Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 124 - 4. juli 2003 Nr. 124 - 4. juli 2003 11 ES hevur seinastu árini gjørt nógv burturúr, at samveldið er ein demokratisk skipan. Í ES skal valda skil og reiðiligheit, tí ES skal ganga á odda í heiminum, har talan er um politiskt reinføri og fólkaræðilig viðurskifti. ES hevur mangan at øðrum londum og samveldum fyri korruptión, politiskt óskil og væntandi rættartrygd. ES hevur leingi mett seg sum heimsins moralski vaktarmaður. Tað kemur tí illa við, at nývaldi formaðurin, italski forsætisráðharrain, hevur so ringt orð á sær. Berlusconi er ikki bara ríkasti maður í Italia. Hann hevur eisini vunnið sær ríkidømi á rættiliga ivasaman hátt. Hartil kemur, at hesin maður hevði ómetaligt vald longu áðrenn hann gjørdist forsætisráðharri. Hann eigur at kalla allar fjølmiðlarnar, hann eigur fótbóltslið, handilsketur, oljufeløg, og stórar ídnaðarfyritøkur. Hann er longu dømdur fyri korruptión og stendur enn einaferð ákærdur fyri mutur, korruputión og mangt annað. Men hann hevur politiska valdið í landinum, hann hevur meirilutan av lóggávutinginum aftan fyri seg. Hetta merkir, at hann við lóg hevur megnað at tryggja sær órin í øllum teimum brotsverkum, hann møguliga hevur framt og kann hvørki dømast ella revsast! Hetta er maktmisnýtsla av verstu skuffu og man vera eindømi í vestureuropæiskum høpi. Tað er einki at ivast í, at alt hetta kemur ES sera illa við. Glansmyndin kámast og rivur eru við at koma í lakkið. Formannskapur Ber- lusconis er eitt megaafturstig fyri virðingina og demokratiska umdømið hjá ES um allan heim – tíverri! Men samveldið fær einki gjørt, tí sum Berlusconi sjálvur sigur: ”eg eri fólkavaldur” og tað kann ikki reingjast. At hann so er valdur, tí hann hevur ræði á øllum landsins fjølmiðlum og annars kann nýta óavmarklaðar peningamongdir til pro-pa- ganda er ein onnur søga. Hetta er ein søga um, hvussu lætt tað er at misnýta demokratiið bara ein er nóg ríkur, ráður, harðrendur og samvitskuleysur. Og henda søga er ikki av- markað til Italia. Hon kann, um illa vil til, endurtaka seg í einumhvørjum demokratisk- um samfelagi. Tí ræður um at vera á varð- haldi. DAGSINS MEINING Sosialurin Glansmynd kámast VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Skúlabókagrunnurin ikki 2.470 kr. í stuðli pr. síðu - men 43-74 oyru! Rættleiðing til vill- leiðing í Fregnum Heðin M. Klein, dagl. leiðari í Føroya Skúlabókagrunni Í Fregnum, sum nú í tøkum tíma eru farnar í summarfrí, er ein útspillingargrein um Føroya Skúlabókagrunn og Bókadeild Føroya Lærara- felags, sum neyvan nakar hevur sæð makan til í før- oyskari blaðsøgu, undir- skrivað av ongum ringari enn sjálvum fyritøkustjóran- um Jonhardi Mikkelsen, ið eisini er forleggjari og goymir sínar bøkur, ókeypis, í Bókamiðsøluni, haðani hann hevur notið onkrar aðr- ar sersømdir eisini. Bóka- miðsølan, sum Skúlabóka- grunnurin og Føroya Lær- arafelag (Bókadeild Føroya Lærarafelags) stovnaðu í 1967, hýsir av sínum ein- tingum útgávurnar hjá ikki færri enn 330 føroyskum forløgum, so tað er ikki smá- vegis av bókum og øðrum útgávum, sum har verða goymdar og avgreiddar. Eg ætlaði satt at siga ikki at svara til hesa útspilling- argrein í Fregnum. Men. Men. Máti skal vera við øllum, kortini. Komin úr útlondum í arbeiðsørindum síggi eg í Fregnum tann 27. juni, at blaðstjórin Jonhard Mikkelsen hevur skrivað hesa grein, hann rópar: "Kappingaravlagandi stuð- ul til bókaútgávu", og sam- bært hansara sermerkta roknihátti kemur hann so til hetta margháttliga úrslit: "Føroya Skúlabókagrunnur fær 2470 krónur í stuðli fyri hvørja síðu." Og hesa sen- satiónina setur hann á for- síðuna á blaðnum oman fyri blaðhøvdið. Fregnir eru farnar í summ- arfrí, og tí verður henda við- merking send Dimma- lætting og Sosialinum. Tað kann jú vera, at ábyrgdar- blaðstjórin vil hava, at onk- ur, sum stendur í einum bókhandli og blaðar í eini bók hjá Føroya Skúlabóka- grunni, fær ta fatan, at hvørja ferð hann ella hon blaðar, hevur tað almenna latið 2 ferðir 2470 kr. í stuðli. Tað vil siga næstan 5000 krónur í stuðli, hvørja ferð blaðað verður! Hetta verða øgilig tøl! Og bókin sjálv kostar kanska einar 140 krónur at keypa í bók- handlinum. Men hetta hevur sjálv- sagt einki við veruleikan at gera, og roknihátturin hjá Jonhardi Mikkelsen fyri- tøkustjóra er, sum vera man, tað reina volapykk! Tað dugir ið hvussu er ein og hvør at síggja, sum fæst við útgávuarbeiði. Saman- teljingin er í fyrsta lagi ein vavstur av tølum, sum í sjálvum sær eru ikki so frægt sum rætt roknað, og harav summi haraftrat hava einki og onnur bara partvíst hava nakað við Føroya Skúlabókagrunn at gera, haruppií stuðul til tey privatu forløgini, m.a. til undirvísingartilfar, eisini til tað privata forlagið hjá Jon- hardi Mikkelsen sjálvum. Roknar tú rætt og reelt, t.e. tú tekur útgávutølini, upp- lagsstøddirnar, síðutølini og annað virksemi, sum natúr- liga hoyrir til útgávu av skúlabókum, kemur tú til tøl, sum snúgva seg um 74 oyru (í 2002) og 43 oyru (í 2001) í stuðuli fyri síðuna - og ikki allar tær túsundtals krónur, sum Jonhard Mikk- elsen í síni villleiðandi út- spillingargrein vil vera við. Føroya Skúlabókagrunni fýsir lítið at fara út í eitt orðaskifti á tí óreella og óseriøsa støði, sum Jonhard Mikkelsen leggur upp til. Tó skal tað ikki vera ósagt, at eitt skipað skúlaverk, eis- ini tað føroyska, krevur eina skipaða, framhaldandi undirvísingarmiðlaútgávu, ið eisini umfatar annað enn bøkur, og sum tað privata í einum so fámentum landi sum Føroyum - av natúrlig- um orsøkum - ikki kann lúka, tó, treyðugt so, at ikki onkrar nýtiligar og summar góðar undirvísingarbøkur eru komnar frá teimum privatu forløgunum eisini. Men álvaratos - man tað ikki vera soleiðis vorðið, at onkur heldur kundi hugsað sær sjálvur at fingið hendur á øllum almennum stuðli til undirvísingarmiðlar í Før- oyum, og at høvuðsmotivið ikki er bøkur og aðrir und- irvísingarmiðlar til skúla- verkið, men heldur at fáa fatur á lætttjentum pengum til sín sjálvs. Jú, Fregnir eru farnar - í feriu, skilst. Vónandi fær blaðstjórin nýtt frítíðina væl, tí hann man vera rætti- liga lúgvaður, so sum hann hevur brýggjað høvdið og roknað - men vónandi fer ábyrgdarblaðstjórin tó ikki at brúka sama útrokningar- hátt sum fyritøkustjóri á Fregnum eisini. Tað er ikki bara spell. Tað er ein sorgarleikur, alt sum tað er. FØROYAKVØLD Tíðindaskriv Hósdagin spílar Mentanar- húsið í Fuglafirði seg út við einum rimmar Føroya- kvøldi. Á skránni er bæði útlendskt og føroyskt und- irhald. Kvøldið verður hildið í sambandi við, at mentanarstevnan Nordvest- en verður hildin í Klaksvík og Fuglafirði hesa vikuna. Fólkatónleikarar og dans- arar úr Noregi verða við til Føroyakvøldið, og so verður ein forvitnislig mótframsýn- ing við føroysku Sirri og Snælduni. Hesi hava havt sýningar av sínum ser- merktu klæðum bæði í Før- oyum og uttanlands, og tað sigst vera eitt stórt upplivilsi. Harafturat fer sjónleikar- felagið í Fuglafirði eisini at hava okkurt undirhald. Góður føroyskur matur verður at fáa. Føroyakvøld- ið verður í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði hósdagin 3. juli kl. 19.00. Føroyakvøld í Fuglafirði Í sambandi við at Nordvesten 2003 er í Klaksvík, og at kommunan fyllir 95 í ár, verður skipað fyri stórum morg- unmatarborðhaldi eftir Nólsoyar Páls- gøtu leygar-morg- unin 5. juli klokkan 10 NORDVESTEN 2003 Solby A. Eliasen Klaksvík: Leygarmorg- unin verður øll ferðsla eftir einari av høvuðs- gøtunum í Klaksvík steðgað. Ístaðin fyri teir mongu bilarnar, sum vanliga koyra eftir veg- num, verða borð sett upp og fólk kunnu fara út at fáa sær morgunmat. Kaffi, te, morgunbreyð og køkur verða millum annað at fáa. Hetta borðhaldið er vorðið ein fastur táttur serliga í sambandi við føðingardagarnar hjá kommununi. Og hóast veðrið ikki altíð hevur verið tilvildar, so plaga vanliga nógv fólk at vera til borðhaldið. Tað eina árið regnaði tað av grimd, men kortini vóru nógv fólk úti. Regnskjól vóru tá at síggja alla- staðni, og tey sum skonktu kaffi og annað vóru øll í teimum eyð- kendu reyðu keppunum frá Føroya Bjór. Mong munnu tey vera, sum minnast, at tað runnu reyðar áir niður eftir vangunum á teimum av keppunum. Men væl bar til kortini, og fólk hugna sær. Fyrireikararnir vóna somuleiðis, at nógv fólk fara at nýta henda møguleikan til at fáa ein uttandura morgunmat og hugna sær. Tað plagar at vera sera hugnaligt, og ymsur tón- leikur verður afturvið. Kommunan fer ikki at gera nakað stórvegis burtur úr føðingardeg- num í ár. Fyri tað fyrsta tí at um fimm ár fyllir kommunan 100 ár, og fyri tað næsta tí at kommunan hevur sett nógvar pengar av til Nordvesten stevnuna. So tað varð hildið at vera so líka til bara at skipa fyri kaffiborðhaldinum á Nordvesten og á tann hátt halda føðingardagin. Okkurt annað verður eisini á skránni tann dagin. Brandstøðin hev- ur boðað frá, at børn fara at sleppa biltúr við brandbilunum. Hetta verður gjørt frá Brand- støðini, men hvat klokk- an tað verður, varð ikki endaliga avgjørt, tá Sosialurin tosaði við fyrireikararnar. Annars eru nógv ym- isk tiltøk á skránni í Klaksvík í sambandi við Nordvesten. Um fýratíðina miku- dagin setti borgar- stjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacob- sen, mentanarstevn- una Nordvesten 2003 NORDVESTEN 2003 Solby A. Eliasen Klaksvík: Hóast tjúkt í mjørka og eitt sindur kaldligt í veðrinum, so var heilt fitt av fólki savnað í Vágstúni, tá Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri setti Nordvesten 2003. Hetta var um fýratíðina, so tað vóru ikki øll, sum vóru liðug at arbeiða tá heldur. Skrúðgonga fór úr Klaks- víksgarðinum við Klaks- víkar Hornorkestri og Foll- dal Janitsjarkorps á odda. Hetta má sigast at hava verið ein av teimum rúgv- usmiklu skrúðgongunum heim eftir Klaksvíksveg- num, tí hon var sera stór. Víkingar, sjónleikarar, dansarar íklødd búnum vóru við í gonguni heim í Vágstún, har borgarstjórin beyð øllum at vera væl- komnun og við røðu sínari setti skjøtil á stevnuna, sum varar inntil sunnudagin. Síðani komu umboð fyri Noreg og Ísland somuleiðis upp og bóru eina heilsu teirra vegna. Hans E. Thompson úr Folldal bar fram heilsu vegna normenn og Eyþór Edvardsson úr manskórinum Fóstbræðir fyri Ísland. Tað, sum var serstakt við røðuni hjá Eyþóri, var, at tað var nógv sum týddi upp á, at hon varð skrivað á føroyskum, og hann helt hana so við íslendskari úttalu. Tí tey allarflestu skiltu hvørt eitt orð, sum hann segði. Tað var ikki frítt, at hetta vakti undran millum áhoyrarar- nar. Allir tríggir røðararnir komu inn á hetta, at fe- lagsnevnararnir fyri ment- aninar í Íslandi, Noregi og Føroyum ikki eru so langt frá hvørjum øðrum. Millum annað segði Eyþór Edvardsson, at lýs- ingar av føroysku náttúruni og veðurlagnum ofta tað sama kundi verðið sagdar um Ísland. Millum røðurnar spældi Klaksvíkar Hornorkestur fosturlandssangir. Tá Eyþór Edvardsson var liðugur við sína røðu, kom tað væl- kenda manskórið úr Íslandi, Fóstbræðir, upp at syngja tveir sangir. Hóast tað var úti, kalt og vindur, so hoyrdist bein- anvegin, at her var talan um góðsku. Tað var flott at hoyra og síggja hetta manssterka kórið syngja, og fólk stóðu bergtikin og lurtaðu. Sjálvt okkurt barnið hugdi spyrjandi upp á mammu sína og segði: Hvør er tað, sum syngur so hart? Fóstbræðir skula hava konsert í Christianskirkjuni í kvøld, og tað er púra vist, at teir fingu marknaðarført seg sjálvar eitt sindur til setanina. Í øllum førum vóru tey mong, sum søgdu seg so avgjørt ætla at fara í kirkjuna at lurta eftir teimum. Fóstbræðir skal somuleiðis hava konsert í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið. Teir fara eisini at hava onkrar fram- førslur afturat í sambandi við Nordvesten. Eftir setanina, um seks- tíðina, var galladøgurði fyri innbodnum í Skálanum. Og so var fyrsti dagurin av Nordvesten liðugur. Men longu tíðliga í morgun varð byrjað aftur við útferðum, framsýningum og øðrum. Seinnapartin var eitt av høvuðspunktunum fyri stevnuni. Máltingið á stu- dentaskúlanum á Kambs- dali, har ljóskastarin varð settur á norðurlendsku málini. Uttandura morgunmatur í Klaksvík Leygarmorgunin bjóðar Klaksvíkar Kommuna morgunmat á Nólsoyar Pálsgøtu í sambandi við at Nordvesten 2003 er um dagarnar, og at kommunan í ár fyllir 95 ár Savnsmynd Nordvesten 2003 sett Skrúðgonga fór úr Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstún, har Nordvesten 2003 varð sett av borgarstjóranum í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen Íslendarin Eyþór Edvardsson helt eina íslendskt/føroyska røðu fyri teimum ikki so heilt fáu áhoyrarunum, sum vóru komin til setanina C M Y K 11 10