Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 124 - 4. juli 2003 Nr. 124 - 4. juli 2003 5 Sunnudagurin kom- andi verður hildin sum minningardagur teirra deyðu í ferðsl- uni. M. a. verða blómur lagdar á støð, har fólk eru deyð í ferðsluni og tøgn verður í ein minutt undir fótbóltsdyst- unum í landskapp- ingini FERÐSLUTRYGD Eirikur Lindenskov Sunnudagurin komandi verður hildin sum Minn- ingardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er fjórða ferðin, at skipað verður fyri hesum tiltaki, sum eins og undanfarnu árini verður hildið, fyrsta Sunnudag í juli. Dagurin verður hildin við at blómur verða lagdar á tey støð har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. Eisini skipar FSF so fyri, at tøgn verður hildin í ein minut, tá 1. deildardystirnir í fótbolti byrja sunnudagin. – Vónandi verður evnið eisini havt á loftið aðra- staðni t.d. í kirkjum og samkomun um vikuskiftið, sigur Ingi Gunnarsson, sum er ein av fyriskiparunum. – Endamálið við tiltak- inum er at gera vart við, at alt ov nógv ung lata lív í ferðsluni, og at fáa okkum at steðga á eina løtu og hugsa um hesi viðurskiftið, sigur hann. Møguleiki er hjá øllum at stuðla tiltakinum við eini upphædd á konto 9181- 1313500 í Føroya Spari- kassa . Tiltakið verður stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og eistaklingum. Síðani fyrstu ferðslu- vanlukkuna í Føroyum, sum hendi á Varmakeldu- eiði í Eysturoynni 2. sep- tember í 1928, eru 246 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Minnast tey deyðu í ferðsluni Eftir at ferðafólka- talið um Vága flog- havn fyrr í ár vísti ein minni vøkstur, síggja vit nú aftur at flog- ferðslan veksur í stórum. Oyggjaleikir og altjóða fótbólts- dystir síggjast týðu- liga aftur í hagtølun- um hjá flogvøllinum FLOGFERÐSLA Ferðafólkatalið frá 1.januar og til 30.juni í ár er 71.763 ímóti 66.600 sama tíðar- skeið í fjør, hetta er ein vøkstur uppá 5.163 ferð- andi ella 7,8% higartil í ár. Í juni í ár hava hava 18.590 ferðandi ferðast um Vága Floghavn og er hetta ein vøkstur í mun til juni í fjør uppá 18,9% ella 2.957 ferðandi. Ein stórur partur av tí vøkstri, sum hevur verið í juni, stavar frá teimum fótbóltslandsdystum, sum hava verið ímillum Føroyar - Týskaland og Føroyar - Ísland. Útferðin til Oyggja- leikirnar á Guernsey merk- ist somuleiðis aftur í ferða- fólkatalinum. Tann 16. juni í ár byrjaði frálandavinnan aftur, og varar arbeiðið í umleið tveir mánaðir. Hetta virk- semi fer væntandi eisini at geva fleiri ferðandi og operatiónir, tvs. fráferðir og komur. Operatiónstalið, tvs. fráferðir og komur, hava verið nakað størri enn í juni í fjør, tá ið 540 fráferðir og komur vóru, móti 558 í juni í ár, ella ein øking uppá 3,3 %. Fyri árið í ár er tað samlað tó ein minking uppá 1%. Posturin fyrra hálvár í ár er minkaður við 1,1% til 295,7 tons, og farmurin loftvegis er minkaður við 1,7% til 176,7 tons fyrra hálvár. Afturgongdin av posti og farmi skyldast verkfallinum á tí privata arbeiðsmarknaðinum í vár. Flogferðslan í stórum vøkstri higartil í ár Tá ið Televarpið fór at senda, var tað eitt slóðbrótandi tiltak, sum onnur lond nú hava fingið áhuga fyri og Føroya Tele hevur fleiri fyrispurningar um at ráðgeva øðrum londum SJÓNVARP Áki Bertholdsen Tá ið føroyska Televarpið fór at senda, var tað eitt slóðbrótandi tiltak, ikki bara í Føroyum, men eisini uttanlands. Og hetta er nakað, sum útlendingar eisini hava lagt merki til. Aksel Haraldsen á Tele- varpinum sigur, at tá ið Televarpið fór at senda, var tað spildurnýggj tøkni, sum var tikin í brúk. Og tað gekk ikki so long tíð, til Televarpið eisini fór at vekja ans uttanlands. Og nú Televarpið hevur sent í eitt gott hálvt ár, hava fleiri lond vent sær til Før- oya Tele við fyrispurning- um um hjálp til at stovna televarp í teirra egna landi. Aksel Haraldsen sigur, at í løtuni viðgerð Føroya Tele ítøkiligar fyrispurningar um samstarv úr Íslandi, av Malta, av Grønhøvdaoyggj- um og aðrastaðni eisini. Seinni í ár skal Televarp- ið eisini vera við á altjóða »ITU Conference«, ið er ein ráðstevna í Geneve um tøkni og har er Televarpið í miðdeplinum, eins og grein er um Televarpið í sjálvum ráðstevnublaðnum. Á hesi ráðstevnuni eru eini 200.000 - 300.000 fólk og tað eru alt oddafólk innan edv- og telesamskifti kring allan heim. Barnasjúkur Tað er oftani so, at tá ið nýggj tøkni verður roynd, taka eisini trupulleikar seg upp. Og tað merkti Televarpið eisini og tað vóru mong, sum ilskaðust inn á, at alt ikki virkaði sum tað skuldi. – Hetta vóru trupulleikar, sum vit ongan møguleika høvdu at at byrgja upp fyri, tí vit høvdu gjørt so neyvar kanningar, sum til bar. Men tað vísir seg ofta, at veru- leikin er øðrvísi enn roknað verður við og viðhvørt kostar tað at vera fyrstur. Aksel Haraldsen sigur, at enn er Televarpið ikki heilt komið yvir barnasjúkurnar, men tey síðstu brekini verða rættað hendan næsta mánaðin. Hann heldur, at hetta kann hava gjørt, at haldara- talið ikki hevur verið so stórt, um teir høvdu sett sær fyri at tað skuldi vera. Hann vil ikki siga, hvussu nógv fólk hava sett seg fyri televarpinum, men hann sigur kortini, at hald- aratalið er fari upp um 2.000. Og tá ið hann hugsar um teir trupulleikar, Televarpið hevur havt, er hann sum heild nøgdur við tað. – Hevði Televarpið verið ein skipan, sum onnur høvdu roynt frammanund- an, høvdu vit sloppið undan hesum trupulleikum. Men nú brutu vit upp úr nýggj- um og hóast vit høvdu ávís- ar trupulleikar, hevur tað so ført við sær, at vit vóru undangonguland á hesum øki og at onnur lond nú venda sær til okkara at fáa hjálp og ráðgeving. Sostatt kann Televarpið eisini gerast ein útflutn- ingsvøra hjá Føroya Tele. Verður bygt út Føroya Tele hevur ongantíð dult fyri, at Televarpið skuldi gerast eitt fíggjarligt íkast. Og hóast haldaratalið ikki hevur verið tað, tey væntaðu, verður tað ikki talan um at gevast. – Vit arbeiða nógv longri fram í tíðina enn so og Televarpið er komið fyri at vera, sigur hann. Umframt Havnina, eru tað Klaksvík, Skálafjørðin, Gøturnar báðar, Leirvík og Fuglafjørður, sum síggja Televarpið og í løtuni verð- ur tað arbeitt við at fáa Kollafjørð upp í. Nær tað verður, veit Aksel Haraldsen ikki, men tað skilst, tað verður ikki beint nú. Hvussu Televarpið ann- ars verður bygt út, veit hann ikki, tí tað veldst um haldaratalið, tí skal tað byggjast út, skal tað gerast við yvirskoti hjá felagnum sjálvum og ikki við fígging frá Føroya Tele annars. Tí er enn ómøguligt at siga, nær Sandoyggin, Suð- uroyggin, Vágar og aðrar oyggjar koma uppí. Men at tað verður ein dag, ivast Aksel Haraldsen ikki tí, tí hann ivast ikki í, at hetta slagi av sjónvarpið er framtíðin. – Tað, sum vit hava gjørt higartil, er bara tann grund- leggjandi parturin og sum tíðin gongur, verður Tele- varpið útbygt við øllum møguligum tænastum. Ein grundleggjandi tæn- asta er at fáa eina upplýs- ingarrás, har vit fáa tvíveg- is sjónvarp, har tað ber til at samskifta báðar vegir, eitt nú fer tað at bera til at senda sms, at svara spurn- ingum, sum verða settir í sjónvarpssendingum, at svara meiningarkanning- um, at spæla spøl, bíleggja filmar, fyri at nevna ein brotpart av teimum møgu- leikum, sum eru. Føroya Tele hjálpa øðrum londum at senda sjónvarp Tá ið Televarpið varð sett til á sinni, gjørdust Føroyar undangonguland á økinum og nú eru tað fleiri lond, sum vilja hava hjálp frá Føroya Tele til at stovna televarp í teirra egna landi. Frá vinstru eru tað Andras Róin, stjóri í Føroya Tele, Tróndur Djurhuus, sum legði Føroya Tele til rættis og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum C M Y K 5 4