Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jákup Egholm er lærari og | býráðslimur í Runavíkar ? Kommunu. Hann heldur, at mest átrokandi málið verða | at loysa næstu fýra árini er 7 at basa arbeiðsloysinum. - Eydnast tað at loysa hetta, verða samstundis so nógv onnur trupul mál loyst, at møguleiki verður fyri at fáa samfelagið aftur at virka, sigur Jákup Eg- holm. - Eg haldi samstundis, at vit skulu vera ærlig og á- sanna, at eingin patentloysn er til, sum kann loysa allar trupulleikar landsins eftir einum valskeiði. Tí er tað neyðugt, at Javnaðarflokk- urin eisini fær ávirkan eftir valið. Serliga umráðandi er at varðveita sosialu skipa- nina, skúlaverkið o.a. skip- anir, sum Javnaðarflokkur- in hevur verið við til at seta í verk. Væl virkandi sosial skipan Rúnavíkar kommuna er gott dómi um, hvussu um- ráðand: tað er at hava væl virkandi almanna- og heilsuskipan í heimaum- hvørvinum, sum tlgóðar- sær allar aldursbólkar. - Vithavaellis- og røktar- heim til tey golmu og sjúku, vardan verkstað og búfel- agsskapir fyri brekað og góðar umstødur í skúlanum at taka móti øllum næming- um. - Vit hava væl virkandi heilsumidstød, við lækn- um, vitjan av starvsfólkum á ambulatoriinum og sálar- lækna eina ferð um vikuna, fysioterapeut, ljósmóður og sosialrådgeva. - Hesi tilbod geva øllum borgarunum f kommununi ein møguleika at fáa við- gerð og aðra tænastu á stað- num, ístaðin fyri at øll ann- ars skuldu farið til Havnar í slíkum grindum - Hetta er tað, sum vit kalla vælferðarsamfelagið, og tað hevur við sær í okk- ara kommunu, at vit kunnu tryggja borgararnar atkalla frá vøggu til lívsenda, sigur Jákup Egholm. Norðhavssildin - Verður tað ikki møguligt at basa arbeiðaloysinum komandi fýra árini? Jákup Egholm, valevni javnaðarfloksins Í Eysturoy: Fýra ár ikki nog mikið --Skal landið fáast aftur á fotur, og skulu vit tryggja okk- um at vælferðarsamfelagið ikki syndrast, er neyðugt at javnaðarflokkurin fær ávirkan fýra tey næstu árini, sigur Jákup Egholm - So skulu vit ganga aðrar leiðir enn tær, vit higartil hava roynt, sigur Jákup Egholm. - Vit nýtast ikki at fara so langt fyri Ld. at finna altern- ativ ul núverandi fiski- vinnupolitik. Eitt nå hevur sild verið á Sandoyarbanka- num í fleiri ár, men higartil eru vit ikki komin longur enn at avreiða hana til russ- ar. - Nú er norðhavssildin komin, men vit hava einki gjørt fyri at taka ímóti hes- um fongi. Seinast læs eg í Sosialinum, at føroyingar kunnu vænta sær nógv av surimiframleiðsluni. Sam- stundis verður sagt, at ikki ein føroyingur er við suri- miskipinum - ikki so frægt sum ein eygleiðari. Vinnulívið ger einki - Eg dugi heldur ikki at skilja, hví føroyskir nóta- bátar avreiða sild og makrel til smávirkir í Noregi. Har verður vøran fryst og seld víðari til Japans. Vit kunnu í minsta lagi fryst sildina í Føroyum, og vit duga eisini at skilja hana, um neyðugt. - Tað sama kundi verið gjørt við makrelveiðuna, Jákup Egholm: - Runavíkar Komuna er gott dómi um, hvussu umráðandi tað er at veita borgararunum góða tænastu. Vit hava væl virkandi heilsumiðstóð, sum gevur øllum møguleika at fáa viðgerð og aðra tænastu, ístaðin fyri at øll annars skuldu farið til Havnar Orð: Dagny Myndir: Kalmar men her hendir als einki. - Her átti vinnulívið at verið meir at sær komið, sigur Jákup Egholm. Hann heldur eisini, at byggivinnan hevur gjørt ov lítið at royna teir møguleik- ar, sum eru til at taka. - Byggifyritøkan Norð- setur er eitt av teimum fáu virkjunum, sum t.d. hevur roynt at brúka møguleik- arnar innan Arbeiðsloysis- skipanina. - Ein arbeiðsgrunnur er stovnaður undir ALS, sum veitir stuðul til nýskapandi arbeiðspláss. - Úrslitið hjá Norðsetri við hesum møguleika er, at teir nú selja sethús til Týska- lands. Hetta kann skapa rættiliga nógv arbeiðspláss i framtíðini. Sethúsaloysn - Annað mál er sethúsa- trupulleikin. Her kundi ver- ið roynt at tíkið rentustuð- ulin burtur eitt ávíst tíðar- skeið t.d. í fimm ár. - Rentustuðulin kostar landskassanum rættiliga fitt av peningi. Avtaka vit hann, og landskassin samstundis gevur sethúsaeigarunum peningin at seta í peninga- stovnarnar at niðurgjalda húsalánini við, so høvdu fólk ein møguleika at verið búgvandi í húsum sínum. - Um vit siga, at sethúsa- eigari hevur 800.000 krónur í húsalán so hevdi hann við hesi skipan goldið lánini niður við 70.000 - 80.000 árliga. Tað hevði kanska eisini fingið peningastovn- arnir at niðurskriva skuld- ina. - Peningastovnarnir skulu ikki sleppa at skylda uppá, at teir ikki hava likvi- ditet at hjálpa fólki, sigur Jákup Egholm. Nógv fólk havast at MVG-skipanini. Jákup Eg- holm heldur, at tað verður neyðugt at broyta MVG- skipanina, so fyritøkur ikki sleppa at gera sær dælt av skipanini. - Tað, at fyritøkur fara í gjaldssteðg dagin fyri at landskassin skal hava MVG -gjaldið, er burturvið. Her er neyðugt við lógar- broyting, sum tryggjar, at landskassin fær sín pening. - Onkur heldur tað vera lika mikið hvør situr í lands- stýrinum. Tað er munur á tí politikki ein samgonga utt- an javnaðarflokkin førir og ti politikki, sum ein javnað- arsamgonga førir. Javnaðareflokkurin fer ongantíð at avreiða væl- ferðarsamfelagið, sigur Jákup Egholm.