Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 4. juli 2003 19 19 Nr. 124 • fríggjadagur • 4. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Sosialurin á Guernsey: Ingrid Bjarnastein, blaðkvinna Álvur Haraldsen, myndamaður Jákup Mørk, blaðmaður Við nýggju head-to- head reglunum $er bogaskjóting brádliga vorðin ein munandi meira áskoðara- vinarlig kapping, har dramatikkurin er í hásæti frá fyrsta til seinasta pílin BOGASKJÓTING Jákup Mørk Guernsey: Tólv ørvar. Ein móti einum. Tann sum fær flestu stigini er víðari og hin er úti. Stendur á jøvn- um, verður bert ein avger- andi pílur skotin. Somikið einfalt kunnu reglurnar í nýggju head-to- head kappingini í boga- skjóting skrivast. Og fyri undirhaldið hjá áskoðar- unum er talan so heilt av- gjørt um eitt stig rætta veg- in. Talan hevur jú í nógvar mátar verið um kapping fyri fólk við serligum alski til hesa kappingargrein, sum hava hug og stundir at fylgja við í kappingini yvir fleiri dagar, fyri at enda at kunna staðfesta, hvør tað var, sum í longdini var besti skjúttin. Sum cup-skipan Ítróttarliga er tann skipanin kanska eisini tann besta, tí yvir 144 pílar er tað í nógv minni mun tilvildin, sum er avgerandi fyri, hvør stendur fremst og ikki. Men tað viðførir hinvegin eisini, at tað sjáldan eru tey heilt ó- væntaðu nøvnini, sum troka seg ovast á sigurspall- in, tá avtornar. Við nýggja kappingar- slagnum er øðrvísi. Hetta er mest sum at sammeta við steypakapping í mun til landskapping í eitt nú hond- og fótbólti, har tað mera enn so kemur fyri, at lítlu liðini vinna á teimum stóru. Góð dømi um hetta vóru eisini at síggja mikudagin, tá kappast var í head-to- head kappingini á oyggja- leikunum. Besta føroyska dømið um hetta var uttan iva Rói Johannesen. Tá vanliga kappingin í var liðugt týs- dagin, var hann nummar 10 í stigarøðini í Recurve. Tað merkti samstundis, at hann fekk eina lága styrkisme- ting mikudagin, tá skjótast skuldi av nýggjum. Tí rendi hann seg longu í fjórð- ingsfinaluni inn í álendska Markku Rautianinen, sum fekk silvur týsdagin, og so skuldi tú kanska hildið, at so var liðugt. Men Rói vildi tað øðr- vísi. Uttan stórvegis nervar legði hann væl frá landi, og brádliga mótstøðan tóktist at órógva álendingin. Brád- liga fekk hann bert seks stig fyri tríggjar pílar, og so var lag á manni hjá Róa, sum vann sannførandi við 82- 68. Tá vit eftir hetta spurdu, um hann kanska hevði verið serliga uppsettur, tá tað var ein somikið høgt styrkismettur mótstøðu- maður, sum hann hevði havt, svaraði Rógvi, at tað var tað so ikki. - Satt at siga, so hugsaði eg als ikki um, hvørjum eg skeyt ímóti. Við vilja fór eg als ikki yvir at hyggja at, hvørjum eg skeyt ímóti. Tað er nokk ikki nakað sum loysir seg í slíkari kapping, helt hann. Stórt trýst Hetta avspeglar helst eisini sálarliga aspektið í hesi kappingini. Í hálvfinaluni skuldi Rói takast við skjútt- an, sum gjørdist nummar sjey í vanligu kappingini. Nú vóru brádliga vónir settar til føroyska skjúttan, og so var straks verri. Tapið var púra greitt, og so skuldi skjótast um bronsu. Her skuldi hann dystast ímóti Jim Eltome-Middle- mas, sum hóast eitt 12. pláss týsdagin nú hevði bart seg millum fýra teir fremstu. Her sá alt fyri eitt út til, at Rói var betri fyri. Eftir at trý tey fyrstu umførini á tríggar ørvar var skotið, var Rói ikki minni enn átta stig, men aftur tóktust nervarnir at spæla honum eitt puss. 18 stig av 30 var úrtøkian, og tá Meddlemas sam- stundis fekk 27 – sera væl skotið - gjørdist talan altso akkurat ikki um eina sera væl komna bronsumedalju. Sjálvur helt Rí eftir skot- ini, at tað var nú ikki nerv- arnir, sum høvdu spilt hon- um spælið. - Nei, tað haldi eg ikki. Tað er bara so í boga- skjótin, at viðhvørt riggar tað og viðhvørt ikki. So má man bara vóna, at tað riggar betri hjá okkum í morgin. Og tað er júst eisini hetta, sum ger dead-to-head sjarmerandi. Har er rúm fyri tí fulkomulga óvænt- aða úrslitinum, og tað var so um reppið, at hetta betr- aði um føroysku heiðurs- merkjatøkuna. Ein øðrvísi kapping Liðfelagaðarnir úr Føroyum flokkaðust um hann, tá hann í 1/4-finaluni hevði skotið silvurvinnaran frá týsdegnum Føroyskku flogbólts- kvinnurnar vunnu eisini trygt í seinasta dystinum í bólka- spælinum, og lagið man tí vera í topp undan hálvfinaluni hósdagin FLOGBÓLTUR Álvur/Jákup Guernsey: Grønland megn- aði heldur ikki at gera nakað við Føroyar. Somikið stutt kann orðingin vera um seinasta dystin, sum før- oysku flogbóltskvinnurnar spældu í bólkaspælinum. Tað var kanska heldur ikki væntandi, at so fór at vera. Longu undir lutakast- inum var greitt, at talan fór at gerast um ein hampuliga lættan bólk hjá flogbólts- kvinnunum, og spurning- urin er tí kanska mest, hvørt hetta er ein vansi ella fyrimunur hjá liðnum, nú avgerandi dystirnir standa fyri framman. Fyrstur av hesum er hálv- finalan móti Álandi, sum skuldi spælast seinnapartin hósdagin. Áland hevur í bólkaspælinum sýnt rætti- liga gott spæl, og tó at tær taptu oddadystin í bólkin- um 0-3 fyri Saaremaa, so var talan ikki um stórtap í hvørjum setti sær. Og einki er at ivast í, at tær álendsku eru uppsettar til dystin. Føroyar hava nú vunnið gull í kvinnuflog- bólti tvær ferðir á rað, og tí eru tær meira enn nakað liðið, sum hini vilja vinna á. Tí er einki at ivast í, at okkara skulu vera tendrað- ar frá fyrsta bríksli. Nú verður einki givið við dyrnar í nøkrum dysti, og bert tveir sigrar krevjast afturat, um talaln skal verða um reint hat-trick hjá kvinnuliðnum. Føroyar-Grønland 3-0 (25-15, 25-20, 25-17): Fult hús til hálvfinaluna Flogbóltskvinnurnar hava ikki fingið stórvegis mótstøðu í bólkaspælinum, men tað verður helst øðrvísi, nú Áland verður mótstøðuliðið í hálvfinaluni Skjúttarnir restaðu Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um dystin, sum føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti vann 7-0 á Jersey. Av misgávum komu málskjúttarnir í dystinum ikki við í greinini, og prenta vit tí hesar niðanfyri: 1-0: Ása Dam á Neystabø 2-0: Eyðvør úr Dímun 3-0: Halltóra Joensen 4-0: Silja á Borg 5-0: Halltóra Joensen 6-0: Eyðvør úr Dímun 7-0: Malena Josephsen C M Y K 18