fríggjadagur 4. juli 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 124 - 4. juli 2003
Nr. 124 - 4. juli 2003
3
Viðurskiftini millum
Týskland og Italia eru
á frostmarkinum,
eftir at italski for-
sætisráðharrin, Silvio
Berlusconi, helt ein
týskan lim í Evropa-
tinginum ver egnaðan
í einum leikluti sum
vaktarmaður í einari
nazistiskari týningar-
legu
ORÐALAG
Árni Joensen
Í Berlin hevur Gerhard
Schrøder, kanslari, gjørt
greitt, at hann vil hava eina
formliga
umbering
frá
Berlusconi. Hvørki meiri
ella minni. Berlusconi hev-
ur seinni sagt, at orð hans-
ara vóru ætlað sum skemt,
og at hann fer ikki at biðja
týska
tinglimin
Martin
Schulz um umbering. Men
tað krevur Schrøder. Hann
metir málið so álvarssamt,
at hann boðsendi italska
sendiharranum í Berlin til
fundar mikudagin. Tað
hevði við sær, at týski
sendiharrin í Rom fekk boð
um at koma á fund í
uttanríkisráðnum har.
Í gjár kravdi ES-tingið
eisini, at Berlusconi skal
koma við einari formligari
umbering. Ger hann ikki
tað, er ES-tingið til reiðar
at slíta alt samstarv við ES-
ráðið, har ríkis- og stjórnar-
leiðararnir í limalondunum
sita.
Italia tók við formans-
skapinum í ES 1. juli, og
frammanundan vóru tað
mong, sum stúrdu fyri, at
ES fór at koma í trupul-
leikar av Berlusconi, sum í
heimlandinum er skuld-
settur fyri bæði mutur og
svik. Hann hevur tó fingið
tjóðartingið at samtykkja
eina lóg, sum ger, at hann
kann ikki dragast fyri
rættin, so leingi hann er
forsætisráðharri.
Røkke í penganeyð
Fyri nøkrum mánaðum síðani metti norska blaðið
Aftenposten, at fyritøkan Aker RGI hjá ríkmanninum
Kjell Inge Røkke hevði tørv á nógvum nýggjum
kapitali, og nú vísa skjøl, sum blaðið hevur fingið
fatur á, at metingin var røtt.
Ein frágreiðing, sum nevndin í Aker RGI hevur
gjørt um fíggjarstøðuna hjá felagnum, vísir, at felagið
hevur lænt 4,9 milliardir krónur síðani seinasta heyst,
og av hesum eru 4,1 milliardir krónur læntar teir
seinastu mánaðarnar. Í nevndarfrágreiðingini stendur,
at skuldin hjá felagnum er nú so stór, at neyðug tiltøk
mugu setast í verk.
Kjell Inge Røkke eigur 49 prosent av partapening-
inum í felagnum Aker Kværner. Partur hansara er
bókaður til 3,5 milliardir krónur, men á virðisbræva-
marknaðinum í Oslo eru øll partabrøvini í felagnum
4,3 milliardir krónur verd. Aftenposten skrivar, at
ríkmaðurin hevur mist fleiri milliardir krónur seinastu
árini, og at hann hevur roynt at selja sítt privatflogfar,
marglætisbátin og eina marglætisíbúð í í London fyri
at útvega nýggjan kapital.
Ov dýrt at ferðast í
Grønlandi
Í grønlendsku ferðavinnuni eru fólk ill inn á fólka-
tingsmannin Kubik Kleist, tí hann í einum donskum
blaði hevur kært seg um, at tað er alt ov dýrt at ferðast
í Grønlandi.
Men ferðavinnufólkini ásanna samstundis, at
tingmaðurin hevur rætt. Stig Rømer Winther í
Greenland Tourism sigur við grønlendska útvarpið, at
tey vildu fegin, at flogferðaseðlarnir á innanlands-
rutunum vóru bíligari, men at tað er eitt politiskt mál.
Hinvegin ásannar hann, at tað er dýrt at reka
flogferðslu í Grønlandi. Tann bíligasti ferðaseðilin
við flogfari úr Nuuk til Kangerlussuaq kostar 1.820
krónur.
Stig Rømer Winther heldur tað kortini vera
óheppið, at tingmaðurin hevur úttalað seg í Danmark
um ferðaprísir í Grønlandi, tí tað kann fáa fólk í
Danmark at halda, at tað er eisini dýrt at flúgva til
Grønlands. Men tað er tað ikki, sigur hann.
Reiðarí fekk bót
Almenna dansk-týska ferjureiðaríið Scandlines skal
gjalda 1,7 millión krónur í bót, tí felagið breyt kapp-
ingarlógina, tá tað kroysti eitt annað reiðarí, Easy
Line, til at gevast við ferjusiglingini millum Danmark
og Týskland.
Undir kanningunum hava myndugleikarnir av-
dúkað, at Scandlines gjørdi serligar príssáttmálar við
bussfeløg, men treytin fyri lagaligum prísum var, at
busseigararnir ikki máttu nýttu ferjurnar hjá Easy
Line. Úrslitið varð, at Easy Line fór á heysin. Nú
Scandlines fær bót, hava gomlu eigararnir í Easy Line
boðað frá, at teir umhugsa at krevja endurgjald frá
almenna ferjureiðarínum.
Scandlines er nú einsamalt um siglingina úr Gedser
og Rødby til Týsklands.
Samstundis sum
heimsins fjølmiðlar
vístu myndir av
ísraelskum stríðs-
vognum, sum tóku
seg aftur úr Betlehem,
kom fram, at ísra-
elsku myndugleikar-
nir hava lagt hald á
palestinsk øki á
Vestara Áarbakka
beint ímóti friðar-
avtaluni
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Palestinararnir í bygdunum
Beit Eksa og Beit Souriq
norðan
fyri
Jerusalem
gjørdust ikki sørt skakkir
mikudagin, tá ísraelskir
hermenn og embætismenn
fóru at seta upp skelti, sum
søgdu frá, at jørðin á stað-
num var almenn ogn, og at
øll atgongd var bannað.
Samstundis fingu pale-
stinsku bygdafólkini at
vita, at hús teirra verða
tikin niður.
Palestinsku leiðararnir í
økinum siga, at talan er um
ognartøku, og at tiltakið er
sett í verk fyri at flyta
burtur teir palestinararnar,
sum búgva ímillum tær
jødisku niðursetubygdirnar.
Palestinski ráðharrin Yasir
Abed Rabbo legði ísraelsku
myndugleikarnar
undir
beinleiðis rán.
- Friðarætlanin sigur
greitt, at ísraelsmenn skulu
gevast við at leggja hald á
palestinskt lendi og at ríva
palestinsk hús niður. Hetta
seinasta ísraelska tiltakið
vísir bert, hvussu trupul
friðartilgongdin
verður,
segði Rabbo.
Ísraelski mannarættinda-
felagsskapurin B'Tsalem
leggur stjórnina hjá Ariel
Sharon undir at snýta
palestinar og tey, sum hava
gjørt seinasta friðarupp-
skotið við at ognartaka
palestinskt lendi í loyndum.
UTTAN ÚR HEIMI
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá ið kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Andreas á Marknagili
Klaksvík
andaðist og fór til gravar.
Tøkk til tykkum, sum lótu peningagávu til »Malta«.
Heini, Marita, Nina og John Júst við familju
Ísrael snýtt palestinar?
Hann skal biðja um
umbering
Tað segði Berlusconi við Martin Schulz:
»Eg veit, at fólk í Italia eru í ferð við at gera ein film um nazistisku týningarlegurnar.
Eg vil fegin virka fyri, at tygum kunnu fáa ein leiklut sum kapo. Tygum høvdu egnað
tygum væl til tess«.
Orðið "kapo" varð undir seinna heimsbardaga nýtt um brotsmenn og stundum jødar,
sum leiðslurnar í nazistisku týningarlegunum settu til at ansa eftir hinum fangunum.
Orðið verður eisini nýtt um landasvíkjarar.
Silvio Berlusconi. Sum væntað hevur hann longu elvt til trupulleikar í ES
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
3
2