Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 1994síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

-Tað, at Føroya Fiskvirking hevur stongt fleiri virkir kring landið, fáa vit ikki gjørt nógv við, sum stødan er í dag. - Tað, at teir ikki virða okkara gomlu útróðarar- mentan, og ikki keypa fisk á teimum elstu útróðrar- plássunum í landinum, kunnu vit ongantíð góðtaka. Hetta sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF í Leir- vík. Í Leirvík hendir einki Leirvík hevur verið útróð- rarbygd burturav, og har hevur verið flakavirki, einir seks-átta útróðrarbátar, ein smiðja, sum hevði nóg mik- ið at gera við at arbeiða um- borð á bátunum. Nakrir mans arbeiddu á Skála í sjeyti- og åttatiårunum, men har er lítið arbeiði at fáa í dag. - Veruleikin er, at bygda- lívið í Leirvík er fullkomi- liga steðgað upp, og fólk í hópatali eru flutt. - Flakavirkið er stongt, og tær familjur, sum arbeiddu har, hava mist inntøkuna, ongir útróðrabátar eru eftir, og alt sum eitur handil og tænasta er at kalla ikki til longur. Fólk hava mist mót- ið, og nógv velja bara at sleppa sær burtur úr bygd- im. - Í fjør vóru 825 fólk í Leirvík, og talið minkaði niður í 764 í ár, men síðan tá eru enn fleiri fólk flutt. - Ívasamt er, um tað eru meir enn góð 700 fólk eftir í Leirvík, sigur Poul Andrias Joensen. Sjálvandi hevur Fiskavirking rætt til at steingja virkini, men at teir uttan víðari kunnu steðga við at keypa fiskasløg sum tosk, hýsu og upsa, loyvi eg mær at ivast í. Uppgávan hjá fiskavirking - Fyri Fiskavirking er tad sjálvandi stórur figgjarligur fyrimunur at samla fram- leiðsluna í so stórar eindir sum gjørligt. Teirra áhuga- mál eru at vinna so nógvan pening sum gjørligt, men hesin peningur fer av land- inum at gjalda niðurfrystu skuldina við. - Tað er heldur ikki upp- gávan hjá Fiskavirking at hava ábyrgd fyri teimum fólkum, sum verða meint rakt av teimum avgerðum, sum Fiskavirking tekur. - Vinnararnir av hesum sera ódámliga spæli eru kreditorarnir, og taparnir eru fólkið í teimum komm- unum, sum í fleiri ættarlið hava livad av fiskivinnuni, sigur Poul Andrias Joensen. Leirvik er eisini gott dømi, tå metast skal um av- leiðingarnar av skeivum Síða 18 Nr. 123—1. JULI1994 Tíðindablaðið Sosialurin Poul Andrias Joensen, valevni javnaðar- floksins í Eysturoy: Vandi fyri at bygdir avtoftast — Tað kann ongantíð vera rætt, at ein feililøga hjá nøkrum útlendskum kredi- torum skal geva teimum rætt til at stýra foroyska samfelagnum og hervið seta politiska myndugleikan til viks, sigur Poul Andrias Joensen vinnupolitikki. Kommunan er f kreppu- stødu, ti skattainntøkan svikur, og fyri at bøta um tad hækkakommunur skatt- aprosentid. - Høga skattatrystid rakar láginnigkurnar = harðast. Hetta eru fólk, sum ar- beiddu á flakavirkinum ella fingust við útróður, men nú eru send út í arbeiðsloysið. Umframt tað, eru nøkur fá fólk, sum hava fingið ar- beiði í øOrum bygdum, men nú noyðast tey sjálvi at syrgja fyri flutningi til og frá arbeiði. - Ein sera óhugnaligur máti at spara pening, heldur Poul Andrias Joensen. Grenlendsk viðurskifti Hann heldur, at stødan ikki sért minnir um hana í Grønlandi í sekstiårunum, tá ið danir bygdu teir stóru íbúðarblokkarnar í Nuuk. Poul Andrias Joensen: - Tad, at Fiskavirking hevur stong flakavirki | kring landid, fåa vit einki | gjørt vid, sum stødan er i dag, men at teir ikki virða okkara golmu útróðrar- | mentan, og ikki keypa fisk | á teimum elstu útróðrar- plássunum í landinum, kunnu vit ongantíð g6dtaka Hesar íbúðir vórðu bygdar til fólkið á smáplássunum at flyta inn í. - Mátin hjá Fiskavirking er bert enn smartari, heldur Poul Andrias Joensen. Hann heldur, at ávirkanin uttanífrá nú er vorðin so ótolandi, at tað mugu finna- st loysnir, sum ikki bert danir, men eisini føroyingar kunnu liva við. - Tað kann ongantíð vera rætt, at ein feillløga hjá nøkrum útlendskum kredit- orum skal føra til, at tað verda teir - framum tann po- litiska myndugleikan - sum styra samfelagnum. - Javnaðarflokkurin má tí í komandi valskeiði skipa so fyri, at ágóðin av okkara fiski- og oljurikidømi, verð- ur javnt býtti millum øll økir f landinum. - Tad skal aftur gerast liviligt í Føroyum, likamik- ið hvar í landinum tú býrt, sigur Poul Andrias Joensen. Mynd: Kalmar Tá skúlaárið byrjar aftur verður ein nýggjur 11. flokkur í Suðuroy. Eg vóni ikki, at hetta verður byrjanin til eina 11 floks skipan um alt landið. Tí, hvat er hetta annað | enn ein parkering av teim- um ungu, ið vit ikki vita hvat vit skulu gera við. Vit hava skyldu at geva teimum ungu møguleikar, ti sum stødan er í dag, skúgv- ast tey inn í vaksandi skaran av vónsviknum javnlíkum, yngri sum eldri, ið uttan sjálvsálit og twúgv uppá morgindagin, kenna tilver- una syndrast. Vit hava tíbetur ikki her- naðarskyldu hjá okkum — og skulu heldur ikki hava tað. Eg haldi tó, at um vit inn- førdu eina samfelags- skyldu, eitt slag av for- longdari prakukkúð eftir lokna skúlaútbúgving, hevi hetta havt eina positiva á- virkan, ikki bert á ungdóm- in, men alt samfelagið sum heild. Vit hava nógvar lands- stovnar, ið kundu verið uppi í einari slíkari skipan. Landsverkfrødingurin er sjálvskrivaður til at umsita eitt tiltak sum hetta. Teir hava deildir við formonnum í hverjum króki í landinum. Møguleikarnir eru nógv- ir, viljan, hugsjónina og á- ræðið hevur javnadarflokk- urin. Avgerðin er tykkara - framtíðin er okkara — veljið javnaðarflokkin. Henry Jarnskor, valevni javnaðarfloksins í Eysturoy