hósdagur 30. juni 1994síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða26 Nr. 122 — 30. JUNI1993
Jona svíkur ikki
— Tann, sum er í einum flokki, má taka bæði við arvi og
skuld, sigur Jona Henriksen, sum íkki kundi funnið
uppá at vent javnaðarflokkinum bakið
Nú ein dagin vóru tey flestu
av løgtings- og landsstyr-
ismanningini hjá javnadar-
flokkinum og vitjaðu Jonu
Henriksen í KFUK.
- Tá eg fylti 70 ár í januar,
avtalaðu vit, at tey ein dag
skuldu koma niðan og fáa
ein drekkamunn, men
hverja ferð vit hava avtalað
ein dag, er okkurt komið í
-gin, antin hjá teimum ella
:já mær, sigur Jona Henrik-
ÆTI.
Men henda dagin bar til,
»g tey fingu eina hugnaliga
løtu saman. Marita Peter-
sen, løgmadur, og fleiri
onnur hildu rødu fyri Jonu,
róstu hennni fyri trúfesti
móti flokkinum. M.a. varð
sagt, at Jona var ein góð
fyrimynd og ímyndin av
einum sonnum sosialisti.
- Tad er at gera alt ov nógv
av, heldur Jona.
Ikki skerst burtur, at Jona
Henriksen altíð hevur verið
javnaðarflokkinum trúfgst.
- Eg eri fødd inn í røsluna.
Pápi mín var fakfelagsmað-
ur, býráðslimur og býráðs-
formaður og løgtingsmad-
ur, og sjálvandi var barna-
heim mitt merkt av
politikki, sigur Jona, sum
minnist aftur á tey fåtøku
triatiårini, krígsárini og ikki
minst tey ringu fimtiårini
við verkføllum og nógvum
stríði fyri rættvísi og betri
korum fyri arbeiðararnar.
Virkin politikari
Jona hevur sjálv eisini verið
virkin politikari. Hon var
býráðslimur frá 1968 til
1972, men stillaði so ikki
upp aftur.
Í 1975 kom hon í løg-
tingið, tå Jákup Lindenskov
fór í fólkatingið, og hon
varð vald inn í úngið frá
1978 til 1980, tá hon fall við
valið.
Haraftrat hevur hon havt
ymisk ålitisstørv sum um-
boð fyri flokkin.
Um tingarbeiðið sigur
Jona, at hon hevði størst
áhuga fyri arbeiðaramálum
og almannamálum. Dag-
peningaskipanin, barms-
burðarfarloyvi við løn og
barnastyrkurin komu, með-
an hon sat í tinginum.
- Tað vóru stór framstig,
meneg má viðganga, at tá tú
soleiðis kemur inn í ein
felagsskap, gevur tú nakað
av tínum sjálvstýri frá tær,
serliga í samgongu. Nógv
mál var eg fegin um at
atkvøda fyri, men tað eru
eisini samtyktir, eg seinni
hava angrað og havi havt
ringa samvitsku av síðan,
serliga tá eg atkveddi fyri
prístalsviðgerðini, sigur
Jona.
Lógin er fyri
kvinnur og menn
Jona er fegin um, at javr-
stóðulógin umsíðir er sam-
tykt. Saman við Ingrid
Sondum og Karin Kjølbro
var Jona við til at leggja
fyrsta uppskotið fram, og
tað var í 1978.
- Lógin er líka nógv fyri
mannfólk sum fyri konu-
fólk. Vit vita væl, at konu-
fólk altíð hava verið høgt í
metum, kvinnurnar hava
Jona Henriksen og Atli
Dam eru góðir vinir, og
Jona hamast, at Atli nú
skal fáa alla skyldina fyri,
at tað gekk so galið í
Føroyum. Kreppan er jú
allastaðni uttan um
okkum, sigur Jona
Tað bar ikki øllum til at
koma við henda fagra
seinnapartin, og onkur
var farin, tá myndin varð
tikin
Tíðindablaðið
Jona helt tað vera mest sum ov mikið vid øllum teimum
rósandi orðunum, sum Marita Petersen og hini heilsaðu
henni við
bara ikki verið so nógv við,
har avgerðirnar verða tikn-
ar. Eg má siga, at í javnað-
arflokkinum hava mennn-
inir altíð roynt at skumpa
kvinnurnar fram, men tær
hava ikki altíð viljað sjálv-
ar. Nú gongur betur við tí.
Jona Henriksen heldur
tað vera skeivt at aikvøda
fyri kvinnum, bara tí tær eru
kvinnur. Vit eru menniskju
øll somul, og skilnaður má
ikki gerast ímillum.
Nú roynir hon at stuðla
flokkin sum frægast, fer á
fundir, tá tað ber til, og
framvegis hendir tað meira
enn so, at hon verður spurd
til ráðs í politiskum spurn-
ingum.
Hóast ikki altíð samd við
politiskar avgerðir, kundi
Jona Henriksen ikki funnið
uppá at vent javnaðarflok-
kinum bakið.
- Tann, sum er í einum
flokki, má taka við arvi og
skuld, sigur Jona Henrik-
sen.
Standa við ábyrgdini
- Javnaðarflokkurin hevur
ongantíð runnið undan
ábyrgd, og tað síggja vit
best nú, tá vit verða gjørd til
syndabukkar. Men, sum
Oluf Palme segði, politikk-
ur er at vilja, og vit gevast tí
ikki so. Verður álit víst flok-
kinum, fara vit aftur í lands-
stýrið, sigur Jona Henrik-
sen, sum heldur tað vera
heilt burturvið at geva javn-
aðarflokkinum skyldina av
kreppuni.
- Vit kunnu ikki gera við,
at fiskurin hvarv, og at alt
svór seg saman um okkum.
Øll londini uttan um okkum
eru eisini í kreppu, men eg
haldi meg hóma glottar,
sjálvt um nógv framvegis
eru í neyð, missa hús og
heim, virki fara av knór-
anum, og handlar lata aftur,
sigur Jona Henriksen.
randi
|