fríggjadagur 4. juli 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 124 - 4. juli 2003
Nr. 124 - 4. juli 2003
13
UMMÆLI
Sámal Lindenskov
Myndir: Jens Kristian Vang
Ikki kann sigast annað enn,
at tað kendist heldur for-
vitnisligt, nú seks ár eru
liðin síðan Maria Guttesen
seinast trein á føroyska
leikpallin. Sjálv teimingin
til konsertina kundi kortini
verið betur tilrættarløgd.
Tað var sera nógv á skránni
í mikukvøldið. Umframt
oyggjaleikinir, var stúgv-
andi fult av fólki í gunda-
dali og hugdi eftir granna
uppgerð ímillum HB og
B36 og so var veðrið heldur
ikki við Mariu. Sólin skein
oman og niðan, ikki júst tað
besta til at leita sær inn í
myrka salin í Norðurlanda-
húsinum.
Hetta var helst eisini
orsøkin til, at fólk vóru so
fáment í mikukvøldið. Tal-
ið av áhoyrarnum mundi
liggja um tey 100.
Pele Møller Band
Konsertin byrjaði við Pele
Møller Band, ið spældi
mainstream jazz av tí eldra
slagnum, sum eisini av
summum her heima á
klettunum verður róptur
fyri "The Real Book" tón-
leikur. Ein kundi kanska
sagt at Pele Møller Band er
eitt swingband, sum kanska
manglaði blásararnar, i
øllum førum fingu teir ikki
swingið rættliga fram í
tónleikinum. Tað tóktist
sum um, teir seks í bólkin-
um vóru illa fyreikaðir til
konsertina. Høvuðsmaður-
in, ið er guitarleikari,
megnaði ongantíð at fáa
guitaran hjá sær at stemma
sum hann skuldi og í fjóðra
lagnum slitnaðu ikki minni
enn tveir streingir á guitar-
inum. Hetta hevði sær ein
heldur longrið steðg uppá
einar tíggju minuttir. Ì
steðginum undirhildu har-
monikuleikarin og Roy
Eliasen, ið sat handan
flyglið. Sjálvur haldi eg, at
henda tilvidarliga støðan
kanska gjørdist hæddar-
punktið hjá Pele Møller
Band. Manningin í bólkin-
Maria meira búgvin
Tónleikurin í Føroyum hevur staðið í
eini sera stórari menning upp
ígjøgnum øll 90´ini. Og hyggur ein eftir
kvinnurøddum her á landi er útboðið
vorðið sera stórt. Sum dømi kunnu
nevnast, Lena, Eivør og ikki mindst
Guðrun Sólja.
Tað er tí kanska ikki líka lætt at
bergtaka fólk í dag í mun til fyrr. Fólk
eru vorðin meira kræsin av øllum
teimum ungu evnaríku sangfuglunum,
ið hava stungið seg upp hesi seinastu
árini. Ein, ið ikki hevur verið at hoyrt í
mong ár her heima á klettunum, er
Maria Guttesen. Umsíðir var so aftur
høvi at hoyra hesa mergjaðu
kvinnurødd
um er øll úr Grønlandi,
uttan Roy Eliasen, sum er
úr Fuglafirði.
Reputuare var alt á
grøndlenskum, sjálvt "All
of me og Smile" vóru fram-
førdir á grøndlenskum.
Samanumtikið haldi eg ikki
at Pele Møller Band hevði
nógv at bjóða, skal eg takað
nakran framum, kundi eg
nevnt sangarinna saman við
Roy Eliasen og harmoniku-
leikarinum.
Maria Guttesen Band
Síðani var ein steðgur uppá
eini 20 minuttir, hvar fólk
fingu høvið til at strekkja
sær beinini og fáa sær ein
kaffimun, ímeðan bíða var
eftir sjálvum hæddarpunkt-
inum,
Maria
Guttesen
Band.
Hóast Maria ikki hevur
staðið á palli í eini tvey ár,
hevur hon kortini ikki ligið
á løtu síðuni. Klikkar tú teg
til dømis inn á www.
mariaguttesen.dk, sæst at
Maria hevur sera nógv jørn
í eldinum. Umframt at und-
irvísa í sangi og tónleiki,
komponerar, arrangerar og
produserar
hon
eisini
tónleik fyri onnur.
Maria Guttesen Band
legði út við einari stillari
baladu, har Maria sjálv sat
handan flyglið. Tað hoyrd-
ist beinavegin at stílurin á
tónleikinum er sera nógv
broyttur hesi seinastu árini.
Tað ein oftast hevur tvinnað
saman við tónlekin hjá
Mariu Guttesen er Soul við
eini blanding av funk og ein
feril av gospel uppí. Men
tey sum vóru komin niðan
at lurta eftir Soul Funk,
vóru ikki komin á rættað
stað í mikukvøldið. Stílurin
í dag er heilt ein annar, enn
hon framførdi á jazzfesti-
valinum í 1993. Tónleikur-
in er meira bleytur, róligur
og eksperimenterandi, sum
eisini gevur meira pláss til
sjálva røddina. Og hetta
dugdi Maria sera væl at
útnytta. Um eg skal tvinna
nakran við hesa tónleika
sjangru, kundi tað til dømis
verið okkurt av tí nýggja
hjá Peter Gabriel. Lag nr 3
sum kallast "Before I meet
you", sum hon hevur skriv-
að saman við Steffan
Nørrelykke, er eitt sera
vakurt lag, ið eisini er
hegnisliga
arrangerað.
Lagið "Befor I Meet You",
bar brá av einum millum-
tingi av Peter Gabriel og
Susan Vega, men kortini
við egnum stíli.
Tónleikaliga kom Maria
Guttesen Band sera væl frá
síni uppgávu. Brøðurnir
Steffan
og
Johannes
Nørrelykke dugdu sera væl
at syngja, hóast hvørgin
teirra sang solo. Brøðurnir
sungu so at siga undir í
øllum løgunum, ið vóru á
skránni. Eisini var tað
hugtakandi at síggja unga
evnaríka Gunnar Guttesen
renna ímillum trummur og
flyglið. At Gunnar eisini
hevur góð evnir til ásláttur,
kom til sjóndar tá vit eftir
drúgvar lógvabrestir til
seinast fingu eitt eyka-
nummar, sum hann ikki
áður hevði spælt saman við
Mariu
Guttesen
Band.
Hetta kom Gunnar meistar-
liga frá. Kortini haldi eg at
tað var eitt minus at eingin
bassleikari var við, tað
hevði uttan iva verið sjálv
krúnan á verkinum.
Sjálvur haldi eg at tað
lagið, sum svingaði best, í
mikukvøldið var "Nothing
comes easy", sum var
framført ímóti endanum á
konsertini. Kanska var tað
tí at hetta var tað mest
rytmiska
lagi
í
allari
framførlsini?
Tey fáu ið høvdu leita sær
niðan í Norðurlandahúsið í
mikukvøldið, blivu als ikki
svikin. Tey flestu høvdu
kanska væntað sær nakað
annað. Men tíðirnar eru
broyttar og tað er Maria
Guttesen helst eisini. Sjálv-
ur haldi eg at Maria hevur
ment seg nógv sum sang-
kvinna og komponistur,
haldi at hon er meira
búgvin og gjøgnumførd í
sínum tónleiki í dag. Hóast
fáir áhoyrarar, var hetta ein
flott og væl ígjørnumførd
framførsla.
Seks ár eru liðin, síðan
Maria Guttesen hevði
konsert í Føroyum
Hóast Maria ikki hevur staðið á palli í eini tvey ár, hevur hon kortini ikki ligið á løtu síðuni. Klikkar tú teg til dømis inn á www.
mariaguttesen.dk, sæst at Maria hevur sera nógv jørn í eldinum. Umframt at undirvísa í sangi og tónleiki, komponerar,
arrangerar og produserar hon eisini tónleik fyri onnur
Maria Guttesen Band legði út við einari stillari baladu, har Maria sjálv sat handan flyglið
Tónleikaliga kom Maria Guttesen Band sera væl frá síni uppgávu
C
M
Y
K
13
12