Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 124 - 4. juli 2003 Nr. 124 - 4. juli 2003 7 Ísraelski sendiharrin í Danmark, Carmi Gillon, heldur, at Ísrael og Føroyar hava góðar sam- starvsmøguleikar, tí londini bæði eru so lík. Serliga er tað á KT-økinum og innan aling, at Ìsrael kann verða spennandi fyri føroyskar fyritøkur VITJAN Heri á Rógvi Fyri sløkum tveimum vik- um síðani var ísraleski sendiharrin í Danmark, Carmi Gillon, á vitjan í Føroyum. Tað var felagið Vinir Ìsraels, sum tók stig til vitjanina. Ferðast varð kring landið og fundur vórðu hildnir bæði við landsstýrismenn og fyri limir í Vinir Ísraels, har undirtøkan var framúr góð. Vitjað varð millum annað í Klaksvík og á Eiði. Vinir Ìsraels sigur, at vitjanin riggaði stak væl, og nógv fólk vóru á kunnandi fundi við sendiharranum. Carmi Gillon er annars ikki hvør sum helst. Hann er víðagitin í fleiri londum fyri sítt fyrrverandi starv sum ovasti fyri Shabak, sum er innanlands trygdar- løgreglan í Ìsrael. Shabak fæst millum annað við mót- njósning, og Carmi Gillon hevur verið frammi í donskum fjølmiðlunum við ymsum úttalilsum um av- hoyringar av fangum. Tað eru smá tvey ár síðani, at hann tók við sum ísra- elskur sendiharri í Danmark. Hann sigur seg fylgja heilt væl við, hvat hendir í Føroyum sum part av hans- ara arbeiðið. Hetta er kortini hansara vitjan í Føroyum. – Føroyar og Ísrael eru rættiliga lík á nógvum økj- um. Tað burdi ligið væl fyri at stamstarva, sigur Carmi Gillon. Carmi Gillon ger fegin viðmerkingar til spentu støðuna í Miðeyestri, men tað lata vit fyri tað nógva liggja á hesum sinni. Hann ræður kortini fólki til at seta seg væl inn í ting- inum, áðrenn tey taka eina støðu, tí alt er ikki so ein- falt at skilja. KT og aling Ísrael telist millum trý tey fremstu londini í heiminum innan KT. Tað er serligan innan trygd á telduskipan- um, at ísraelar hava gjørt seg galdandi seinnu árini. So nógv, at KT er vorðið størsta vinnugreinin í Ìsrael. Og KT er nakað, føroy- ingar hava áhuga fyri eisini. Ísraelskar fyritøkur eru áhugaðar í at fáa størri part í evropeiska marknaðinum. Her kann tað hugsast, at samstarvsavtalur kunnu koma í lag við føroyskar fyritøkur. Ein av fundunum hjá Carmi Gillon í Føroyum var við KT-felagið. Ein av mest spennandi verkætlan- um í Føroyum í løtuni er Bitland, ið KT-felagið spæl- ir ein leiklut í. Ólavur Ellefsen, sum bæði er partur av leiðsluni í Bitland og KT-felagnum, sigur, at fundurin við Garmi Gillon var positivur, hóast ikki so nógv konkret var á skránni. Vit fóru glaðir av fund- inum, og vit arbeiða nú við at fáa eitt samstarv í lag, sigur Òlavur Ellefsen. Men ísraelar ætla ikki bera at koma hendanvegin við KT. Eisini føroyska alingin hevur vakt áhuga millum ísraelar. – Tað er týðuligt, at før- oyingar eru á einum høgum vitanarstøði innan fyri ali- vinnuni. Vit fáast eisini við aling í Ísrael. Hóast tað er undir øðrum umstøðum, so kunnu vit læra nógv av før- oyingum, sigur Carmi Gillon. Hugsast kann eisini, at ísraelar eru áhugaðir í at innflyta meira úr Føroyum. Sum er innflyta vit nógvan laks úr Norra. Eg dugi ikki at síggja, hví vit ikki tað sama kundu innflutt úr Før- oyum, sigur Carmi Gillon. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, hevur saman við øðrum verið í Ísrael og kunna seg um teirra virk- semið við kunningartøkni. Carmi Gillon hevur eisini boðið Anfinni Kallsberg, løgmanni, til Ísraels. Fríhandil Carmi Gillon var á fundi við Bjarna Djurholm, Høgna Hoydal og Anfinn Kallsberg. Herluf Sigvaldsson, deild- arstjóri á uttanlands deildini á Løgmansskrivstovuni, sigur, at talan er um at fáa í lag formelt samstarv við Ísrael. Higartil er munnligt avtala gjørd um at arbeiða víðari við samstarvinum landanna millum. Tað liggur í luftini at gera eina fríhandilsavtalu, sigur Herfluf Sigvaldsson. Føroyar hevur fríhandils- avtalur við eitt nú ES og Ìs- land sum er. Ein tílík avtala merkir vørufrælsi landanna millum, har allar forðingar, t.e. tollur og kvantitativar forðingar, fyri vøruhandli verða tiknar burtur. Tað er altíð lætt at práta leyst og fast, men Carmi Gillon heldur, at góðir møguleikar eru fyri, at talan kann verða um gott ítøkiligt samstarv. – Nú skulu vit fylla samstarvið, sigur Carmi Gillon at enda. TOEFL-royndir kunnu nú eisini tak- ast í Føroyum. Royndin er neyðug ætlar tú tær undir út- búgving í Onglandi ella USA TÍÐINDASKRIV Nú verður tað gjørligt at taka TOEFL-test í Føroy- um. Fyrsta royndin verður 18. oktober og seinasta freist at tekna seg er 29. august, og tað gert tú á www.toefl.org. Kostnaður- in er US$ 130. Tað vera tvær TOEFL-royndir um árið í Føroyum. At kalla allir útlendingar, sum fara til USA og Stóra Bretland ella onnur enskt- mælt lond, skulu standa onkra málroynd fyri fólk, sum ikki hava enskt sum móðurmál. Fólk, sum ar- beiða ella skulu arbeiða í ensktmæltum londum, kunnu eisini hava gleði av slíkari roynd, sum eitt prógv um enskt kunnleika teirra. Fyrr vóru føroyingar noyddir at fara av landinum at taka TOEFL royndina (Test of English as a Foreign Language), men frá í heyst fer at bera til at taka royndina í Føroyum. Royndin verður tvær ferðir um árið - um heystið og um várið. Roynd- in verður á Fróðskaparsetr- inum. Tað er Altjóða Skriv- stovan, sum hevur skipað soleiðis fyri, at tað nú verður bæði bíligari og nógv lættari at sleppa til TOEFL-roynd. Fyrstu ferð verður leyg- ardagin 18. oktober 2003. Tekningarfreistin er 29. august 2003. Næstu ferð verður 12. mars 2004. Tekningarfreist- in er 26. januar 2004. Úrslitini eru greið okkurt um ein mánaða eftir royndina. Royndin sum kann takast í Føroyum er ein sonevnd pappírsroynd. Hon er í fýra pørtum: Lurta. Her skal næmingur- in vísa hvussu væl hann/hon skilir enskt, sum tað verður tosað í Norðuramerika. Bygnaður. Her skal studenturin vísa, hvussu væl hann/hon dugir at finna orð og setningar, sum teir eiga at vera á ’standard’ enskum. Lesing. Her skal student- urin vísa hvussu væl hann/- hon dugir at skilja vanligar akademiskar tekstir, sum verða brúktir í Norður- amerika. Skriving. Her skal stud- enturin skriva um ávíst evni í 30 minuttir Í teimum trimum fyrstu pørtunum er royndin so- nevnd 'multiple-choice'. Øll royndin tekur uml 3,5 tímar. Serlig svarhefti verða brúkt til royndina. Tilber at fáa ókeypis fyri- reikingartilfar, áðrenn tú fert til royndina. Hetta er góð hjálp, tí so veit tú, hvussu royndin er fyriskipað, hvussu spurn- ingarnir vanliga eru og tí- líkt, áðrenn tú fert upp til royndina. Meiri fæst at vita á Al- tjóða Skrivstovuni, - ask@ask.fo; Tlf. 322065; www.ask.fo - sum hevur kunningartilfar og umsókn- arblað, MEN tekningin er beinleiðis til: TOEFL Registration Of- fice, PO Box 6152, Prince- ton NJ 08541-6152, United States of America, www.toefl.org Carmi Gillon, ísraelskur sendiharri: Ìsraelar vilja ala føroyskt Ísraelski sendiharrin í Carmi Gillon var herfyri á vitjan í Føroyum. Her greiddi hann frá, at ísraelarar eru sera áhugaðir í føroyskari aling. Mynd: Heri á Rógvi Roynd i enskum máli í Føroyum Óður maður leyp á politistøðina Hósnáttina skjeyt ein ørvitisfiskur óteljandi skot millum húsini í tættbygdum øki í Vesturbýnum í Havn. Løgreglan kringsetti húsini, bíðaði til maðurin var sovnað- ur og breyt inn í hús- ini og handtók mann- in eftir fimm tímum. Vápnalógin er avold- að, tá slík fólk uttan nakað kunnu keypa lívshættislig vápn, heldur Jón Klein Olsen, støðleiðari SKOTTILBURÐUR Ingi Rasmussen Fimm minuttir í eitt náttina til hósdagin, varð løgreglan í Havn boðsend til ein tilburð í Vesturbýnum, sum kundi endað galið, um illa vildi til. Ein 34 ára gamal maður skeyt úr einari íbúð við einari sonevndari »pump- gun« byrsu. Nógv fólk ringdu um skotriðurnar, sum dundu millum tøtt- bygdu húsini, og tá løg- reglan kom á staðið, helt hann fram at skjóta. Bæði upp í loft, niður í túnið og inn ímillum húsini. Talan var um ein gamlan kenning hjá løgregluni, sum áður hevur hótt við byrsu. Hesa náttina hevði hann meira enn eina kenning. Løgreglan mannaði seg upp, tilkallaði fleiri fólk og avráddi sínámillum, hvat frægast var at gera. Fyrst var kannað, hvør annar var í íbúðini, og tað vísti seg, at bara 27 ára gamla daman, sum eisini var ávirkað, var inni. Løgreglan gjørdi av at bíða, til tey vóru sovnað. Klokkan 5.25 brutu polit- istarnir hurðina inn og tóku tey á bóli. Klokkan 6.05 vóru tey handtikin uttan stórvegis dramatikk. Løgreglan kannar nú viðurskiftini nærri. Helst verður talan um eina bót fyri brot á politiviðtøkuna. Hóast stórur skaði kundi verið spurdur burturúr, er neyvan talan um brot á vápnalógina. Óðamannaverk Spurningurin er, um tað var rætt at bíða við at avvápna mannin, tí talan er um eitt deyðiligt vápn, sum skotið var við millum hús. Tað heldur Jón Klein Olsen, støðleiðari, at tað var. – Tað er óðamannaverk at loypa á ein mann við byrsu. Vit tryggjaðu okkum fyrst, at ikki fleiri fólk vóru inni og valdu so at bíða, til tey kølnaðu niður. Vit kundu sjálvandi vápnað okkum til tenninar og lopið á, men ein slíkur maður er óútrokni- ligur, og tí kunnu vápnað løgreglufólk elva til, at hann ger okkurt, sum hann annars ikki hevði gjørt. Hjá okkum ráddi tað um at stinga fingurin í jørðina, so vit ikki upptrappaðu nakað, sigur Jón Klein Olsen. Løgreglufólkini kring- settu húsini og hildu vakt alla náttina. Tey fastfrystu støðuna, sum støðleiðarin tekur til, og ímóti morgni gjørdu tey so bart og hand- tóku fólkini, sum nú sita í varðhaldi á politistøðini í Havn. Avoldað vápnalóg Málið reisir aftur spurning- in um vápnalógina í Før- oyum. Hesaferð var talan um eina kalibur 12 høgl- byrsu, ein sonevnd »pump- gun«. Hon kann pumpast upp og skjýtir vanliga trý skot út í eitt. Í hesum føri var hon víðkað soleiðis, at hon kundi skjóta fimm skot eftir stuttari tíð. – Tað er alt ov lætt at koma til skotvápn. Tað líkist púra ongum. Tú kanst fara til allar handlar, har tey selja byrsur, og ert tú yvir 18 ár, so fært tú byrsuna, tú vilt hava, uttan nakað hóva- sták. Vit hava eina avoldaða vápnalóg í Føroyum. Eg haldi, at Nóa hevði hana við sær í ørkini í sínari tíð, men nógv er sum kunnugt broytt síðan tá, sigur Jón Klein Olsen. Meðan løgreglufólk vóru úti í arbeiðsør- indum aðrastaðni í Havnini, leyp ein maður vápnaður við gróti á løgreglu- støðina í Havn. Hann náddi at bróta seks rútar og boyggja portrið, áðrenn hann varð handtikin HERVERK Ingi Rasmussen Hósnáttin var rokalig á løg- reglustøðini í Havn. Ein óður og fullur maður gjørdi bart, og kastaði steinar á rútarnar á politi- støðini og kastað eitt stórt á gittarportrið, sum bognaði. Maðurin náddi at bróta seks rútar, áðrenn løgreglufólk fingu steðgað honum. Bara ein vakthavandi var á støðini, tí øll hini vóru upptikin í álvarsligari at- sókn í býnum, har ein annar maður skjeyt við skørpum, og tí var onki annað at gera, enn at tilkalla fólk, og bíða til tey komu fram. Álopið á løgreglustøðini hendi klokkan 5.40 hós- morgunin. Ein bilur við einum kvinnuligum førara setti 44 ára gamla mannin av, sum var púrasta villur, sigur Jón Klein Olsen, støðleiðari. Hann var í øð- ini, hevði nærmast dilirium tremens, so hann veit neyv- an, hvat hann hevur gjørt. Maðurin var so mikið ávirkaður, at tað var púrasta ómøguligt at fáa nakað burtur úr honum, men sambært Jón Klein Olsen var tað ikki løgregluna, hann var óður við. Hann hevur áður gjørt okkurt herverk, men hóast tað hesaferð gekk út yvir sjálva politistøðina, so hendir neyvan annað, enn tað vanliga ger, tá talan er um herverk. Hann skal rinda skaðan aftur, og tað verður tilsam- ans ein fitt upphædd. Ann- ars verður ikki gjørt meira. Ein óður maður kláraði at bróta seks rútar á politistøð- ini í Havn, áðrenn hann var steðgaður og koyrdur í brummuna. Løgreglan var upptikin aðrastaðni í býnum, har ein byrsumaður hevði skotið ítættbygdum øki Mynd: Jens K. Vang Løgreglan kringsetti byrsumann C M Y K 7 6