fríggjadagur 4. juli 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 4. juli 2003
15
14
Nr. 124 - 4. juli 2003
Hesi dagbókabløð í
tveimum pørtum eru
skrivað umborð á tok-
inum millum Hull og
Aberdeen seinasta
sunnudag. Hetta eru
tankarnir, sum fóru
gjøgnum høvdið, teir
tíggju tímarnar tað tók
at koma norður til
Aberdeen sunnudagin.
Tankar, sum neyvan
høvdu verið festir nið-
ur á blað, um eg hevði
sitið millum kend fólk
og práta. Tað er eisini
sjarmerandi at ferðast
einsamallur, og ongan
kenna. Dagbókin er
skrivað við vanligum
kúlupenni niður á ein
lítlan A7 blokk við út-
gávu fyri eyga og fer
óhøvlað í blaðið, ann-
ars hevði ikki verið tal-
an um nakra dagbók
1. partur
BROT ÚR DAGBÓKINI
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Sosialurin, Skotland:
Klokkan er farin av tvey
seinnapart,
tokið
fer
klokkan hálvgum trý, og
best er at vera í góðari tíð.
Her er lítið fólk á jarnbreyt-
arstøðini í Hull í dag, eg eri
á veg upp til Aberdeen og
verið frammi einaferð í
kvøld, nær veit eg ikki. Tað
er sunnudagur, tann seinasti
í juni. Tokið er ikki komið
enn. Eg eri ikki einsamallur
sum bíði. Ein pápi stendur
eisini og bíðar og hjá
honum trý børn. Ein 12 ára
gomul genta og síðan tveir
dreingir, annar um níggju
og hin um skúlaaldur. Gent-
an gongur við berum búki
og ringi í nalvanum, hon
sær so deiliga eingilsk út.
Hon tegir ikki og sjálvdan í
frið. Hon minnir um eina
vanliga dominerandi stóra-
systir, sum skal bestemma
yvir beiggjunum. Men tað
er bara lítlibeiggin hon hev-
ur vald á, hin eldri letir seg
ikki stýra av systrini.
Á perongini standa tvey
og siga farvæl. Tað er gentan
sum skal út at ferðast. Tey
mussast og klemmast, sum
tað er seinastu ferð tey
síggjast. Gráta og tára,
meðan klokkan á jarnbreyt-
arstøðini eirindaleyst telir
sekundini til endaliga skiln-
aðarstundin skilir tey. »See
you next week!« hoyri eg
hana rópa út gjøgnum hurð-
ina, tá hon kemur inn í tokið.
The Ratdog
Pápin sigur eisini farvæl
nú, og hansara harða út-
sjónd hóskar slett ikki sam-
an við teim rørdu kenslum,
hann nú vísir. Hann hevur
tatoveringar allastaðni. Og
blusan, hann er í, minnir
mest um tað besta grafitti-
listin
hevur
at
bjóða.
Framman og aftan yvir
bringu og herðum stóð við
stórum stavum, RATDOG,
ið merkir rottuhundur. Eg
kom at sita mótsættu megin
børnunum, tosaði eitt sind-
ur við tey, tók eina mynd av
systrini og lítlabeiggjanum.
Stóribeiggin sat eina heilt
aðrastaðni, longur frammi í
tokinum. Tey vóru á veg til
mammu sína í Selby, einum
lítlum býi nakað sunnanfyri
York. Tey søgdu mær, at
pápin lærdi seg danskt, og
spurdu meg, um Danmark
ikki var landið, har tey tos-
aðu danskt.
So ljóðar eyðkenda floyt-
ið og jarnhjólini fara at
mala, fyrst spakuliga og
síðan skjótari, meðan ferð
kemur á. Klonk, kliklonk,
klilkonk, klonk, kliklonk,
kliklonk o.s.v.
Tað er sunnudagur, tann
seinasti í juni í ár, summar
er í luftini. Eg havi verið á
ferð síðan 25 mai. Í Dan-
mark, í Grønlandi, aftur í
Danmark og nú í Bretlandi,
har eg havi vitjað Hull og
Grimsby og eri nú á veg til
Aberdeen.. Eg fylgi slóðini
hjá Kaj Johan Johannesen,
sála, úr Hvannasundi, sum
eg skrivi ævisøgu um. Í hesi
løtu eri eg á veg gjøgnum
vakra Yorkshire landslutin,
og vit steðga akkurát í
Broough, ein pinkulítil bý-
ur, sum neyvan er nevndum
á einum vanligum landa-
korti. Her var slett ikki
neyðugt at steðga, tí støðin
var manntóm, tá vit komu
og ongin steig av tokinum.
Valmúur
Nógvur seyður er at síggja
uttanfyri.
Klokkan
er
14.45, og vit hava koyrt í
eitt korter, vit hava fram-
vegis stóru Humberánna í
bakborð.
Valmúurnar
standa so vakrar og orange-
reyðar framvið jarnbreyt-
ini. Eg eri ikki nakar
plantukennari, men valmú-
an er so vøkur, at eg eina-
ferð á veg úr Hamburg til
Berlin í toki, og tað var
eisini hesa tíðina av árin-
um, mátti spyrja hvussu
hendan blóman varð kallað.
Tað er tí eg veit tað nú. Her
eru eisini nógvar violettar
blómur, men tær kenni eg
ikki navnið á, tær eru vakr-
ar og eg veit, at tær einaferð
í fyrndini vóru í huganum
hjá Várharra, ella ein tanki
hjá Gudi og tí síggja tær
soleiðis út í dag.
Vit koyrdu júst fram við
jarnbreytarstøðini
Cave,
men hon er so lítil, at tokið
slett ikki steðgaði á. Tað
sær út til, at hendan støðin
ikki verður brúkt í dag, tí í
urtagarðinum
aftanfyri
støðina
sótu
fólk
og
hugnaður sær til borðs úti
við grillmati, og tað sá út
sum tey búðu á støðini..
Tað er sunnudagur og utt-
anfyri er lendið slætt sum
ein pannukøka. Fái altíð ein
klump í hálsin, tá eg síggi
einlig foreldur siga børnun-
um farvæl. Havi prøva tað
alt ov ofta sjálvur og kenni
djúpa samkenslu við børn-
um og foreldrum. Vit vaks-
nu eru mangan ein ábyrgd-
arleysur skapningur og torn-
in í kjøtinum, tann sátans
eingil, sum Paulus tekur til,
verður helst sitandi, so
leingi lív er á foldum.
Lendið er framvegis slætt
og vakurt. Onki er sum at
ferðast í toki. Her sær tú
nakað, her hevur tú stundir
at hugsa um tað tú sær.
Áðrenn eg skrivi tað næsta,
so má eg líka minna meg á,
at mín sannleiki er ikki
neyðvendigvís sannleikin
hjá einum øðrum. Eg hugsi
um hvussu nógvir av mínum
landsmonnum ferðast. Tað
er Danmark og Danland,
Tivoli og Bakkin. Ella ein
yvirhitað strond sunnanfyri
og hotel, hvørs aðal-mál er
at gera uppihaldið sunn-
anfyri so líkt tí heima sum
møguligt. Hjá mongum døn-
um hevur tað líka nógv at
siga um ein kann fáa frika-
dellur og fleskasteik á hotel-
linum í Spania, sum tað at
sólin sær, og at ein nemur
sær fremmanda mentan.
Men
heimurin
hevur
nógv annað at bjóða, og ein
tokferð kann vera eitt
upplivilsi í sær sjálvum.
Rúmsátt
Vit eru bara fimm fólk inni í
vogninum nú. Her er rúm-
sátt. Børnini fóru av í Selby,
ein lítil býur, sum einaferð
hevur sæð betri dagar, tí eg
síggi, at hann hevur ikki
færri enn tvær jarnbreytar-
støðir. Vit koyra júst fram
við Selby West. Tá jarn-
breytirnar komu fram í 19
øld, og tær komu sjálvandi
fyrst í heimsveldinum Bret-
landi, her ídnaðarkollvelt-
ingin byrjað, vóru bilarnir
ikki komnir og tá teir komu,
tey fyrstu mongu árini, vóru
teir so dýrir, at bert yvir-
klassin hevði penging fyri
teir. Tokið varð einasti sam-
ferðslumøguleikin til hóp-
flutning. Tí fekk ein so lítil
býur sum Selby heilar tvær
støðir, har Selby West er
niðurløgd í dag.
Akkurát nú er ringur
roykur inni í tokinum. Lukt-
ar av rotnum fiski, minnir
um Havsbrún í Fuglafirði í
gomlum døgum. Her er eis-
ini ídnaður og eg síggi
rúkandi skorsteinar ymsa-
staðni í lendinum.
Í erva, uppi í tí bláa, luta
flugvarar himinin upp í
puntar, eitt brúgvalag er
helst á veg, tí sæst dampur-
in frá útstoytinum, sum
beinar linjur. Flúgving er
ikki longur tað upplivilsi
fyri meg, sum tað var í
fyrstuni, tá eg fyrstu ferð
sat í flugvara í september í
1974. Eg trúði heilt erligt,
at mín seinasta løta var
komin og hevði absolutt
ongar vónir um at lenda aft-
ur heilskapaður. Kanska
var tað tí , at deyðin var so
nærverandi og óskiljandi í
lívi mínum hesa tíðina,
men tað er ein onnur søga.
Síðan er flúgving vorðin
ein vani, men eg sveitti enn
eitt sindur, hevur flúgvarin
hug at rulla og eg kenni
framvegis deyðan í næsun-
um ein illveðursdag yvir
Sørvágsfirði. Men eg vil
síggja og bíleggi altíð, tá eg
minnist til tað, vindeyga-
pláss. Eg haldi tó ikki , at
tað er so nógv longur, sum
mann kann síggja í einum
flúgvara. Tá tú er komin
upp í hædd, so eru einir 8-
10 kilometrar millum tað tú
sær og teg sjálvan, og tá
skal tað vera nokk so stórt,
fyri at tú skal kunna skyna
á. Um tað ikki eru høg fjøll
og jøklar undir, so líkist
lægra lendið nógv, har tú
ferðast kring heimin.
Tokferðir eru annarleiðis.
Tú hevur samband við jørð-
ina. Akkurát nú sá eg mett
neyt liggja og jótra og ein
tarv halda aldargamlan
nálgandi sið. Í flokkinum er
friður og alt er sum tað skal
vera. Neytini liggja og jótra
á ljósgrønum bøi og vernd-
artrø kring líva. Úr flogfari
hevði hendan sjón sæð út
sum eitt pinkulítið grønt
írskt frímerki, um ikki
skíggj vóru í millum, væl at
merkja.
Grin enn tonic
Eg havi skift tok og vit
koyra norður eftir. Tað er
Midland Mainline sum
rekur hendan teinin millum
York og Edinburg. Í Bret-
landi eru jarnbreytarfeløg-
ini privat. Tað syrgdi Marg-
areth Thatcher fyri. Brúk-
arin er bestemt ikki nøgdur
við hetta, tí tænastan er
vorðin munandi vánaligari
og nógv dýrari. Margareth
Thatcher er júst vorðin
einkja.
Maður
hennara
Dennis doyði í vikuni 88
ára gamal. Bløðini gjørdu
nógv burturúr og okkurt av
teimum stóru bløðunum. eg
haldi tað var The Sun,
skrivaði á forsíðinu, at hann
var hennara Grin and Tonic,
tað merkir látur og tonic, so
hann má hava verið ein
skemtiligur maður.
Hetta er eitt bumlitok og
vit skulu steðga nógva-
staðni. Klokkan er akkurát
farin av fýra og vit verða
væntandi frammi í Edin-
burg klokkan 19.50 ella um
hálvan triðja tíma.
Vit steðgaðu eina løtu í
York, ein góðan hálvan tíma,
har vit bíðaðu eftir næsta
tokinum og onkur sum eg sá
í Hull, er eisini við her. York
er ein aldargamal býur, ein
søguligur
býur,
okkara
forfedrar, víkingarnir hildu
til her. Her var biskupsæti og
her er enn ein rúgva av spøk-
ilsum. Tey eru so vanlig her,
at
ferðastovurnar
bjóða
spøkilsisferðir, við sokallað-
ur medium, tað eru fólk,
sum duga at fáa samband
við tey deyðu, sum ferða-
leiðara. Akkurát sum í
donsku sendingini Vald
Andanna og forrestin í tí
føroysku, sum kom nakað
aftaná.
Bederbrøðurnir
høvdu fingið sína sak fyri í
York. Eg standi inni á ferða-
vinnustovuni á jarnbreytini í
York og forvitnis. Ferðaleið-
arin til spøkilsisferðirnar í
York í dag eitur Molly, ein
útstrálandi mystisk kvinna,
minnir mest um eina sintiro-
mana, eina sigoyniska spá-
kvinnu og hon hevði nokk
fyri langari tíð síðan verið
brend á báli, livdi hon fyri
nøkrum hundrað árum síða-
n. Í York siga tey, at tað er
ikki ein spurningur um tú
trýr upp á spøkilsir, tað er
meira ein spurningur, um tey
trúgva upp á teg.
Jarnbreytin vit koyra á nú
er óslættari og her er ringt
at sita og skriva. Teldutøkn-
in er frammalaga í dag,
men tað er eisini deiligt at
sita við einum heilt vanlig-
um penni og einum lítlum
blokki í A7 stødd og skriva.
Í York vóru nógv fólk á
jarnbreytarstøðini og øll
gjørdu tað sama sum eg, tey
bíðaðu. Tó var ymiskt
hvussu fólk bíðaðu. Summi
sótu bara, onnur prátaðu og
fleiri drukku øl. Bretar
drekka nógv sjónligari enn
føroyingar. Teir drekka alla-
staðni og teir drekka nógv
øl, men ikki sterkt øl. Og
dagliga bjórdrekkaríið sæst
eisini. Fólk slítast og eldast
skjótari. Fólk hava búk,
yngri sum eldri og tað er
ikki óvanligt at síggja ung-
ar gentur við ølbúki, men
tað leggja tær sektina á. Í
Bretlandi lata fólk seg í,
akkurát sum tað passar
teimum, og konufólkið er
ikki bangið fyri at vísa ber-
an búk og nalva og hvørja
dellu, meðan tær svinga í
stramtsitandi crepe-elast-
iskum klæðum. Hugtakið
yvirvekt, sum mótavinnan
definerar rínir ikki við.
Roykivognur
Eg eri komin av tilvild at
sita í einum roykivogni og
her er væl av royki inni,
fólk guva, sum tað er tann
seinasti guvurin tey fáa.
Ein situr beint yvir av mær.
Hann hevur eina blikktub-
baksdós uppi á sær. Hon er
slitin og tað er neyvan sama
merki at tubbaki í dósini,
sum tá hon var nýggj og
jomfrúulig. Hann rullar
hegnisliga og brúkar grøna
Rizla bók. Komið at hugsa
um pápa, sum roykti seg í
hel fyri trimum árum síðan,
69 ára gamal. Størri niko-
tinelskara og njótara havi
eg ongantíð møtt. Niðan
fyri tær 40 um dagin var
hann ongantíð, tey 50 árini
hann ríkaði heimsins tub-
baksídnað og okkara lands-
kassa, sum uttan samvitsku
spekulerar
í
mannsins
turrelvandi vanmátti. Páp-
asa royking man hava
fíggjað ein part av landsins
veganeti. Pápi roykti so illa,
at tá hann endiliga fekk ald-
ursrentu, eftir 50 ár á sjón-
um, so var tað ikki meira
enn fyri tubbak.
Vit eru í Darlington nú og
ongantíð læri eg at pakka eitt
kuffert við skili. Tað stendur
aftanfyri meg og vigar langt
yvir loyvdu vektina. Eg ver-
ið nokk noyddur enn eina-
ferð at rinda fyri yvirvekt í
flogfarinum. Tað gjørdi eg í
Nuuk fyri 14 døgum síðan.
Havi ampa av kuffertinum,
men uggi meg við, at tað
skal sterkur maður til at
stjala tað.
Var í kirkju í dag í Hull og
aftan
á
gudstænastuna
greiddi ein eldri kona mær
frá, at sunnudagur var ring-
asti dagur at ferðast við
toki. Sunnudag umvæla teir
vanliga jarnbreytina og tað
er ikki óvanligt, at man
verður koyrdur úr tokinum
ávísar teinar og má ferðast í
bussi og so aftur í tok. Hon
tók mótið frá mær eina løtu.
Eg kundi rokna við at gerast
nógvar tímar seinkaður, um
eg í heilatikið kom fram. Eg
kundi eisini havt flogið frá
Humberside, tí tað er
faktisk bíligari. Ein flogbil-
ett kostar 80 pund, tað er
800 krónur, meðan ein
tokbilett kostar 85 pund.
Eg vildi við toki, og nú
siti eg her og skoði hetta
vakra lendið, sum nú er
vorðið meira bakkut og enn
vakrari. Nógvur seyður er
at síggja og hann er ný-
royttur í sólini. Tað er
sunnudagur, sólin skínur,
heiður himin og tað er
friður yvir okkum her í
Norðuronglandi, nú vit
nærkast Newcastle og eg so
smátt havi vant meg við
tubbaksroykin. Ross ganga
á beiti og fyl hava tveitt seg
skerfløt í sólini. Børn vassa
í eini á vit koyra framvið,
hetta er sanniliga eitt para-
dis eg koyri í gjøgnum.
Hetta er bara í fínasta
ordan, eg eri her, her og nú
og ongin myrkur tanki um
eina framtíð, sum ikki er
komin, ella eini fortíð sum
er farin og ongantíð kemur
aftur, má sleppa at órógva
hesa løtuna. Løtan her og
nú, tann einasta sum eg eigi.
Klokkan er fimm, nú
møttu vit einum toki, ein-
um stuttum, Tað setti í
vognarnar,
tá
tað
fór
framvið við nógvari ferð.
Munnu tokførarar heilsa
upp á hvørjar aðrar, tá teir
møtast, líka sum bussførar-
ar gera í Føroyum. Tit vita,
eitt lítið avmált nikk og so
hørgu hond akkurát so
nógv upp frá rættinum, at
tann mótkoyrandi sær hana
og ikki ein millimetur
meira. Eg veit ikki, havi
ongantíð verið í førarahús-
inum á einum toki, heldur
ikki tá tvey tok hittast.
framhald í næsta blað
At ferðast í toki er deiligt
Tú hittir altíð vinarliga ferðafólk í toki, her eru stórasystir og
lítlibeiggi á veg til hús eftir at hava vitjað pápan, sum býr í
Hull.
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
C
M
Y
K
14