Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Andreas Petersen, kommu- lækni í Gøtu og Leirvík, er uppvaksin í javnaðarheimi, sum hann tekur til. Hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri samfel- agsmálum, og tá Javnaðar- flokkurin heitti á Andreas Petersen um at stilla upp til valið, tók hann av. - Næsta valskeið verður fyrst og fremst neyðugt at basa arbeiðsloysinum og hervið eisini steðga fólka- flytingini. Hesir trupulleik- ar eru ein avleiðing av fisk- aloysinum. Tað er neyðugt at fáa fiskastovnarnir upp aftur og røkja teir soleiðis, sum fiskifrødingarnir mæla til, sigur Andreas Petersen, tå hann verður spurdur, hvat er mest umrådandi at fåa gjørt næstu fýra árini. Virðing fyri náttúruni - Tað er so legið vid okkum føroyingum. Vit eru eitt fólk, sum í øldir hava livad av at røkt bø, haga og bjørg- ini, og vit hava ikki tíkið meir úr náttúruni, enn hon hevur borið. - Tá tað kemur til til- feingið í havinum, so hevur aldargamli — veidisidurin ikki verid galdandi seinastu årini. - Jú, tá tað snýr seg um grindadráp, so hugsa vit sum náttúrufólk, men ikki tá talan er um fiskiskap - Eg haldi, at vit noyðast at hava stórri virðing fyri náttúrutilfeinginum í havi- num, enn vit hava í dag, sigur Andreas Petersen. Útbúgvin og framie åsla I einum framkomnum Andreas Petersen, valevni javnaðarfloksins í Eysturoy: Ikki bert hugsa um kappingarføri — Skal samfelagið fåast á føtur aftur, verður neyðugt at taka tungar og við hvort ópopulerar avgerðir, serliga í royndini at menna fiskastovnarnar. Hetta er treytin fyri at vit oll kunnu búgva her, og tí mugu øll vísa samåbyrgd, sigur Andreas Petersen samfelag sum okkara átti tað at verið beinleiðis sam- anhangur millum fløgurnar til útbúgving og gransking ødrumegin og framleiðslu- na av góðskaðum vørum hinumegin, men í Føroyum hevur útbúgvingarpoliukk- urin mest snúð seg um skúlabygningar, og hvar teir skulu vera. - Tað verður neyðugt at broyta, um samfelagið skal mennast, sigur Andreas Petersen og heldur fram: - Fyri at framleiðslulið- urin skal góðska veruna mest møguligt, krevst væl útbúgvið fólk, tá hugsað verður um heimsmarknað- * in, og skal arbeiðsmegin umstillast til annað arbeiði eftir stuttari tíð, krevst um- skúling og eftirútbúgvingar fyri at fáa fleksibilitet í arbeiðsmegina. - Her haldi eg, at vit í Før- oyum hava læst okkum ov fast í ávísar útbúgvingar. t. d. studenta-, HF-, handils- og tekniskar útbúgvingar, uttan tó at samansjóða hes- ar. ØN undir. somu skúlaskipan -Táhaldieg,at svenska út- búgvingarskipanin er gagn- ligari. - Svenskararnir broyttu skúlaskipanina í 1968. so- leiðis, at samfelagið aftaná 9. og 10. skúlaár bjóðaði øllum ungum eina útbúgv- ing, sum í flestu fórum gav yrkisførleika. - Teir kallaðu hesa út- búgving "Gymnasieet", helst fyri atgeva útbúgving- ini virðing. Í hesi útbúgv- ingarskipan kanst tú Ld. fáa útbúgving sum eletrikari, sjúkrahjálpari, frisgrur og mangt annað. Túkanst sam- stundis seta hana soleiðis saman, at hon gevur før- leika til hægri lestur. - Hugsa tær, um ein partur av ungdóminum í mið- námsútbúgvingunum fekk førleika í eitt nú framkom- nari matvøruframleidslu?, sigur Andreas Petersen. Fólkahellsan Í arbeiði sínum sum komm- unulækni veit Andreas Pet- ersen, hvussu fólka- heilsan er í hesum døgum. Hann heldur, at flestu fólk eru ógvuliga sperd, og tað er næstan líka mikið, um tey hava arbeiði ella ikki. - Fólk líða ikki beinleiðis neyð, tí sosiala skipanin hevur virkað higartil. Iva- samt er, hvussu leingi sjúkrakassaskipanin held- ur, tí nú eru kanska 10% av fólkinum givin at gjalda sjúkrakassa. - Tað hevur verið ført fram, at nógv ikki tora til lækna, tú tey ikki eru í sjúkrakassanum longur? - Tað er nakað um tað, tá kanska 10% av fólkinum ikki rindar sjúkrakassa- gjald, so er ikki langt eftir til, at vit kunnu tosa um at vandi er á ferð. Tey, ið ikki hava goldið, kunnu bíða so leingi at fara til lækna, at tað kann gerast vandamikið. - Tað kann samanberast við USA, har 20% av fólki- num ikki hava sjúkratrygg- ing. Nógv eru Ikki limir í sjukrakassa - Er tað so ikki rættari at av- taka sjúkrakassaskipanina og lata fólk gjalda sjúkra- trygging um skattin? - Eg eri ein teirra, sun havi hildið, at vit skuldu varðveita sjúkrakassaskip anina, tí hon er tann bílig asta skipanin. - Sjúkrakassaskipanir virkar væl í góðum tíðum, té øll hava ráð at gjalda lima- skap. Í hesum tíðum kunnu vit skjótt koma hartil, at te; ungu spara sjúkrakassa- gjaldið, og at tað bert verða tey gomlu, sum gjalda sjúk- rakassan. Tí er tað neyðug! at broyta skipanina, mer um hetta skal verða ein al- menn skipan, ivist eg í. - Tað hevur so aftur við sær, at einar 40 - 50 mió. krónur skulu finnast á fíggj arlógini, men vit hava bert tvinnar kostir í at velja - lættir tú um í einum stað, tyngir tú á ødrum - sigur Andreas Petersen. - Tað verður stríggið at fáa samfelagið á fótur aftur og neyðugt verður eisini at taka ópopulerar avgerðir. - Hinvegin, um vit skulu eitast at vera eitt samfelag fyri øll, so mugu vit eisini hugsað um annað enn kapp ingarføri, m.a. at tað skal verða gllum føroyingum loyvt at búgva í heimlandi- num, sigur Andreas Peter- sen. Orð: Dagny Mynd: Kalmar Andreas Petersen: - Tað verður stríggið at fáa samfelagið á fótur aftur, men um vit skulu eitast at vera eitt samfelag fyri øll, so skal tað m.a. eisini verða øllum loyvt at búgva í heimlandinum