Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 124 - 4. juli 2003 Nr. 124 - 4. juli 2003 9 Jón Gærdbo hevur júst verið í starvs- venjing á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi. Hann er einsamallur hani á skúlabonki sum heilsuhjálpari. Minni sjáldsom gerst søgan ikki av, at starvsvegleiðari hans- ara eisini er mann- fólk, tí starvsøkið hevur í stóran mun verið mett sum eitt sonevnt "kvinnuøki", men hóast Jón hoyrdi onkra viðmerking, tá hann byrjaði, so dám- ar honum óføra væl STARV Dagfinn Olsen - Eg hoyrdi eitt sindur frá vinum og fólki annars, tá eg royndi hesa leiðina, men eg hevði næstan væntað at hoyra meira. Eg haldi vant- andi vitan er orsøkin til slíkt, sigur Jón Gærdbo, sum í august verður liðugur sum heilsuhjálpari á Al- manna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri. Og har er hann einsamallur hani á skúla- bonki. Næmingarnir hava júst verið í starvsvenjing og Jón ver á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi. - Men tað hevur hjálpt væl, at mannfólk eru har frammanundan, sigur Jón. Og tað kanska júst hetta , sum ger søguna meira sjáldsama, tí Jón fekk mannligan vegleiðara í starvsvenjingartíðini, hóast starvsøkið í stóran mun hevur verið mett sum kvinnuøki og hóast nøkur mannfólk starvast innan hetta økið, so eru tey ikki mong. Í starvinum havi eg ikki hoyrt nakað keðiligt frá fólki, ella at tey heldur vildu havt eina kvinnu, men onkur hevði á orði, at "hasin má vera gamal drongur", skemtar Jón. Trívist væl Sólin ær henda dagin vit vitja á Ellis- og røktar- heiminum. Innkomin sær ein eldri fólk og fleiri starvsfólk, kvinnur. Eftir at hava fregnast fæst at vita, at Jón er á fyrstu hurð vinstru- megin. Har er kontór og Jón og nakrir kvinnuligir starvsfelagar. - Aftur fín vitjan nú. Anders (Fogh, blðm.) hevur júst verið, ljóðar tað skemtiliga, so ongin ivi er um, at her trívast tey væl og samstarva væl. Kaffi kemur á borðið. Og Kvinnuligu starvsfel- agarnir fegnast eisini um at fáa mannfólk innan starvs- økið, tí tað krevst og har eru uppgávur, sum teir kanska eisini eru betri til, enn kvinnur. Og at mann- fólk koma inn á eitt øki, sum annars hveur verið fólkað við kvinnuligum starvandi, hava tær einki ímóti. Og har á staðnum eru tey enntá von við mannligu starvsfelagarnar, tí tveir eru frammanundan. Jón var heppin og fekk mannligan vegleiðara, sum kanska gjørdi tað heldur lættari fyri allar partar í byrjanini, eru tey samd um á skrivstovuni. Og tá talt verður upp, so eru nøkur mannfólk, ið starvast á staðnum. Og Jón kennir vegleiðara sín, tí báðir eru teir kendir frá VB fótbólti. Tá Jón byrj- aði, fekk hann Jón Paula Olsen sum vegleiðara. Jón Pauli er heilsuatstøðingur og starvast á Ellisheiminum og har starvast eisini Arni Hammer, pleygari. Og ein, sum ikki at undrast á (!) er mannfólk, er húsavørðurin. Húsavørðurin, Eyðun Kjærbo, hyggur framvið. Jú, her er eitt ávíst býti, men javnvág er so langt frá. - Hetta er serligt øki, men tað er alt meira vanligt við mannfólki á økinum. Og eisini hinvegin, at konufólk læra til skipara og annað, sigur Jón, sum er annað mannfólki, sum hevur verið í starvsvenjing har á staðn- um, men á skúlnum er hann einsamallur hani, men trívist væl. - Mong eru í sama ald- ursbólki og eg kendi onkran frammanundan. Eg havi lært nógv, eisini um meg sjálvan, sigur 27 ára gamli Jón Gærdbo. - Eg vildi royna okkurt nýtt. At arbeiða við fólki er áhugavert og so var møgu- leikin at fara á skúlan eisini í oynni, sigur Jón, sum eisini hevur verið í starvs- venjing í Havn og var har einamallur hani innan heimarøktina. Jón hevur arbeitt sum arbeiðsmaður í fleiri ár, so munurin er stórur, heldur hann, men hann er fegin um at hann valdi hesa leiðina og gleðir seg, til hann er liðugur í august. Vegleiðarin: áhugavert starv Tað tekur eitt ár at læra til heilsuhjálpara. Velur ein so at fara víðari til heilsuat- støðing, so eru á leið eitt til hálvtannað ár afturat. Jón ætlar sær víðari, tá hetta gerst møguligt. Í løt- uni verður arbeitt við ætlan, so tað gerst møguligt at gerast atstøðingur eisini. Og Jón leggur dent á, at hann viðmælir skúlan. Vegleiðin hjá Jón, Jón Pauli, hevur starvast eini 5 ár á Ellisheiminum, men hví valdi hann hesa leiðina? - Hjá mær var tað av til- vild. Konan fór niður at lesa og niðri valdi eg so at royna hetta - og mær hevur dámað væl. Og at fáast við fólk, eldri fólk, tað er nakað fyri meg, kann ein siga. Eg var liðugur í 1994 sum heilsuatstøðingur, ella ass- istentur, sigur Jón Pauli Olsen. - At arbeiða við fólki krevur nógv og ein skal duga við fólki. T.d. er skjótt at taka yvir, ístaðin fyri at fólk sjálvi sleppa at royna seg, so tol krevst, sigur Jón Pauli, sum fegnast um, at fleiri mannfólk royna seg sum heilsuhjálparar og at- støðingar. - Møguleikarnar eru so mangir, tá hugsað verður um starvsøkini. Men fram- vegis eru mannfólkini á øk- inum fá. Niðri er vanligari við mannfólki á hesum økinum, men í Føroyum eru vit ofta eini 10 ári aft- anfyri, sigur Jón Pauli, sum annars letur væl at starvi sínum og nýggja heilsu- hjálparanum, sum hann hevur havt í stavsvenjing. Einsamallur hani á skúlabonki Jón Gærdbo avmyndaður uttanfyri Ellisheimið, har hann hevur verið í starvsvenjing sum heilsuhjálpari. Jón er einsamallur hani á skúlabonki á Almanna- og Heilsuskúlanum Jón Pauli Olsen hevur verið vegleiðari undir starvsvenjingini hjá Jón. Jón Pauli var útbúgvin heilsuatstøðingur í 1994 Mikudagin handaðu stuðlar hjá Kafé Blákross í Kongagøtu í Havn ein kekk uppá 60.000 krónur til leiðaran á stovninum, Símun Joensen. Pengarnir eru fingnir til vega, við at stuðlarnir hava skipað fyri sjavs- kappingum á kaféini. STUÐUL Magnus Gunnarsson Í 1999 byrjaðu Sólborg Dulavík á Argjum, sum tá var leiðari á Blákross- heiminum, og Julianna Didriksen í Havn, við sjavs-kappingum á Kafé Blákross við tí endamáli at savna inn pening til ka- féina. Seinni komu Poli í Lon, sum býr í Miðvági, og Kirstin Vilhelmsen og George Joensen í Havn, við í stuðulsbólkin. Annað- hvørt týskvøld skipa tey so fyri sjavs-kappingum, har millum 30 og 50 fólk vanliga møta. Tey gjalda 50 krónur fyri at vera við í hesum kortspælinum. Pen- ingurin fer óskerdur til Blákross Kaféina. Sam- stundis sum tey stuðla kaféini, hugna tey sær sera væl saman. Ein sum hevur verið til ómetaliga stóra hjálp er Leif Erik Niclasen á Argjum, sum eigur og rekur handilin Gullhornið í Havn. Hann hevur syrgt fyri vinningum, skaffa sponsorar og gjørt plátur til steypini, har tað stendur á, hvør ið hevur sponsorera o.s.v. Í Kongagøtu er umframt Blákross-Kaféina ein bú- felagsskapur og ein endurnýtsluhandil. Síðan 1999 hevur stuðulsbólkurin savnað tilsamans góðar 200.000 krónur til Kafé Blákross. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 4. juli. Ulrikus, deyður í 973. Hann var biskupur í Augsburg í 50 ár, og fyri mongu góðgerðir sínar varð hann skírdur halgimenni í 993. Hann var annars fyrsta vestureuropeiska halgimenni, sum pávin skírdi. Týskt navn. Ul kemur av uodal, ið er sama orð sum okkara óðal, rikus merkir eyður. Arnhold Trustrup Jensen prógv sum lækni 23. juni fekk Arnhold Trustrup Jensen av Tvør- oyri prógv sum lækni frá Københavns Universitet. Arnhold, ið er 28 ára gam- al, er sonur Rutt, f. Jesper- sen, og Jens Olav Trustrup Jensen á Tvøroyri. Tríggjar dagar eftir próvtøkuna, tann 26. juni, bleiv Arnold pápi, tá hann saman við Eyð Berg úr Hvalba fekk eina dóttir. 1. september 2003 byrjar hann at arbeiða á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum í Havn. Finnbjørn Egholm starvast 25 ár í Arrest- húsinum 1. juli 2003 hevði Finn- bjørn Egholm á Norðskála arbeitt í Arresthúsinum í Havn í 25 ár. Finnbjørn er føddur í 1953 og uppvaksin í Havn. Hann er sonur Alvildu og Hans Egholm. Í 1972 fór Finnbjørn í læru sum elektrikari og varð útlærdur í 1976, eftir tað fór hann út at sigla. 1. juli 1978 fór hann í læru sum fangavørður í Arresthús- inum og varð útlærdur í 1980, og hevur hann arbeitt har síðan tá. Finnbjørn er sera røkin, og eitt av hansara áhugamálum er urtagarðurin, sum hann og konan eru sera áhugaði í. Finnbjørn er giftur við Dagny, sum er ættað av Norðskála, og eiga tey tvær døtur: Ann-Mari og Haldis. Eisini eiga tey tveir deiligar abba- og ommusynir, sum búgva á Strondum. Kafé Blákross 60.000 krónur frá stuðlum Sólborg Dulavík frá stuðulsbólkinum handar her leiðaranum á Kafé Blákross, Símun Joensen, kekkin upp á 60.000 krónur. Sólborg var leiðari á Blákrossheiminum í 17 ár, hon fór frá í 2001 Mynd: Jens Kristian Vang Á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum skipa tey í hesum døgum fyri summarskeiði í Føroyskum máli og bókmentum fyri norðurlendskar studentar. Hesi skeiðini hava verið hildin í meira enn 30 ár í teimum ymisku Norðan- londunum. Tað er Nordisk Ministerråd sum játtar pening til hesi skeið. Lut- takararnir á skeiðunum læra um málið í landinum, um bókmentir og mentan- ina. Her hjá okkum eru hesi summarskeið annaðhvørt ár. Í ár byrjaði skeiðið 11. juni og endar í dag, 4. juli. Yvir 300 norðurlendskir studentar luttaka hvørt ár á hesum skeiðum. 29 luttak- arar vóru til skeiðið í Før- oyum í ár. Skeiðsleiðari var Turið Sigurðardóttir. Summarskeið á Føroyamálsdeildini Norðurlendsku studentarnir á summarskeiði á Føroyamálsdeildini. Á myndini eru eisini Turið Sigurðardóttir, skeiðsleiðari,og lærararnir, Jógvan í Lon Jacobsen og Zakaris S. Hansen. Lena Reinert, lærari, vantar á myndini mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 9 8