Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða |4 Nr. 123 — 1. JULI1994 Sylverius Jacobsen, valevni Javnaðarfloksin í Eysturoy Nú skulu vit líta frameftir - Vit seta okkum sum mál at lætta um skattatrýstið og at bóta um umstødurnar hjá illa støddu barnafamiljum. Náa vit hesum er nógv vunnið. Men tað verða tung tók, sum krevja dirvi og áræði, hesum mugu allar góðar kreftir virka fyri, sigur Sylverius Jacobsen, valevni Javnaðarfloksins i Eysturoy. At stødan í Føroyum er ring f dag og at ålvarslig stig mugu takast fyri at bøta um støduna, eru allir flokkar og valevni samd um. Javnaðarflokkurin fór til val fyri skjótt 4 árum síðani við einum greiðum mál- setningi fyri framman. Hesi og hasi mál skuldu loysast. Hugsa vit um hin ein- staka, teg og meg, so hava tey flestu okkara sett okkum eitt mál í lívinum. Sum ung- lingi hugsar ein fyri sær eina útbúgving, eitt starv, familju við bórnum, hús og heim. Vit vilja fegin gera karmarnar um tilveru okk- ara so góðar, at teir verða til gleði og signing fyri hin einstaka og fyri tey menn- iskju, ein fekk at liva og virka ímillum. Slíkan mál- setning hava tey flestu okk- ara og alt verður gjørt fyri at røkka hesum máli. Tað er hetta, sum ger lívið so spennandi at liva, at ein alla tíðina er upptikin av nøkrum ókendum, kunnu vit siga, uttan slík mál er trupult at síggjanakra mein- ing við tilveruni. Hvussu náa vit einum slíkum máli, kunnu vit spyrja. Jú, eitt kunnu vit vera vís í, at eitt slíkt mál koma vit ikki sovandi til. Tað má kempast og stríðast og hvør dagur verður sostatt ein av- bjóðing. Tað verða letur, har vit uppliva viðrák og alt gong- ur, sum vit høvdu ætlað, men so komu tey myrku skýggini á luftini og drógu saman um og vit kendu mótgongd. Hesar lýtur vóru ofta sera torførar at koma igjøgnum. Tað var sum alt gekk ímóti og vit høvdu bestan hugin at gevast, sjálvsálitið sveik, livsgledin kølnadi og ein sá onga meining við tí heila, hetta var av sonnum ikki tað vit høvdu væntad og ætlað. Slíkar løtur eru hugtyngj- andi og ein blívur skjótt beiskur. Beiskur inn á sam- felagið, politikararnar, bankarnar, arbeiðsgevaran, ja stutt sagt inn á alt. Trúgv- in uppá at røkka málinum var nú bert sum ein lítil prikkur í havsbrúni. So hendi tað gleðiliga, at eitt ljóspunkt var at hóma, tað vóru umstødur, sum broytt- ust og ein fekk trúnna aftur. Nú sá ein aftur málið fyri framman, men fyri at náa tí mátti ein brovta ætlanina, ein hevði havt og leggja á nýggjan bógv og gera so og so. Væl veit eg at tað hjá mongum familjum í dag sær svart út fyri framman, bæði fyri tey, sum fóru, og tey, sum noyðast at fara frá húsi og heimi. Alt tað, tit hava bygt tykkum upp, sóu tit nú raplað niður. Dúgliga verður kjakast um hver hevur ábyrgdina av hesum. Nú má vend koma í. Alt tos um farna tíð má halda uppat. Vit kunnu ikki nýta okkara kreftir uppá tað farna, men heldur líta fram- eftir. Vit í javnaðarflokkin- um hava sett okkum sum málatgkja virksemið aftur í landinum, soleiðis at fólkið fær arbeiði, trigv og Álit aftur á framtíðini. Tíðindablaðið GSK At lætta um skattatrýstið og at bøta um umstødurnar hjá illa støddum barnafa- miljum. Náa vit hesum, táer nógv vunnið. Tað verða tung tók og tað krevur dirvi og áræði, hesum mugu allar góðar kreftir virka fyri, skal tað eydnast. Gott val. Sylverius Jacobsen, valevni javnaðarfloksins í Eysturoy Nú má vend koma í. Alt tos um farna tíð má halda uppat. - Vit kunnu ikkinýta okkara kref:ir uppá tað farna, men heldur líta frameftir... Henry Jarnskotr, valevni Javnadarfloksin í Eysturoy Samstarv við onnur 5 Felagsskapur og samstarv er mergurin í jaunaðarhugsjónini. Vit skulu i enn stórri mun samstarva við grannar okkara, og í enn stórri mun fáa samstarvið innan ríkisfelagsskapin at bera åvøkstu, samstundis sum vit skul leita enn longur burtur í somu grindum, heldur Henry Jarnskor, valevni Javndarfloksins í Eysturoy. Álvaratos, er tað ikki tíð uppá at gevast við hasum tosinum um samband og loysing? Tíðin, har ein møgulig loysing frá Danmark kundi lata seg gera, er farin. Hetta var tíðin, tá tilfeingið í hav- inum var ein spurningur um dugnaskap og fiskieydnu. Hetta var eisini tíðin, tá sparsemi, innløga og gerða- býti var vanligt millum manna. Eingin kendi tl hugtakið »svart arbeidi«. Men tiverri var hetta eis- ini tíðin, har tey, ið áttu nak- að, fingu meir, meðan restin av fólkinum stóð við húgv- uni í hondini. Hin føroyski sambands- maðurin, sum vit kendu hann fyrr, er ikki til longur. Av gomlum vana verður tó ein fornleivd vald inn á ting, har hon roynir at verja eina hugsjón, ið einki hevur viðs amfelagsstøduna í dag at gera. Menningin av ti føroyska samfelagnum hevur ikki staðið í tað, hóast aftur- haldskreftirnar hava verið nógvar. Vesturheimurin, og serliga Norðurlond við Danmark á odda, hava drig- ið okkum við sum eftirbát kann sigast, men í dag er munurin minni. Utbugvingarmøguleikar, samstarv og sambindan av hugsjónum hava víðkað sjónarring okkara og ment okkum á gllum gkjum. Hóas twll bakkøstini í seinastuni og hóast byrðar- nar eru ov tungar hjá nógv- um og hendurnar tómar hjá mongum, hava vit eitt sam- felag, har eingin er gloymd- ur. Vit standa á einum vega- móti og skulu velja hvgnn veg vit skulu fara. Latum okkum halda fast um vunn- in rættindi, læra av mistøk- unum og við hesum førn- ingi stinga út í kortið. Felagsskapur og sam- starv er mergurin í javnað- arhugsjónini. Vit skulu í enn stórri mun samstarva við grannar okkara, og í enn stórri mun fáa samstarvið innan ríkisfelagsskapin at bera åvøkstur, samstundis sum vit skulu leita enn longur burtur í somu ørind- um. Hann, ið byrgir seg inni, hevur sett seg sjálvan uttanfyri. Eingin rættsiktaður fer at tosa um samband við Dan- mark ella ikki, tá tann stóri spurningurin er sambandið við ES. Vit mugu >takla< henda átrokandi spurning beinan- egin, tí sum er hevur ES eina fríhandilsavtalu við okkum, meðan vit sláa okk- um í múrar og loft hjá teim- um. Morgindagurin bíðar ikki - hann kemur við nýggjum avbjóðingum og tá er neyð- - Vit standa á einum vegamóti og skulu velja hvønn veg vit skulu fara. ugt at hava tikið eina greiða Fólkið eigur avgerðina, og ti eigur atkvøda um henda spurningin at verða skjótast gjørligt. Henry Jarnskor, valevni javnaðarfloksins í Eysturoy