Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 123 — 1. JULI1994 Framhald av síðu 16 lendskum stødi, góða løn. Vit kunnu tí skjótt koma í ta stóðu, at fáa ein ótrúligan stættamun í okkara samfe- lag. Tey ríku, håløntu, sum arbeiða í oljuvinnuni, og so tey, sum við lóg eru sett niður í løn. Tað vil javn- aðarflokkurin ongantíð ganga við til. Ein annar vandi er, at okkara grannalond, her hugsi eg serliga um Dan- mark, mangla nógv útbúgv- ið fólk sum læknar, sjúkra- systrar og lærarar. Byrja hesi fólk fyrst at flyta av landinum, verður tað ein vanlagna fyri okkum. Ein av fólkafloksmonn- unum lovprisadi nå ein dag- in í einum sjónvarpsorða- skifti — idnadarlondunum fyri eystan og teirra sera lága lønarlagi. Er tað eitt tí- líkt stødi, teir vilja trýsta føroyska samfelagið niður á, er orsøk hjá okkum øllum at Óttast. Í teimum londun- um arbeiðir ein vanligur ar- beiðari minst 12 tímar dag- liga, uttan at fáa endarnar at røkka saman. Hvørji ráð hann so hevur til at taka fyri at breydføda seg og familj- una, hava vit sæð fleiri sjón- varpssendingar um, og skal eg ikki koma nærri inn á tað her. Eitt sera ræðandi dómi, sum vónandi bert varð tikid fram í einum orðaskifti, har tíðin ikki altíð er so góð at hugsa seg um í. Heldur enn at lækka lønir við lóg, eiga vit at lata part- arnar á arbeiðsmarknaðin- um samráðast um okkara framtíðar lønarlag. Gera vit ikki tað, fara vit at fáa tílík- an ófrið á arbeiðsmarknað- inum, at tað fer at lemja alt annað arbeiði hjá eini kom- andi samgongu. Poul Andrias Joensen, valevni javnaðarfloksins í Eysturoynni Tíðindablaðið EST Jórgen Thomsen, eysturoyartingmaður í 16 ár: Tað ræður um at vera lidiligur Neyðugt er at samstarva við aðrar flokkar, um úrslit skulu spyrjast burtur- úr, og javnaðarflokkurin skal gera alt fyri at vera við í samgongun! eftir val- id. Hvørjum samstarva verður við, velst um hvat semja fæst um, og tá hevur persónliga lyndið ikki minni týdning enn politisku hugsjónirnar Týsdagin í hesi vikuni, tá nýggja stýrisskipanarlógin varð samtykt, hevði løg- tingið seinasta arbeiðsdag- in í hesum valskeiðnum. Hetta var samstundis sein asta ferðin, at Jørgen Thom- sen var í tinginum. Eftir at hava verið tingmadur í 16 ár stillar hann ikki upp aftur Jørgen Thomsen er 67 ára gamal og varð valdur inn á ting í 1978, tá Jákup Frede- rik Øregaard legði frå sær - Tingarbeiðið er krevj- andi, og eg haldi tað vera rætt, at tú tekur teg burturúr, tá aldurin er náddur, sum m.a javnaðarflokkurin hevur gingið inn fyri skal verða markið fyri at fáa ald ursrentu. Jørgen Thomsen dylur ikki fyri, at honum hevur dámt stak væl tingarbeiðið: - Tað skal eingin ivi vera í tí. Tað kendist undarligt at siga farvæl, og eg kann gott siga, at eg feldi tár týs- kvøldid. Politiska arbeiðið er fjølbroytt, og hóast tað fyri almenninginum kann tykjast, at talan er um eina samkomu, sum er ósamd og har farið verður illa við hvørjum ødrum, so er tað beint tvørtur ímóti. Hóast nógvir tingfundir hava verið seinnu árini, so er tað framvegis tað, ið er uttan um, sum fer við mestu tíðini. Her hugsi eg m.a. um arbeiðið í nevndum og alt tað, sum gongur fyri seg á gamla apoteki. Tónin er vinsælur, eg havi fingið vinir fyri lívið, og eg fari at sakna góða umhvervið. Røturnar Hvi stillaði Jørgen Thom- sen upp fyri javnaðarflokk- in? - Tað var ongantíð nakar ivi um, hver flokkur tað skuldi vera. Eg vaks upp í Gøtu í fátæku triatiårunum. Tá var javnaðarflokkurin nýggjur, og fleiri gøtumenn tóku undir við áskoðanini hjá flokkinum. Gøtumenn høvdu fakfel- agsligt medvit, teir høvdu stovnað Føroya Fiski- mannafelag, og í politikki høvdu teir verið sjálvstýris- menn, men tá ein flokkur kom, sum setti korini hjá vanliga fólkinum hægst, skiftu fleiri flokk. Millum teirra var Símun Pauli Kon oy, ið var lærari og formað- ur í Fiskimannafelagnum, og hóast páp: mín ikki var frammarlaga í politikki, so var eingin ivi í, at hann eis- ini tók undir við javnaðar- hugsjónini At eg gjørdist aktivur í politikki kom so við og við. Eftir at hava verið á sjónum nøkur ár, fór eg í smiðju læru á Skála, har fann eg konu, og har búsettust vit Skálamenn heittu á meg at stilla upp, og eg var fleiri ferðir á listanum uttan at verða valdur. Bygdin hevði ongantíð átt tingmann, men val eftir val vaks undirtøk- an, og tå Øregaard ikki still- aði uppaftur, varð eg vald- ur, m.a. við stuðli frá fleiri gøtumonnum. Felagsarbeiðið stórt rúm Jørgen Thomsen hevur tikið nógv lut í felagsarb- eiði. I Gøtu var ungdóms- arbeiðið stórt undir krígn- um. Teir høvdu eitt felag, sum nevndist Gøtu lestrar- og umrødufelag, og so var tað losjan Glottin, sum altíð hevur havt gott tak á ung- dóminum í bygdini. A Skála hevur hann verið virkin innan fyri heima- missiénina, hann hevur í meiri enn 20 ár verið for- maður í kirkjuráðnum, hev- ur sitid í sóknarstýrinum í átta ár, og hann hevur dyggiliga tíkið lut í fakfel- agsarbeiði. - Í mínari verð hava javn- aðarflokkurin og fakfelags- rørslan altíð verið tvær síð- ur av somu sek. Tí var eg nevndarlimur i arbeiðs- mannafelagnum eitt skifti, men eg helt tað vera náttúr- ligt, at handverkarafelag varð stovnað her, og eftir at tað felagið sá dagsins ljós, hevur tað verið mítt fakfel- agsliga heim. Nú hava verkamanna- fólk bjóðað seg fram á lista fyri seg sjálvi, hvat heldur Jorgen Thomsen um tað? - Tað hava tey loyvi til, men eg haldi ikki , at tað verður nakað gagn í ú, hvorki fyri verkamannafel- øgini ella teir flokkar, sum í politikki umboða sjónar- miðini hjá lønmåttakar- unum. Tað verða bara tey, sum í politikki eru teirra mótstáðuflokkar, ið fáa gagn av hasum tiltakinum. Javnaðarflokkurin góður við vinnuna Tað verður ofta kastað javnaðarflokkinum fyri, at hann ger lívið trupult hjá vinnuni, men tað heldur Jør gen Thomsen lítið um: - Tað havi eg ongantíð skilt. Eg síggi hatta meiri sum eina roynd hjá okkara mótstóðuflokkum at fáa vinning burtur úr við at seta kílar millum okkum og vinnulívsmenn. Sannleikin er tann, at eingin annar flokkur hevur verið við til at fjálgað og lívgað um vinnu- lívið, sum okkara flokkur hevur. Hevur tað verið heppið? - Tá tú lítur aftur eftir, vil tað altíð vera so, at okkurt kundi havt lagað seg ødr- vísi. Eg plagdi at síga, at vit skuldu reka ein lidiligan vinnulívspolitikk. Seinna- partin av sjeyti árunum og áttati árini lívgaðu vit um vinnulívið við ymiskum sløgum av studningum. Tað gjørdi millum annað, at arb- eiði var til allar hendur. | Men tíðirnar broytast. Í dag verður tað ikki mett at vera rætt við nógvum studn- ingi, og vit hava helst ikki mguleika at stuðla á sama hátt, men tað má framvegis vera eitt av aðalmálunum hjá politikkarunum at skapa góðar karmar um vinnuna. Vandin er at fara úr aðrari grøvini og yvir í hina. Tað ræður um at finna besta millumvegin. Ymisk tíðarskeið Tey sekstan árini, Jørgen Thomsen var í tinginum, var javnadarflokkurin í samgongu í tíggju ár, og teir arbeiddu saman við øllum flokkum uttan sambands- flokkinum. Jørgen Thom- sen fekk fleiri ålitisstørv, m.a. var hann næstformaður í flokkinum, formaður í tingbólkinum og valskeiðið 1985-1989 og eitt stutt skifti í hesum valskeiðnum var hann formaður í fíggjar- nevndini. - Tað var stórur munur á politiska arbeiðnum i åttati- árunum og so tey seinastu árini. Umstødurnar broytt- ust so ógvuliga nógv, men tað var ikki bara lættari at hava ábyrgd í áttatiárunum Tá var týstið ógvuliga stórt, og tað var ofta, at fólk ringdu fyri at birta upp und- ir at fáa avgerðir tiknar í figgjarnevndini, sum vóru teimum til vildar Nú nívir tað í síggja, hvussu vánaligu tíð- imar ávirka lagnuna hjá familjum. Hetta ger tað trupult hjá politikkarunum, sum bara í avmarkadan mun hava møguleika at hjálpa. Men ágangurin frá teimum, sum vilja trýsta ætlanir av ymiskum slag igjøgnum, hann er burtur. Valið Jørgen Thomsen fór úr starvinum á Skipasmiðjuni á Skála, tá hann gjørdist politikkari: - Tað er so mikið kreyj- andi at taka lut í politikki, at stundir eru ikki til annað arbeiði, um tingarbeiði og nevndararbeiði skal rgkj- ast, sum tað eigur. Og tað verður neyvan gørvísi, so- leiðis sum tíðirnar eru. Hvat verður valúrslitið? - Hetta er kanska mest spennandi valið, sum nakr- antíð hevur verið. Ofta hev- ur úrslitið ligið í kortunum, men tað ger tað ikki hesa ferð. Eg rokni við, at javn- aðarflokkurin fær mann í Eysturoynni. Men hann kemur ikki av sær sjálvum. Tað skal arbeiðast fyri søk- ini, og tá eru vit væl fyri, tí valfelagið í oynni hevur ongantíð virkað betri, enn tað hevur gjørt seinnu árini. Á nógv at