, hóast kreppuna.
- Tað er her, vit leggja
grundarlagið undir fram-
tíðar møguleikum, og tað
er her, vit kunnu forða
fyri ov nógvum skilnað í
fólkinum við at geva
øllum somu møguleikar
fyri útbúgving, sigur hon.
enn danir
Eitt, sum Marita Petersen
fegin vil virka fyri fram-
yvir, er bróta niður teir
garðar, sum í dag eru
millum handligar í bók-
ligar útbúgvingar.
Vit eru eitt lítið
samfelag. Vit kunnu ikki
hava henda skilnað. Vit
eiga at kombinera og
samskipa okkara útbúgv-
ingar nógv betur enn
higartil.
Marita heldur, at ein
vandi liggur í, at alt ov
nógv fólk innan skúla-
verkið hava donsku skip-
anina sum fyrimynd - og
har er tað jú rættiliga
sundurbytt.
- Her sum aðrastaðni er
neydugt, at vit laga skip-
anina til okkara vidurskifti
og okkara tørv, sigur hon.
Småu flokkarnir
mugu taka stødu
- Tað er vandamikið at fyrigykla fólki, at ein kann fara uppí
politikk uttan at hava nakra stóðu til fleiri av okkara mest
týðandi málum. Tað ber ikki til. Tað er at fara til val uppá
falskar fortreytir. Veljarin hevur krav uppá at vita, hvat
valevnini meina
Marita Petersen hevur
áður sagt, at hon helt tað
vera rætt av Óli Jacobsen
at stilla upp. Grundgev-
ingin var, at hansara leik-
lutur líka nógv hevur
verið politiskur sum reint
fakfelagsligur farnu árini.
Við at fara inn í politikk
fær Óli møguleika at virka
politiskt undir teimum
fortreytum, ein politikari
virkar undir.
Falskar fortreytir
Men hon heldur líuð um
tann mátan, Verkamanna-
fylkingin hevur ført seg
fram uppá.
- Fyri tað fyrsta geva
tey fólki ta fatan, at tað
eru fakfelggini, sum stan-
da aftanfyri. Men hóast
nakrir fakfelagsleiðarar
standa á listanum, og
hóast tey kalla seg
>Verkamannafylkingina<,
so hevur ið hvussu er
nevndin fyri Føroya Fiski-
mannafelg gjørt greitt, at
felagið ikki stendur aftan-
fyri. Hetta er eitt fylking
ein einstaklingum. Og tað
haldi eg ikki, at øll eru
greið yvir.
Óreelt
Marita ræðist eisini fyri
hvat fer at henda, um tær
smáu fylkingarnar og
flokkarnir fáa vald eftir
valið.
- Fleiri teirra hava lagt
dent á, at tey onga stóðu
hava til nakað av okkara
mest týðandi málum -
hvørki vidurskiftini vid
Danmark, ES, høgra-
vinstra ella annað.
Hetta heldur Marita
vera sera vandamikið.
- Tað er Ógjórligt at
virka sum politikari uttan
at taka stóðu til hesi mál.
Hesi fólk noyðast at taka
stóðu, verða tey vald. Tað
er óreelt ikki at gera
veljarunum greitt, hvor
henda støda er.
- Veljarin hevur krav
uppá at vita, hvat tey fólk
meina, sum biðja um
hansara atkvødu.
nú eftir lokið skeið leggur fram
fyri veljaran tey úrslit, sam-
gongan hevur nátt
Marita Petersen heldur, at tað eru onnur, sum mugu
dóma um, hvussu væl hon og sitandi landsstýri hava
klárað tað.
— Men um eg sjálv skal síga tað, so haldi eg, at vit
hava fingið sera nógv burturúr, sigur hon.
— Tí ein má minnast til, at tað valla er nakað
landstýri, sum hevur havt so ring arbeiðskor sum
hetta.
— Tað hevur verið fiskaloysi, prísurin er farin í
botn, búskapar- og bankakreppurnar gjørdust verri,
enn nakar hevði droymt um. Og samráðingarnar og
sam-skifti annars við donsku stjórnina hava tyngt
øgiligt um arbeiði hjá okk-ara lítlu umsiting. Har-
afturat kemur so, at vit í fyrstani høvdu tveir lands-
stýrismenn, sum við brigsli og klandri bara gjørdu alt
verri.
Marita heldur, at fólk mugu hava alt hetta í huga, tá
tey fella dóm yvir hetta landsstýrið.
Nógv er ópopulert
—Eg veit væl, atnógv av tí, vit hava gjøt, er ópopulert
— serliga MVG-skipanin.
— Men tá fólk hyggja at hesum listanum, vóni eg at
tey eisini duga at síggja, at vit hava gjørt alt, vit hava
kunnað, fyri at menna og útvikla hetta samfelag —
hóast umstødurnar hava verið so ringar.
Tað tydningarmesta av ti, sitandi landsstýri kann
leggja fram, eftir lokið arbeiði:
1) beint fyri rentuspekulatiónini
2) fingið nytsluskattaskipan (MVG)
3) nýggja, broytta rúsdrekkalóg
4) arbeiðsloysistryggingarskipan
5) lóggávu,sumskal verja fiskastovn-
arnar (vinnuligan fiskiskap)
6) fleiri skúlalógir eru broyttar
(fólkaskúlalóg)
7) nýggjar lågir fyri tekniskar
útbúgvingar (SIT, handverkarar,
HT, maskinmeistarar)
8) byrjað samskipan av umsitingini
9) lagt fyri tingið uppskot um nýggja
stýrisskipan
fleiri lógir, ið kunnu stuðla verandi
og nýggjum vinnutiltøkum
umskipað alivinnuna
handilssáttmála við ES
yvirtikið undirgrundina
lóg um forkanningar og løgtings-
samtykt um meginreglur í sam-
bandi við komandi oljuvinnu
sett umsiting á stovn og farin undir
framhaldandi lóggávuarbeiði í
sambandi við oljuvinnu
giviðloyvi til seismiskar kanningar
í føroyskum sjógki
bjargað vælferðarsamfelagnum
tryggjað politiskan stabilitet í
truplasta skeiði i Føroya søgu