Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 124 - 4. juli 2003 Nr. 124 - 4. juli 2003 17 - Hóast tað er deiligt, so er lívið ikki altíð so einfalt. Sólin skínur viðhvørt, men bæði vindur, regn og mjørki herja við jøvnum millum- bilum. Tá er gott at vera fyrireikaður og væl ílatin, skalt tú ikki verða tikin av fótum. Fólkaskúlin roynir at fyrireika tykkum til lívið. Tit hava ikki bara lært at lesa, rokna og skriva, nei, tit hava eisini lært at arbeiða, bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum. Og júst hetta at starvast saman við øðrum hevur stóran týdning segði Niels Nattestad, stjóri á Venjingar- skúlanum m.a. í fráfaringarrøðu til næmingarnar herfyri PRÓGVHANDAN Lagt til rættis og myndir Jan Müller Tað eru ikki bara studentar, HF-arar, skipsførarar, maskinmenn ol., sum fáa prógv í hesum døgum og fara víðari út í lívið eftir mong ár á skúlabonki. Vit hava kanska lyndi til at gloyma, at tað eru eisini mong, sum gevast í 9. og serstakliga 10. flokki, sum eru vorðin skúlatroytt og velja at kvetta øll bond við skúla og undirvísing og heldur velja gerandis arbeiðsdagin tað veri seg á fiskavirki, á skipsdekki og onnur arbeiði. Nú um dagarnar var sera hugnalig fráfaringarsam- koma á Venjingarskúlan- um, har næmingar í 9. og 10. flokkunum fingu prógv handað. Har vóru nógvar góðar røður hildnar og tón- leikur var eisini. At enda handaði skúlastjórin Niels (Natte) Nasttestad næming- unum prógvini. Tað hevur ikki verið vanligt at handa næmingunum í 9. flokki prógv, tí flestu teirra fara antin víðari í 10. flokk ella beinleiðis til student. Men hetta varð so gjørt hesaferð. Vit prenta góðu og inni- ligu røðuna, sum Natte skúlastjóri helt fyri næm- ingunum: - Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi, góðu lærarar. 10 ár eru liðin, síðan tit, sum nú fara frá okkum, á fyrsta sinni møttu í hesum hølinum, uppsnollað og spent. Ein nýggjur partur í lívi tykkara skuldi byrja! Frammanundan høvdu tit bara spælt og havt tað stuttligt allan dagin. Nú skuldu tit sita still ein part av degnum, og vit skuldu royna at læra tykkum at lesa, rokna og skriva. Tvs. alt tað, sum tit duga í dag! Eg minnist enn fyrstu ferð klokkan ringdi til frí- korter. Tit vistu ikki, hvat, ið tað var fyri nakað, sum ljóðaði so hvølt – tað máttu vit siga tykkum. Men tað var skjótt, at tit vandu tykk- um við tað! Soleiðis hava tit vant tykkum við so nógv og hava vónandi eisini lært ein hóp, nú ið tit fara víðari í lívinum. Einar 2-3 smáar søgur frá tykkara allarfyrstu tíð sum skúlanæmingar bera kanska boð um júst tað : Einum ávísum næmingi dámdi einki at vera í skúla henda dagin. Tað hevur ver- ið einar 2-3 vikur eftir at tit byrjaðu á Ytra skúla. Eg royndi at ugga og segði, at nú slapp hann heim um ein tíma. Hálvgrátandi segði hann, at onkur kom eftir honum. Tá ið eg so fór frá honum, letur í honum, framvegis hálvgrátandi: »Heldur tú, at abbar vita, nær ið børnini sleppa úr skúlanum?« Ein onnur : Ein dagin gekk ein tykk- ara alsamt og júkaði um, at hann fylti næsta mánadag. Týsdagin kom hann so til mín og segði : »Natti, eg fylti allíkavæl ikki mána- dagin!« So tann spenning- urin mátti also bíða! Og tann triðja : Vit høvdu ítrótt í fim- leikahøllini. Allir dreing- irnir vóru í brúsu, og nú vóru bara tveir eftir. Annar, sum eg visti var B36 við- haldsmaður, spurdi meg, um eg var í Gundadali í gjár, tá ið HB vann 5-0 á B36. »Vit vóru báðir til dystin, og hann helt við HB!« segði hann og vendi sær móti hinum dreingin- um. Eg segði við teir, at eg var ógvuliga keddur, tí at B36 tapti. Tá segði hann, ið helt við HB: »Natti, tað fer nokk at ganga, B36 begynti ikki fyrrenn í 1936, so HB- ararnir hava trenað nógv longri enn teir!« So deiliga einfalt kann lívið vera, tá ið tú ert barn! Men nú eru tit ikki børn, uttan at eg harvið skal siga, at lívið er ikki deiligt fyri tað! Tit eru nú meira at kalla vaksin, ella hálvvaks- in, sum vit vanliga kalla Fólkaskúlin fyrireikar okkum til lívið: Lívið er deiligt hóast tað ikki altíð er so einfalt »Vit skulu ikki altíð »elta sum fyri er slóðað«, sum tað stendur í sanginum hjá Rasmusi Effersøe, og tí eiga vit at hava rætt til at muta ímóti og hava aðrar áskoðanir enn onnur, og tú kanst saktans hava aðrar meiningar enn besti vinur tín, men skulu tit halda fram at vera vinir, so er neyðugt, at tit kunnu vera samd um at vera ósamd á summum økjum! Tú eigur at tora at siga tína meining, uttan at vera bangin fyri at verða revsaður fyri tað.« Lítlasiste gleðir stórusiste við blómum seinasta dagin í Venjingarskúlanum tykkum í hasum aldrinum. Tit hava longu savnað tykk- um saman hópin av roynd- um, og tær gerast fleiri og fleiri. Tí sum kunnugt, so læra vit so leingi vit liva! Nú fara tit í ymsar ættir, alt eftir, hvagar hugurin gongur. Og møguleikarnir eru nógvir, ørandi nógvir, bæði bókliga og handaliga vegin. Eg fari at ynskja tykkum alt tað besta og vóna fyri tykkum, at tað, sum tit hava lært her, fer at verða góður stuðul á vegn- um! Eg havi so ofta til eitt slíkt høvi sum hetta, sagt, at nú tit fáa fyrsta prógv tykkara, eru tit komin til ein varða í lívinum. Nógvir slíkir varðar eru á vegnum, tað veit eg, men hetta er tann fyrsti, og tí hevur hann rættiliga stóran týdning. Tit eru komin niðan eftir gøt- uni, heilt uppá, og kunnu halda leiðina fram eftir fjallinum frá varða til varða. Við summar steðga tit longri enn við aðrar. Tað kann vera, at onkur varði er ov góður at fara frá, men tað kann eisini vera, at kavarok, mjørki og ódnar- veður forða tykkum í at hóma tann næsta varðan, og tá er ikki ráðiligt at sleppa tí varðanum, tit standa hjá. Tað kann skjótt føra tykk- um í óføri. Hóast tað er deiligt, so er lívið ikki altíð so einfalt. Sólin skínur viðhvørt, men bæði vindur, regn og mjørki herja við jøvnum millum- bilum. Tá er gott at vera fyrireikaður og væl ílatin, skalt tú ikki verða tikin av fótum. Fólkaskúlin roynir at fyrireika tykkum til lívið. Tit hava ikki bara lært at lesa, rokna og skriva, nei, tit hava eisini lært at ar- beiða, bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum. Og júst hetta at starvast saman við øðrum hevur stóran týdn- ing. Tað hava tit m.a. lært í samband við verkætlanar- uppgávuna. Sjálvandi mást tú hava áræði og duga at líta á teg sjálvan, men fleiri herðar lyfta størri tøkum enn einar. Loysunnarorðið í dag, bæði í skúlanum og í samfelagnum sum heild er tí samstarv. Tað var tað eisini fyri 100 árum síðan, tá ið Hans Andrias Djurhuus í einum av sangum sínum segði : Saman at halda varð ei okkum givið, Tí er so lítið burturúr her blivið, Og seinni í sama sangi :. Stóðu vit saman, Føroya synir, sterkir, Kundu vit útint mangt eitt roysnisverkið, Í hesum døgum verður so nógv tosað um tað at vera positivur, ella jaligur, sum tað helst skal eita. Tú kanst fara á skeið at læra teg at vera jaligan, og tú kanst vinna til lívsins uppihald og væl tað, við at skipa fyri slíkum skeiðum. Vónandi hevur skúlin eisini lært tykkum tað at vera jalig. Tað merkir sjálv- sagt ikki, at tú skalt góð- taka alt. Tað kann merkja, haldi eg, at tú dugir at góð- taka, at onnur gera og halda nakað annað enn tú. Vit skulu ikki altíð »elta sum fyri er slóðað«, sum tað stendur í sanginum hjá Rasmusi Effersøe, og tí eiga vit at hava rætt til at muta ímóti og hava aðrar áskoðanir enn onnur, og tú kanst saktans hava aðrar meiningar enn besti vinur tín, men skulu tit halda fram at vera vinir, so er neyðugt, at tit kunnu vera samd um at vera ósamd á summum økjum! Tú eigur at tora at siga tína meining, uttan at vera bangin fyri at verða revsaður fyri tað. Eitt arabiskt orðatak sig- ur nakað soleiðis: »Sigur eitt barn tær ímóti, so lat tað tosa!« Hvør skal siga, tað eigur at vera ein rættur, og sanniliga eisini ein skylda, at gera vart við, at tú góðtekur ikki alt! Onkuntíð verður sagt, at ungdómurin er ikki sum hann var fyrr, tá ið hann var nógv betri. Eg haldi kortini, at vit eru sannførd um, at soleiðis er tað ikki. Ung- dómurin er ungdómur og hann skal sleppa at vera ungdómur! Men einaferð verður ungdómurin vaksin, og tá er gott at hava okkurt at geva víðari. Okkurt sum hann hevur ognað sær bæði í skúlanum, heima við hús og av egnum royndum! Tit hava nógv at gleða tykkum til, tí lívið er deil- igt. Mín vón skal vera, at tit náa settum málum, og at tit fara at duga at stýra ímill- um tey sker, ið vera á vegn- um. Tá er gott at líta á egn- an mátt og egna megi. Tað er altíð undarligt at siga næmingum farvæl. Næmingum, sum ein hevur sæð so at siga hvønn dag í 10 ár. Men tíbetur eru vit menniskju soleiðis innrætt- að, at vit duga at liva við teimum broytingum, sum henda í lívinum. Góða eydnu øll somul. Niðri á lon 40 fara tit at hanga millum øll hini, sum áður hava tikið prógv her hjá okkum. So hóast tit fara hiðani, so verða tit á ein hátt verandi. Jesus pápi fylgi tykkum á lívsleiðini. Takk fyri Niels Nattestad, sksúlastjóri talaði væl til næmingarnar og um framtíðina, sum teir skulu út í Eisini tey í 9. flokki fingu prógv, háost flestu teirra halda fram í 10. Flokki Lagkøkur vóru til næmingar, foreldur og lærarar Teir báðir 10. Flokkarnir, sum nú siga farvæl til Venjingarskúlan C M Y K 17 16